Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. november 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 231 - 30. november 2002 Nr. 231 - 30. november 2002 9 Íslendingar hava í teirra ferðslulóg byrgt upp fyri, at hampafólk gerast brotsmenn. Har er ein stigskipan galdandi. Fyri brot á ferðlulóg- ina verða givin stig, alt eftir hvussu stórt brotið er. Tá tú hevur fingið 12 stig, fellur hamarin og koyrikortið er fokið Stigini fella burtur, tá trý ár eru farin frá tí at, brotið varð framt. rs Í eini grein í Sosialinum fyrr í ár, vístu Einar Djurhuus og Heri Simonsen á órættvísi í ferðslulógini, um tú t.d. ikki hevur hildið treyt- aða víkiskyldu. - Hetta brotið á ferðslulógina, sum til dømis at hava brotið víkiskyldina, førir eisini við sær, at bilførarin skal upp til eina roynd, har hann skal kunna svara rætt uppá megin- partin av teimum 60 spurningum ið verða settir. Um hann ikki klárar tað, má hann upp til nýggja teori- og koyriroynd. Dømi er um, at fólk hava goldið upp til 10.000 krónur fyri at fáa koyrikortið aftur. Eftir hetta hevur bilfør- arin ta treytaðu frádøm- ingina av koyrikortinum hangandi yvir sær í heili 3 ár, vísa teir á. rs Hetta eru boðini, fútin í brævi gevur teimum, sum hava verið fyri óhappi í ferðsluni. Síðani nýggja ferðslulógin kom í gildi, eru smá óhapp í ferðsluni vorðin til brotsverk FERÐSLULÓGIN Rúna Sivertsen Marit Petersen í Havn, er ein av mongu tilkomnu fólkunum, ið eru komin illa fyri av nýggju ferðslu- lógini. Hon var so óheppin, at bilur hennara bar við ein annan bil, tá hon koyrdi út fyri hávatenn. - Eg sá ikki hin bilin, fyrrenn ov seint var. Skaðin á bilarnar var ikki stórur, men mín nummarpláta skøvaði síðuna á hinum bilinum. Tað var tað heila, sigur Marit. Nakað eftir óhappið, fekk Marit bræv frá fútan- um um, at hon hevði brotið ferðslulógina. - Tað var hart at verða stemplað sum brotsfólk fyri eitt óhapp, og tað er ein dyggur sálarligur smeitur eisini, sigur hon. Seinni kom enn eitt bræv frá fútanum, har Marit varð biðin at møta í rættinum ein ávísan dag. "Udeblivelse uden oplyst lovlig forfald kan medføre anholdelse", stóð m.a. í brævinum frá fútanum. - Eg eri vorðin kriminali- serað og tað kann eg slett ikki taka, tí eg eri ikki nakað brotsfólk, sigur hon. Sum í eini læknaviðtalu Tá Marit kom inn í gangin, har rættarhølið er, sótu fleiri, sum eisini høvdu verið fyri óhappi í ferðlsuni og nú skuldu inn fyri dómaran. - Hesi vóru øll tilkomin og eldri fólk; og eg visti ikki, um eg skuldi gráta ella flenna. Tað var júst sum at koma í eina læknaviðtalu, sigur hon. Hon setir eitt stórt spurn- artekin við, um ferðslu- lógin rakar tey, ið ætlanin var at revsa. Hon heldur, at landsstýrismaðurin beinan- vegin eigur at seta eina eftirmeting av lógini í verk. Koyriroyndin, sum neyð- ugt er at fara upp til - hevur tú verið so óheppin sum Marit - er hørð, og mong av teimum eldru klára hana ikki og missa tí koyrikortið. Treytaði 3 ára dómurin, ið fólk fáa hongdan um høvdið, er eitt sálarligt trýst hjá teim flestu. Serstakliga eldri fólk, ið alt sítt lív hava koyrt hampuliga, líða undir hesum dómi. Marit Petersen ynskir fegin at koma í samband við fólk, ið hava verið fyri tí sama sum hon, ella fólk, ið vilja stuðla undir, at lógin verður broytt. Hon arbeiðir sum bóka- haldari hjá fyrtøkuni, Tele- tech í Havn. Teldupost- adressa hennara er: marit@teletech.fo Tann 2. desember eru 100 ár liðin, síðani Palle Henriksen í Havn var borin í heim. J. P. Henriksen (1902- 1980), sum hann varð skrivaður, var løgtings- maður frá 1939 til 1945 og frá 1950 til 1954, valdur í Suðurstreymoy umboðandi Javnaðar- flokkin. Frá 1941 og til hann ikki stillaði uppaftur í 1970 var hann býráðs- limur. Hann var valdur á lista hjá Havnar Ar- beiðsmannafelag og tá Suðurstreymoyar Javn- aðarfelag stillaði lista var hann valdur á hesum lista. Hann var býráðsfor- maður í Havn frá 13. juni í 1944 til 31. de- sember í 1948 og frá 1. januar í 1952 til 13. februar í 1957. J. P. Henriksen var annars bókhaldari hjá Tórshavnar Havn í mong ár. Palle doyði 21. de- sember í 1980. Íslendingar nýta stigskipan Ferðslulógin er órættvís 100 ár síðani J. P. Henriksen varð føddur Møtir tú ikki koma vit eftir tær Marit Petersen er ein av teimum, sum eru komin illa fyri av nýggju ferðslulógini. Orsøkin, at Marit vil siga sína søgu er, at hon vil stuðla teimum, ið hava verið fyri tí sama sum hon Mynd Finnur Justinussen Seinnapartin fríggjadagin skuldi leiðsla og nevnd fyri P/F Vágatunnilin aftur á fund við Bjarna Djurholm, landsstýrismann. Enda- málið við fundinum var, eins og á undanfarnum fundum, at tosa seg til rættis um ein nýggjan prís fyri at nýta undirsjóvar- tunnilin. Dávid Reinert Hansen, stjóri fyri P/F Vágatunnilin segði áðrenn fundin við Bjarna Djurholm, at hann hevði eitt uppskot við sær um møguligar prísbroyt- ingar. Kortini vildi stjórin einki siga um hetta upp- skot, ella hvussu nógv tað víkir frá prísunum, ið P/F Vágatunnilin kunngjørdi á tíðindafundi 14. november. Dávid Reinert Hansen veit ikki at siga, nær P/F Vágatunnilin fer at kunn- gera nýggjar prísir, men tað verður so áðrenn 10. desember, tá tunnilin letur upp fyri ferðslu, leggur stjórin í P/F Vágatunnilin afturat. jbh Aftur á fund um Vágatunnilin - Starvsfólkið í Al- mannamálaráðnum hevur í alt ov stríðst við at sløkkja teir ringastu eldarnar, meðan eingin orka hevur verið til at fáa skil á hetta stóra málsøki, sigur Páll á Reynatúgvu, lands- stýrismaður í al- mannamálum, sum hevur biðið um peng- ar til at seta í minsta lagi tríggjar fulltrúar í starv afturat ALMENN UMSITING Jón Brian Hvidtfeldt - Hetta er í síðsta enda ein spurningur um at fáa skil á tí ruðuleika, ið hevur vald- að á økinum tey mongu síðstu árini. Tað sigur Páll á Reynatúgvu, landsstýris- maður í almannamálum, sum hevur sett sær fyri at at styrkja umsitingina av málsøkinum almannamál. Málsøkið fevnir um á leið ein triðing av fíggjarlógar- uppskotinum fyri næsta ár, ella tilsamans 1,25 milliard krónur. Páll á Reynatúgvu vísir á, at hann í síni umsiting hevur seks fulltrúar, ið ar- beiða á almanna- og javn- støðuøkinum. Men hetta er alt ov lítið, og tí hevur landsstýrismaðurin á fíggj- arlógaruppskotinum fyri næsta ár biðið um pengar til at seta í minsta lagi tveir fulltrúar í starv afturat. Harumframt biður lands- stýrismaðurin um pengar til at seta eitt fólk burturav til at smíðja eitt uppskot til eina nýggja forsorgarlóg. Páll á Reynatúgvu sigur, at í løtuni verður arbeitt við uppskoti til nýggja barna- forsorgarlóg og vanlukku- tryggingarlóg. Málið er at fáa hesi bæði uppskot av- greidd í hesi tingsetu. Nýggj forsorgarlóg Páll á Reynatúgvu sigur, at eitt av hansara fremstu mál- um er at fáa eina nýggja forsorgarlóg. Hann vísir á, at nógvar av ásetingunum í galdandi lóg eru ikki tíðar- hóskandi og harafturat iv- ingarsaman í mun til gald- andi siðvenju. Tí hevur landsstýrismaðurin biðið um pengar til at seta eitt fólk burturav til at arbeiða við málinum. Eisini er ætlanin at hava ein ráðgev- ingarbólk við serkønari vitan, ið skal hjálpa fulltrú- anum við sínum arbeiði. Landsstýrismaðurin í al- mannamálum sigur, at hann ætlar at fáa eina nýggja forsorgarlóg í løgtingið, einaferð í næstu tingsetu. Hann hevur tó valt at bíða við at søkja eftir fólki til at gera arbeiði, fyrr enn hann hevur fingið vissu fyri, at nakrir pengar vera á fíggj- arlógini fyri næsta ár til endamálið. Fær hann peng- arnar, so verður søkt eftir fólki fyrst beint eftir nýggj- ár, sigur Páll á Reynatúgvu. Afturútsiglt øki Páll á Reynatúgvu vísir á, at alt almannaøkið sum heilt hevur verið afturút- siglt, nógv tey seinastu árini, millum annað tí at ov lítil orka hevur verið til at umsita økið. Hetta hevur eitt nú ført við sær, at starvsfólk hava havt trupult við at støðast í umsitingini. - Eg haldi, at starvsfólk- ini nú hava vónir um at fáa eitt nøkunlunda rímiligt arbeiðsumhvørvi. Tey nógvu síðstu árini hevur orka ikki verið til allar uppgávurnar, ið krevjast av umsitingini, og tí hevur bara borið til at fingist við tær mest átrokandi upp- gávurnar. Hetta hevur gjørt, at tað hevur verið trupult at leggja nakrar ætlanir, sigur Páll á Reynatúgvu. Landsstýrismaðurin hev- ur tó vónir um, at fær hann játtan til at seta t.d. tveir fulltrúar í starv afturat, so ber til at koma uppundan, og fáa slætt borð. 300.000 krónur til heimasíður Teir báðir landsstýrismenn- inir í Trivnaðarmálaráðnum hava eisini biðið um pengar til hvør sína nýggja heima- síðu. Á fíggjarlógarupp- skotinum fyri næsta ár verður biðið um tilsamans 300.000 krónur til tvær nýggjar heimasíður – eina til Almannamálaráðið og eina til Familju- og heilsu- málaráðið. Páll á Reynatúgvu sigur, at heimasíðurnar skulu vera eitt amboð hjá ráðunum at nýta í samskiftinum við borgaran, og skulu eisini kunna lætta um í dagliga arbeiðinum í umsitingini. Løgtingið hevði fríggjadagin 1.viðgerð av uppskotinum hjá Bjarna Djurholm um at gera eina sam- ferðsluhavn í Syðra- dali á Kallsoynni. Arbeiðið skal eftir ætlan bjóðast út eftir nýggjár. SAMFERÐSLA Jón Brian Hvidtfeldt Stendur tað til landsstýris- mannin í samferðslumál- um, Bjarna Djurholm, verður farið undir at gera samferðsluhavn á Kalls- oynni til várs. Sambært uppskotinum skulu í mesta lagi 21 milliónir krónur játtast til ferjuleguna, ið skal vera liðug á sumri í 2004. Í fíggjarlógaruppskotin- um fyri næsta ár er 14 milliónir krónur settar av til samferðsluhavnina í Syðra- dali. Undir orðaskiftinum í løgtinginum, tá málið kom til 1. viðgerð fríggjadagin, segði Bjarni Djurholm, at átrokandi neyðugt er at játtanin næsta ár verður tær 14 milliónirnar, tá avtornar og fíggjarlógin er samtykt. Landsstýrismaðurin vísti á, at um skarvað verður av játtanini, so er einki enda- mál at bjóða arbeiðið út beinanvegin, tí ætlanin er at fáa sum mest av arbeið- inum gjørt summarhálv- una. Síðan er ætlanin at játta tær írestandi sjey milliónirnar í 2004. Verkætlanin við sam- ferðsluhavnini í Syðradali á Kallsoynni fevnir um eitt norðara og eitt sunnara grótkast, ferjulegu við bil- brúgv, atløgusíðu og til- hoyrandi havnaøki. Eisini er ætlanin at breiðka vegin oman móti havnaøkinum, og er hetta partur av verk- ætlanini. Av tí at talan er um landshavn verður tað landið, ið fer at hava ábyrgdina av at halda hana viðlíka. Ætlanin hjá Bjarna Djur- holm er at lata Landsverk- frøðingin bjóða arbeiðið út í tveimum. Landsverkfrøð- ingurin skal bjóða eina avmarkaða verkætlan út, har atløgusíðan er stytt úr 40 til 35 metrar og har eingin stabbi verður gjørd- ur fyri endan á gamla piri. Tó verður eisini biðið um eitt eykatilboð, um hesi arbeiði skulu takast við í verkætlanina. Landsstýris- maðurin metir, at tá til- boðini eru komin inn, skal metast um, hvørt tað loysir seg at gera 40 metra at- løgusíðu og ein stabba á gamla pirin. Ein meting hjá Landsverkfrøðinginum vís- ir, at umleið fýra milliónir krónur eru á muni millum verkætlanirnar. Verður bíligari loysnin gjørt, verður ferjulegan best egnað til skip á stødd við Sam, meðan dýrara loysnin fer at gera tað møguligt hjá størri skipum at sigla á Syðradal. Eftir 1.viðgerð fríggja- dagin varð málið beint í Vinnunevndina. Nú skulu sjómenn gjalda ALS-gjald og Barsilsgjald av all- ari inntøkuni, eisini av sjómanna- frádráttinum uppá 15 prosent SKATTAMÁL Jón Brian Hvidtfeldt Sjómenn skulu nú gjalda arbeiðsloysisgjald og barsilsgjald av allari inntøkuni. Síðan lógin, ið gevur sjómonnum ein skattafrían frádrátt uppá 15 prosent varð samtykt í 1997, hevur skipanin virkað á tann hátt, at bara tey írestandi 85 prosentini hava verið roknað sum A-inntøka hjá sjómanninum. Tískil hava sjómenn bara rindað ALS-gjald og Barsilsgjald, ið á nýggjárinum vera ávíka- vist 0,5 og 0,25 prosent av A-inntøkuni, av 85 prosentum av inntøkuni. Men nú hevur løgting- ið endaliga samtykt eitt uppskot frá landsstýris- manninum í fíggjarmál- um, Karsten Hansen, ið broytir grundarlagið, so sjómenn nú skulu gjalda ALS-gjald og Barsils- gjald av 100 prosent av inntøkuni. Ein sjómaður, sum t.d. hevur forvunnið 500.000 krónur um árið, kann í dag draga 75.000 krónur frá skattskyldugu inntøkuni, og skal síðan gjalda beinleiðis og óbeinleiðis skattir av írestandi 425.000 krón- um. Skipanin hevur tó verið soleiðis háttað, at sjómenn hava goldið hesi gjøld av allari inn- tøkuni, og hava síðan fingið gjaldið av teim- um 15 prosentunum aft- urborið. Eftir broyting- unum, sum løgtingið endaliga samtykti fríggjadagin, skal ALS- gjaldið og barsilsgjaldið roknast av øllum 500.000 krónunum. Fyri sjómannin, ið forvinnur 500.000 krón- ur um árið, fer broyt- ingin at merkja, at hann skal rinda 375 krónur meira um árið til ALS og 188 krónur meira til Barsilsskipanina. Ein leyslig meting hjá Fíggjarmálaráðnum sig- ur, at samlaða inngjaldið til ALS og Barsilsskip- anina frá sjómannainn- tøkum veksur við ávíka- vist 800.000 krónum og 400.000 krónum, nú broytingarnar koma í gildi. Sjómenn skulu gjalda meira til ALS og Barsils- skipanina Almannamálaráðið skal styrkjast - Hetta er í síðsta enda ein spurningur um at fáa skil á tí ruðuleika, ið hevur valdað á almannaøkinum tey mongu síðstu árini, sigur Páll á Reynatúgvu, ið hevur sett sær fyri at at styrkja umsitingina Samferðsluhavn í Kallsoynni Soleiðis fer samferðsluhavnin í Syðradali á Kallsoynni væntandi at síggja út, tá hon verður liðug. Arbeitt verður við tveimum møguleikum, har atløgubryggjan er ávíkavist 35 metrar og 40 metrar C M Y K 9 8