leygardagur 30. november 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 231 - 30. november 2002
Nr. 231 - 30. november 2002
17
Hans Jørgensen
10. desember er søguligur
fyrst av øllum Vágafólk
fyri, men eisini fagnaðar-
dagur fyri allar føroyingar.
Hetta gjørdist dagurin, sum
veruliga
prógvaði,
at
oyggjaland okkara í flestu
førum kann bindast saman í
eina jarðfrøðilga eind, har
flest allar farleiðir verða
skipaðar í eitt felags sam-
anbundið vegarkervi.
Eg segði í áðni "Fagn-
aðardagur". Tað er kortini
við ymissum kenslum, tú
fagnar hesum degi. Vit vita,
at við tí stóra framburði og
øllum fyrimununum hjá
okkum, ið vilja ferðast úr
og í Vágar, eru eisini
mannalagnur, sum verða
settar til viks. Fólk, ið
missa arbeiði ella verða
fyribils sett at røkja aðrar
deyðadømdar rutur nær ella
fjar frá tí arbeiðsplássi, tey
so trúliga røktu fyri okkum
ferðafólk.
Vit mugu ásanna, at
fátækt er okkara fólk, tá
framburðurin fyri okkum,
so harðliga skal raka trúgv-
astu teknar okkara. Hesar,
sum í ringum og góðum
líkindum
hjúklaðu
um
okkum umborð á strand-
farskipum okkara um land-
ið alt.
Eg fari við hesum at
takka
manningunum
á
Sam, Ternuni og á avloys-
araskipum teirra fyri fram-
úr góða tænastu. Tit hava
uttan undantak víst, at tit
vóru uppgávuna vaksin. Eg
kendi meg altíð væl um-
borð hjá tykkum. Ja, kendi
meg í mongum førum sum
part av "familjuni". Ser-
stakliga kendi eg hetta, tey
bæði árini, eg dagliga sigldi
um Sundið. Vit plagdu ofta
at siga við "stamborðið"
fyrsta túr á morgni á veg til
Havnar, at tað fór at vera
saknur ikki longur at møt-
ast og á ein góðan og posi-
tivan kunna byrja dagin í
salongini á Ternuni.
Tað kom meira enn so
fyri onkuntíð, at einstakir
av manningini ikki vóru so
morgunfrískir, men kundi
nakar krevja tað av teimum,
sum lítla og onga náttar-
hvíld høvdu fingið, tí
flúgvarar komu í úrtíð ella
onkur vágamaður/kona júst
skuldi á sjúkrahús á nátt-
artíð?
Alt hetta er nú bara søga.
Men eingin góð framtíð
uttan eina góða søgu at
minnast aftur á.
Við vón um, at Føroyar
vísa tykkum ta virðing og
ta tøkk, tit hava uppiborið
eftir góða, trúgva og virði-
liga tænastu, fari eg enn
eina ferð at takka tykkum
hjartaliga fyri alt gott. Men
eg fari ikki minni hjartaliga
at biðja eftir, at tit fáa eina
góða og virðiliga viðferð
hjá avvarandi myndug-
leikum, nú samferðslan um
Vestmannasund gerst søga.
Vit eru fleiri, ja mong,
sum av hjarta ynskja tykk-
um og familjum tykkara
eina bjarta framtíð. Tit
gjørdu lív okkara lættari.
Takk fyri tað.
VIÐMERKINGAR
Til
Løgmansskrivstovan
Tinganes
boks 64
110 Tórshavn
att.: Anfinn Kallsberg,
løgmaður/Ingibjørg Berg,
ráðgevi
Tórshavn t. 27.11.2002
Tykkara mál nr. 240-
0008/2002,- skriv dagfest
13.11.2002
Grundleggjandi vilja vit
staðfesta, at bestu úrslitini
og besta samstarvi millum
fakfeløgini og almenna
myndugleikan, er beinleiðis
treytaður av góðum sam-
skifti, góðari kunning og
virðing fyri hvørjum øðr-
um. Og dømir eru eisini
um, at júst slík leið ber
frammá.
Tá Løgmaður bjóðaði til
fundar 11.11. á Hotel Før-
oyum, roknaðu vit við, at
her fóru stig at verða tikin
til, at fáa eitt gott arbeiðs-
lag upp at standa. Men ør-
kymlandi var beinanvegin,
at í innbjóðingini til fundin
- 04.11. - , vóru mál tikin
fram, sum beinleiðis eru
sáttmálabundin (eftirløn,
útbúgvingarskipanir t.d.)
og onnur, sum liggja í
øðrum ráðum til avgreiðslu
(barsilskipanin, LÍV t.d.).
À fundinum 11.11. fingu
vit tó nøkur upplýsandi og
góð innlegg/frágreiðingar
frá væl fyrireikaðum fak-
fólkum um nøkur grund-
leggjandi
viðurskiftir
í
samfelag okkara - skattur
og eftirløn, men tó skal
leggjast afturat, at hetta at
draga so nógv fólk í
arbeiðstíðini at fáa innlegg
um viðurskiftir, ið fyri hesi
fólk eiga at verða sjálv-
fylgja, er nærum at mis-
brúka løgmansembæti.
Men beint áðrenn fund-
urin endaði og lítið av tíð
var eftir, varð lagt fram ein
ætlan um at skipa ein verk-
ætlanarbólk, sum skuldi
telja 10 fólk, - har 3 umboð
frá fakfeløgum skuldi seta
seg saman við 3 umboðum
frá arbeiðsgevarum, og ein-
um umboði úr ávikavist
Løgmansskrivstovuni (for-
maður), Almannaráðnum,
Vinnumálaráðnum
og
Fíggjarmálaráðnum.
Tað er onki at taka seg
aftur í, at flestu luttakarar-
nir kendu seg at verða
tiknan á bóli, tí her varð
løgd fram eina ætlan, sum
greitt vísti, at løgmaður
ikki hevði megna at fáa
politiska baklandið hjá sær
uppá pláss, og nú royndi at
skumpa
óloystar
sam-
gonguspurningar yvir á
ætlaða verkætlanarbólkin.
Vit kunnu taka sum dømi
eftirlønarspurningin, sum
seinastu fimm árini hevur
renka millum ein, tveir, og
tríggjar landsstýrismenn og
nú er aftur á blonkum
pappíri hjá løgmanni (á
aðrari síðuni) og málið um
LÍV, sum hevur eina greiða
løgtingsamtykt at halda seg
til og sum løgmaður á
ólavsøku boðaði frá, skuldi
setast í verk beinavegin.
Her hongur ikki saman.
Var ætlanin við fundinum
at luttkararnir skuldu fáa
ein ábending um, hvat løg-
maður veruliga ætlaði við
hesum
tiltakið,
skuldi
kunningin um hetta verið
send út í góðari tíð framm-
anundan og tíð skuldi verið
avsett á fundinum til at
skifta orð um hetta og uttan
iva høvdu flestu longu tá
kunna lagt sína støðu fram
til hesa ætlan løgmanns.
Men her varð alt skunda
ígjøgnum og vit føldu
okkum at sita eftir á berum.
Í skrivinum 13.11. verður
roynt at taka samanum
ætlanina, sum varð "løgd
fram" á fundinum 11.11.,
men torført er at finna eina
greiða leið ella greiðan leist
í hesi ætlan, men haraftur-
ímóti helst ein staðfesting
av, at løgmaður hevur tikið
mál til sín, sum sambært
verandi byggnað liggja
beinleiðis undir øðrum
ráðnum.
Tað sær eisini út sum, at
løgmaður hevur misfata
sína uppgávu, tí,- hvørjar
heimildir hevur løgmaður,
at draga mál, ið hoyra
heima hjá øðrum pørtum á
arbeiðsmarknaðinum undir
seg. Okkara svar er, at løg-
maður skal seg burtur frá
hesum.
Soleiðis sum almenni
bygnaðurin í dag er upp-
bygdur, er okkara adressa
bert á einum staðið,- Fíggj-
armálaráðnum, meðan onki
avgerðarsamstarv kann fara
fram mótvegis øðrum ráð-
um, - her slepst ikki tvørt-
urum mark !
Ein trupuleiki hjá okkum
hevur tó allatíðina verið, at
starvsfólkamál
liggja
í
tveimum ráðum,- sáttmála-
parturin í Fíggjarmálaráð-
num og starvsfólkamál hjá
løgmanni. Hesi mál hoyra
sjálvsagt nattúrliga saman,
men vit mugu ásannað, at í
fleiri førum, tá starvsfólka-
mál eru endaði á løgmans-
skrivstovuni, so er ongin
avgerðarmyndugleiki her,
men bert leysar orðingar,
eins og sigast má um tann
higartil orðað starvsfólka-
politikkin frá løgmans-
skrivstovuni,- leiðbeinandi
orðingar,
uttan
nakran
avgerðarmyndugleika tá á
stendur.
Vit hava fleiri víst á tað
óheppna í hesum og hava
mælt til, at sáttmálaviður-
skiftir og starvsfólkamál
eiga og mugu liggja undir
einum "hatti". Hetta verður
tí eisini eitt av høvuðs-
málunum, ið vit vilja hava
loyst, nú nýggjar sáttmála-
samráðingar standa fyri
durum.
Vit fara tí at mótmæla og
átala, at løgmaður nú helst
ætlar at ganga mótsatta
vegin og draga mál til sín,
sum undir ongum umstøð-
um hoyra heima har. "Vit
standa spyrjandi", sum
politikarar eru vanir at
málbera seg.
Tað er eisini fyri okkum
fullkomuliga ógreitt hvat
beinleiðis ætlanin er við
einum slíkum verkætlanar-
bólki á núverandi støði,-
hvat er hugsanin við einum
"arbeiðssettingi
íroknað
raðfesting av evnisøkjum
og tíðarætlan, at leggja fyri
politiska
støðutakan",
hvønn myndugleika skal
bólkurin hava, um bólkurin
verður samdur ella um
hann ikki verður samdur,
hvørjar verða avleiðinging-
ar av hesum, vil hetta
ávirka verandi sáttmála-
ásetingarnar, hvør skal
skera ígjøgnum og hvussu
við spurninginum "at seta
smærri bólkar av umboðum
og serfrøðingum at viðgera
ymisku
evnisøkini,
at
fylgja upp og hava eftirlit
við arbeiðnum, at góð-
kenna uppskot frá smærri
bólkunum og leggja fyri
politiska myndugleikan til
støðutakan ", skal bólkurin
(ella bólkarnir) hava po-
litiskan leiklut ella ??
Her eru so ógreiðar og
fløkjasligar ætlanir, at tað
als ikki ber til at taka støðu
til hetta á núverandi støði,
og harafturat er alt sum
bendir á, at tey blonku
ørkini hóast alt ikki eru
blonk á báðum síðum, tí vit
fáa ikki annað burturúr hes-
um, enn at hetta tiltak í
fyrsta
umfari
er
eitt
"jarnbrot" til at loysa inn-
anhýsis samgongutrupul-
leikar og tann spurningin
fara vit undir ongum um-
støðum út í.
Taka vit so ætlanin við
bólkasamsetingini, so skal
hesin telja tíggju fólk,
harav løntakarasíðan skal
manna trý av hesum,-
hvørji skulu hesi vera, frá
hvørjum feløgum, hvør
skal taka stig til at velja
tey? Vit vita, at fakfeløg
hava ymsar ásetingar á
nógvum økjum, t.d. á
eftirlønar- og tyggingarøk-
inum,- nøkur hava góðar
avtalur onnur eru í byrjan,-
hví skulu so ikki øll
sjónarmiðini hjá feløgun-
um umboðast, tá arbeiðs-
gevarasíðan (almenna og
privata)
frammanundan
hevur avgerðandi leiklut.
Her hongur ikki saman og
kemur ikki uppá tal, at vit
(fakfeløg) kunnu fara inn í
slíkt ódefinerað arbeiði.
Niðurstøða okkara er tí,
at vit fara ikki inní hetta
arbeiði,- tað krevur eina
nógv greiðari og betri upp-
lýsing, hvat veruliga ætl-
anin er við einum slíkum
tiltaki, áðrenn vit kunnu
viðgera hetta í álvara og
fara vit eisini at ávara
ímóti, at vit verða gjørd til
"kastibløkur" fyri at fáa
innanhýsis samgongupolit-
iskar kabalur at ganga upp.
Harafturímóti fara vit at
heita á løgmann at nýta
orkuna á hesum øki, at
skipa øll starvsfólkavið-
urskiftir betur, við at leggja
alt sum hevur við starvs-
fólkaviðurskiftir at gera
undir eina leiðslu, har veru-
ligur myndugleiki er til-
staðar.
At enda skulu vit gera
vart við og endurtaka, at
umráðandi er við góðum og
uppbyggjandi
samstarvi
millum partarnar á ar-
beiðsmarknaðinum, ongin
ivi um tað, - bert spell, at
fyrsta stigið frá løgmans-
skrivstovuni ikki legði upp
til eitt meira greitt og
seriøst endamál og kunnu
vit ikki taka endaliga støðu
til slíkt virksemi, fyrrenn
tað er greitt, hvørja hugsan,
ætlan og endamál tit hava
sett tykkum fyri við hesum.
f.v.
Gunnleivur Dalsgarð,
formaður
Starvsmannfelagið mótmælir
Samferðsla um firðir og sund søga
Heystardagur
Lotið trilkar kølnar
Heystdagur komin í garð
Blóman á bøi urtagarði følna er
Foldin fagra klæðist annan búna
Jarðarurtin í heystar- vetrarsvøvnin fer.
Mannalívið somu lagnu eigur
Frá mansins sáði í kvinnukviðið grør
Sprettur úr móðurlívi kæra barn
Blómar millum móðir faðir vana tú
gævið tær untist fagra fríða lív.
Tó tann dagur altíð koma má
Lívssól tín í vestri standa vil
Tá skal dagur tín væni langi
Í sólarseting mildu lýsa sterkur
Sov so væl til uppreisnardagin ljósa
Rituvík
Eyðálvur Kári Nielsen
Løgmaður á fleyg
Til at heiðra løgmann, sum fylti 55 ár herfyri,
hevði Fólkflokkurin lítla samkomu í flokshøl-
unum á Gamla Apoteki. Sum siður er, fekk
føðingardagsbarnið eisini eina gávu
FØÐINGARDAGUR
Myndir: Fólkaflokkurin
Floksfelagar løgmans hildu, at hann skuldi fáa eina føð-
ingardagsgávu, sum hann hevði brúk fyri. So teir valdu
eitt gamalt, føroyskt veiðiamboð.
Í samband við, at
Vágatunnilin letur
upp, verður skipað
fyri svimjing um
Vestmannasund
sunnudagin 8.
december
Á BLOTAN
Edvard Joensen
Ætlandi verður skipað
fyri svimjing um Vest-
mannasund sunnudagin
8. december. Svomið
verður av Streymoynni,
og málið er við ferjulegu-
na við Oyrargjógv.
Ein av fyrireikarunum,
Erlendur Simonsen, sig-
ur, at vestfalskyrrindi eru
í Vestmanasundi klokkan
tíggju minuttir í tólv
sunnudagin, og ætlanin er
at leggja frá landi klokk-
an hálgum tólv.
Farið verður úr Vest-
manna við báti nakað
fyrr, og siglt verður suður
um Egilsnes, har fyrst
verður farið upp á land og
síðan lopið aftru í havið
og svomið yvirum.
Erlendur er vanur at
skipa fyri slíkum túrur.
Hann plagar at standa fyri
svimjing um Nólsoyar-
fjørð. Tó veit hann ikki
nágreiniliga,
hvussu
leingi roknast kann við,
at ein túrur um Vest-
mannasund tekur, men
hann er nógv styttri enn
túrurin til Nólsoyar.
Komast kann á land í
Vágum, har ein nú kemur
at landi, og so verður
runnið á Oyrargjógv, har
sjálvt málið er.
Nærri verður lýst um
svimjingina í komandi
blaði.
Tey, sum ætla at lut-
taka, skulu tekna seg á
teldupostadressuni
hjá
Erlendi Simonsen sum
skjótast. Adressan er:
erlendur@post.olivant.fo
Fara at svimja um
Vetmannasund
Løgmaður er øgiliga
spentur. Hann væntar
eina stóra kanón
Nú hevur han eina hylling á,
hvat hetta er. Men gevararnir
hava ikki grunað, hvat hann
sjálvur ætlar at brúka gávuna til
Jørgen og Keldu-Jógvan
sýnast ovfarnir, meðan Løðu-
Jógvan blandar seg uppí
So vísir løgmaður, hvussu ein fleygingastong verður brúkt, samstundis
sum hann avdúkar, hvat hann í veruleikanum ætlar at brúka hana til.
Hon skal nevniliga ikki brúkast til lundar á Viðareði í fyrsta umfari,
men til at taka óstýriligar samgongumenn, helst tjóðveldismenn á flogi,
við. Og tað heldur Jógvan við Keldu vera eitt gott hugskot.
C
M
Y
K
17
16