Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. november 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 231 - 30. november 2002 Nr. 231 - 30. november 2002 5 Í ár hevur Hjørleif Waag Høgnesen úr Klaksvík verið organistur í Christianskirkjuni í 30 ár. Sunnudagin verður dagurin hildin við eini lítlari hugnaløtu í kirkjukjallaranum, sum kirkjuráðið skipar fyri STARVSDAGUR Solby A. Eliasen Klaksvík: Hjørleif byrjaði við at loysa av sum organ- istur í Christianskirkjuni í 1969. Í 1972 bleiv hann so fastur organistur, og hevur hann røkt hetta starv nær- um einsamallur í 30 ár. Starvsdagurin sjálvur var fyrr í ár, men nú verður hann so hildin fyrsta sunnu- dagin í advent, sum eisini er fyrsti sunnudagurin í nýggja kirkjuárinum. Vanlig gudstænasta verð- ur fyrst sunnumorgunin við Hans Eileri Hammer og sjálvandi fer Hjørleif at sita við urguna og spæla. Eitt nú, Ver vælkomið Harrans ár, sum altíð verður sungin fyrsta sunnudagin í einum nýggjum kirkjuárið. Tá gudstænastan er liðug, bjóðar kirkjuráðið ábit í kirkjukjallaranum, har Hjørleif eisini fær eina gávu handaða fyri trúfasta tænastu øll árini. Hjørleif Waag Høgnesen: Organistur í 30 ár Hjørleif Waag Høgnesen hevur spælt upp á urguna í Christianskirkjuni í 30 ár. Í morgin skipar kirkjuráðið fyri hugnaløtu í kirkjukjallaranum aftan á gudstænastuna Veljarar í Kollafirði melda seg nú úr fólkaflokkinum í uppreistri fyri at mótmæla býráðs- politikkinum síðani kommunusamanleggi ngina og tey fara aldrin aftur at stuðla flokkinum til býráðsval KOMMUNU- SAMANLEGGING Áki Bertholdsen – Tað hevur verið ein van- lukka fyri kollfirðingar, at vit løgdu saman við Tórs- havnar kommunu. Rólant Christensen í Kollafirði, ivast onga løtu í, at tað kemur at kosta fólka- flokkinum dýrt, at kollfirð- ingar fáa so út av lagi vána- ligar sømdir frá Tórshavnar Býráði. Sjálvur hevur hann verið nevndarlimur í fólkafloks- felagnum í Norðstreymoy og í seks ár hevur hann ver- ið virkin fólkafloksmaður í Kollafirði. Men alt tað hevur nú fingið ein enda, tí hann hevur gjørt av at melda seg úr felagnum fyri at mót- mæla viðferðini, sum koll- firðingar hava fingið frá Tórshavnar Býráð. Og tað skilst á honum, at hann er langt frá tann ein- asti, sum vendir fólkaflokk- inum bakið. – Fólkafloksfelagið í Norðstreymoy í upploys- ingini og formaðurin hevur boðað frá, at felagið er tikið av. – Eg fari aldrin aftur at atkvøða fyri fólkaflokkin- um til býráðsvalið og fólka- flokkurin skal ikki gera sær nakrar sum helst vónir um at fáa umboð valt í Kolla- firði aftur. – So skal eg heldur velja sosialistiskt næstu ferð – og verða tikin á bóli tann positiva vegin, tá ið politisk stig kortini verða tikin tann borgarliga vegin, sigur Rólant Christensen. Venda vinnuni bakið Rólant Christensen minn- ist, at tey annars høvdu sett stórar vónir til at leggja saman við Tórshavnar Kommunu. – Tey lovaðu okkum gull og grønar skógir, bara vit vildu leggja saman við Tórshavnar kommunu, bæði ítróttahøll og annað. Kollfirðingar tóku seg eisini dyggiliga saman um fólkafloksmannin Jákup Suna Joensen, fyri at at fáa umboð í býráðið í Havn. – Men samanleggingin hevur verið eitt stórt vón- brot tí síðani er tað bara blivið verri í Kollafirði. Ikki minst tí at Tórshavn- ar Býráð fleiri ferðir tekur avgerðir, sum forðar vinn- uni vinnuni í Kollafirði í at virka. Rólant Christensen veit meiri enn eitt dømi um, at Tórshavnar Býráð hevur noktað vinnuvirkjum í Kollafirði at byggja ella at byggja út og tað hendir utt- an stórvegis samskifti ella hóvasták, men rætt og slætt við fútabanni. Býráðið hev- ur viðhvørt ongantíð verið í sambandi við partarnar, sum verða steðgaðir. – Fleiri virki høvdu lagt byggiætlanir onkur hevði projekterað og onkur hevði fingið byggiloyvi, men varð steðgaður aftur. Sostatt er tað komið fyri, at Tórshavnar Býráði enntá annulerar avgerðir, sum gamla bygdaráðið í Kolla- firði tók. Samstundis vísir hann á, at Tórshavnar Kommuna í størri og størri mun tekur arbeiði frá privatu vinnuni. – Fólkaflokkurin hevur altíð talað og skrivað um privat fyritakssemi, men í verki arbeiðir flokkurin beint øvugt og tekur meiri og meiri frá tí privata og leggur tað undir kommun- una. – Tórshavnar Kommuna hevur keypt nógva útgerð av alskyns slagi og tekur sostatt arbeiði frá privatu vinnuni. – Í Kollafirði hava tað altíð verið privata vinnan, sum hevur havt eftirlit við gøtuljósum, fyri at nevna eitt dømi. Men síðani Tórs- havnar kommuna yvirtók tað arbeiði hevur lítið skil verið í, tí tað er í heilum, at gøtuljós eru farin og tað er eisini hent, at allar lyktirnar á longum strekki hava verið brostnar. Annars heldur Rólant Christensen, at ógvuliga lítið er hent í Kollafirði síð- ani samanleggingina. Og ítróttarhøllin, sum ætlanin nú er at byggja, varð eisini slept og nú er ætlanin at byggja eina nógv minni høll ístaðin, sum ikki kann brúkast til nakað sum helst. – Tað hevði heldur onga ávirkan, at nógv húski við børnum savnaðu inn undir- skriftir um busskoyringina fyri at beina hana burtur av tí smala bygdarvegnum, har børnini spæla og heldur brúka tann breiða vegin, tí hjá ferðafólki ger tað ongan mun – og tað eru ikki meiri enn 15-20 metrar ímillum busskýli hjá bygdaleiðum og tað hjá Bussleiðini. Rólant Christensen legg- ur afturat, at skúlabarna- flutningurin er so vájnalig- ur, at hann rætt og slætt er við at forða børnunum úr Kollafirði at ganga í fram- haldsdeild, tí nú skulu tey í 8.,9. og 10. flokk í Havn. Men sambandið er so vánaligt, at tey mugu upp klokkan gott seks á morgni og við bussi úr Kollafirði klokkan 7.10 um morgn- arnar og eru ikki heima aftur, fyrrenn kl. 16- 16-30. – Sostatt hava børnini longri arbeiðsdag enn nak- ar í Býráðnum og tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki nógv orka eftir til at skúla- ting eftir so langan dag. Hjálpir onki Kollfirðingurin sigur, at tey hava ferð eftir ferð bæði vent sær til býráðslimin hjá kollfirðingum, Jákup Suna Joensen og til aðrar býráðs- limir um viðurskiftini. – Antin er burturforklár- ingin tann, at hetta er ikki teirra øki, og er tað teirra øki, siga teir, at umsitingin sigur, at tað skal vera so ella so. – Sostatt hava býráðslim- ir givið alt valdið í komm- ununi upp í hendurnar á umsitingini. Býráðið í Havn er tískil ikki eitt fólkavalt stýri, men eitt embætisvald. – Tað nyttar heldur ikki at tosa við fólkafloksfelagið í Kollafirði, tí haðani fæsr onki svar uttan tað, at felag- ið er ikki til longur. Tí heldur hann, at roynd- irnar av samanleggingini eru so vánaligar, at tað fer at hevna seg aftur hjá fólka- flokkinum til komandi býráðsval. Í allan dag verður stór fótbóltskapping fyri børn í ítróttarhøllini í Trongsivági. Liðini, sum vinna, fáa steyp frá Nósa BARNAKAPPING Áki Bertholdsen Í allan verður ítróttarhøllin í Trongisvági karmur um eina stóra fóltbóltskapping fyri børn. Tilsamans hava 46 lið meldað til kappingina og tey koma úr øllum feløgun- um í oynni, bæði úr Sumba, Vági, Tvøroyri og úr Hvalba. Eitt lið norðaneftir hevði boðað frá luttøku, men tey settust aftur, tí veðurlíkind- ini eru so vánalig. Kappast verður í fleiri aldursbólkum, heilt frá teimum minstu, upp til drongir. Kappast verður í hesum bólkum: Minismápiltar, smápiltar, piltar, smágent- ur, smádrongir og drongir. Sostatt verður ein ørgrynna av dystum í høllini leygar- dagin og tí verður lagt til brots longu frá morgun- stundini. Kappingin byrjar klokkan 9 í morgun og hel- dur fram allan dagin og væntandi er ikki, at hon endar, fyrrenn klokkan 8 - 8.30 í kvøld. Hvør dystur varar í fimm minuttir og liðini, sum vinna og verða nummar tvey og trý, fáa heiðurs- merki frá Nósa. Samstundis fær tann, sum avrikar okkurt serliga hegnisligt, tað kann vera eina góða fintu, eitt gott mál, ella okkurt annað snilt, eisini okkurt frá Nósa. Hetta er aðru ferð, at TB skipar fyri innandura fót- bóltskapping fyri tey smæstu og líkt er til, at hetta verður eitt afturvend- andi tiltak um heysti. Kappingin byrjar við kappingini hjá smágentun- um, sum byrja klokkan 9 og tær eru lidnar kl. 9.50 Tá byrja minismápiltarn- ir, smápiltar byrja kl. 11.40, smádrongirnir kl. 14.30 og piltarnir kl. 16.30. og smá- drongirnir kl. 18.10. Teir ymsu aldursbólkarn- ir verða gjørdir lidnir so hvørt og heiðurstekin verða handað eftir hvørja kapp- ing. Og fyrireikararnir siga, at tíðarætlanin fer at halda. Misnøgdir við samanlegging: Kollfirðingar gera uppreistur Í sambandi við misnøg- dina hjá Rólant Chris- tensen omanfyri um ónøgdina hjá kollfirð- ingum við Tórshavnar Býráð, høvdu vit tosað við býráðslimin úr Kollafirði, Jákup Suna Joensen. Men av tekn- iskum orsøkum fáa vit ikki prenta hana fyrrenn týsdagin. Fyri ein part skilir hann væl ónøgdina, men hann vísir eisini á, at nú eru kollfirðingar partur í einum stórum apparatið og at nógv tiltøk verða framd í næstum Skilir væl at kollfirðingar eru ónøgdir Nósakapping á Tvøroyri – Tað ljóðaði so ljósareytt, tá ið kollfirðingar vórðu bidnir um at leggja saman við Tórshavnar Kommunu. Men úrslitið er eitt vónbrot, tí hvørki vinnulivið í Kollafirði ella bygdarfólki, fáa nakrar sømdir, sigur Rólant Christensen í Kollafirði, sum nú meldar seg úr fólkaflokkinum fyri at mótmæla arbeiðslagnum C M Y K 5 4