Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. august 1987síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 I vár flutti Fornminnissavnið arbeidshøli síni nidan í bygningarnar hjá Royndarstoðini í Hoyvík. Seinni skal alt forn- minnisvirksemið hjá savninum niðan á Hoyvíksgarð Menningarstovan er farin at virka. Menningarstjóri er settur og tekur við starvinum 15. august. Næsta stigið er at vidka virksemið hjá Menningarstovuni bæði her og úti um landið Landbúnaður Uppskotið til nýggja jarðarlóg kom ikki aftur á tingborð í setuni 1986/87, ti bånadarnevndin ynskti rúmari tíð til viðgerð- ina. Henda nevnd varð til endamålid gjørd til millumtinganevnd og greiðir helst málið aftur til tingið í hesi setuni. Feroyska mjólkin hevur nú veruliga yvirtikið heimamarknað- in og tað skjótari, enn menn droymdu um. Hildið varð, at 5% í árligum vekstri var rímiligur málsetningur, men fyrstu 6 mánaðirnar í ár er framleiðslan vaksin heili 21%. Hetta fekk so enn einaferð bikarið at flóta yvir, og er nakað av mjólk farin fyri skeytið í ár. Tiltek til tess at javna framleiðsluna yvir árið mugu tí fremjast, og møguliga er javningarstudningurin amboðið, sum skal nýtast enn meira, men verður tá helst neyðugt at minka prísin summarhálvárið, so meira verður tekt vetrarhálvárið. Nýtslan av mjólk er um 7 mió. litrar árliga, og verður fram- leiðslan í ár millum 5,5 og 6 mió. litrar. Avloysingarskipanin, sum avtalað varð i samgongugrundar- lagnum, er farin at virka í hesum árinum. Bøndur kunnu nú fáa frítíðaravloysing um royndarsteðina í tann mun, henda kann lata fólk. Arbeitt verður eisini fyri at fáa sjúkraavloysing, og er uppskot um at normera eitt starv á Royndarsteðini til hetta endamál. Arbeitt hevur verið við uppskoti um prísjavningargrunn fyri landbúnaðarverur, men eru menn ikki samdir um slíka skipan, tó kemur hon meguliga til viðgerðar í tinginum hesa setuna Alivinnan Tá ið hetta landsstýrið tók við, var onki samsvar millum smoltaling og sjógvaling. T.d. kundu tey nýggju loyvini til sjógv- aling á vári 1985 bert fáa 14.000 smolt. Hesi áttu at fingið eini 60-70.000 smolt, um trygt grundarlag skuldi verið undir lønandi rakstri Tiverri kundu vit eisini sanna, at ov nógv loyvi til sjógvaling vóru givin á åvisum økjum, uttan at nóg nágreiniligar árinskann- ingar vóru gjørdar frammanundan. Talan verður tí um at kanna møguleikan fyri at flyta sjogvalistødir burtur av hesum økjum, samstundis við at heilt någreiniligar árinskanningar verða gjørdar á ødrum økjum, áðrenn ov nógv loyvi verða givin Vånaliga smoltstødan og tørvandi árinskanningar vóru orsøk- in til, at landsstýrið hevur verið afturhaldandi, tå talan hevur verið um at geva nýggj loyvi til sjógvaling. Smoltframleiðslan er ekt so munandi, at vit nú kunnu tosa um, at javnvág er komin í. Í ár er framleiðslan millum 3 og 3,5 mió. smolt. Næsta ár verður hon 4 mió Árinskanningar eru og verða gjørdar. Grundarlag skuldi sostatt verið fyri nýggjum loyvum til sjógvaling. Alivinnan er i åvisum figgjarligum trupulleikum. Í høvudsheit- um eru orsøkirnar trinnar. Tær alt ov småu smoltnøgdirnar tey fyrstu årini, tann lågi marknadarprisurin, sum verid hevur tey seinastu tvey árini afturímóti árunum frammanundan, og tann stutta avdráttartíðin av lánum. Landsstýrið hevur sett eina kann- ing av hesum viðurskiftum í gongd. Aliráðið, Ídnaðargrunnurin og Menningargrunnurin gera kanningina saman við einum pri- vatum ráðgeva. Urslitid fyriliggur um nakrar fáar dagar. Fyri at beta um fíggjarligu steðuna hjá vinnuni hevur lands- stýrið millum annað hugsað sær at broyta áramálið í ellum aliloyvum. Higartil eru øll aliloyvi givin at galda í sjey ár. Av- dráttartíðin hjá Ídnaðargrunninum, Menningargrunninum og ødrum lánistovnum er hareftir. Tá ið kanningin av figgjarligu støduni hjå alivinnuni er lokin, fer landsstyrid at taka stødu til, um åramålid i aliloyvunum verður at seta upp i 10 ella møguliga 12 ár. Ídnaðargrunnurin, Menningargrunnurin og aðrir lánistovnar fara so væntandi at leingja avdráttartíðina í sama mun. Á lóggávugkinum kann verða nevnt, at lógin um sjúkur hjá fiski er avgreidd á tingi og lýst at galda, at lógin um aling er í millumtinganevnd og verður vónandi avgreidd í hesi tingsetuni. Í farnu tingsetu varð tinglýsingarlógin eisini broytt, soleiðis at tað nú er møguligt hjá lånistovnum at veita fígging móti trygd i fiskinum. Eftir er nú at gera uppskot til lóg um útseting og havbit. Kanningar í sambandi við slíkt lóggávuarbeiði fara í gongd nú. Djóralæknatænastan er eitt týðandi mál hjá alivinnuni. Nor- mering er til ein fiskasjúkudjóralækna. Hetta starv er sett. Landsstýrið hevur boðið sær til at útvega hølir og amboð til ein fiskasjúkudjóralækna afturat. Hetta er treytað av, at vinnan vil gjalda fyri hesa tænastu í tílíkan mun, at gjøldini frá vinnuni svara til ta len, ein fiskasjúkudjóralækni skal hava. Í letuni bíðar landsstýrið eftir einum útspæli frá vinnuni. Málið er at tryggja alivinnuni eins góða djóralæknatænstu og landbúnað- inum. Eftir teimum metingum, sum gjerdar eru, verður útflutning- urin av alifiski 10.000 tons í 1989 og 12.000 i 1990. Við verandi marknaðarprísum skuldi hetta givið eitt útflutningsvirði uppá åvikavist 500 og 600 mió. kr. nevndu ár. Sjóvinnumál Í sambandi við trongstøduna hjá farmaskipaflotanum eru átta skip seld á tvingsilssølu í Rotterdam í år og fyrra árið. Hesi skip vórðu oll latin foroyskum eigarum sum nýbygning- ar í tíðarskeiðinum 1982-1985. Tapid, sum landskassin hevur havt av hesum skipum, er umleið 150 mió. kr. Talan er um stuðulslán og veðhald. Høvudsorsøkin, til at skipini komu í hesa trongstødu, var, at raksturin av skipunum bert var førur fyri at bera eina skuld, ið var helvt ella minni enn ein helvt av ti skuld. sum skipini høvdu, tá tey komu. Á tvingsilssølunum eru skipini keypt fyri eina helvt og i summum forum fyri minni enn eina helvt av ti, tey kostadu at byggja. Tel visa, at í meða! vóru fraktratur og dollarakursurin ikki lægri í 1985 og fyrru helvt av 1986 enn í februar 1984, tá ið tey fýra av skipunum komu til landið. Eftir hesum kann sigast, at orsekin, at skipini komu í trong- stødu, var tann, at inntøkurnar vóru munandi lægri enn mett varð, og at rentuútreiðslur og aðrar útreiðslur væl hægri enn mett, og kemst hetta m.a. av, at skipini gjørdust dýrari enn ætlað. Landsstýrið var sinnað at hjálpa feløgunum, áðrenn skipini fóru á tvingsilsselu. Landsstýrið beyð sær til at umleggja skuld- ina til landskassan, t.v.s. veðhald og stuðulslán til lán, sum skuldu verða rindað aftur yvir 12 ár við eini rentu uppá 4/, p. a. aftaná 3 ár. Um raksturin aftaná 3 ár ikki var førur fyri at rinda Nr. 85 — 1. august 1987 rentur og avdrátt av skuldini til landskassan, var landsstýrið sinnad til at tosa vid feløgini um nýggjar treytir, tá 3 ár vóru liðin Í sambandi við tað eina skipafelagið hevur verið sagt, at felag- ið hevði greiðar avtalur við týska bankan og við landsparta- stjórnina í Slesvig-Holstein. Eftir at hesi fýra skipini vórðu seld, landsstýrið gjørt til syndabukk. men umrøddu avtalur hevur landsstýrið ongantíð sæð Hin vegin fekk landsstýrið greitt at vita. at treytin frá onkrum ánara var. at landskassin bert kundi vera við sum parthavari við lítlari upphædd, hægst 5 mio. kr. Tå sagt hevur verið. at landsstýrið — umframt 150 mió. kr. í útleggum átti at sett seg fyri munandi upphæddir fyri at varðveitt hesi ov dýru skip i Føroyum, er hetta ógvuliga grunn búskaparlig hugsan Sum gongdin varð vorðin, var samfelagsliga talan um eitt beinleiðis hall uppá 20 mio. kr. árliga, og eru tá ikki avskriv- ingar tiknar við. Skuldu eisini hesar — umleið 70 mtó. kr árliga verið fluttar yvir skattgjaldararnar frá ødrum vinnuøkjum í Forovum. vildi talan verið um beinleiðis hall fyri samfelagið uppá 90 mió. kr. árliga Til tess at varðveitt eitt hall uppá 20 mió. kr. árliga í Førovum skuldi landskassin sotatt í fyrstu syftu spent seg jundradir av milliónum uttan vissu fyri, at hesar komu aftur um nøkur ar ið bottum marknaða Landsstýrið metti tað skeivt, at spenna í enn tey vedhald, sum longu vóru givin. Havandi í | esir sjó menn undir galdandi umstødum lættliga fingu annað arbeiði. og vandi í huga, at skip av sama slag k til sølu msum vnum fyri prisir, sum ikki komu upp i helvt num, sum fóru, vildi slik yvirtøka av privatari ábyrgd verið fullkomiliga ábyrgdarleys mótvegis skattgjaldarunum. Marknaðurin er framhaldandi gingin niður, og skulu iløgur fremjast, sum eru greiðar at virka, tá hesin gongur upp aftur, er skilabetri at keypa skip, sum nú fáast fyri botnprís. Nevndi í fjør ta hugmóðigu liberalismu, sum bert stendur mát, tá landskassin er opin, men tað er avmarkad, hvussu nógv ber til at opna hann. Vit hava frammanundan eitt framleiðslutól í fiskivinnu- og fiskatilvirking, sum byggir á eitt náttúrligt råvørutilfeingi, og har tann umfordeiling, sum skattgjaldarin er við til at fremja, samstundis tryggjar honum inntøkuna. Skulu vit fjøltåtta vinnu- lívsroynd okkara, má tað vera við tættum, sum eiga ein náttúrligan rentabilitet. Í hesum føri er »råvørutilfeingi« okkara dugnaliga og væl- lærda sjófólk, og eg eri tí sannførdur um, at skilagóð fyriskipan framvegis kann geva okkum eitt haldgott steði til at byggja hesa vinnu uppá. Landsstýrið hevur fingið fyrispurning, um meguleiki er fyri at skráseta donsk farmaskip í Feroyum. Her er talan um eina ætlan, har føroysk felag átaka sær at reka donsk farmaskip, soleiðis at ágóðin so sum hýrur, umsiting, viðlíkahald o.s. fr. kemur føroyska samfelagnum til góðar. Talan er um donsk partsreiðarafelog. Eisini hava fyrispurningar verið frá ødrum londum. Var talan um partafeleg, vildi einasta treytin verið, at meiri- lutin av nevndarlimunum skal hava fastan bústað í Feroyum, men tá talan her er um partsreidarafeløg, er spurningurin fløkt- ari. Helst er ikki meguligt at skapa lógargrundarlag fyri hesum. Tað eigur eisini at verða umhugsað gjølla, áðrenn vit sleppa politikkinum um helst at eiga skipini á føroyskum hondum. Orkuútbyggingin Í år er í fylgiskjølunum frágreiðing frá Orkurådnum, sum vísir, at arbeitt verður sera álvarsliga við lívsneyðugu orkuútveg- anini og orkusparingini. Kanningar ráðsins hava fevnt um: Egin elverk á virkjum, avlopshita frá brenni- og kraftstødum, vatn- og vindorkumátingar, árinskanningar, partroling, vatn- orkuútbygging og streymorkuverk. Serliga forvitnisligt er tað, at S.E.V. og Orkuráðið eru komin væl ávegis við fyrireikan av víðari útbygging av vatnorkuni í Eysturoy Helst fer S.E.V. fyrsta dagin at søkja friðingarneyndina um góðkenning av endaligum projekti til útbygging í erva. Kanningin, ið danska orkumálaráðið hevur latið gera av møguleikunum fyri at nýta havstreym í orkuverkum, er ógvuliga spennandi. Landsstýrið, S.E.V. og Orkuráðið fáa í heyst nærri kunning um hetta mål, tá umboð fyri teir, ið gjørt hava projektið, koma til Ferova. Íbúðamál Login um íbúðagrunn virkaði ikki eftir ætlan, m.a. ti komm- una, sum setti 18% í eina íbúðabygging, misti pening sín til grunnin, um íbúðin varð seld, og tí at fólk bert kundu búgva í íbúðagrunnsíbúð í fimm ár. Nevndin, sum landsstýrið setti at endurskoða lógina, mælti til -heilt nýggja lóg um íbúðagrunn, og ognarviðurskiftini eru eisini broytt soleiðis, at nú er tað ikki grunnurin, sum er ánari, men íbúðafelog, íbúðastovnar og kommunur. Lógirnar um Rentustudning til samansparing til sethúsa- og íbúðabygging og um Húsalánsgrunn eru broyttar og gjørdar á ÆR 3 14 £