leygardagur 30. november 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 231 - 30. november 2002
Nr. 231 - 30. november 2002
13
Ein skilagóður maður segði einaferð, at alt er ein
spurningur um perspektiv. Søguskrivarnir í mið-
øldini sóu heimin úr erva ella úr neðra, alt eftir um
teir sótu á hestbaki ella vóru tveittir av. Í nútíðar
Føroyum hava vit góðar viðmerkjarar, harav
summir hava vítt perspektiv, aðrir smalri, meðan
uppaftur aðrir hava tann sermerkta eginleika altíð
at síggja heimin niðureftir egnum næsaryggi.
Hetta forðar tíbetur ikki slíkum í at ummæla ella
umrøða alt líka frá abstraktum málningum til
journalistiskt
forstáilsi
av
teimum
hægri
finansunum. Í Føroyum eru vit so heppin
viðvíkjandi evnaríkum viðmerkjarum, at tann góði
heilin ongantíð "stigar teimum til høvdið", sum
man sigur á knapt so góðum máli.
Vit eru fegin um, at onkur óheftur, ið skrivar fyri
eitt blað, har sjálvt ítrottartíðindini fáa eitt politiskt
perspektiv, vurderar hvussu óheftur, okkara
tíðindaflutningur er.
Kanska eru tað ikki konspiratiónsteoriir lyftar upp
á eitt hægri plan, tá høvundurin av fjølmiðla-
táttinum í seinastu Fregnum finst at okkara
tíðindaflutningi. Tátturin hevði yvirskriftina "Fátt
veit, sum ilt grunar", men ein næstan líka góð og
greið yvirskrivt kundi verið "Tjóvur trýr, hvør
maður stjelur".
Kanska er tað skeivt at befatta seg við banalitetir
sum landsins fíggjarlóg og gapandi tómar sjúkra-
húsbygningar, tá man kundi skrivað um Sean
Connery, SNP og annað, ið veruliga upptekur
føroyingin og hevur stóra ávirkan á gerandisdagin
í Føroyum.
Tað kann vera, at tað er litað at siga sparingar í
mun til fíggjarlógaruppskotið fyri 2003, tá skarv-
ast skulu útvið 200 milliónir av nevnda uppskoti.
Kanska eru tað bert littar fjølmiðlafabrikatiónir, at
Fíggjarnevndarformaðurin og Fíggjarmálaráð-
harrin eru ósamdir um komandi fíggjarlóg. Teir
eru kanska rørandi einigir – nakað, sum brævið frá
Kristinu Háfoss í bløðunum í gjár ivaleyst eisini
stuðlar undir.
Man tað verða soleiðis, at ein óheftur fjølmiðil
eftir høvdinum hjá viðmerkjarnum í Fregnum,
hevði skírt fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 fyri tað
besta nakrantíð? Áttu vit ikki øll at átalað Sosialin
og SVF fyri at ditta sær at siga nakað annað, enn at
friður
valdar
í
samgonguni,
og
at
fíggjarlógarviðgerðin er fyrimyndarlig?
Nei – ikki hesuferð.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Óheft tíðindi: Einki
rumbul í samgonguni
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
TÍÐINDI
Tjóðveldisflokkurin í Tórs-
havnar Býráð er til reiðar at
tingast um at skipa ein
nýggjan og arbeiðsføran
meiriluta í Tórshavnar Bý-
ráð.
Tjóðveldisflokkurin
ásannar, at tað áhaldandi
stríðið millum báðar borg-
arstjórarnar, Jan Christian-
sen úr Fólkaflokkinum og
Heðin Mortensen úr Sam-
bandsflokkinum, er skaði-
ligt fyri Tórshavnar Komm-
unu.
Nú hetta stríð stendur í
ljósum loga og ikki kann
dyljast fyri almenninginum
longur, er Tjóðveldisflokk-
urin sannførdur um, at
stundin er komin til at fara
undir tingingar um at skipa
ein nýggjan meiriluta, sum
tekur býráðsarbeiðið í full-
um álvara og vil arbeiða
borgarunum til frama.
Tjóðveldisflokkurin
ásannar, at tað áhaldandi
stríðið í samgonguni hevur
við sær, at hon lítið og onki
fær av skafti. Tað sæst ikki
minst av skránni fyri bý-
ráðsfundin, sum skal verða
í kvøld klokkan 18.00.
Á dagsskránni eru so at
siga bara mál um at seta
nøvn á vegir og gøtur
ymsar staðir í kommununi.
Og hetta hevur verið lagið í
seinastuni. Úrslitið verður,
at Tórshavnar Kommuna av
berum klandri verður aft-
urúrsigld.
Tí er Tjóðveldisflokkurin
til reiðar at tingast um at
skipa ein nýggjan arbeiðs-
føran meiriluta í Tórshavn-
ar Býrað og er fúsur til
samráðingar í dag sum ein
annan dag.
28/11-2002
Tjóðveldisflokkurin í
Tórshavnar Býráð
Leivur Hansen -
Jógvan Arge - Hildur
Eyðunsdóttir.
Tjóðveldisflokkurin til reiðar
TÍÐINDASKRIV
Finski sjónleikarabólkurin
Hämeenlinnan
Miniteat-
teri, sum vitjaði Norður-
landahúsið í summar í sam-
bandi við tiltakið "Ment-
anarlega fyri Ung", hevur
fingið stóra virðisløn frá
finsku undirvísingarmála-
ráðnum.
8400 Euro fylgja við
virðislønini, sum varð latin
á altjóða barnadegnum við
teirri grundgeving, at Hä-
meenlinnan
Miniteatteri
hevur sýnt dirvi at tala
barnana søk og fyri skila-
gott samstarv við aðrar
stovnar.
Virðirslønin hevur elvt
til, at fleiri finnar sleppa at
síggja "Kullervo". Hetta er
leikur, ið finski sjónleik-
arabólkurin gjørdi til ung-
dómslegu, sum Norður-
landahúsið skipaði fyri í
summar. Leikurin verður
sýndur í lotto-sendingunum
í finska sjónvarpinum, sum
røkkur 1,5 mio hyggjarar.
Finska
lotto-sendingin
kann
samanberast
við
Gekkin hjá SvF. Leikurin er
eisini valdur út til finska
landsfevnandi sjónleikara-
stevnu í mai 2003.
Handritið
til
leikin
"Kullervo" verður haraftur-
at partur av undirvísing-
arbók at brúka í leiklist.
Bókin, sum Norðurlanda-
húsið setir saman, er ætlað
føroyskum, finskum og
íslendskum
skúlum
og
áhugaðum, ið fáast við
sjónleik.
Í norðurlendskum sam-
starvi er sjáldsamt at ein
burturav finskt mæltur un-
gdómsbólkur er við á legu í
hinum Norðurlondunum,
og sleppur at nýta finska
móðirmálið, eins og t.d.
danskarar tosa danskt og
sviar svenskt.
Á ungdómsleguni í Før-
oyum
varð
"Kullervo"
framførdur
á
finskum,
"Thryms kviðja" á Ís-
lendskum og "Margretu
kvæði" á føroyskum.
Ætlanin við stevnuni var
at leita aftur til mentunar-
ligu og málsligu røturnar
hjá teim luttakandi og við
hesum sum støði geva ung-
um í norðurlendsku útjað-
araøkjunum innlit í ment-
anir og mál hjá hvørjum
øðrum.
Finski virðislønti leikurin
"Kullervo" er sprottin úr
hesari føroysku verkætlan.
Stór virðisløn fyri barnaleik
Úr finska virðislønta
leikinum "Kullervo", sum
var partur av verkætlanini
"Mentanerlega fyri Ung",
sum Norðurlandahúsið
skipaði fyri í summar.
Leikurin varð framførdur á
Læraraskúlanum.
Spennandi tiltak við
sangi, upplestri, dansi
o.ø. í Mentanar-
húsinum og í
Ósáskúlanum
TÍÐINDASKRIV
Í komandi viku fara Leir-
víkar
Gentukór
undir
leiðslu av Dánjali Eystur-
stein og Suð undir leiðslu
av Steinvør Fonn at hava
tvær konsertir. Tann fyrra
verður í Mentunarhúsinum
í Fuglafirði hóskvøldið 5.
desember 2002 kl. 20:00 og
tann seinna í Ósáskúlanum
í Klaksvík leygarkvøldið 7.
desember 2002 kl. 20:00.
Jógvan við Keldu verður
frásøgumaður
og
John
Færø upplesari. Nøkur fá
brot verða lisin upp úr
Bíbliuni og úr bókini "Kær-
leiki Kristusar" ímillum
nakrar av sangunum, og tey
verða samstundis víst upp á
eitt lørift við eini power
point
presentatión.
Til
nakrar av sangunum verða
eisini myndir vístar, meðan
sungið verður.
Á skránni eru 6 sangir
eftir kenda danan John
Høybye, sum eru um Jesu
føðing og ta tíðina, sum
Leirvíkar Gentukór fer at
framføra. Paula Jacobs
syngur solo saman við
gentukórinum í 4 av hesum
sangunum
og
Birna
Ingunnardóttir ein. Eisini
eru jólasangir, klassisk
stykki
og
ein
negro
spirituals, har Tóra við
Keldu og Steinvør Fonn
syngja solo, á skránni.
Drífa Hansen syngur eina
italska ariettu av Pergolesi,
har Helga H. Gerðalíð hev-
ur klaverfylgispæli. Nakrir
av sangunum eru við ljóð-
førum og nakrir uttan. Her
verður rættiliga ymiskur
sangur at hoyra, hóast tað
bert verður framført av
gentum/kvinnum.
Unnur Sjúrðardóttir Fonn
fer eisini at dansa ballet til
eitt friðarligt stykki, sum
Suð fer at syngja, sum G.
B. Martini hevur gjørt.
Ein felagssangur verður
eisini á skránni og eftir
konsertina verður kaffi.
Møguliga verður okkurt
yvirraskilsi, meðan kaffi
verður.
Um kórini:
Leirvíkar Gentukór eru 19
gentur úr Leirvík í aldri-
num 13 til 19 ár. Miðalald-
urin er 15 ár. Kórið hevur
vant regluliga síðani á
heysti í 1999. Tær hava
sungið til ymisk tiltøk og
tað seinasta tær sungu til,
var tá altjóða grindamanna-
ráðstevnan varð sett í
Norðurlandahúsinum
í
sept. 2002.
Suð er kanska meir eitt
kvinnukór enn eitt gentu-
kór. Suð sang fyrstu ferð til
eina konsert í des. 2001, og
hevur síðan sungið til
ymisk høvi sum t.d. vígslir,
alla halgannadagshald og
minningargudstænstu fyri
pinkubarnadeyða. Tað sein-
asta tær sungu til, var til
konsert seinasta leygardag,
har tær sungu sangir úr
kendum sangleikum saman
við
Klaksvíkar
Horn-
orkestri. Men Suð byrjaði
ikki av álvara at venja
regluliga fyrr enn í sept.
2002 við tí manning, sum
er nú.
Kvinnukórið Suð undir leiðslu av Steinvør
Fonn skipar fyri áhugaverdari jólakonsert
Jákup Egholm
Hansen
Sandavágur 28.11.02
Í samband við, at gjørd er
kanning av CO2 útlatinum
hjá Føroyum sum land,
hava ávísir fjølmiðlar, og
serstakliga SVF, enn eina-
ferð sæð tað sum sína upp-
gávu at finna syndabukkar,
heldur enn at bera fram
sakligan tíðindaflutning, og
eru hesir syndabukkara síð-
ani hongdir út í tíðinda-
flutningi teirra. Hesuferð
vóru tað umhvørvismála-
ráðharrin og skipaflotin
sum fullu í "ónáðið" hjá
tíðindafólkunum.
Storm P. tíðinda-
flutningur:
Storm P segði einaferð, at
"...statistikkur er sum ein
lyktapeli; hann er góður at
lena seg ímóti, men hann
lýsir sjálvan væl...". Nakað
soleiðis fyrikemur mær
tann villeiðandi tíðinda-
flutningurin hjá serliga
SVF fyri, har hagtøl verða
brúkt til at "skapað" eina
søgu.
Villeiðingin um
skipaflotan:
Borið er fram, at ".... Før-
oyar er triðmest dálkandi
land
í
heiminum
pr.
íbúgva....", punktum. So
einfaldur er boðskapurin
hjá hesum tíðindafólkum,
og beinanvegin loypa po-
litiskir mótstøðumenn og
umhvørvisfólk upp, og
krevja bæði landsstýris-
mannin og løgmann at
leggja frá sær. Hetta er
óseriøsur tíðindaflutningur
og óseriøsar reaktióinir
uppá kanningina. Og tað
sum verri er - hesin óseriøsi
tíðindaflutningurin
er
skaðiligur fyri umdømi
føroyinga og fyri útflutn-
ingsvinnuna, og í síðsta
enda fyri hvønn einstakan
føroying.
Tað sum kanningin sigur
er, at CO2 útlatið pr.
íbúgva í Føroyum er trið-
hægst í heiminum, og
verður eisini víst á eitt
býtið millum skip, vinnu,
húsarhald o.s.fr., og verður
har víst á, at størsti parturin
av føroyska CO2 útlátinum
er frá skipum.
Men tað sum tíðindafólk
og umhvørvisfólk í Føroy-
um geva eina fatan av er
fyri tað fyrsta, at tað bara er
CO2 útlat sum er dálking,
og harnæst at føroyski
skipaflotin er millum mest
dálkandi skipaflotar í heim-
inum. Vanlig fólk sita eftir
við eini kenslu av, at tey
247 føroysku skipini sum
vóru í føroyska flotanum
við árslok 2000 dálka
nógvar ferðir meira enn tey
t.d. 1797 skipini sum tá
vóru í danska skipaflotan-
um. Hetta er sjálvandi
ørvitistos.
Høvuðsvinna føroyinga
er
fiskivinna,
og
til
fiskivinnu krevjast skip.
Tað gevur eina beinleiðis
skeiva mynd í hesum før-
inum at brúka CO2 útlát pr.
íbúgva sum mátieind fyri
hvat land dálkar meira enn
annað. Sum dømi kann
nevnast, at meðan donsk
húsarhald ikki nýtast at
hava hita í húsunum stóran
part av summarhálvárinum,
er upphiting neyðug nærum
alt árið í Føroyum. Og tá
talan er um skipini, so er
spurningurin hvussu nógv
viga skipini í CO2 upp-
gerðini í m.a. Danmark.
Niðanfyristandandi sam-
anbering av hagtølum av
danska og føroyska skipa-
flotanum vísa, at bæði
bruttotonnaga pr. íbúgva,
og skipatal fyri hvørjar
1000 íbúgvar, er nógvar
ferðir hægri í Føroyum enn
í Danmark. Og sjálvandi vil
CO2 útlátið tí eisini gerast
nógvar ferðir størri hjá
skipaflotanum
og
pr.
íbúgva í Føroyum.
Omanfyristandandi hagtøl
og útrokningar kundi eitt-
hvørt tíðindafólk útvega
sær um nakar seriøsitetur
var til staðar. Sjálvt tann
persónur sum skrivað hevur
frágreiðingina um CO2
útlátið hevur í samband við
spurningin um diesel ella
benzindrivnar bilar víst á,
at ein dieselbilur ikki nýtist
at dálkað meira enn ein
benzinbilur, men slíkt er
ongin "søga" í hjá tíðinda-
fólkunum.
Dálking er annað enn
CO2:
Einhvør veit, at dálking er
meira enn ein spurningur
um CO2 útlát. Sum fiski-
vinnutjóð eiga vit føroy-
ingar at hava nógv størri
ampa av tí dálking sum er
av havinum enn av tí sum
fer upp gjøgnum skorstein-
in á 247 skipum. Olju-
dálkingar, atomorkuavfall
frá Sellafield, PCB sum
enda í hvalakjøti o.s.fr. Tí
er at vóna, at føroyskir
myndugleikar og politik-
arar ikki fara í panikk
orsakað av óseriøsum tíð-
indaflutningi frá føroyskum
fjølmiðlum og umhvørv-
isfólkum, men at ein um-
hvørvispolitikkur er real-
istiskur og tekur støði í før-
oyskum viðurskiftum. At
fara at áleggja føroyskum
skipum at sigla spakuligt
o.l., bert fyri at tippa
óseriøs fjølmiðlafólk, er
ikki nøkur gongd leið, men
vil bert skaða kappingarføri
hjá skipaflotanum.
Vindmyllur geva eisini
dálking:
Umhvørvisfólk vísa ofta á
vindmyllur sum alternativa
orkukeldu, og soleiðis er
eisini í Føroyum. Eitt so-
kallað Vindmylluatlas fyri
Føroyar varð lagt fram í
2001, har tilmæli var at seta
upp 39 vindmyllur kring alt
landið. Henda sama frá-
greiðing umrøður nógvar
ymsar orkukeldur, og ger
eisini fitt burturúr dálking
frá teim ymsu orkukeldun-
um. Men lítið og onki
verður sagt um vansarnar
við vindmyllum. Vit vita tó
aðrastaðni frá - m.a. í Dan-
mark, sum er frammarliga
við vindorku - at fólk ið
búgva nærhendis vindmyll-
um hava stóran ampa av
larminum frá vindmyllun-
um. Fyri nøkrum árum
síðani
stóð
eisini
ein
forfallin vindmylla sum ein
skomm í áravís omanfyri
Sandavág. Hon gjørdi onga
nyttu og var ikki eitt prýði á
nakran hátt.
Eitt sum eisini er vert at
hava í huga tá talan er um
vindmyllur,
er
hvørja
ávirkan tær hava á aðrar
vinnur. Í skotska blaðnum
"Scotland on Sunday" frá
17. nov. 2002 var grein um
ávirkanina av vindmyllum
á ferðavinnuna. Víst var til
eina kanning millum ferða-
fólk, har 95% av teim
spurdu vístu á, at tey komu
til Skotlands at síggja eina
óspilta náttúru. 58% av
hesum søgdu, at vindmyllur
høvdu
eina
negativa
ávirkan á náttúruuppliving-
ina, og 28% søgdu, at tey
vildu ikki fara til støð har
vindmyllur vóru.
Tað kann væl verða, at
vindorka dálkar luft og
annað minni enn aðrar
orkukeldur,
men
sum
skotska kanningin vísir, so
hava vindmyllur eisini sínar
negativu avleiðingar, og
dálkað eisini umhvørvi á
sín hátt. Tí er umráðandi, at
vit ikki takað alt fyri góðar
vørur sum ymsir áhuga-
bólkar føra fram, men at
orku- og umhvørvisspurn-
ingar verða viðgjørdur á
einum breiðum grundar-
lagið.
Einasti rætti mátin at
tilevna ein føroyskan orku-
og umhvørvispolitikk er, at
inndraga umboð fyri bæði
myndugleikar, skipaflota,
ferðavinnu,
umhvørvis-
felagsskapir, SEV og allar
aðrar bólkar sum á ein ella
annan hátt eru partur í
umhvørvisspurningum, og
at hesir partar í felag verða
við til at seta út í korti ein
realistiskan orku- og um-
hvørvispolitikk.
Annars
kemst ikki víðari, og tað
koma
framhaldandi
at
verða óseriøs tíðindafólk
sum vilja spinna "søgur
sum selja" burturúr málum
sum hesum.
VIÐMERKINGAR
Villeiðandi tíðindaflutningur um dálking frá skipum
Hagtalskelda: Hagstova F¿roya og Danmarks Statistik
r 2000 hagt¿l og trokningar
F¿royar
Danmark
Mu nur
F lkatal
46.196
5.330.020
Skipatal (
yvir 20 BT)
247
1.797
BRT/BT
97.713
6.472.00
M i¶al pr. b gva:
BRT/BT pr.
bgva
2,12
1,21
74%
Skip pr.
100 b gvar
5,35
0,34
1486%
C
M
Y
K
13
12