Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. november 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 231 - 30. november 2002 Nr. 231 - 30. november 2002 11 Síðsti møguleiki at síggja Kúlla Knút Síðstu sýniningarnar av Kúlla Knúti vera nú um vikuskiftið. Higartil hava eini 3.500 fólk sæð leikin, men nú verður ikki spælt longur SJÓNLEIKUR Heri á Rógvi Leikurin um Kúlla Knút hevur síðani 12. oktober verið spældur í Sjónleikar- húsinum í Havn. Frá fyrstu til síðstu sýning hevur at kalla verið útselt. Men nú verður spælt fyri seinastu ferð. Um vikuskiftið verða sýningar fríggjakvøldið kl. 18 og leygardagin kl. 17. Verður útselt til sýning- ina kl. 17 leygardagin, so fara leikararnir eina síðstu ferð á pallin leygarkvøldið kl. 20. Hetta verður so tann síðsta sýningin, tí longu sama kvøld verður pallurin tikin niður. Hetta verður gjørt fyri at geva pláss til Leikhúsjól, sum skulu á pallin í Sjónleikarhúsinum í jólamánaðinum. Úr Sjónleikarhúsinum siga tey, at eini 3.500 fólk í alt hava sæð leikin um Kúlla Knút. 35 sýningar verða spældar, og so at siga hvørja ferð er spælt fyri fullum húsi í Sjónleikar- húsinum. Áhugin at koma av bygd at síggja leikin hevur held- ur ikki bilað nakað. Onkur eykasýning er eisini spæld fyri eitt nú suðuroyingum, sum ikki vildu vitja høv- uðsstaðin uttan at síggja Kúlla Knút. Leikurin er upprunaliga skrivaður av dananum Gunnar Geertsen. Hann er víðagitin í sjónleikahøpi í Danmark, og hann avgjørdi at gera ein barna- og ung- dómssangleik. Leikurin er eisini fyri tað heilt nógva sangur. Sangirnir og leikurin eru týtt til føroyskt av Elini á Rógvi, sum eisini hevur leikstjórnað leikin, og All- ani Dalsgarð, og tað hevur heldur ikki ligið illa fyri við at skapa áhuga millum før- oysk børn. Heili tjúgu leikarar hava spælt við. Teir flestu av hes- um leikarunum eru ungir og mestsum óroyndir leik- arar, ið fingu møguleikan at kasta seg út í nakað nýtt. Sangurin um Kúlla Knút roynir seg í hesum døgum sum eykalag á 15 tær bestu hjá Útvarpi Føroya. Hóast sangurin kanska livir víðari á tónatindum, so enda framførslurnar um vikuskiftið. Atgongumerki kunnu fá- ast á Kunningarstovuni í Havn. Kúlla Knút hevur spælt fyri fullum húsi í Sjónleikarhúsinum síðani 12. oktober, men nú verður spælt fyri seinastu ferð. Mynd: Finnur Justinussen. Hólmgongan varð av ongum Nøkur nýggj gøtu- nøvn vóru tað hend- ingarríkasta á býráðs- fundinum hjá Tórs- havnar býráð hós- kvøldið TÓRSHAVNAR KOMMUNA Heri á Rógvi Býráðsfundurin hjá Tórs- havnar býráð í kvøld gjørd- ist ongantíð til nakra upp- gerð, sum kanska roknað varð við. Í Dimmalætting hevur borgarstjórin, Jan Christ- iansen, givið ilt av sær um atburðin hjá Heðini Mor- tensen, varaborgarstjóra. Hann vísir á, at Heðin Mortensen hevur alt ov góðan hug at kalla seg virk- andi borgarstjóra, og hann hevur lyndi til at taka heið- urin fyri ting, ið hann ongar heiður eigur fyri. Sam- stundis fílíst hann á brot á tagnarskyldu. Tann kanska væntaða hólmgongan varð av ong- um. ístaðin var Tórshavnar býráð so samt sum ongan- tíð fyrr á býráðsfundi hós- kvøldið. Alt varð samtykt einmælt á einum rekord stuttum fundi. Tjóðveldið til reiðar Skuldi hugurin hjá serliga Fólkaflokkinum at vera í meiriluta við Sambands- flokkin minkað niður um pínumarkið, so er Tjóð- veldisflokkurin klárur. Hetta ger flokkurin greitt í einum tíðindaskrivi. Fólka- flokkurin og Tjóðveldis- flokkurin eiga í alt sjey sessir í Tórshavnar býráð, og hetta er nokk til ein meiriluta. – Tjóðveldisflokkurin ásannar, at tað áhaldandi stríðið millum báðar borg- arstjórarnar, Jan Christian- sen úr Fólkaflokkinum og Heðin Mortensen úr Sam- bandsflokkinum, er skaði- ligt fyri Tórshavnar Komm- unu. Nú hetta stríð stendur í ljósum loga og ikki kann dyljast fyri almenninginum longur, er Tjóðveldisflokk- urin sannførdur um, at stundin er komin til at fara undir tingingarnar um at skipa ein nýggjan meiri- luta, sum tekur býráðsarb- eiðið í fullum álvara og vil arbeiða borgarunum til frama, skrivar Tjóðveldis- flokkurin í tíðindaskrivi. Jan Christiansen heldur tó bæði beinini á jørðini, og hann fer ikki frá borgarligu samgonguni til tað meira sjálvstýrandi sum er. Gøtunøvn Fyri tað nógva vóru tað nýggj gøtunøvn, ið komu fyri dagin á býráðsfundi- num. Úti á Argjum er komin ein “Hagarás”. Við norðara ringveg verður í framtíðini ein Poul Juels gøta. Í Kaldbak hava tey fingið eina røð av nýggjum nøvn- um. Tað er í sambandi við, at grind skal skiftast í húsa- partar, at neyðugt er við gøtunøvnum og hvørt hús skal hava eina adressu. Eis- ini er ein løgtingslóg kom- in, ið krevur, at øll hús skulu hava gøtunavn og nummar. Hetta verður fyrst og fremst gjørt fyri, at onk- ur misskiljingar skulu koma fyri, tá sløkkilið, sjúkrabilur ella annað líkn- andi verður boðsent í einari neyðstøðu. Fólk í Kaldbak og øll onnur mugu í framtíðini venja seg við fylgjandi nøvn: á Bø, Krossgøta, Mjólkargøta, Skriðubakki, við Á, á Soylugørðum, á Gørðum og á Varðnípu. Eftir hvat skilst taka nøvnini støði í staðarnøvn- um har á leiðini. Somuleiðis vórðu eyka- játtanir til fíggjarætlanina hjá Tórshavnar kommunu og Tórshavnar havn á skránni á býráðsfundinum. Meira stendur um hetta aðrastaðni á síðuni. Jan Christiansen og meirilutin í Tórshavnar býráð halda fram við sama stev. Hjálparfelagsskapuri n Kiwanis Tórshavn gav fríggjadagin 60.000 kr. til trý vælgerandi endamál. Allastaðni kemur peningurin væl við GÁVUR Birita í Dali og Mariann Mortensen Heri Simonsen formaður í Kiwanis Tórshavn handaði fríggjamorgunin tríggjar kekkar. Spastikarafelag Føroya fekk 10.00. Frítíðar- heimi í Skrivaragøtu fekk handað 25.00 kr. Eisini Føroya Felag móti krabba- meini fekk 25.00 kr. Sólrun Mortensen, for- maður í Spastikarafelag Føroya, tók í móti teirra kekki. Hesir pengarnir fara til eina lyft, sum kann hjálpa spastikarum at koma upp á hest. Mett verður, at hendan likamsliga venjing- in er sera gagnlig fyri spast- ikarar, og Sólrun segði eis- ini, at pengarnir komu ógvuliga væl við. Lyftan kostar 30.000. Tórshavnar kommuna hevur játtað at latið tær 20.000, og restin kemur so frá Kiwanis Tórs- havn. Fyri Frítíðarheimið í Skrivaragøtu tók Ingun Mohr Jacobsen, leiðari fyri heimið, ímóti einum gávu- kekki, sum var á 25.000 kr. Pengarnir fara sum ískoyti til ein buss fyri menningartarna, sum leingi hevur verið tørvur á. Hend- an buss hevur Frítíðarheim- ið eisini leingi arbeitt við at fáa til vega, og teirra arb- eiðið endar ikki við hesum pengunum, men hetta er eitt munagott ískoyti, sigur Ingun Mohr Jacobsen. Fríðtíðarheimið í Skriv- aragøtu fyllir 25 ár sunnu- dagin. Lesið aðrastaðni í blaðnum meira um handan dagin. Føroya Felag móti Krabbameini fekk 25.000 kr, sum Jansy Gaardlykke, ráðgevandi sjúkrasystir, tók ímóti. Hesir pengar fara til eitt átak fyri kvinnur, ið kallast ”Look good, feel better”. Hendan verkætlan- in skal styrkja um sjálvs- álitið hjá kvinnum, ið fáa viðgerð fyri krabbamein. —Kvinnur, sum eru rakt- ar av krabbameini, kunnu ofta kenna seg meiri sjúkar, enn tær veruliga eru, orsaka av teirra útsjond. Tí kunnu tær nú ókeypis fara á skeið á landsjúkrahúsinum, har tær fáa vegleiðing í húðrøkt og andlitssmyrlsli, sigur Jansy Gaardlykke. Slík átøk verða gjørd aðrastaðni í verðini, og tey fáa sera góða undirtøku. Kiwanis er ein alheims- hjálparfelagsskapur, ið veitir hjálp til minnu ment. Allar hesar 60.000 kr, sum Kiwanis Tórshavn hevur latið í dag, koma frá lutaseðlasølu, har ein bátur varð burturlutaður. Kiwanis miðjar ímóti at lata pengar tvær ferðir um árið. Heri Simonsen, formaður fyri Kiwanis Tórshavn, segði, at mangan kundi tað tykjast sum um, at gjørt varð alt ov lítið við at stuðla. Hjá Kiwanis leggja teir seg eftir at stuðla minnimentum og serliga børnum. Heri vísir á, at tað í ár gekk sera væl í hond við teirra lutaseðlasølu, og inntøkan hevur ongantíð verið so góð. 25 limir eru í felagnum, og teir fara í jólamánaði- num at selja jólatrø. Hetta er tað seinna árliga átakið, ið vanliga eisini kemur heilt fitt í kassan. Alt arb- eiðið í Kiwanis er sjálvboð- ið. Vit ynskja Kiwanis og feløgunum til lukku við gávunum. Føroya Bjór hevur fingið boð frá fútanum um at møta í Føroya rætti hin 15. januar 2003. Orsøkin til vitjanin í rættinum er ein ákæra, ið reist er móti bryggjarí- num fyri ólógligar rús- drekkalýsingar. Tær eru ikki ólógligar fyrr enn dómarin sigur, at tær eru tað. Fútin heldur tó, at lýsingarnar eru skeivu megin markið. Lýsingarnar talan er um stóðu í Dimmalætting fyri í ár. Tær umrøddu matuppskriftir, har ein partur av ráðvøruni var øl. Hesar góðu øl vóru frá Føroya Bjór, og myndir vóru av teimum. Nær ein avgerð fyri- liggur í málinum er ógvu- lig ringt at spáa um, tí tílík rættarmál verða oft- ani útsett og aftur útsett. Í øllum førum verður annar kapittul av rúsdrekka her- ferðini á hesum sinni í Føroya rætti 15. januar. Danmarks Nationalbank hevur útgivið ein nýggjan danskan 100 kr. seðil. Hesin er meinlíkur teim- um verandi við somu út- sjónd og Carl Nielsen av- myndaðum. Munurin er tann, at tann nýggi seðilin hevur eitt hologram og fluore- serandi litir, sum koma til sjóndar í ultraviolettum ljósi. Endamálið við broyt- ingunum er at tryggja, at færri falsanir koma fyri. Sagt verður í tíðinda- skrivi, at talan av følskum donskum peningaseðlum er lítið, men allíkavæl verður tað hildið neyðugt at gera meira við trygd- ina. Tær gomlu seðlarnir vera framvegis í gildi, men tað verða leypandi tiknir innaftur. Aðrar seðlar í somu seriu av seðlum fáa eisini eina andlitsviðgerð á trygdarøkinum, og rokn- að verður við, at øll seri- an verður liðug broytt í 2004. Bæði Føroya Spari- kassi og Føroya Banki rokna við at fáa fyrstu eintøkini av nýggja seðli- num fyrst í komandi ári. Nýggjur 100 kr. seðil Nýggi 100 kr. seðilin hevur nakrar trygdarbroytingar í mun til tann verandi. Føroya Bjór í rættin Kiwanis Tórshavn: 60.000 kr. til vælgerandi endamál Tórshavnar havn stendur við øllum kostnaðinum Hvørki Smyril Line ella Landsstýrið hava pening at gjalda teirra part av nýbyggingun- um í Tórshavnar havn, og tí verður tað Tórshavnar komm- una, ið fer at rinda allan kostnaðin TÓRSHAVNAR HAVN Heri á Rógvi Hjá Tórshavnar havn er tað galdandi, at serliga nýggja Norrøna ger, at neyðugt er við 33,7 mió. í eykajáttan í ár. Peningin eigur Tórs- havnar havn tøkan. Fyri tað nógva er talan um byggiverkætlarnir, ið eru dýrkaðar. Eitt nú dýp- ingin við eystaru bryggju, ið gjørdist nógv seinkað av granatum og øðrum góð- um, ið vístu seg at liggja goymd í havbotninum. Tað er tó serliga nýggja Norrøna og nýggja suður- oyarskipið, ið hava gjørt rokningina hjá Tórshavnar havn og harvið Tórshavnar kommunu til væl størri, enn upprunaliga varð ætl- að. —Tað hevur víst seg, at bæði landið og Smyril Line ikki hava kunnað goldið sín part í torninum, ið verður landgongdin hjá ferðafólki. Hetta ger so, at vit mugu gjalda allan kostnaðin, sig- ur Jan Christiansen, borgar- stjóri. Men tað verður ikki uttan treytir, at Tórshavnar kommuna fer at gjalda so mikið nógv. —Upprunaliga ætlanin var, at kommunan, landið og Smyril Line skuldu gjalda hvør sín triðing. Landið og Smyril Line hava boðað frá, at tey ikki kunna gjalda, men tey koma so at gjalda í brúksgjaldi, sigur Jan Christiansen. Brúksgjaldið hjá Smyril Line verður tvær milliónir um árið tey næstu trý árini, og hetta svarar sostatt til teirra part av kostnaðinum. Tornið verður mett at fara at kosta einar 17 mió. Eftir trý ár skal Smyril Line gjalda ein part av gjaldinum fyri veðlíkahald og reingerð v.m. fyri tornið. Tornið fer at kunna nýt- ast til nýggja suðuroyar- skipið eisini, men tað verð- ur av ongum, so leingi landið ikki er sinnað at gjalda so ella so, sigur Jan Christiansen. Sum støðan er nú, eru land og kommuna langt frá hvørjum øðrum í spurn- inginum um, hvør skal gjalda fyri atløguplássið til nýggja suðuroyarskipið, ið verður sett í sigling á heysti 2004. Kommunan hevur verið í Danmark saman við skip- aranum á Smyrli og roynt seg í einum simulator, og tað hevur víst, at ætlarnir- nar við atløgubryggju fara at rigga væl, men trupul- leikin er bert tann, at eingin vil gjalda. Skal Tórshavnar komm- una gjalda – og tað kann henda seg – so fer komm- unan at krevja peningin innaftur á ein ella annan hátt. —Vit vilja hava pengar- nir innaftur so ella so. Skal landið eiga part av havnini, so skal ein greið skriftlig avtala fyriliggja, staðfestir Jan Christiansen. Kiwanis Tórshavn kundi fríggjamorgunin lata heili 60. 000 kr. til vælgerðandi endamál. F.v. Jansy Gaardlykke, ráðgevandi sjúkrasystir hjá Føroya Felag móti Krabbameini, Sólrun Mortensen, formaður í Spastikarafelagnum, Ingun Mohr Jacobsen, leiðari á Frítíðarheiminum í Skrivaragøtu. Aftanfyri stendur Heri Simonsen, formaður fyri Kiwanis Tórshavn. Mynd: Jens Kristian Vang. C M Y K 11 10