leygardagur 30. november 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 30. november 2002
15
Kunngjørt verður
at okkara elskaði sonur og beiggi
Terji Simonsen
andaðist 27. november 2002, 8 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
leygardagin kl. 14.00.
Fyri tey avvarðandi
Maria, Atli og Høgni
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri hjálpsemi og sýnda
samkenslu, tá ið okkara elskaði maður, pápi,
verpápi, abbi, sonur og beiggi
Willy Hansen
brádliga doyði og varð jarðaður.
Tøkk, øll ið hjálptu til við jarðarferðina og ervinum.
Takk fyri blómur, kransar og gávur.Takk, tit ið ringdu
og tit, ið stukku inn á gólvið.
Tøkk til Ellisheimið, Brynjálv og tey, ið vóru
í kapellinum.Tøkk til sangarar, berarar, kirkjutænarar
og prest fyri góð orð.Tøkk til øll, ið fylgdu Willa
til hansara seinasta hvíldarstað
Fyri tey avvarðandi
Elisa
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi,
tá kæra kona mín, mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Sigrun Sølva Vesturskarð
Tórshavn
lá sjúk, doyði og varð jarðað.
Tøkk til starvsfólkið á B7.Tøkk til prest, kirkjutænarar,
gravarar og sangarar.Takk fyri blómur, kransar,
heilsanir og gávur til Krabbameinsfelagið
og takk til øll tykkum, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Óli
Jóhannes og Eydna
Næmingar á Mið-
námsskúlanum í
Suðuroynni byrjaðu
hesa vikuna við at
seta Europa ovast á
breddan
SKÚLAVIÐURSKIFTI
Dagfinn Olsen
Í Vági stóð Europa ovast á
breddanum mánadagin. Tað
vóru næmingar á Mið-
námsskúlanum, sum byrj-
aði vikuna við at kunna seg
um Europa. Mánadagurin
var skipaður sum evnis-
dagur um Europa, Europa-
dagur, og næmingar valdu
so ymsar bólkar at arbeiða
í, alt eftir áhuga.
Alskyns viðurskifti við-
víkjandi Europa komu upp
at venda, tá næmingarnir og
lærarar fóru í gongd.
Faktaviðurskifti og hugtøk
komu undir lupp. Høvi var
at arbeiða bæði bókliga og
skapandi.
Næmingar
høvdu
10
bólkar ella evni í at velja:
Europeiski
samleikin,
Balladur - vísur, kvæði o.a.,
Myndlist, Eur. bókmentir
(Shakespeare),
Náttúru-
vísund, Søga - politikkur,
Matur, Máltíð sum sosialt,
mentanarligt og søguligt
fyribrigdi, Á ferð í Europa,
Fótbóltur og harðskapur.
Um middagsleitið ótu
næmingarnir og á matar-
lepanum var sjálvsagt mat-
ur úr Europa, sum næm-
ingar í matbólkinum borð-
reiddu við. Dagurin eydn-
aðist væl og endaði við
framløgum og framførsl-
um.
TÍÐINDASKRIV
Í hesum døgum verður
farið undir stovnanina av
einum føroyskum Sam-
eindu Tjóðum áhugabólki í
Føroyum. Fyri at stuðla
hesum tiltaki, er ein nýggj
heimasíða
at
finna
á
alnótini, ið skal lodda
dýpið,
hvat
føroyingar
halda um ST og samstundis
vera eitt savningarstað, har
til ber at finna upplýsingar
um ST og arbeiði tess.
Hóast Føroyar enn ikki
eru ein sjálvstøðugur limur
í ST, so er kortini nógv hjá
føroyingum at kjakast um í
hesum sambandi. Tí hóast
vit ikki eru ein av tjóðun-
um, ið kunnu atkvøða al-
ment í ST, so eru vit ein-
staklingar í Føroyum eins
nógv ein partur av globala
samfelagnum og verða
ávirkaði so ella so av tí, ið
fyriferst í ST. Vit bæði eiga
og kunna vera við til at
ávirka ST-samtyktir, antin
gjøgnum Danmark ella teir
mongu ikki-stjórnar fe-
lagsskapirnar (NGO’s), ið
til eru. Endamálið við ein-
um føroyskum ST felags-
skapi, er júst at fáa kjakið
um ST á eitt stig, ið elvir til
at vit í Føroyum fáa betri
innlit í hvat ST er fyri ein
stovnur, hvussu stovnurin
ávirkar okkum, bæði sum
einstaklingar í Føroyum og
sum tjóð, og hvussu vit
kunnu taka lut í ST-sam-
tyktum og í arbeiðinum hjá
ST.
Á heimasíðuni stendur at
lesa um hugsjónina aftan
fyri stovnanina av hinum
føroyska ST felagsskapin-
um og har er møguleiki hjá
fólki at tekna seg sum lim
ella bert at fáa upplýsingar
um tiltøk o.a., og at at-
kvøða um ymisk evni, ið
eru aktuel viðvíkjandi ST
og/ella Føroyum. Vónin er
at hava ein fjølbroyttan
limaskara; frá folki, ið hava
verið við í ST-tiltøkum
áður, til lærarar, námsfrøð-
ingar,
sjúkrarøktarfrøð-
ingar, heimagangandi for-
eldur, skúlanæmingar og
fiskimenn. Áhugabólkurin
er ikki ætlaður bert at vera
fyri serfrøðingar, men ein
verulig fólkafylking.
Talan er ikki um ein
felagsskap undir ST, men
eina fólkafylking fyri hug-
sjónini aftan fyri ST. Í
fyrstu atløgu er talan um
eina
deild
av
donsku
United Nations Association
(UNA) (FN Forbundet).
Heimasíðan er at finna á:
http://unafo.webpuffin.com
og annars ber til at fáa fleiri
upplýsingar við at senda
teldupost til:
a-j@post.olivant.fo
Felagsskapurin fer í fyrstu
atløgu at leggja dent á
upplýsing til skúlar um ST-
hugsjónina og ST-tiltøk og
um hvussu einstaklingar
kunnu hjálpa til í teimum
mongu verkætlanunum hjá
ST.
Evnisdag um Europa
Stovna ST felagsskap í Føroyum
Lærari og næmingar. Nakrir næmingar við skapandi gávum valdu bólkin, ið nevndist Myndlist. Myndevnini vóru ymisk
europeisk fyribrigdi, t.d. sást EU-flaggið, gamlar borgir og kendir bygningar, alt í einum kreativum og litføgrum blandi
15
14
Nr. 231 - 30. november 2002
TÍÐINDASKRIV
Sunnudagin 1. desember
kl. 17.00 hevur Tórshavnar
Kamarkór konsert í Ment-
anarhúsinum í Fuglafirði.
Kórið hevur eina sera
fjølbroytta skrá sum er
myndað av, at jólini skjótt
eru í hondum. Sungið verð-
ur m.a. á italienskum, ensk-
um og føroyskum máli.
Kórið
hevur
fingið
nýggjan dirigent, nú Hans
Pauli Torgarð er uttanlands.
Nýggi dirigenturin eitur
Leif Hansen og hevur
eftirhondini fleiri ár á baki
sum kórleiðari.
Við 17 árum á baki, er
tannáringatíðin hjá Kamar-
kórinum skjótt runnin.
Hesa tíðina hevur kórið
havt skiftandi kórleiðarar.
Hetta hevur m.a. borið í
sær, at kórið hevur havt
ymiskar skráir, alt eftir,
hvør kórleiðari hevur verið.
Framførslurnar
hava
verið á ymsum støðum, og
eitt nú í fjør um hesa tíðina
framførdi kórið á Gamla
Meiaríi
eitt
áhugavert
spanskt verk, sum fekk sera
góða undirtøku.
Kórið vónar at síggja
nógvir áhoyrarar í "kórbý-
num" komandi sunnudag.
Tórshavnar
Kamarkór
í konserthýri
Til babba
So vakran ein dag tú fór
frá mær,
heyst var í luftini.
Tó altíð fløva eg fái frá
tær,
tú er mær nær.
Í hjarta mínum eitt serligt
pláss eigur,
æru og heiður.
Tú er mær nær.
At skriva um pápa mín er
lætt, men tað eg skrivi nú
er alt annað enn lætt. Er
ikki heilt gingið upp fyri
meg, at babba ikki er
millum
okkum
meir.
Skilji tað ikki heilt. Tó
skulu hesi fáu minningar-
orð um hann, vera honum
til æru.
Stilnað
er
niðri
á
Streymneskai.
Hvønn
dag eg komi heim úr
skúlanum, ja so er ongin
har niðri. Hyggi av goml-
um vana oman á bryggj-
una, men har er onki lív.
Ongin Norðberg liggur
við bryggju, ongin reyður
lastbilur uttanfyri mjólk-
arhúsið, og tað mest
óskiljandi… ongin babba.
Ein undarligur friður,
sum ikki er lættur at
góðtaka.
Babba var ein persónur,
sum dugdi at savna fólk
kring seg, og munnu
nógvar góðar løtur verða
gingnar
júst
niðri
í
mjólkahúsinum
á
Streymneskai. Har var
altíð fólk á vitjan. Nógvar
vinmenn átti hann frá
útróðrarumhvørvinum,
og hesir vitjaðu tíðum í
egningarskúrinum. Har
munnu nógvir politiskir
spurningar verða loystir,
og nógvur fiskur fiskað-
ur. Tað var eisini virku-
liga stuttligt at síggja
babba hava unglingarnar
kring seg, tá ið hann stóð
og egndi. Hann dugdi at
fara við fólki sum fáur.
Náttúrugivin evni. Altíð
bar til at fáa góð orða-
skifti í lag við hann, og
tey vóru gevandi. Tað bar
til at tosa við hann um alt.
Babba var ein ótrúliga
góð fyrimund. Honum
lærdi eg nógv av, serliga
um lívið. Sjálvt um lagn-
an ikki altíð var honum so
mjúk, so lærdi hann
okkum, at lívið var vert at
liva, og at vit áttu at verða
glað fyri tað.
At sigla var hansara
lívsstarv og tað við lít.
Longu sum 14 ára gamal
fór hann til sjós. Havið
var hansara. Fyrsta túr sín
til skips fór hann við
Saksaberg úr Vági, og hin
seinasta túrin við báti
sínum Norðberg. Hetta
var 21. august í ár. Síðan
1995 róði babba út í
egnum báti og ikki kunnu
vit siga annað enn, at
hann stórtreivst í sínum
arbeiði. Um vit upplivdu
hann í ringum hýri, so var
tað helst tí, at tað ikki
viðraði á Norðhavinum,
og so slapp hann ikki til
útróðrar. Annars var hann
glaður fyri sítt arbeiðs-
pláss, sjálvt um havið ikki
altíð er vandaleyst.
Ættaður var hann úr
Vági. Sonur Oliviu og
Edmund Joensen. Traðk-
aði barnaskógvar sínar
niðri á garðabrúgv, og
sigldi so sum ungur við
skipum, sum høvdu til-
knýtið til Vágs.
Já vágbingur var hann
við stórum V, sjálvt um
vitjanirnar í Vági vóru
fáar. Hann gekk íðin til
fótbóltsdystirnar hjá VB,
sum vóru spældir norð-
anfjørðs, og hann duldi
ikki fyri, hvørjum hann
helt við. Varð farið norður
á Mølina á Eiði at hyggja
eftir EB/Streymi og VB,
ja so vistu vit, hvørjum
hann helt við. Tí var tað
heldur ikki so løgið, at
hann
heilsaði
bygda-
monnum
sínum
eina
seinastu ferð í Runavík
11. august í ár. Av hesum
áhuga sínum, fekk hann
eisini hildið samband sítt
við Vág viðlíka.
Av lívinum fekk hann
nógv at læra. Misti allar
brøður sínar alt ov tíðliga.
Skuldi
sjálvur
gerast
tann, ið varð elstur, sjálvt
um hann bert náddi at
gerast 60 ára gamal.
Systrarnar eru nú tríggjar
einsamallar eftir, og tykk-
um sendi eg mína djúp-
astu samkenslu. Hann átti
tykkum, og tit áttu hann.
Øll vóru tit glað og góð
saman. Niðan til Justu
mól babba um hurðina
næstan hvønn dag, til
Bjarmu støkk hann inn á
gólvið, tá ið hann var í
Havn, og væl dámdi
honum at vitja og serliga
fáa vitjan frá Sylviu-
gummu.
Babba var góður fyri
okkum øll. Kára tók hann
til sín sum sín egna, og
tað var virkuliga deiligt at
uppliva. Teir báðir høvdu
eitt gott og serligt forhold
– eins og faðir og sonur.
Eri so glað fyri, at babba
enn var millum okkum, tá
ið eg og Kári giftust. Tað
var ein hugnaligur dagur,
sum eisini babba var
glaður fyri.
Hann
og
mamma
dugdu eisini væl at fjálga
um okkum, tá ið vit
mistu, so vit bæði vóna,
at eisini vit kunnu fjálga
um teg góða mamma,
sum tit tá fjálgaðu um
okkum. Vit hugsa nógv
um teg mamma. Tú hevur
mist tín elskaða mann. Tit
náddu at verða gift í 35
ár, og tað er eitt langt
tíðarskeið. Eri so glað
fyri, at tit fingu seinastu
árini saman í Streymnesi,
og at babba var millum
okkum í gerandisdeg-
num.
Marjun átti eitt serligt
pláss í hjartanum hjá
babba, og eg veit, at henni
leingist ótrúliga nógv
eftir honum. Hann var
nakað serligt fyri hana og
hennara. Birita, Annika
og Sørin hava mist verð-
ins besta abba. Teimum
dámdu so væl at vera hjá
abbanum.
Vit hava øll mist, og
okkum leingist. Hjørtu
okkara
eru
við
at
spreingjast
av
sorg.
Babba hvílir nú í tryggari
havn, og havið hann siglir
í eitur nú Himmalin.
Hann hevur nógv, sum
hann vitjar har heima. Tó
býr hann í okkara hjørt-
um. Minnini um hann
fara vit at goyma og
fjálga um í hjørtum okk-
ara, tí nærvera hansara er
her. Mín elskaði babba
farvæl.
Opb. 21,4 lat hesi orð
verða okkum til troyst.
Friður verið við minn-
inum um pápa mín Fríálv
Joensen.
Hallbjørg
Minningarorð
Fríálvur Joensen
f. 07.09.42 – d. 21.09.02
Til minnis um verfaðir
mín
Fríálv Joensen
f. 07.09.42 – d. 21.07.02
Heystið var vetur er
stormur leikar, vindur er.
Tó hoyrist ei ond stilli valdar,
dagar og nætur vóru taldar.
Í myrkri vit saman fella hendur,
tí takleys lon eftir stendur
Vetur fer mót vári ber,
okkurt gott í vænti er.
Verður tað nú hesa ferð,
at stovmurin hoyrist, og gróður er.
Í myrkri vit saman fella hendur,
tí takleys lon eftir stendur.
Hóast stilli valdar, tá stormur er,
búgva vit í hesi verð.
Til tann dag mót ljósi ganga,
tá skal húsið saman hanga.
Í myrkri vit saman fella hendur,
tí takleys lon eftir stendur.
November 2002
Kári
C
M
Y
K
14