leygardagur 30. november 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 231 - 30. november 2002
Hesaferð skal ÍF
royna at reisa seg eftir
tapið fyri Drátti, og
Mjølnir ætlar sær at
fáa KÍF niður aftur á
jørðina
KVINNUFLOGBÓLTUR
Kunning-FBF
Meistaradeildin hjá kvinn-
um tók líkasum eina spenn-
andi vend seinasta leikum-
far. Dráttur, ið ikki rættiliga
hevði megnað at gjørt seg
galdandi millum sterku
liðini í deildini, megnaði at
koppa ÍF. Við sigrinum
kom Dráttur við í topp-
stríðið aftur, og ÍF misti
oddasessin, men tað kann
alt broytast hetta leik-
umfarið. Hin spennandi
søgan er KÍF.
KÍF flúgvandi
KÍF fekk síni fyrstu stig
nakrantíð í meistaradeildini
enntá við at vinna 3-0 ímóti
Fleyr. Líka væl sum hetta
kom við hjá KÍF, líka illa
mundi tað koma við hjá
Fleyr, og fyri venjaran fekk
hetta ta avleiðing, at hann
er avsettur. KÍF hevur hetta
leikumfarið
Mjølnir
á
vitjan, og hetta er onnur og
nógv torførari uppgáva enn
Fleyr, men sjálvsálitinum
hjá KÍF feilar so einki.
Mjølnir tapti tepurt fyri TB
seinasta leikumfar, serliga
tí slagstyrkin frammi við
netið manglar, og tað er als
ikki vist, at KÍF ikki kann
gera sær dælt av hesum.
Mjølnir kemur til Havnar
fyri at vinna, tí hvussu vit
enn venda og snara sakini,
so er KÍF eitt lið, ið Mjølnir
eigur at vinna.
Toppdystur í
Trongisvági
Aftur hetta vikuskiftið er
Trongisvágur karmur um
toppdyst hjá kvinnunum.
TB tekur ímóti ÍF, og hesin
dysturin er ógvuliga áhuga-
verdur. Sum eisasta lið
hetta kappingarárið hevur
ÍF megnað at vinna á TB.
Tað var á Kambsdali fyrr í
kappingarárinum.
Tann
dysturin endaði 3-2, og var
tá hildið, at úrslitið var
óvæntað.
ÍF hevur víst at tær ætla
sær allan vegin hetta kapp-
ingarárið. Tær taptu heldur
óvæntað fyri Drátti seinast,
men skaðar vóru helst
partvís atvoldin til tað.
Kann ÍF fara til Trongis-
vágs við sterkasta liði, so er
dysturin púra opin, og
einasta, ið kann metast sum
avgerandi, er, at TB hevur
heimavøllin – hvussu nógv
tað so enn hevur at siga.
Fleyr í kreppu?
Havnarliðið Fleyr hevur
havt eina út av lagið
vánaliga kappingarbyrjan.
Botnurin var tapið fyri KÍF
seinast og tað, at leikararnir
hava tikið avgerð um at
biðja venjaran gevast. Um
talan er um veruliga kreppu
ella bara neyðuga tillag-
ingartíð er kanska ov tíð-
liga at siga enn, men
gongdin má og skal vend-
ast, og dysturin ímóti Drátti
sunnudagin fer at geva eina
ábending hvat væntast kann
av Fleyr í framtíðini. Sálar-
ligi parturin av flogbólts-
spælinum hevur sera stóran
týdning. At nýggjur venjari
er komin kann hava neyð-
ugu broytingina við sær,
men Dráttur hevur við
sigrinum á ÍF víst, at tær
eru nóg sterkar til topp-
stríðið í bestu kvinnudeild-
ini. So góðar verða fleyr-
kvinnurnar neyvan eftir
einari løtu, men nú kann
bara ganga uppeftir hjá
teimum.
ÍF tykist hava tikið
einkarætt upp á
oddasessin í bestu
flotbóltsdeildini, men
spenningurin er stór-
ur um næstu sessir-
nar. Leygardagin
hittast Fram og
Mjølnir í einum
lykladysti um hesar
MANSFLOGBÓLTUR
Kunning-FBF
Fram og Mjølnir renna
saman leygardagin í Hoy-
víkshøllini í ”silvurdyst-
inum”. ÍF hevur sett seg
tungt á oddasessin og ein-
astu liðini, ið tykjast kunna
hótta oddaliðið bara eitt
sindur, eru Fram og Mjøln-
ir. Fyrsti dysturin í kapp-
ingarárinum var millum
hesi liðini, og tá vann
Mjølnir greitt 3-1. Síðan tá
hevur Mjølnir bara leikt
tveir dystir, so tá ið talan er
um dystarvenjing, so er
Fram betur fyri.
Verður hugt at liðunum
mann fyri mann, so hevur
Mjølnir kanska sterkara
liðið, serliga við sínum
báðum
bulgarum,
men
Fram hevur megnað ógvu-
liga væl at lofta sær eftir at
Rúni Weihe fór, og liðið
spælir nú á allar streingir.
Fær Fram blokkin rættiliga
at rigga, so verða stigini
verandi í Havn, men eydn-
ast tað ikki, so verður tað
Mjølnir, ið fer avstað við
øllum.
Tvey vónbrotin lið
Fleyr og SÍ hava skuffað
fullkomuliga higartil. Ser-
liga SÍ hevur als ikki megn-
að at liva upp til tær vónir,
ið settar vórðu til liðið. SÍ
hevur vunnið sær sæti í
steypafinaluni,
men
í
landskappingini
hevur
gingið av skriðuni. Við
Borko og Raiko hevur SÍ
tveir at bestu smasharunum
í landinum, men spælið
hevur kortini ikki víst seg
at rigga. Aðrir góðir leikar-
ar eru eisini, og borið
saman við liðið frá seinasta
kappingarári eru broyting-
arnar ikki so stórar, men
útslitini mangla framvegis.
Hjá Fleyr var kanska
væntandi, at hetta kapp-
ingarárið fór til at umstilla
og seta við, og við tí í huga
er kanska ikki so løgið at
liðið er niðast í deildini,
men júst nú sær út til, at um
nakað stig skal fáast til
høldar, so skal tað vera
ímóti SÍ. Hesin dysturin fer
at gera av, um SÍ kann fóta
sær og vinna seg uppeftir.
Eisini fer hann at gera av
hvussu illa tað stendur til í
Fleyr, og um felagið má
taka til tokka við botn-
plássinum.
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
01.12
14.30
Kyndil-VÍF
01.12
15.00
Stjørnan-Tjaldur
01.12
14.30
StÍF-VB
1. deild menn
01.12
16.00
Kyndil-VÍF
01.12
16.00
KÍF-Tjaldur
01.12
16.00
StÍF-H71
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
30.11
13.00
KÍF-Mjølnir
01.12
13.00
Fleyr-Dráttur
01.12
15.00
TB-ÍF
Meistaradeild menn
30.11
15.00
Fram-Mjølnir
01.12
15.00
Fleyr-SÍ
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 TB
7
6 - 1
20
6
14
12
2 ÍF
7
5 - 2
19
11
8
10
3 Mjølnir
6
4 - 2
15
9
6
8
4 Dráttur
6
3 - 3
12
14
-2
6
5 KÍF
7
1 - 6
7
18
-11
2
6 Fleyr
7
1 - 6
4
18
-14
2
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 ÍF
6
6 - 0
18
0
18
12
2 Fram
5
3 - 2
10
6
4
6
3 Mjølnir 3
2 - 1
6
4
2
4
4 SÍ
4
1 - 3
3
9
-6
2
5 Fleyr
6
0 - 6
0
18
-18
0
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1 VB
7
7 - 0 - 0
172
136
36
14
2 VÍF
8
5 - 0 - 3
182
153
29
10
3 StÍF
8
4 - 0 - 4
185
193
-8
8
4 Stjørnan 7
3 - 1 - 3
146
153
-7
7
5 Neistin
9
3 - 1 - 5
167
185
-18
7
6 Kyndil
7
3 - 0 - 4
176
167
9
6
7 Tjaldur
8
1 - 0 - 7
157
198
-41
2
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1 StÍF
9
7 - 0 - 2
264
234
30
14
2 VÍF
9
6 - 0 - 3
290
234
56
12
3 Neistin
9
6 - 0 - 3
258
243
15
12
4 Kyndil
8
4 - 1 - 3
223
215
8
9
5 KÍF
8
2 - 1 - 5
201
207
-6
5
6 H71
8
2 - 0 - 6
191
232
-41
4
7 Tjaldur
9
2 - 0 - 7
216
278
-62
4
Silvurstríðið
Aftur toppdystur
í Trongisvági
ÍF er einasta liðið, sum hevur vunnið á TB í meistaradeildini í
ár. Um vikuskiftið vitja tær í Trongisvági, har tær skulu royna
at økja um spenningin í oddastríðnum
C
M
Y
K
20
Nr. 231 • leygardagur • 30. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
50 brúkarar – 50 loysnir
Í morgin, 1. desember, fyllir Frítíðarheimið í
Skrivaragøtu í Havn 25 ár. Og dagurin verður eisini
rættiliga hátíðarhildin
Lesið síðu 4 & 5
TÓNLEIKUR
Solby A. Eliasen
Elias og Dánial eru ávíkavist 14
og 13 ára gamlir. Teir vísa okk-
um inn í eitt høli í kjallaranum í
skúlanum.
- Her sær ikki so gott út beint
nú, men hetta er so okkara tón-
leikarúm, siga báðir við ein
munn og hava hug at flenna eitt
sindur.
Inni í rúminum standa eitt
keyboard, ein elektriskur gittari,
ein kassagittari og ein urga.
Eisini stendur eitt stereoannlegg
á einum borði og ein rúgva av
fløgum liggja rundan um. Elias
tekur ein stól og setur seg við
gittaranum, meðan Dánial setur
seg við urguna. Dánial byrjar at
spæla sálmalagið Nærri mín Guð
til tín, meðan Elias situr og
hyggur at. Tað liggur sera væl
fyri hjá Dániali at spæla upp á
urguna, og hann hyggur konsen-
treraður niður á føturnir, meðan
hann spælir lagið. Dánial venur
upp á urguna, tí tað hevur verið
upp á tal, at hann møguliga kann
fara at loysa av í Svínoyar kirkju,
um tað kann gerast neyðugt. Tí
venur hann so gott sum bara
sálmaløg fyri tíðina.
Tá hann er liðugur við lagið,
byrja báðir at spæla eitt annað
lag saman. Tað sást væl á teim-
um, at teir eru vanir við at spæla
saman, og at teir hugna sær við
tí.
Dánial sigur, at hann byrjaði at
spæla klaver, tá hann var um
tíggju ára gamal. Hann spældi
hjá Stamen Stanchev. Og tað var
hesin sami, sum heitti á Dánial
um at koma at spæla og syngja
til eitt tiltak, har peningur varð
savnaður til Kosovo. Tá sang
Dánial Mín ketta dansar tango.
Elias byrjaði at spæla gittar, tá
hann var 11 ára gamal. Hann
gekk á musikkskúlanum í Havn,
har denturin varð lagdur á at
spæla klassiskt eftir nótum. Men
tað tímdi hann ikki so væl og
gavst. Glið kom kortini á aftur
gittarspælið, tá hann lærdi seg at
spæla til onkra góða fløgu ella
sangir við grepum til. Hann
sigur, at hann roynir at læra seg
sjálvan.
- Eg veit ikki, hvussu tað
gongur, men mær dámar væl at
spæla gittar, sigur hann.
Í Havn spældu dreingirnir
eisini upp á trummur, men onki
trummusett er í Svínoy, og tað
eru teir harmir um.
Men so hinvegin gevur tað
teimum møguleika til at menna
seg sjálvar innan klaver og gittar.
Ítrivskjallari
Hølið, sum vit eru stødd í, er í
kjallaranum í skúlanum. Umf-
ramt hetta tónleikahølið er eitt
annað høli eisini, sum verður
nýtt til ítriv. Í løtuni arbeiða
børnini við slípa horn inni har.
Maskinurnar til hetta eru frá
hornavirkinum, sum var í Svínoy
fyri nøkrum árum síðani. Tey
slípa ymiskar lutir sum til dømis
lyklatyssi og hálsbond. Tað
dámar teimum sera væl, og tey
fegnast um at hava møguleika
fyri at gera ymiskt kreativt, tá
tey sjálvi hava hug.
Foreldrini, Rakul og Ásmund-
ur fegnast eisini um, at børnini
hava møguleika til at fáast við
ymisk ítriv í Svínoy, og at tey
hava eini høli til tað. Avmarkaðu
møguleikarnir fyri frítíðarítriv-
unum hjá børnunum kunnu eisini
síggjast sum ein góður møguleiki
hjá teimum at finna útav, hvat
tey veruliga hava áhuga fyri við
tað, at tey í Svínoy fáast nógv
við tey ítrivini, sum eru.
Teimum dámar væl at lurta
eftir tónleiki og Dánial plagar at
dansa "break" eisini. So hóast
tað ikki eru nógv ítróttarlig ítriv í
Svínoy, so keða børnini seg so
avgjørt ikki har. Og tey hava ov
mikið at takast við nú tann
møguliga so drúgvi veturin
stendur fyri durum.
Ungir tónleikarar í Svínoy
Elias og Dánial fluttu fyrr í ár til Svínoyar saman við familjuni. Teir hava
fingið loyvi at nýta eitt rúm í skúlanum til tónleikastovu, sum teir sjálvir
hava innrættað til endamálið. Her dyrka teir báðir sín tónleik
Dánial og Elias, og hini børnini, fáa nógvar løtur at ganga í tónleikahølinum í kjallaranum í Svínoyar skúla
Mynd: Álvur Haraldsen
21