Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. august 1987síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

BO sa Nr. 85 — 1. august 1987 tidindabladid liðiligari. Rentuískoytið er hækkað úr 2% upp í 3%, og loyvt er Húsa- lånsgrunninum í åvisum førum at veita lån til keyp av eldri húsum. Leigulógin verður nú endurskoðað. Hon kom í gildi í 1940 undir teim serligu umsteðunum, ið tá vóru. Leigulógin hevur bert virkað í Tórshavnar kommunu. Landsstýrið roknar við, at uppskot til nýggja leigulóg kann koma fyri tingið í hesi ella næstu setu. Almannamál Almannastovan fekk seinasta heyst nýggjan bygnað, og varð 1. januar 1987 nýggjur stjóri settur, samstundis sum skipað varð serligt starv til løgfrødiliga ráðgeving og lógarsmíð, sum fráfar- andi stjóri hevur um hendi. Umframt eitt hóskiligari starvsbýti eru fleiri nýggj størv nor- merað, og verður bett um hølisvidurskiftini. Neyðuga umsitingin av almannalóggávuni skal liggja so nær brúkarunum sum meguligt, og er innan almannaverkið sett midspjadingarnevnd, sum skal leggja sosialu eindirnar úti um landið til rættis. Nevndin fer í næstum kanningarferð til Grønlands, har nógv av sosialari umsiting er á bygd. Nú blokkstuðulsavtalan frá 9. mars 1987 er samtykt. fara tram nogvar ja øringar innan almannaveitingar bæði á okjum innan blokkstuðulin, og har danir og føroyingar framvegis fremja helvtarbýti. t.d. viðvíkjandi folka-, avlamis- og einkjupenstónun lamin munandi pensiónshækking | tendst av umskipanini av ríkisveiting- ta fundi. og har kunnu nevnast rlogini, ið javnstilla arbeiðsloysi og sjuku, K meguleika at hjálpa, tå ið talan er um serliga trútreiðslur og forsyrgjaraskyldur Endurbúgvingin verður flutt frá avlamispensiónslógini til for- sorgarlógina og umsitin sambært hesa. Ein virkin endurbú vingarpolitikkur vil geva meguleika fyri skipan av vardum arbeiði í privatum og almennum stovnum, har tað almenna kann rinda lønariskoyti, sum minkar um penstónsútreiðslurnar og mennir hin einstaka og samfelagið. 1. januar 1988 verður øll serforsorg i Føroyum á feroyskum hondum, og andveikraverndin og skúlin á Treðni verða yvir- tikin. Í hesum sambandi verður neyðugt at seta út í kortið við- víkjandi framtíðarinnar sosialverki i Føroyum, serliga hvussu serforsorgin skal skipast. Foreldrafeleg og áhugabólkar mugu í hesum sambandi verða eftirspurd. Landsstýrið fór beinanvegin at útbyggja til andveikravernd- ina í smærri eindum, og er nú komið ávegis við hesum. Bygging í Runavík og bygging av umlættingarheimi í Klaksvík — sum sjálvsognarstovnur — eru farin í gongd. Leiðari er settur til vardan verkstað í Klaksvík og landsstýrið fer í næstum at seta leiðara til verkstað inni á Bakka í Vági. Hesir báðir stovnar verða riknir undir andveikraverndini. Landsumfatandi kanning viðvíkjandi tervi á bústovnum til brekað fer fram, og meiningin er at rekka viðurskiftunum hjá ollum brekaðum, so grundarlag verður undir víðari útbygging av serforsog og útvegan av arbeiðs- og útbúgvingartilboðum. Rektarheim til 48 búfólk er liðugt í Suðurstreymoy, og í Sand- oynni verður fyrireikað bygging til 24 rektarsjúklingar. Semja er um at byggja í trimum deildum, ið hver sær røkir felags- uppgávur fyri hinar, t.e. matgerð, vask og umsiting. Í Norð- streymi er eisini talan um at byggja í smærri eindum, og verður arbeitt við reglugerð fyri hesar. Hildið verður, at tað er eins bíligt at reka smærri sjålvstødug rektarheim sum tey sterru, ið eru sambygd við sjúkrahús, og er tí spurningurin, um hesi skulu rekast óheft av sjúkrahúsinum. Úr syðru helvt í Suðuroy er umsókn komin um bygging av røktarheimi, og kannar almannastovan tervin. Afturatbyggingin í Eysturoy, sum fevnir um 12 pláss, verður fyri fyrstu ferð eisini til ung rerslubrekað. Nevnd er sett at samskipa heimahjálparskipanina og heima- sjúkrasystraskipanina og at tilnevna uppskot um, hvussu hesar kunnu knýtast saman við eini degnvaktarskipan og eini um- hvørvissålarrøkt. Lækni verður settur til hesa sålarrøkt, sum skal fara fram >ambulant< úti um landið. Hetta fyri uppaftur betri at rekja politiska setningin um at hjálpa fólki at búgva heima sum longst. Hesar skipanir saman við meguleikanum fyri samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum heima, hava minkað munandi um tervin á rektar- heimsplássum. Síða 17 A fíggjarlógina eru settar upphæddir til rakstur av nýggjum blindaheimi og deyvahúsinum, sum reist varð fyri nøkrum árum síðani. Í seinastu tingsetu varð dagpeningalógin broytt, so dagpen- ingatíðin við sjúku verður longd úr 13 vikum upp í 20 vikur: hetta fær gildi |. oktober í ár. Sjálvbodna dagpeningaskipanin, sum fólk í sjålvstødugari vinnu og húsmeður kunnu tryggja seg í, verður ov lítið nýtt, og kannar landsstýrið tí meguleikan fyri, at hesi verða betri tryggjað. Kunngerðin frá 20. juni 1979 um dagpening verður nú endur- skoðað. Logtingið hevur samtykt at hækka skattalágmarkið hjá pensjónistum og somuleiðis inntøkumarkid fyri brenniolju- studning, hartil eru bjálvingarstuðulslánini hækkað úr 25.000 kr. upp í 45.000 kr. Røktarheim til 48 fólk er liðugt í Sudurstreymi Arbeitt verður nú vid at endurskoða inntøkumarkini, sum bera í sær, at lækkingar verða framdar í pensjónsupphæddum og við bótum. At eldri fólk eru virkin, so leingi tilber, er eftirynskjandi, og eiga ti at verða ávísir meguleikar fyri eykainntøku út yvir pensjónina. Landsstýrið hevur boðað landsfelag pensjónistanna frá, at sett verður eitt pensjónistaráð, ið kann ráðgeva um viðurskifti pensjónista, so sum gjørt verður í eðrum londum. Familju- og trivnadarmål Frá 1. okt. 1987 verður veitt øllum kvinnum, ið fáa børn, full dagpeningaupphædd i 20 vikur og aftaná 1. juli 1988 i 24 vikur. Lógin javnsetir allar kvinnur og gongur fyri hina heima- arbeiðandi mammuna longri enn í hinum norðurløndunum. Tá vit her veita betri semdir enn danir, er náttúrligt, at lands- kassin einsamallur ber meginpartin av útreiðslunum. Eisini er ætlanin at fáa samtykt skiftisreglur, sum bera í sær, at mammur, sum 1. okt. 1987 fáa dagpening, koma undir lógina, t. v. s. eisini slíkar, sum hava átt, áðrenn lógin kom í gildi. Lóg um barnastyrk er samtykt at galda frå 1. okt. 1987, meðan lóg um barnafrádrátt í skatti fer úr gildi 1. januar 1988. Henda umlegging er framd fyri at stuðla småbarnafamiljum, so betri meguleiki er fyri at vera meira saman. Barnastyrkurin er inntekujavnaður, tí ætlanin er. at hann skal gagna mest, har inntekan er lítil. Møguleikin fyri serligum semdum til foreldur, sum ansa børn- um sínum heima, og til teirra, sum hava brekað bern, tey mest meguligt vilja taka sær av sjálvi, verður framvegis kannaður. Lóg um eykapensjón til giftar avlamispensjónistar, soleiðis at teir varðveita fulla grundupphædd uttan mun til innteku hjúna- felagans, fær gildi 1. okt. í år, og er harvið ein ójavni millum danskar og feroyskar pensjónistar burturtikin. Somuleiðis er ætlanin at javnseta hjún, ið fáa fólkapensjón, við donsk hjún. Játtanin til at minka um rúsevnismisnýtslu er munandi ekt, og er stuðul veittur til viðgerðarheim hjá Losjuni og Bláa Krossi. Heilbrigdi á Velbastað — ið verður ríkið eftir heimild í for sorgarlogini — hevur farna hálvárið havt 123 fólk í viðgerð. og 125 vóru í 1986 til viðgerðar í Íslandi Sett er tubbaksráð, og verður umhugsað at seta eitt alkohol- ráð, sum kann viðgera spurningar í samband við vaksandi rús- drekkamisnýtslu og gera kanningar í økinum 16. $ í S.T.-fráboðanini um mannarættindi sigur m.a »Familjan er náttúrligi og grundleggjandi eindarbólkurin i sam- felagnum og hevur krav uppá verju samfelagsins og ríkisins.“ Samgongan ynskir at reka politikk í samljóði við hesa ásann- an og leggur dent á, at tey, sum hava stuðul fyri neyðini, kunnu fáa hann heima og frá sínum egnu. Í hesum ljósi skulu ábet- urnar á lógirnar um ansingarstuðul, heimahjålp, barnastyrk., barsilsorlov metast, eins og útbyggingin av dagrektarskipanum og dagstovnum. Kommunumål Landsstýrið vil halda fram vid midspjadingarpolitikki sínum, soleiðis at almennir stovnar fáa deildir á bygd á sama hátt sum líkningarráðið og arbeiðseftirlitið Sum nevnt verður virkað fyri at útbyggja almannaverkið á bygd. Uppskot kann væntast í næstum um bygging av vinnu- skúlum á bygd og flyting av einstøkum almennum stovnum Kommunulógin eigur at verða endurskoðað. so tað gerst møguligt hjá kommunum at ganga saman um at loysa sostalar og tekniskar spurningar. Landsstýrið miðar ímóti at hækka kommunala lánigrunnin og vidka um lániheimildir hansara, so at óneyðugt verður at fara so nógv uttanlands eftir lánum. Ein byrjan er gjørd við avlopi landskassan fyri 1986, ið fyri ein stóran part er lagt í kommunala lánigrunnin. Kommunali lánigrunnurin hevur í 1986 veitt tilsamans 3 mió. kr. í láni til 3 kommunur (Runavík, Skála og Våg). Samlaða útlánið er uppá 7,6 mió. kr. Planleggingarnevnd er sett og fer at koma við uppskoti til eina nýggja byggi- og býarskipanarlóg. Verandi lógin er 1954. Hugsað verður eisini um fíggjarliga planlegging. ra I.R.F. hevur fingið endaligt loyvi til at byggja brennistød úti á Vík í Leirvík, og er farið undir byggingina. Stjóri er settur Tórshavnar býráð hevur tikið sína brennisteð í nýtslu, og hon verður royndarkoyrd í løtuni. Heilsuverkið Nú stuðulssamráðingarnar eru loknar, verður av álvara farið undir viðgerð av útbyggingarætlanunum fyri tey trý sjúkra- husini, herundir at leggja tær tilrættis soleiðis, at tær samsvara ' best møguligt við okkara fíggjarligu orku og trýstið á arbeiðs- megina á byggiøkinum. Neyðugt verður við sterkari stýring á hesum eki, skulu vit ikki missa tamarhaldið, og noyðist landsstýrið at útvega sær serkena óhefta ráðgeving, sum kann dema um tey tilmæli, vit fáa frá a am.