leygardagur 30. november 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 231 - 30. november 2002
Nr. 231 - 30. november 2002
7
Fløgan, sum ameri-
kanski punk-pop
bólkurin White Flag
gevur út í sambandi
við sína heimsum-
ferð er nú komin
ÚTGÁVA
Ingrid Bjarnastein
Fløgan »History is Ficti-
on«
við
amerikanska
bólkinum White Flag er
nú komin á marknaðin.
Og hesuferð er tað Tutl,
sum gevur bólkin út á
fløgu.
Fløgan er gjørd í sam-
bandi við heimsumferð,
sum bólkurin nú er farin
á, og 20 ára jubileumið
hjá teimum.
White Flag er mannað
við fólkum, sum eru kend
úr bólkum sum til dømis,
R.E.M, Hole og Dave
Davies Band.
Bólkurin ynskti sjálvur
at sleppa at geva út á Tutl.
Fløgan er ætlað til sølu
á konsertum á teirra
heimsumferð, men í Før-
oyum verður hon eisini at
fáa í handlum.
White Flag koma til
Føroya í desember mán-
að.
Umframt at hava givið
út fløgu við amerikanska
bólkinum, hevur Tutl eis-
ini endurútgivið Eldførið
og Snjóhvítu á fløgu. Tal-
an er um eina útgávu,
sum Hermann Jacobsen,
sáli, á sinni gav út fyri
eini 30 árum síðani.
Útgávan er ein liður í
ætlanini um at endurút-
geva LP-plátur og kass-
ettubond á fløgu.
Á fløguni eru tey bæði
Grimmævintýrini
um
Snjóhvítu og teir sjey
dvørgarnar og Eldførið.
Í sambandi við at
Vágatunnilin letur
upp í næstum, verð-
ur skipað fyri yms-
um tiltøkum
TÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
Leygarkvøldið 7. desem-
ber verður ein Concerto
Grotto undir Vestmanna-
sundi. Konsertin verður
klokkan 20.00.
Tað er Tutl, sum skipar
fyri konsertini, og tón-
leikararnir verða: Dávur
Juul Magnussen, trom-
bon, Heðin Ziska David-
sen, gittar, Kristian Blak,
keyboard, Mikael Blak,
bass og Brandur Jacobsen
á trummum.
Umframt løg, sum hava
verið spæld í Klæmints-
gjógv, verða »Sjódregil«
og »Marmennil« úr Hey-
gar og Dreygar hjá Krist-
iani Blak eisini spæld.
Á skránni verða eisini
løg hjá Heiðini. Hann
hevur skrivað »Funnel-
vision« til Vágatunnilin.
Atgongumerki fáast í
forsølu
í
Kunningar-
stovuni í havn, og verða
eisini at fáa í Kunningar-
stovuni í Vágunum. Buss-
ar koyra inn klokkan
20.00 og konsertin er um-
leið ein tíma long.
Læra landið at kenna
Fyrst í næstu viku
kemur út nýtt før-
oyskt spæl. Spælið
minnir um útlendska
Trivial Pursuit, men
bara við føroyskum
spurningum
SPÆL
Ingrid Bjarnastein
Landastrok er heitið á
nýggja
spælinum,
sum
Hentzar
Steingrímsson
hevur gjørt. Talan er um eitt
borðspæl, sum líkist út-
lendska Trivial Pursuit.
Føroyingar hava í áravís
spælt útlendsk spurnarspøl,
og eru hesi spøl, sjálvsagt
um útlendsk viðurskiftir.
Nógvir av hesum spurning-
um kunnu tykjast truplir og
høpisleysir hjá føroyskum
fólki at svara, tí spurt verð-
ur um ting, sum vit ikki
hava fylgt við í.
Nú er so endiliga eitt før-
oyskt spurnarspæl komið,
sum inniheldur spurningar
um føroysk viðurskifti.
Leikararnir fara á eina
spennandi ferð frá Fugl-
oynni og suður til Sumbiar.
Fyri at sleppa úr einum
staði í annað er neyðgt at
svara spurningum, sum
snýgva seg um søgu, landa-
læru, náttúru, ítrótt, mentan
og almenna vitan.
Hentzar Steingrímsson
hevur gjørt spælið, men
hann hevur eisini fingið
hjálp frá nógvum fólki.
Hannis Egholm hevur
staðið fyri listarligu snið-
gávuni av spælinum, og fel-
agið Tukan hvur verið mill-
umlið millum forlag og
prentsmiðju í Danmørk.
Spæl-høvundurin vónar,
at spælið verður onkrum itl
gleði, og at tað fer at lata
eyguni upp á fólki fyri
landinum, sum okkum er
givið.
Clickhaze hitar White Flag
Tá amerikanski bólk-
urin White Flag kem-
ur til Føroya í næsta
mánað, verður tað
Clickhaze, sum fyrst
fer á pallin. Føroyski
bólkurin skal nevni-
liga hita upp fyri
White Flag á konsert-
unum í Gøtu
KONSERT
Ingrid Bjarnastein
Clickhaze verður bólkurin,
sum hevur fingið heiðurin
at hita upp fyri ameri-
kanska punk pop bólkin,
White Flag, sum kemur til
Føroya í næsta mánað.
Tvær konsertir verða á
skránni við White Flag.
Onnur í Gøtu og hin í
Klaksvík.
Clickhaze hevur ikki
spælt alment síðani tey
vóru í Íslandi í oktober
mánað, og tað er upp aftur
longri síðani tey hava spælt
alment í Føroyum.
Í Íslandi hevði bólkurin
okkurt nýtt tilfar á skránni,
og hetta tilfarið er enn ikki
framført í Føroyum. Hetta
og okkurt annað nýtt tilfar
verður væntandi framført
fyri fyrstu ferð í Føroyum
til hesar konsertir. Jón Tyr-
il, gittarspælari í Clickhaze
sigur:
– Eg haldi, at tað er sera
spennandi at spæla við ein-
um slíkum bólki, sum er
mannaður við fleiri kanón-
um úr amerikanska tón-
leikalívinum. Tað er ikki
hvønn dag, at tú sleppir
hetta í Føroyum. Hetta
kann eisini verða við til at
skapa góð sambond tann
vegin. Harafturat, er Losj-
an, eftir mínum tykki tað
besta spælistaðið í landi-
num, og vit hava eisini góð-
ar royndir við at spæla í
Klaksvík, so eg gleði meg.
Konsertirnar
verða
í
Losjuni í Gøtu fríggja-
kvøldið
13.
desember
klokkan 22.30 og í Borgini
í Klaksvík, leygardagin
tann 14. desember klokkan
24.00.
Atgongumerkini
kosta 150 krónur, men ert
tú limur í Grót ella Sjey00,
kosta tey 125 krónur.
Tutl við White Flag
og Snjóhvítu
Snjóhvíta og Eldførið verða
nú endurútgivin á fløgu.
Hetta er ein útgáva, sum
Herman Jacobsen, sáli, gav
út fyri eini 30 árum síðani
Syngja undir
Vestmannasundi
Tutl gevur út nýggjastu
fløguna hjá White Flag.
Talan er um eina fløgu,
sum er ætlað til sølu á
konsertum á
heimsumferðini hjá
bólkinum
Nýtt føroyskt spurnarspæl er nú
komið. Talan er um Landastrok, sum
Hentzar Steingrímsson hevur gjørt
Mynd: Álvur Haraldsen
Ein nýggj gjalds-
skipan hjá peninga-
stovnunum hevur fest
í eitt viðkvæmt stríð,
ið snýr seg um meg og
teg. Skipanin krevur
nevniliga, at persóns-
upplýsingar verða
sendar av landinum.
Tað er ikki loyvt sam-
bært lógini, men
málið er fløkt, og
peningastovnarnir
tvíhalda um, at
GjaldsSkipanin lýkur
lógina
BAKSÝNI
Ingi Rasmussen
Eitt óvanligt stríð hevur tik-
ið seg upp í Føroyum. Eitt
stríð millum størstu valds-
súlurnar í samfelagnum.
Millum politisku skipanina
og fíggjarheimin. Millum
landsstýrið, løgtingið og
bankakervið. Millum lóg-
gevandi og útinnandi valdið
øðrumegin, og peninga-
valdið hinumegin.
Stríðið er komið til
sjóndar í einum opnum
orðadrátti í fjølmiðlunum
millum ein landsstýris-
mann og ein bankastjóra.
Tað, teir stríðast um, eru
persónligir
upplýsingar.
Upplýsingar um teg og
meg. Eymir upplýsingar
um míni og tíni fíggjarligu
viðurskifti.
Sjáldsom vápn
Í royndunum at vinna stríð-
ið hava vit sæð nøkur sjáld-
som fyribrigdi síðstu tíðina.
Ein heilsíðulýsing frá
peningastovnunum og P/F
Elektron, har lagt verður
eftir einum landsstýris-
manni, og sjónarmið verða
framborin, er eindømi í før-
oyskari søgu.
Landsstýrismaðurin hev-
ur svarað aftur í heilsíðu-
grein í Fregnum, har hann
setir
eitt
demokratiskt
spurnartekn við, um pen-
ingastovnarnir eru um at
vinna sær valdið við einum
skipaðum trýsti á politisku
skipanina. Fimta statsvald-
ið tekur yvir, er ræðumynd-
in.
Frammanundan hava vit í
bløðunum sæð tíðindaskriv,
yvirlýsingar og lesarabrøv
frá framstandandi stjórum
og nevndarformonnum í
peningaheiminum.
Okkurt heilt serligt man
vera áfatt, síðan okkara
upplýsingar hava so stóran
týdning fyri politikaran og
bankastjóran.
Eitt greitt yvirlit
Alt snýr seg um eina
nýggja skipan, ið peninga-
stovnarnir fyrr í ár settu í
verk í Føroyum. Hon nevn-
ist GjaldsSkipan (GS).
Skipanin er ment í sam-
starvi millum Elektron og
Pengeinstitutternes Beta-
lings Systemer (PBS) í
Danmark og er ein føroysk
útgáva
av
væl
kenda
BetalingsService hjá PBS.
Talan er sostatt um sjálv-
virkandi peningaflytingar,
sum fara til Danmarkar at
venda og avgreiðast. Higar-
til hevur skipanin virkað
soleiðis, at PBS hevur gjørt
eitt yvirlit, sum føroyski
brúkarin
hevur
fingið.
Frameftir verður hetta gjørt
á Elektron, og viðskifta-
fólkini hjá bankunum fáa
eitt yvirlit yvir sínar føstu
flytingar á føroyskum.
Skipanin avloysir ta før-
oysku V&T-skipanina, sum
er ein einføld skipan, ið
Eletron hevur ment. Tað
nýggja við GjaldsSkipanini
er, at skuldarin hvønn mán-
að fær eitt greitt yvirlit,
sum vísir, nær og hvussu
nógv konta hansara verður
skuldskrivað, til hvønn
goldið verður, og hvat gold-
ið verður fyri. Sostatt hevur
gjaldarin eitt nú møguleika
at steðga flytingum, sum
hann ikki vil kennast við.
Forða misnýtslu
Kjarnin í stríðnum er í
grundini eitt gamalt mál.
Spurningurin er, hvørt vit
skulu loyva, at persónligir
upplýsingar um einstakl-
ingar fara av landinum.
Høgni Hoydal landsstýr-
ismaður sigur kortanei og
sigur seg bara verja tað,
sum løgtingið hevur sam-
tykt og álagt honum at gera.
Peningastovnarnir siga ja
og vísa til, at Dataeftirlitið,
sum skal geva loyvi í slík-
um málum, hevur játtað, at
skipanin er í samsvari við
lógina.
Lógargrundarlagið
er
Løgtingslóg nr. 73 frá 8.
mai 2001 og kunngerð frá
17. desember 2001 um flyt-
ing av persónsupplýsingum
til útlond.
Lógin hevur til endamáls
at verja einstaklingin ímóti
misnýtslu av persónsupp-
lýsingum, ið verða lýstir
sum »einhvør upplýsing og
meting knýtt at einum ávís-
um persóni«. Tað er sostatt
ongin ivi um, at upplýsing-
ar, ið GjaldsSkipanin fevnir
um, koma undir lógina.
Meginreglan í lógini er,
at persónsupplýsingar, sum
koma undir lógina, skulu
varðveitast og viðgerast í
Føroyum. Lagt verður kort-
ini afturat, at »persónsupp-
lýsingar kunnu bert flytast
til útlond, sum tryggja eina
fullgóða viðgerð av upplýs-
ingum«.
Har stendur stríðið.
Eletron og bankarnir vísa
á, at ongin ivi er um, at PBS
til fulnar lýkur øll hugsandi
krøv. Og teir verja seg eis-
ini við, at upplýsingar um
navn skuldarans og saldo á
kontu verða einans skrá-
settir á Elektron.
Vilji tingsins
Spurningurin er so, hvat
løgtingið vildi, tá nýggja
lógin um viðgerð av per-
sónsupplýsingum
varð
samtykt í 2001.
Høgni Hoydal landsstýr-
ismaður vísir til, at Rættar-
nevndin hjá løgtinginum
álegði honum »at áseta
greiðar reglur í kunngerð
um flutning av persónsupp-
lýsingum til útlond, her-
undir at steðga ella av-
marka útflutning«. Rættar-
nevndin legði somuleiðis
áherðslu á, at »meginreglan
er, at persónsupplýsingar,
sum koma undir hesa løg-
tingslóg, skulu varðveitast
og viðgerast í Føroyum«.
Nú Dataeftirlitið hevur
givið Eletron og peninga-
stovnunum loyvi at útflyta
persónsupplýsingar uttan-
lands, ætlar Høgni Hoydal
at gera eina nýggja kunn-
gerð, sum herðir forboðið
móti útflutningi. Tí tað hev-
ur hann fingið álagt av
løgtinginum, sigur hann.
Nú gerst málið eisini eitt
flokspolitiskt stríð. Tí nú er
eisini ósemja um, hvat tað
var, løgtingið í grundini
samtykti.
Trygg skipan
Kristian Magnussen, løg-
tingsmaður fyri Javnaðar-
flokkin, sum var við til at
samtykkja uppskotið, er
ikki samdur við Høgna
Hoydal. Tað var ikki hans-
ara vilji at forða fyri, at
danska gjaldsskipanin varð
brúkt og lagað til føroysk
viðurskifti, sigur hann.
– Eftir mínum tykki loyv-
ir lógin, at upplýsingar
kunnu flytast av landinum,
um tað er sannlíkt, at lóg-
gávan verjir einsaklingin
líka væl sum føroysk lóg-
gáva. Eg eri sannførdur um,
at tað neyvan finst ein sak-
lig grundgeving fyri at
halda, at donsk lóggáva
ikki tryggjar borgaran líka
væl ella betur enn okkara
egna, tá persónsupplýsing-
ar verða viðgjørdar, sigur
hann.
Løgtingið fær høvið at
viðgera málið í næstum, tá
Høgni Hoydal svarar fyri-
spurningi
frá
Kristian
Magnussen í málinum.
Eitt stríð um upplýsingar
FAKTA
• Løgtingið samtykti í 2001 eina lóg um vernd av
persónsupplýsingum.
• Meginreglan er, at persónsupplýsingar, sum koma
undir hesa løgtingslóg, skulu varðveitast og
viðgerast í Føroyum. Persónsupplýsingar kunnu
bert flytast til útlond, sum kunnu tryggja eina
fullgóða viðgerð av upplýsingum.
• Bankarnir eru farnir at nýta eina sjálvvirkandi
GjaldsSkipan, sum flytir persónligar upplýsingar
av landinum.
• Við GjaldsSkipaninini fær kundin hvønn mánað
eitt gjaldsyvirlit, ið vísir nær, til hvønn og hvussu
nógv kontoin verður skuldskrivað komandi
mánaðin.
Bankarnir stríðast við
Landsstýrið um rættin til at
brúka persónsupplýsingar.
Jørn Astrup Hansen,
bankastjóri og
nevndarformaður í Elektron,
Høgni Hoydal,
landsstýrismaður, og Kristian
Magnussen, løgtingsmaður,
tulka hvør í sínum lagi, hvat
Løgtingið meinar
Myndgerð: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
7
6