leygardagur 30. november 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 • leygardagur • 30. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Seinasti stórdysturin
millum VÍF og Kyndil
endaði við stórsigri
til VÍF, og nú vilja teir
í Kyndli ivaleyst
hevna seg
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Niðurtúrurin, sum besta
mansliðið hjá Kyndli upp-
livir í løtuni, tók sína byrj-
an, tá teir fyri knøppum
mánaði síðani fingu bank í
Vestmanna. Hetta hendi,
júst sum Kyndil var í ferð
við at prógva, at teir nú
aftur skuldu teljast millum
styrkisfaktorarnar í før-
oyskum manshondbólti.
Síðani tapið í Vestmanna
hevur Kyndil bert fingið
eitt stig, og tað er einki at
ivast í, at teir tí fegnir vilja
fáa okkurt slag av hevnd,
nú VÍF kemur til Havnar á
vitjan.
Tað verður tó ikki bara
sum at siga tað hjá Kyndli.
Gaman í fekk VÍF ein
fyribils frammaná, tá teir
seinasta vikuskifti taptu
fyri StÍF, men sum tað
hevur gingið seinnu árini,
so munnu vestmenningar-
nir nú vera vanir við, at
StÍF ger teimum fortreð av
og á. Hinvegin hevur VÍF í
aðrar mátar sýnt sera
støðug avrik seinasta mán-
aðin ella so, og kunnu teir
aftur finna fóttafesti frá
teimum dystunum, so er
vanliga ikki gott at vera
fyri.
Tað eru tó ikki bara
Kyndil og VÍF, sum spæla
hondbólt um vikuskiftið.
Burtursæð frá Neistanum,
sum hevur frí hetta viku-
skiftið, so skulu øll hini
liðini í eldin.
Á Skála hevur oddaliðið
úr StÍF ein á pappírinum
lættan dyst, tá hoyvíkingar
koma á vitjan. Við sigrinum
á VÍF seinasta vikuskifti
legði StÍF seg aftur einsa-
malt á odda í deildini, og
tað er lítið, sum bendir á, at
hovyíkingar skulu broyta
um hetta. H71 vann teir
báðar fyrstu dystirnar á
árinum, men síðani hava
teir verið púrasta sørir.
Hinvegin var støðan eisini
hin sama, tá Tjaldur vitjaði
StÍF næst seiansta umfar.
Tá hevði Tjaldur einki stig,
men teir vunnu kortini á
oddaliðnum,
so
hóast
strandingar
eru
greiðir
favorittar, so kann ein
sensatión ikki útilokast.
Í Hoyvíkarhøllini kemur
Tjaldur á vitjan hjá KÍF, og
nógv bendir á, at hetta kann
gerast ein sera spennandi
dystur. Fyrstu umførini
vóru hesi bæði liðini tey,
sum høvdu minstu úrtøk-
una, men sum vikurnar
hava gingið, er annað skil
komið á. KÍF fekk við
útlendsku
leikarunum
neyðuga íblásturin til at
kunna hótta hini liðini, og
seinastu
tvey
umførini
hevur Tjaldur prógvað, at
teir heldur ikki eru so lættir
at syfta.
Oddaliðið skal hesa
ferð vitja á Skála,
meðan kappingar-
neytarnir úr VÍF hava
útidyst móti einum
stigasvongum
Kyndils-liði
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eins og hjá monnunum, so
verður talan um tríggjar
dystir í bestu kvinnudeild-
ini í hondbólti hetta viku-
skiftið.
Størsti spenningurin er
kanska um, hvussu tað man
fara at tørna út hjá teimum
báðum liðunum, sum nú
tykjast hava lagt seg ovast í
deildini. Har hevur VB
hildið til frá fyrsta leikdegi,
og enn er einki av mót-
støðuliðunum, sum hevur
megnað at staðið teimum
kurl. Heldur ikki StÍF, hóast
VB noyddist at vera ein av
týdningarmestu leikarun-
um fyriuttan, tá liðini
hittust í Vági, og grundað á
hetta er VB uttan iva favo-
rittur á Skála sunnudagin.
Hinvegin
hevur
StÍF
fleiri ferðir í ár sýnt, at um
lagið er hitt rætta, so kunnu
tær spæla upp við flestu
liðini í deildini. Enn hevur
neyðugi stabiliteturin ikki
verið til staðar, men tað
kundi bent á, at eitt nýtt
stólið er í stoypiskeiðini, og
raka tær røttu tangentarnar,
so kann væl vera, at VB fær
sína kanska truplastu upp-
gávu higartil í ár.
VÍF má fylgja við
Av hinum liðunum í deild-
ini tykist tað langt um
leingi so, at VÍF hevur
átikið sær leiklutin sum
kappingarneytin hjá VB.
Meistararnir
tey
bæði
seinnu árini hava havt sína
tíð um at koma ígongd, men
avrikini seinastu vikurnar
hava bent á, at gullspælið
so spakuliga er um at koma
framaftur.
Nakað
sum
eisini er neyðugt, um tær
skulu gera sær vónir um at
fanga VB-liðið aftur, nú tær
longu eru farnar í út
Seinasta tapið hjá VÍF
var fyri júst Kyndli, men
síðani hevur gingið hvør
sín veg. Kyndil hevur enn
ikki funnið neyðuga støðu-
festið til at standa seg yvir
longri tíðarskeið, og eitt nú
hava tær ikki vunnið síðani
dystin í Vestmanna. Avrik-
ini hava sveiggja millum
nakað av tí besta og nakað
av tí vánaligasta spælinum í
deildini, og so er spurning-
urin, hvussu verður hesa-
ferð.
Seinasti dysturin verður í
Klaksvík, har Tjaldur kem-
ur á vitjan. Leingi sá út til,
at hesi skuldu gerast tey
bæði niðastu liðini í deild-
ini, men seinastu vikurnar
hevur Stjørnan tó togað seg
nakað rætta vegin. Fyri
viku síðani lyftu tær seg
upp á miðjuna á stigatalv-
uni við sigri á júst Tjaldri,
og so er spurningurin, hvørt
klaksvíkingarnir
kunnu
endurtaka hetta og koma
heilt nær heiðursmerkja-
plássunum, ella um Tjaldur
hesa ferð er drúgvari, so-
leiðis at fjarstøðan úr botn-
inum og upp minkar.
Kyndil vil hevna seg
Spenningur á øllum leikstøðum
Kyndil fekk bank, tá tað varð lagt upp til stórdyst í Vestmanna fyri knøppum mánaði síðani, og síðani hava teir ikki vunnið.
Ætlanin er tó helst, at vend skal koma í aftur, nú VÍF vitjar í Havn
19
18
Nr. 231 - 30. november 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Ivast í evruni
Júst sum svenski for-
sætisráðharrin, Gøran
Persson, er farin undir
eitt átak, sum skal fáa
sviar at taka undir við
evruni sum gjaldoyra,
vísir tað seg, at altsamt
fleiri sviar eru farnir at
venda tí fremmanda
gjaldoyranum bakið.
Fyri einum mánað síð-
ani søgdu 45 prosent av
svium ja til at fáa evruna
til gjaldoyra ístaðin fyri
krónuna, og tá vóru 39
prosent ímóti. Nú vísir
ein kanning, at 43 pro-
sent siga ja, men at onnur
43 prosent siga nei.
Í Ríkisdegnum taka
allir
teir
borgarligu
flokkarnir uttan Mið-
flokkurin undir við evr-
uni. Tað sama gera
sosialdemokratarnir,
meðan stuðulsflokkarnir
hjá stjórnini, Umhvørv-
isflokkurin og Vinstri-
flokkurin, eru ímóti.
Hóast sosialdemokrat-
iski
flokkurin
tekur
undir við at seta evruna í
gildi, eru fleiri limir á
vinstravonginum
í
flokkinum
ímóti
at
skifta gjaldoyra.
Biður fólk goyma vápn
Bretsku bløðini The
Times og The Indepen-
dent vilja vera við, at
irakski forsetin, Saddam
Hussein, hevur biðið
fleiri hundrað av sínum
embætismonnum
og
onnur taka lutir av hóp-
oyðingarvápnum
við
sær til hús og fjala teir
har.
Bløðini siga seg hava
fingið
tíðindini
frá
bretskum stjórnarkeld-
um. Sambært teimum
skal forsetin hava biðið
embætismenn, gransk-
arar og bøndur fjala
týdningarmiklar lutir av
ymsum
hópoyðingar-
vápnum
og
ymsum
kemiskum løgi. Gera
teir ikki tað, kunnu teir
fáa harða revsing, skriva
bløðini.
The Times skrivar, at
bæði Tony Blair, for-
sætisráðharri og George
W. Bush, forseti halda
tíðindini vera so álvars-
som, at teir hava um-
hugsað at mæla iraksku
embætismonnunum og
granskarunum til at siga
S T- v á p n a e f t i r l i t s -
monnunum frá, goyma
teir slík vápn við hús.
Á hvørjum ári fara seks
milliónir fólk upp í
Eiffeltornið í París, sum
sambært býarmyndug-
leikunum er tað best
umtókta frítíðarstaðið í
heiminum.
Tornið varð bygt í
1889, og 94 ár seinni
høvdu 100 milliónir fólk
verið uppi í tí. Men so
kom ferð á, og eftir 19
árum høvdu onnur 100
milliónir ferðafólk verið
uppi í torninum. Sostatt
hava 200 milliónir fólk
nú verið uppi í Eiffel-
torninum.
Varaborgarstjórin
í
París,
Jean-Bernard
Bros, sigur, at tey fara
ikki at peika á eitt ávíst
ferðafólk sum vitjandi
nummar 200.000.000.
Heldur verður skipað
fyri einum felags hátíð-
arhaldi fyri øll tey
vitjandi sigur hann og
leggur afturat, at há-
tíðarhaldið verður sam-
stundis ein tøkk til
ferðavinnuna.
Týsdagin fekk norðmað-
urin Finn-Erik Vinje eitt
bræv frá fastur síni. Tað
løgna var, at fastur hans-
ara doyði fyri meiri enn
30 árum síðani.
Slagorðið hjá norska
postverkinum er annars,
at posturin kemur fram til
ta ásettu tíðina, men hetta
má so vera eitt frávik.
Brævið, sum Finn-Erik
Vinje fekk týsdagin, er
stemplað í Oslo tann 29.
september í 1968. Á tí eru
tvey frímerki, eitt 60
oyru- og eitt fimm oyru-
frímerki. Tað sæst á
brævinum, at tað kom á
posthúsið í Haslum tann
5. oktober í 1968, og at
postfólkini síðani hava
fingið trupulleikar við at
finna móttakaran. Tann 9.
oktober í 1968 er tann
seinasti bústaðurin skriv-
aður uttan á brævið, men
síðani hvørva øll spor.
Týsdagin lá brævið
brádliga í postkassanum
hjá Finn-Erik Vinje, og í
postverkinum duga tey
ikki at skilja, hvat er hent.
Tey noyðast í hvussu er at
ásanna, at hesaferð kom
posturin ikki til ta ásettu
Væl vitjað torn
Seinur postur
Í Iran er Hashem
Aghajari dømdur til
deyða, tí hann hevur
mælt prestastýrinum
til at fara undir
politiskar nýskipanir.
Hann kann skjóta
dómin inn fyri hægri
rætt, men vil ikki
MANNARÆTTINDI
Árni Joensen
Hashem Aghajari slakar
ikki. Hann vil heldur fara í
deyðan enn at slaka fyri
einari konservativari is-
lamskari rættarskipan, sum
hevur dømt hann at verða
hongdur, tí hann hevur
mælt prestastýrinum til at
fara undir nýskipanir.
Týsdagin
kunngjørdi
ákæruvaldið, at tað heldur
fast um deyðarevsingina,
men at Aghajari hevur
møguleika at skjóta dómin
inn fyri hægri rætt. Tað skal
hann gera í seinasta lagi
tann 3. desember, men
mikudagin
segði
verji
hansara, dómurin verður
ikki royndur í einum hægri
rætti. Sambært verjanum er
Aghajari sannførdur um, at
úrskurðurin hjá rættinum er
politiskur.
Eygleiðarar í Iran siga, at
málið um Hashem Aghajari
hevur stóran áhuga í land-
inum, og at vandi er fyri
ófriði í landinum, verður
deyðadómurin fullførdur.
Tí Hashem Aghajari er
ikki hvør sum helst. Hann
var hermaður í iranska
herinum í krígnum við
grannalandið Irak í árunum
frá 1980 til 1988, har hann
misti annað beinið. Hann er
í dag professari á einum
læraraskúla í høvuðsstað-
num Teheran og limur í
einum vinstrasinnaðum po-
litiskum felagsskapi, sum
hann eisini umboðar í
tjóðartinginum.
Rættarmálið, sum endaði
við deyðadómi, var fyri
afturlatnum hurðum og
elvdi alt fyri eitt til fleiri
mótmæli. Millum teirra,
sum mótmæltu, var Nasser
Qavvami, sum er formaður
í lógarnevndini hjá iranska
tjóðartinginum.
Hann
segði, at professarin hevur
ikki gjørt ella sagt nakað,
sum kann hava revsing við
sær og allarminst deyða-
revsing. Teir iransku stu-
dentarnir mótmæltu eisini,
og fyri fyrstu ferð í trý ár
vóru mótmælandi studentar
í túsundatali at síggja í
gøtunum í Teheran. At enda
kendu myndugleikarnir seg
noyddar at senda væl-
mannað løgreglulið at reka
studentarnar úr gøtunum,
men tað merkir ikki, at
mótmælini eru tagnað.
- Myndugleikarnir spæla
við eld. Støðan á teimum
lærdu háskúlunum er ógvu-
liga spent, og hetta kann
lættliga enda við ógvusl-
igum ófriði, sigur politiski
eygleiðarin Saeed Laylaz.
Málið
um
Hashem
Aghajari er bert ein liður í
valdsstríðnum millum tað
konservativa prestastýrið
og tann nýskipanarhuga
forsetan Khatami. Verður
deyðadómurin fullførdur,
er vandi fyri, at stríðið í
Iran verður av einum
øðrum slagi enn nú, siga
eygleiðararnir.
Tað einasta óvæntaða
við yvirgangsatsókn-
ini í Kenya var, at tær
báðar rakettirnar
raktu ikki tað ís-
raelska ferðamanna-
flogfarið
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Tær smáu rakettirnar eru
ein álvarssom hóttan ímóti
sivilu flogferðsluni, men
myndugleikarnir royna at
tosa sum minst um vandan,
tí tað er at kalla ógjørligt at
gera nakað við hann.
Serfrøðingar
í
flog-
ferðslutrygd hava leingi
bíðað eftir, at yvirgangs-
menn fara at skjóta rakettir
eftir
fullsettum
ferða-
mannaflogførum. Hósdag-
in skutu teir tvær rakettir av
sovjetska slagnum SAM-7
eftir ísraelska ferðamanna-
flogfarinum í Mombasa, og
sambært eygnavitnum fóru
rakettirnar bara fáar metrar
fram við flogfarinum. Tað
eru ikki bara gamlar sov-
jetskar rakettir, ið kunnu
nýtast til slíkar atsóknir.
Bæði USA og Frakland
hava gjørt nógvar slíkar
rakettir. Tær bera millum
tríggjar og fýra kilometrar
og flúgva skjótari enn
ljóðið.
Longu í nítiárunum ávar-
aði amerikanska uttan-
ríkisráðiðum vandan fyri,
at yvirgangsmenn kundu
fara at nýta smáar rakettir
ímóti ferðamannaflogfør-
um, og hósdagin avdúkaðu
franskir
fjølmiðlar,
at
umboð fyri 25 tey størstu
flogfeløgini í heiminum
høvdu havt loyniligan fund
í Washinton fyrr í hesum
mánaðinum. Evnið var júst
vandin fyri rakettálopum.
Franski
yvirgangsser-
frøðingurin,
Jean-Luc
Marret, sigur, at tað einasta
óvæntaða við atsóknini í
Mombasa hósdagin var, at
rakettirnar raktu ikki tað
ísraelska flogfarið. Hann
heldur,
at
annaðhvørt
dugdu menninir ikki at
fáast við rakettirnar, ella
virkaðu rakettirnar ikki,
sum tær skuldu.
At vandin fyri slíkum
álopum er stórur, eru
serfrøðingarnir ikki í iva
um. Víst verður á, at í Af-
ghanistan hava amerikan-
ararnir lagt hald á 6.000
tílíkar smáar rakettir, og
spurningurin er so bert,
hvussu nógvar ikki eru
funnar.
Samstundis vísa serfrøð-
ingarnir á, at tað er trupult
at verja seg ímóti slíkum
álopum. Trygdin í flog-
havnunum dugir ikki, tí
yvirgangsmonnunum nýtist
ikki at sleppa fram at
flogførunum fyri at søkja at
teimum. Teir kunnu sita
fleiri kilometrar frá flog-
havnini við rakettini á
økslini.
Í deyðan fyri nýskipanir
Rakettin – tað nýggja
yvirgangsvápnið
Tær báðar SAM-7-rakettirnar raktu ikki hetta ísraelska flogfarið, tá tað fór á flog úr Mombasa,
og tað var tað einasta óvæntaða við atsóknini
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
18