leygardagur 1. august 1987síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
okkara egnu, tá hesi í so stóran mun hava verið merkt av lokal-
um áhugamálum
Virkandi sjúkrahússtjóri hevur gjert ein samandrátt av virk
seminum seinasta árið og teim samtyktum, gjørdar eru viðvík)
andi heilsuverkinum. Hesin er at finna í fylgiskjølunum
Skúli og undirvísing
Útlit eru til, at tann ekta jåttanin
undirvísingartilfari á føroyskum ler at
gavuvir ksemi í næstum
nú tíkin um, at Landsn iðstøðin I
al il g I
H ksvegin, s H S M i inn
I k int .
husinun idsmiðstað
Lestætlar i gg t
I fyr IKask g I 1 k
nvev ð:
ð g.ið }
e. ið bod }
Í ! k ik }
g n vant gerði
Menningin hevur verið stór. HF-stak iskerð keið ti
stakgreinaundirvísing til fráfarngarroyndir fólkaskulans ut
verður nú sett á stovn ymsastaðni í landinum
Vegna vantandi kunngerð er tann tåtturin, ið nevndur verður
fritidarvirksemi, enn ikki farin at virka
Sitandi landsstýri hevur lagt stóra áherðslu á at styrkja vinnu
lívsútbúgvingarnar og laga tær eftir tí foroyska samfelagnum
Løgtingid hevur sum kunnugt samtykt eina lóg um yrkisskúla
fyri fisk, ídnað og havbúnað, eins og lóg um sjóvinnuskúla
liggur á tingborði. Peningur til hesar skúlar er settur á figgjar
lógina, og vónandi kunnu teir byrja komandi ár
Nýtt motorpassaraskeið, ið varir 5 mánaðir, er sett á stovn
Fyrsta skeiðið av hesum slag fór fram í vár
Víðkað maskinmeistaraprógv kann nú takast i Foroyum, og
fyrsti flokkurin byrjar í heyst.
Fiskiskiparaútbúgvingin verður broytt, so at hon nú verður
1, år, og aftan á neyðuga siglingartíð verður møguleiki fyri at
halda fram til skipsførara.
Tey formligu vidurskiftini i sambandi vid 2. byggistig av
Tekniska Skula i Klaksvik og bygging av handilsskula å
Kambsdali eru í lagi, og er gongd komin á hesa byggingar
Í hesum viðfangi kann nevnast, at ætlanin er at flyta skúla-
gongdina hjá veikstreymslærlingum heim til Føroya, eins og
miðað verður ímóti við neyvum samstarvi við vinnulívið at dag-
føra lærlingaútbúgvingarnar og laga tær betur til føroysk vidur-
skifti.
Ætlanin er at seta verkstaðarskúla á stovn á Tekniska Skúla í
Klaksvík og útbúgving til byggi- og/ella maskinteknikara á
Tekniska Skúla í Torshavn.
Til heystar byrjar ein landmálarateknikkaraútbúgving. Efur
avtalu við Journalistháskúlan í Danmark fer nú upptekuroynd
á henda skúla fram í Feroyum eina ferð um árið.
Umframt verandi sjúkrasystraútbúgving verður nú arbeitt við
at seta á stovn sjúkrarektaraútbúgving.
Nógv hevur verið tosað um, hvar í landinum skúlar og útbúgv-
ingar skulu verða legd, eitt nú Studentaskúlin og HF-skeiðið í
Eysturoy. Í staðin fyri at taka steðu til ein skúla og eina útbúgv-
ing í senn, arbeiðir landsstýrið við at gera eina heildarætlan.
Neyðugt verður at umskipa studentaskúlaútbúgvingina kom-
andi ár, og ein ætlan er at gera eina liðiligari skipan í samsvar
við HF. Tílík skipan verður at bera i sær, at fleiri skúlaformar
kundu samarbeitt, og ein midspjading av ymsum útbúgvingum
kundi verið framd.
Fróðskaparsetur Føroya
Viðvíkjandi fróðskaparsetrinum verður í samgonguskjalinum
sagt:
>... miðað verður ímóti at útbyggja meguleikarnar fyri próv-
tøkulestri við Fróðskaparsetur Føroya og menna henda stovn
sum hægri læristovn.«
Við ektari játtan á fíggjarlógini í 1987 og nýggjari stýrisskip-
anarlóg, sum at kalla eitt einmælt løgting samtykti í vár, eru
lunnar lagdir til tess, at fróðskaparsetrið kann víðka um virk-
semið sítt.
Væl fleiri tilboð um hægri útbúgving verða nú bjóðað. og fyri
fyrstu ferð í Føroyum er møguligt at taka endaligt progv á
universitetsstigi. 2-ára hevuðsgreinalestur oman á exam. art.
prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókment-
um, byrjar í heyst. Tá verður eisini farið undir eina 2-ára grund-
útbúgving í søgu og siðsegu. Innan náttúruvísindi og tøknifrødi
verður skipað fyri sonevndum BS-útbúgvingum og verkfrødiut-
bugvingum, ið taka 3 og 3'/; ár. Sum dømi um nýtt tilboð er ein
3'%, ára útbúgving í matverkfrødi.
Komandi lestrarár verða tilsamans einir 75-80 lesandi á fróð-
skaparsetrinum. nærum ein tvifalding afturimoti seinasta lestr-
arári. Harumframt eru nógv fólk í kveldundirvísing og ymsum
stakskeiðum, sum setrið skipar fyri.
Tann ekta undirvisingin á setrinum merkist eisini í gransk-
ingini, sum bæði økist og gerst meiri fjøltåttad. Dømi um ein
nýggjan tátt innan bæði gansking og undirvísing er ætlanin um í
1988 at skipa eina deild fyri samfe
lagsvisindi
Hetta, at fleiri av teimum ungu ikki nýtist av landinum til at
nema lærdan lestur, er ein sjálvsagdur styrkur fyri samfelagið
og tann serkunnleiki, ið ein hægri læristovnur savnar og fram-
Nr. 85 — 1. august 1987
tíðindablaðið
leiðir, gevur fólki okkara sterri medvit og sjålvbjargni.
Men útbyggingin av fróðskaparsetrinum, sum sett er I verk,
gerst ikki eftir einum figgjaråri, og ti er neyðugt at hækka jått-
anina komandi 2 árini, eins og sagt er frá í álitinum. Eisini eigur
okkurt at verða gjørt fyri at bóta um tey trongu hølisvidurskift-
ini á fróðskaparsetrinum. Tað er eyðsæð. at Debesartrað —
ikki kann rúma
umframt teir stovnar, sum longu eru hal
einum fult útbygdum fróðskaparsetri, og landsstýrið er sinnað
til at bera so í band. at setrið kann fara undir bygging onku
staðni uttan fyri Debesartrød um nøkur ár
Arbeiðsmarknaðarmál
seftirhtið verður framhaldan tbyg feildun
k landið. Í 1984 rð ein deild sk ð i Nordovun
dur ein ð í Suður 1988 em |
nbært tlar ndsstýrið samtykt
( t Y » Norøstr n Få
} k )X
Í sei | ð um arbeið t tt
) itt Osu ið verð k ). að skil I
n | til en beiðsumhví |
A fíggjarlógunum fyri 1985. 1986 og 1987 hevur normering
verið til ein arbeidsmedisinara í hálvtíðarstarvi. Á komandi
figgjarlogaruppskot: verður normeringin brovtt til eitt fulltidar-
starv. Arbeidsmedisinarin skal kanna og ávísa sambandið
millum sjúkratilburðir og arbeiði. Hann skal eisini koma við
tilmælum um åbøtur, soleiðis at talið á sjúkratilburðum. sum
hava samband við arbeiðsumhvervið, lækkar
Fyri at beta um tryggleikan á arbeiðsplássunum skipar
arbeiðseftirlitið framhaldandi fyri skeiðum bæði her heima og í
Danmark. Í september verður norðurlendsk rådstevna um
arbeiðsumhvervið í fiskiidnadinum hildin í Foroyum. Hetta er
eitt áhugavert tiltak, tá hugsað verður um, at júst fisktídnaðurin
er ein munandi partur av føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Í seinastu tingsetu varð lógin um Trygdargrunn veiðumanna
broytt. Hann ber nú heitið »Trygdargrunnur fyri avreidingar og
lønir á fiskavirkjum«. Higartil hevur grunnurin tryggjað fiski-
forum og manningum 90% av ágóðanum, tá og um teirra fiska-
keypari fór á húsagang. Aftan á logarbroytingina hava løntak-
arar á fiskavirkjum somu trygd. Log um trygdargrunn fyri
adrar løntakarar er eisini samtykt. Hvussu hesin skal virka,
hvar og hvussu hann verdur at umsita, og nær hann fer undir
virksemið, fer landsstýrið at áseta i kunngerð.
Landsstýrið hevur sett sær fyri at fremja lóggávu um arbeiðs-
marknaðarpensjón og at kanna meguleikarnar fyri eini fast-
lønar- ella minstulønarskipan fyri fólk á fiskavirkjum.
Nevnd av serkenum fólki er sett at arbeiða við hesum málum.
Saman við landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum
hevur serkena nevndin verið á kanningarferð í Danmark,
Noregi og Sveríki. Í sambandi við, at tey her nevndu mál, sum
viðkoma pertunum á arbeiðsmarknaðinum, verða vidgjørd,
hevur landsstýrið samtykt at skipa eitt arbeiðsmarknaðarting,
har umboð fyri avvardandi feløg — umboðandi báðar partar á
arbeiðsmarknaðinum — fáa sæti. Íalt er talan um 19 feleg.
Nýggj javnstødunevnd varð sett í september 1986, og reglu-
gerð varð gjørd fyri hana, sum landsstýrið hevur góðkent.
Nevndin hevur m.a. viðgjert fleiri kærur um kynsmismun.
Ásannandi, at uttan lógargrundarlag er torfert at gera nakað
munagott, arbeiðir nevndin nú við eini føroyskari javnsteðulóg.
Eisini hevur nevndin tikið upp samstarv við aðrar javnstødu-
nevndir og -ráð innan Norðurlandaráðið, og kann verða nevnt,
at á fundi tann 11. august í ár hjá norðurlendskum
javnstødurådharrum er tann føroyski ráðharrin fyrstu ferð við.
Samskiftisviðurskifti
Í løtuni verður arbeitt fram ímóti at fáa sett eina samskiftis-
deild á stovn í landsumsitingini. Endamálið er, at deildin skal
veita landsstýrismanninum í samferðslumálum (landsstýrinum)
tann stuðul, sum er neyðugur til at betra meguleikarnar fyri
effektivt at útinna leiðsluuppgávurnar innan ekið.
Í fylgiskjølunum til hesa rødu hevur landsverkfrødingsstovn-
urin eitt någreiniligt yvirlit yvir arbeiði í gerð ella framd i ting-
árinum 1986/87.
Ferjulegan við Gomlurætt er seinkað nakað. Hetta arbeiðið
verður útboðið í oktober í ár.
Funningsvegurin kemur igjøgnum í ár
Tvær tunnilsgerðir fóru í gongd fyrr í ár: Sumbiar- og Kald-
bak/Signabøtunnilin. Næsta ár verður aftur farið í holt vid
Gasadalstunnilin.
Landsstýrið hevur samtykt at farast skal í gongd við nýggja
;
havnarætlan. Uppskot verður lagt fyri tingið í hest tingsetunt
Sum kunnugt hava samráðingar verið um flogmålid, og fyri-
liggja itøkilig uppskot, sum støda skal takast til
Í spurninginum um flogmálið hevur tað ey dnast at sameina
allar og øll tey, sum hava áhuga fyrr, at førovingar koma uppí
part, tá talan er um flúgving.
Få støda er tíkin og sáttmáli gjørdur, skuldi borið til at flogið
við egnum flogfari, og borið til at fingið útbúgvið føroyingar
innan flogferðslu.
Talan verður um flogskiparar, mekanikarar. flogternur, fyri-
siting og onnur neyðug starvsfólk í einum vælvirkandi flogfelg.
Helst verður talan um 20-25 arbeiðspláss.
Virksemið á Strandferðsluni er vaksið munandi hest seinastu
árini, bæði á sjógvi og landi.
Skip eru komin afturat, sum t.d. Dúgvan, ið varð sett inn í
rutuna millum Skålafjørdin og Havnina, og er flutningurin av
ferðafólki og bilum vaksin munandi.
Samstundis sum Tróndur varð leysur av rutuni inn á
Skålafjørdin, varð hetta skip sett inn í rutuna millum Tórshavn
og Skopun, og eru møguleikarnir øktir munandi, bæði hvat
ferðafólki og bilum viðvíkur. Meðan Ritan fyri bert ikki so
langari tíð síðan sigldi 2-3 túrar um dagin, so siglir Tróndur í
dag 5 túrar hvenn vegin um dagin, og er hann um summarið fyri
tað mesta fullsettur av bilum hvenn túrin.
Yvir um Vestmannasund er tervurin fyri flutningi av ferða-
fólki og bilum vaksin so nógv, at Sam ongan meguleika hevur
havt til at flyta tey nógvu ferðafólki og bilarnar. Í 1984 setti
Strandferðslan gomlu Ternuna at rekja ferðasambandið saman
við Sam, og hevur henda loysnin roynst væl, eins og fólk hava
verið glað fyri hetta skip, ið annars varð nýtt sum eykaskip.
Hetta hevur stytt munandi um bíðitíðina, bæði á Oyrargjógv
og í Vestmanna.
Í summar er Teistin settur inn í siglingina saman við Smyrli til
Suduroyar og Klaksvíkar, soleiðis at túratalið og ferðasamband-
ið er vaksið og betrað munandi, og við hesum sambandinum
gerst møguleiki fyri at avlasta Ternuna á rutuni millum Leirvik
og Klaksvík, ið hevur verið vaksandi, serliga er tað flutningurin
av lastbilum, trailarum v. m., ið er øktur. Á ødrum rutum er
túratalið eisini vaksið, sum t. d. til Nólsoyar, har Ritan í dag ger
4 túrar um dagin.
Í samband: við keypið av D igvuni og nú Smyril og Teistin
sigla til Kla«svikar, verður illur farmurin fluttur á mafi-
vognum og trailarum við hesum skipum.
Inntekan av farmaflutningi hevur verið vaksandi hesi tvey
árini. Fyri árið 1986 vaks henda innteka við umleið 14% í mun
til árið 1985, og higartil er hesin vøkstur upp á umleið 25%, tó
mugu hesi tel takas við stersta fyrivarni, av tí at tey bert eru
fyribilstøl. Ein orsek til hesa hækking er eisini tað stóra virk-
semið innan byggisektorin, sum er í landinum.
Viðurskiftini á økinum strandferðslu og bygdaleiðum verða
tikin upp til viðgerðar í heyst. Ein sera nágreinilig frágreiðing
fyriliggur, sum lýsir virksemi stovnanna, og miðað verður ímóti
eini rationalisering av virkseminum hjá báðum stovnunum.
Tann |. oktober 1986 gjørdi Strandferðslan avtalu við Sjúkra-
húsverkið um flutning av sjúklingum, læknum v. m., aftaná at
á