Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 1987síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Hetta er heitið á ein um fundar- og ment- unnarvikuskifti, ið Meginfelag Fer- oyskra Studenta skip- ar fyri í Norðurlanda- húsinum 14.-16. aug- ust. MFS skipar fyri hesum tiltaki í sam- band við at felagið er 25 ár í ár. Ætlanin við tiltak- inum er at fáa í lag kjak um framtíðar útbúgvingarviðurskif- ti. Tiltakið umfatar fundir um ymisk evni innan útbúgving, eitt filmskveld og eitt tónleikakveld, ein pallborðsfund og eina framsýning. Framsýningin, tón- leikakveldið og pall- borðsfundurin eru al- menn, meðan hinir fundirnir og films- kveldið eru fyri út- búgvandi burturav. Við útbúgvandi mein- ast limir í MFS og limir í Landsfelag Feroyinga í Útbúgv- ing, LFÚ. Meginfelag Studenta er fakfelagið hjá teimum, ið útbúgva seg á Fróðskaparsetrin- um og uttanlanda Felagið varð stovnað í Keypmannahavn 31 januar 1962, og er sostatt 25 ár í ár. Í staðin fyri at hava eitt vanligt jubuleumshald varð avgjert at skipa fyri einum vikuskiftistiltaki um útbúgvingarviður- skifti. Hetta fer fram sum eitt fundar- og mentunnar- vikuskifti í Norðurlanda- húsinum 14.-16. august. Tiltakið er lagt í Feroy- um av tí at limir felagsins eru spjaddir í nógv lond, men sum oftast leita sær heim um summarið. Og við at leggja tiltakið í Før- oyum gerst eisini hevi hjá eðrum útbúgvandi og hjá politikarum og almenn- ingi at vera við Feroyskra BÝTT Í TVEIR PARTAR Tiltakið er býtt í tveir partar. Annar parturin er fyri útbúgvandi burturav, og hin parturin er fyri bæði útbúgvandi og fyri almenninginum. Tiltekini fyri tey út- búgvandi eru triggjar fundir: um feroyska út- búgving, ábyrgd hjá ávikavist samfelagi og út- búgvandi, og útbúgving- arløn. Umframt eitt filmskveld. Tiltekini, sum eru fyri bæði utbugvandi og al menningin, eru ein pall borðsfundur undir heitin um „útbúgving og samfe eitt konsertkvøld og ein framsýning Vit skulu her stutt greiða frá innihaldinum í ymsu pertunum av tiltak inum ÚTBÚGVING TIL FØROYSKA SAMFELAGID Utbugving kemur i fram- tidini at gerast ein enn meira tydandi tåttur av samfelagsmenningini. Men hvørjar utbugvingar hava vit bruk fyri, og hvussu skulu fólk fáa hes- ar útbúgvingar. Sum nú er noyðast nógv uttanlanda at út- búgva seg. Men ikki er vist, at allar hesar út- búgvingar eru lagaðar til feroyska samfelagið. I samband við at Fróð- skaparsetrið verður út- bygt, eiga feroysk lesandi uttanlanda at kunna fáa hjálp og vegleiðing til ser- feroyskar uppgávur, ella at kunna taka ein part av útbúgving síni á Fróð- skaparsetrinum í seinn: enda av lesnaðinum Eisini er tað ein spur! ingur, um tað altíð er rætt at fara til Danmarkar a utbugva seg. Onnur lond eru, sum samfelagsliga ella vinnuliga hava meira til felags við okkum Við at fara uttanlands fáa feroyingar ein sterri sjónarring og fáa kanska nakað heim við, ið tervur er á í feroyska samfelag- num Hinvegin kann ein seta spurnartekin við hvussu gott tað er fyri feroyska samfelagið, at so stórt tal av fólki er burtur í teirra ungu árum. Og er tað rættvíst, at fólk noyðast í útlegd fyri at tryggja samfelagnum neyðuga útbúna fólkið? Men um vit so aftur hyggja at útbúgvingar- meguleikunum í Feroy- um, eru tað so tær rettu útbúgvingarnar, ið vit hava, ella hava vit bert yvirtikið danskar útbúgv- ingar og lagt tær í Feroy- um? SOSIALA ÁBYRGDIN Sum nú er, fáa útbúgv- andi ein ávísan útbúgv- ingarstyrk, men er hann lágur og noyðast útbúgv- andi tí eisini at taka lán og at arbeiða annaðhvert í summarfrítíðini ella við síðuna av lesnaðinum Her átti samíelagið at tryggja eitt rimuligt til- verugrundarlag hjá út búgvandi. Ringt er hjá útbúgv andi at finna sær bústað Útbúgving og samfelag og tá hetta eydnast, er ofta talan um vánaligar »g dýrar bústaðir. Tað átti at verið ein samfe- lagsuppgáva at fingið nóg stórt tal av góðum og ódýrum bústaðum til vega Eisini útbúgvandi við bernum eiga at verða tryggjað rímulig kor, bæði fíggjarliga, og við- víkjandi bústaðum og barnaansing Viðurskiftini hjá teim- um, sum beint eru liðug við eina útbúgving, eru eisini út av lagi vánalig. Serstakliga hjá teimum, ið hava útbúgvið seg utt- anlanda og nú skulu flyta heim. Her er tilboðið dýr- ar og vánaligar kjallara- íbúðir og tervandi barna- ansing. At skula stovna familju ella seta búgv undir hesum viðurskift- um, kanska enntá við stórari lestrarskuld, er trupult. Hetta mátti kunna verið loyst í einum so framkomnum og rík- um samfelag sum tí før- oyska SAMFELAGSLIGA ABYRGDIN Tað tykist sum um stórur partur av ti politiska ar- beiðinum og tí privata fyritaksseminum gongur meira út uppá at fylla egnu bjólgar sínar, heldur enn at tryggja føroyska tilverugrundarlagid i framtíðini Spekulatión í rentufrá- dráttar- og avskrivingar- meguleikum og stuðuls- skipanum og í sethúsum og jerð uppá kostnað av samfelagsáhugamálum er nakað, id ungdómurin als ikki hevur áhuga í fer fram. Tí tað er ungdóm- urin, ið verður við sviðið soð. Og tað er eisini ung- dómurin, sum í framtíð- ini skal arbeiða fyri at vinna tapið innaftur. Men ungdómur og út- búgvandi hava lítla og onga ávirkan á feroyska samfelagið sum nú er. Hóast tað eydnaðist at fáa valrættaraldurin sett- an niður í 18 ár, er ung- dómurin ikki enn sloppin framat í politiska lívin- um. Og framvegis missa tey sum fara uttanlands at útbúgva seg, atkveðu- rættin til legtingsvalið. Her átti at verið skeitt eftir grenlendsku vallóg- ini, ið gevur útbúgvandi uttanlanda sama rætt sum grenlendingar heima UTBUGVINGARLØN Fyrr kundu heilt ung félk fara i vinnu, vinna pen- ing, fåa sær maka og børn og seta bugv So hvørt sum krøvini til útbúgvingarsteðið vaksa, noyðist ein størri og størri partur av fólkinum at út- búgva seg langt upp í vaksnan aldur. Hetta ber í sær, at ung- dómsins partur av inntek- unum í samfelagnum minkar ár undan ári. Og ávirkar hetta meguleika teirra fyri at ogna sær lut í samfelagsvirðunum og fyri at fáa familju og upp- ala bern undir semulig- um korum. Spurningurin er, um tíðin ikki er komin til at fáa í lag eina nýhugsan, tá tað snýr seg um inn- tøkugrundarlagid hjå ungdóminum. Á stevnuni ætla vit at taka hetta upp til viðgerð- ar og m.a. kanna megu- leikarnar fyri at seta í verk beinleiðis útbúgv- ingarløn. Hetta vildi eisini gjørt tað meguligt hjá fólki, ið hava verið nekur ár í vinnu, at fara undir eina útbúgving uttan at noyð- ast at fara frá hús og heimi. Tilmelding til tiltakið Tey í útbúgving sum hava hug at vera við í tiltakin- um, kunnu venda sær til adressuna: MFS c/o LFÚ Dr. Jacobsensg. 16 100 Tórshavn tlf. 15015 hvenn dag kl. 16-19 (við útbúgvandi meinast limir í LFÚ, limir í MFS, og tey, sum fara undir útbúgving til heystar) Nr. 87 — 6. august 1987 MFS 1962-1987 R Meginfelag Føroyskra Studenta Fundar- og mentunnarvikuskifti Utbúgving og samfelag 14.-16. august í Norðurlandahúsinum SKRÁ Fríggjadagin 14. august kl. 18-21 Fundur: Útbúgving til føroyska samfelagið (fyri útbúgvandi) kl. 21-23 Filmskveld (fyri útbúgvandi) Leygardagin 15. august kl. 10-13 Fundur: Ábyrgdin hjá samfelagnum mót- vegis útbúgvandi — og ábyrgdin hjá útbúgvandi mótvegis samfe- lagnum (fyri útbúgvandi) Fundur: Útbúgvingarlen (fyri útbúgvandi) kl. 10-18 Framsýning (fyri almenninginum) kl. 20-23 Konsertkveld (fyri almenninginum) kl. 14-17 Sunnudagur 16. august kl. 14-17 Almennur pallborðsfundur Útbúgving og samfelag (fyri almenninginum) kl. 14-18 Framsýning (fyri almenninginum | MFS Á 1962-1987 R Meginfelag Feroyskra Studenta „Fundar- og mentunnarvikuskifti 14.-16. august í Norðurlandahúsinum Til fólk í útbúgving Kundi tú hugsað tær at verið við til at lagt lunnar undir framtíðar feroyskan útbúgvingarpolitikk? So hevur tú møguleikan nú MFS fyllir 25 ár í ár, og í hesum sambandi skipa vit fyri einari stevnu um útbúgving og samfelag. Stevnan sum umfatar bæði fundar- og mentunnartiltøk, verður í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum frá 14. til 16 august Fundarevnini eru Utbugving til føroyska samfelagið Abyrgdin hjá samfelagnum mótvegis útbúgvandi — og ábyrgdin hjá útbúgvandi mótvegis samfelagnum Utbugvingarløn Eisini eru mentunnarlig tiltøk, so sum filmskvøld, tón- leikakvøld, umframt framsyning Stevnan endar vid einum almennum pallborðsorða- skifti Øll í útbúgving kunnu vera við, ikki bert MFS-limir, men eisini limir í LFÚ og tey sum ætla sær í útbúgving til heystar Hevur tú hug at vera við, so skriva til ella vend tær til MFS c/o LFU Dr. Jakobsensgøta 16 100 Tórshavn telefon 15015 kl. 16-19