Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. august 1987síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

TAGI? MAÓ AU! Skiparaksturin í 1986 hevur sum heild roynst betri enn í 1985, men tølini, sum eru hjåløgd hesi rødu, mugu takast við størri fyrivarni enn vanligt, tí tev eru ikki endaliga vidgjørd av fiski vinnuráði og eðrum stovnum Tølini sýna tekniskt rakstrarurslit áðrenn studning, og hóast hesin varð lækkaður ímillum 1985 og 1986. Eitt av teim búskaparamboðum, landsstýrið kendi seg noytt nakað, brovtir tað ikki heildarmyndina at nýta, var ein avmarking í sokallada fiskivinnustudninginum, sum ár um ár vaks lutfallsliga skjótt Hesin var í 1984 væl omanfyri 400 mió. kr niður á 294 mió. kr mió. kr. og kom í 1986 Vónandi klára vit skerini í ár við umleið 250 Gagnliga virkanin av hesi stýring sannferir landsstýrið um, at rætt er so líðandi at minka studningin niður ímóti 200 mió. kr Nógv kjak hevur verið um avgjaldslógirnar, løgtingid sam- tykti seinasta heyst. 180-190 mió. kr. varð miðað ímóti, og kemur so við og við henda upphædd inn, tó at tað hevur tikið tíð at fremja summar av lógunum í verki. Serliga vóru tað 70 oyruni í oljuavgjaldi, sum stóðu fyri skotum. Legið, tá ein veit, at sammett við okkara grannalond hava vit so avgjørt lægsta oljuprisin. Skipanin hevur eisini tann fyrimun, at nú råoljuprisurin fer upp um 20$ og heilsøluprisur- in tí hækkar, so veksur prisurin til brúkaran bert vid I oyra fyri hverji 2 oyru, heilsøluprisurin hækkar. Vit hava sostatt skapt eina skipan, sum tryggjar brúkarunum eitt nógv longri tíðar- skeið við javnari príslegu, enn annars vildi verið. Annar fyrimunur er, at hvert avgjaldsoyra fer í oljugrunnin, sum bert kann læna út til ávís endamál, har annars vildi verið lænt í útlondum. M. a. skuldi hetta gjørt tað møguligt at framt eina bíligari orkuútbygging, sum í seinna enda kemur brúkar- unum meira til nýttu enn eitt stutt tíðarskeið við óvanliga lágum oljuprísi. Oljugrunnurin hevur 53 mió. kr. á bundnari konto í Danmark. Talan hevur nógv verið um skeivleikan í at »busjettera« eina fíggjarlóg við stórum yvirskoti, tí hetta skuldi verið óneyðugt. Sum fyrr nevnt verður ikki talan um nakað risaavlop, og tað avlop, sum verður, fær bein at ganga á, nú so stórar veðhalds- skyldur gerast effektivar. Nú sleppa vit so frá í sterri mun at læna pening uttanlands til hesar skyldur, og er kortini avlop, verður hetta bundið uttanlands. Í letuni hevur landskassin 75 mió. kr. á bundnari konto í Danmark, umframt at kassakreditt- urin í Tjóðbankanum, ið var 75 mio. kr., er goldin niður á 0 Eyðkennandi er tað, at júst teir, sum grammastir hava verið at koppa ábyrgdina fyri sínar vinnulívsroyndir yvir á skattgjald- aran, skulu vera teir, ið harðast tala um óblúgv og óforsvarlig avlop í landskassaroknskapinum. Sum toll- og skattainntekur- nar í løtuni roynast, er ikki útlit til nakað risaavlop í 1987. Stødan í dag — har ein lítil linkan er at hóma í virkseminum — sýnir, at rætt var atborið av samgonguni, tá hon í forhond royndi at medvirka til hetta. Her var mál tikið til viðgerðar og avgreitt, áðrenn tað gjørdist veruligt vandamál. Tað styrkir um álit til okkara uttanlands og gevur okkum skotbrá til at virka longri fyri teirri framleiðslugking, sum veruliga kann loysa okk- ara búskapartrupulleikar. Sparsemi og afturhald einsamalt ger tað jú ikki. Tað eru tættir í okkara búskaparmynstri, sum kortini ikki tola ov langa viðgerð og bíðan. Ein teirra er umskipanin og smidliggerðin av okkara seluskipan, har alt tykist mala í somu trongu ringrás sum áður. Tað tykist, sum tað er avgerandi í søluskipan okkara at hava ein risa á leirføti, sum hevur alt ov leingi um at venda sær. Verður hetta ikki broytt, fáa vit ikki tann pening til vega, sum neyðugur er til at renta iløgur okkara, gjalda hýrur og lønir og skapa kapital til víðari framtøk. — Hetta saman við betri stovnsrøkt og frægari viðgerð av ollum okkara tilfeingi, er einasta gongda leið. Fiskivinna — Fiskimøguleikar Sterstu trupulleikarnir hjá fiskiflotanum fyrru helvt av 1987 hava verið minni veiða á summum økjum og lágir prísir, serliga á ídnaðarfiski. Skipini á Flemish Cap hava havt vánaligastu veiðuna, menn vita um; nøgdin av rækjum við Svalbard er minkað, og eisini í fiskiskapinum eftir botnfiski undir Føroyum hevur veiðan verið væl lakari, og trupulleikar hava verið við støddunum. Heilt óvanliga prísfallið á ídnaðarfiski — sum ikki bert hevur rakt Føroyar — hevur gjørt raksturin av nótabátunum sera tungan, meðan idnadartrolararnir hava klárað seg betri av góðum fiski- skapi. tidindabladid Atta farmaskip eru í ár seld á tvingsilssølu í Rotterdam. Landsstýrið varð gjort ti syndabukk, men landsstýrið helt tað vera skeivt at spenna annað fyri enn tey veð- hald, sum longu vóru givin Lakari fiskiskapurin við Svalbard partar av árinum hevur borið í sær, at skip hava roynt at útvega veiðumeguleikar í Kanada. Í ávísan mun er hetta eydnast, tó undir harðari treyt- um enn fyrr. Kanadiskir myndugleikar hava latið 16 veiðuloyvi til privat felag, og eru tað hesi, foroysk felag samráðast við. Á stjórnarstigi ber sostatt ikki til at samráðast um rækjurættindi Hin vegin hevur landsstýrið havt samráðingar við kanadiskar myndugleikar um aðrar fiskivinnuspurningar, m.a. meguleik- arnar hjá saltfiskalínubátum, hemara- og svartkalvabátum. Nú nýbygging er framd til svartkalvaveiðu, eru góðar vónir um, at veiðan vestanfyri fer upp frá uml. 600 tonsum til eini 4-5000 tons. Hesi nýggju skip hava havt góðan fiskiskap seinastu tveir mánaðirnar, og prísútlitini eru góð Landsstýrið hevur ta fatan, at svartkjaftastovnurin er stersta tilfeingið av ráveru, vit eiga, og tað er neyðugt fyri eina áhaldandi og tryggari menning av fiskivinnuni, at vit duga at nýta hetta rikidømi. Fyri svartkjaftaskipini hava trupulleikar við selu av skrædu-»butterfly«fløkum noytt skipini at royna aðrar framleiðsluhættir, og tað tykist nú, sum at rokkið er á mál at framleiða skræðuleyst beinfrítt flak umborð. Hetta sleppur svartkjaftinum inn á hin stóra og í letuni sera prísgóða blokk- marknaðin. Fleiri av svartkjaftaskipunum hava havt byrjunnar- trupulleikar, og tað má viðgangast, at fyri at fáa hesi stóru og dýru skip at ganga væl er ikki nóg mikið bara at hava góðar fiskimenn at manna hesi skip, men líka stóran týdning hava maskinfólk á verksmiðjuni, góðskueftirlitsfólk og tey, sum stýra figgjarskapinum og seluni hjá skipunum. Tað er avgjørdi politikkur landsstýrisins at royna at passa veiðutrýstið til teir veiðumeguleikar, sum eru. Orðaskifti hevur verið við vinnuna um, hvussu hetta mál best verður rokkið, og sum ein byrjan er samtykt skipan fyri fiskiloyvum. Hesin poli- tikkur merkir ødrumegin, at har sum veiðutrýstið er ivaleysa stórt, kann bert útskifting verða loyvd, sum ikki ekir um veiðu- trýstið. Hetta merkir eina ávísa óhepna fastfrysting av ognar- viðurskiftunum og hevur eisini trupulleikar við sær fyri ávís flakavirki, sum hava ov lítla ráveru. Hin vegin er ikki møguligt at loyva øktum veiðutrýsti eftir vanligu botnfiskasløgunum, tí hetta bert kostar hjá tí flotanum, sum longu er. Eisini á djúpum vatni undir Feroyum er um at vera full- skipað, so møguleikar fyri øktari råvøru til flakavirkini kunnu bert finnast vesturi í havi í altjóða sjógvi. Fyrst og fremst á Hatton Banka og Reykjanesryggi. Í hesum sambandi hevur Íslands-sáttmálin stóran týdning. Stjórnarkreppan í Íslandi fekk óhepnar avleiðingar, serliga fyri snellubátarnar, men lands- stýrið vónar enn, at íslendska stjórnin fer at geva okkum sterri nøgd av botnfiski í ár. Eitt loyvi til at fiska kalva av rudkvotuni í Íslandi hevur verið gott íkast hjá fleiri bátum Landsstýrið hevur fingið eitt stórt tal av umsóknum um nýggj skip. Umsitingin hevur kannað og vidgjørt tær umsóknir, har greiðir upplýsingar um ætlanirnar lógu fyri. Steða er tó ikki tikin enn til umsóknirnar. Tað er greitt, at á nógvum økjum eru ikki veidumøguleikar til at loyva bygging. Á åvisum økjum verður tað hildið at vera best at gera fleiri royndir við skipum, sum longu eru í drift. Men á onkrum eki eru meguleikar, sum kanska skulu roynast. t.d. skeljaveiða. Tveir bátar eru í gerð og koma í hesum ári. Umframt veiðumeguleikar eru eisini spurn- ingar um samfelagsbúskap yvirhevur, sum mugu havast í huga, men landsstýrið ætlar sær í næstum undir veruliga viðgerð av umsóknum, har bæði veidumøguleikar og figgjar- og búskapar- metingar benda á, at iløgur eru rættar. Veiðan eystanfyri hevur verið góð, og ein roynd at beina nakrar av ísfiskatrolarunum burtur av føroyskum eki og loyva teimum at fiska í Barentshavinum hepnaðist væl. Feroyska laksaveiðan er nú komin í fasta legu. Tað eydnaðist at fáa eina ekta kvotu á fundi i laksastovninum NASCO næstu trý árini, og í hesi loysn liggur eisini, at tað, sum føroyingar seta út av laksasmolti, ikki skal roknast upp í hesa kvotu. Við tí skipatali, sum er, skuldi — sum frálíður — borið til at givið hverjum laksabáti eina kvotu, sum gevur rímiligt úrslit. Síða 15 | hb iðu k k kað K 3 k k i k I r , ISK i DB 11 iginun leið rður lanning un 1 HK n stað ) I I in k mi ; neinur ki ett nink 5 udn | gu tingið tir sk n ip skipanini. Samstund t ar landsstýrið I il á góðskuna á fiski hjá útróðrarbátun TO at umsóknirnar um skip eru nógvar, kennir ein í dagliga við veiðu feskfiskaflotanum er eitt sindur fjarandi viðskifunum víkjandi og vinnulivsmenn, at iløguhugurin við Helst stavar hetta frá fastfrystingingi av fiskivinnustudlinum og teirri mink andi veiduni Tad er ein sannroynd, at skjótt er hvønn vegin i slikun ikki å fiskiskipum uttanlands i botni kundi helst ein náttúrlig minking farið fram i feskfiskaflotanum, málum. Var prísurin men ringt er at sleppa snikkaleysur við at selja í dag Vit mugu so leggja neyðugar útskiftingar so til rættis, at vit yvir eitt áramál finna vinnumøguleikar uttan fyri føroyskt eki tl tann partin av flotanum, sum ikki kann seljast uttan stórt tap. Her koma Joint-Venture royndir sterkt upp á tal Veiðuhagtelini 1. hálvár eru sum vant at finna í fylgiskjal unum til hesa reðu, og sýna tey hóast m'nni veiðu við Feroyar, sterri heildarveiðu. Veidd eru á ellum leiðum 186.000 tons mótvegis 179.000 tonsum 1. hálvár 1986. Tað er serliga ekta nebbasildaveiðan, sum ger seg galdandi Ídnaður Seint á sumri 1977 setti landsstýrið eina starvsnevnd við fimm limum at kanna vidurskiftini hjá ídnaðinum i Føroyum Til at vera bindilið millum starvsnevndina og ídnaðin varð ein umboðsnevnd vald við 10 umboðum fyri vinnulivid. Henda um bodsnevnd skuldi tryggja, at starvsnevndin fekk >tað tilfar, sum tørvur var á<. Nevndin læt landsstýrinum álit í desember 1978 og m.a. mælti hon til at skipa eina menningarstovu fyri ídnað, handverk og tænastuvirksemi I vár legði landsstýrið uppskot til legtingslóg um menningar- stovu fyri tingið. Hetta uppskot fekk góða undirteku og varð samtykt við stórum meiriluta. Menningarstovan t -vur til enda máls at menna ídnað, handverk og tænastuvirksemi. Í samband. við hetta at ráðgeva innan tekni. búskap. útflutning av verum og skeiðvirksemi. Eisini skal Menningarstovan samskipa ymiskt virksemi, eitt nú virksemið hjá ymiskum almennum figgjar- grunnum. Eitt menningarráð við 15 limum verður skipað. Hesir verða valdir millum vinnulívsfólk, fólk í almennum og hálvalmennum starvi, sum hava beinleiðis samskifti við vinnulívið, og millum fólk við góðum innliti í vinnuskúlamál. Til at skipa fyri arbeið- inum millum fundirnar hjá menningarráðnum verður eitt stýri við fimm limum valt. Landsstýrið velur formannin. Hinir fýra verða valdir av menningarráðnum og millum limir tess Eftir lógini kann Menningarstovan við stuðli og í samstarvi við kommunur í ávísum nærri avmarkadum økjum seta fólk úti um landið at skipa fyri virksemi sambært endamálsgreinini i lógini. Ætlanin er, at landsstýrið skal seta nærri reglur hesum viðvíkjandi. Helst verður talið av ráðgevarum úti um landið tríggir ella fýra. Ein meguleiki er, at Menningarstovan rindar helmingin av lønunum, treytað av at kommunurnar í avvarðandi eki rinda hin helmingin og skrivstovuútreiðslurnar Vit hava útflutt størri nøgdir av aldum fiski