Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. november 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SAMRØÐA Solby A. Eliasen Hóast Adelborg hevur verið við í 25 ár, so troyttast hon ikki av at spæla sjónleik og film. - Nú havi eg fingist við tað í so mong ár, at tað hevði kenst ómetaliga tómt ikki at spælt. Men tann dagin eg ikki longur minnist so væl tekstin, tá eri eg farin, tað er púra vist, sigur Adelborg og leggur flennandi afturat, at nú fara leiklutirnir ikki at hanga á trøunum longur. Treyðugt so, hevur hon longu fingið bjóðað sín næsta leiklut, tá Frankenstein er liðugur. Tað er í filminum hjá Katrini Ottars- dóttir Húsið á Heygnum. Hand- ritið er skrivað, men júst nær farið verður í gongd við tann filmin, veit hon ikki at siga, tí enn eru pengarnir ikki játtaðir. Í hesum døgum spælir Adel- borg, sum sagt, skapningur Frankensteins. Sjálv sigur hon, at tað als ikki var meiningin, at hon skuldi hava tann leiklutin. - Upprunaliga skuldi eg spæla Elizabeth, kona Frankensteins, men tað komu fleiri avboð til leiklutin sum skapningurin. So eitt kvøldið, tá vit møttu til venjing, spurdi leikstjórin, Jákup Veyhe meg, um eg ikki hevði hug at royna meg í leiklutinum, greiðir Adelborg frá. Hóast Adelborg spælir leiklut- in sum skapningurin einastand andi væl, so er hon sannførd um, at hon átti at havt sagt nei, tá hon bleiv spurd. - Eg kenni meg ikki heilt for- eintað við leiklutin. Eg havi altíð ímyndað mær skapningin hjá Frankenstein sum eitt stórt skepilsi, og soleiðis kenni eg meg als ikki, sigur Adelborg, sum er 157 sentimetrar long. Hon vísir á, at í handritinum stendur ein lýsing av skapning- inum, har tað millum annað verður tosað um hendur sum kalvaspraggur og minst einar tvær metrar høgur. - Og so er tað afturat, at eg havi altíð sæð handan leiklutin sum ein mannfólkaleiklut. Tað, at skapningurin verður spældur av Adelborg, sum er lítil og spinkul á vøkstri, setur stór krøv til búnan og ikki minst Adelborg sjálva. Og tað skal verða sagt beinanvegin, at tá Adelborg trínur á pallin, sum skapningurin virkar hon bæði stór og ógvuslig, so búnin og hennara framførsla liva upp til síni krøv. Hon hevur ein stóran gipsform á høvdinum, sum hækkar pannuna hjá henni, um- framt, at hon hevur einar 15 sentimetrar uppi undir skónum, sum gera sítt til, at hon ikki tykist at vera so lítil. Harafturat er lagt inn undir klæðini hjá henni, so hon sær prúðari út og sminkan í andlitinum broytir tað fitta og ommuliga andlitið hjá henni til tað ikki sørt ræðandi fjesið í skapninginum hjá Frankenstein. - Eg havi spælt nógvar strævn- ar og krevjandi leiklutir gjøgnum árini, men hetta er uttan iva ein tann strævnasti, eg nakrantíð havi spælt, sigur hon. - Í hesum leiklutinum skal eg hugsa annaðleiðis og seta meg inn í kenslurnar hjá hesum neyðardýrinum. Her hugsi eg serliga um alt tað góða innan í honum og so hatrið til serliga Frankenstein. Hetta skiftið í millum at vera góður og so hata so innarliga, setur høg krøv til tað innvendiga í einum, greiðir Adelborg frá. - Eg eri ikki nøgd við meg sjálva í hesum leiklutinum, og eg meti, at eg átti kunnað gjørt tað betur, hóast øll, sum hava sæð leikin eru sera positiv. Á palli í 25 ár Adelborg byrjaði at spæla sjón- leik í 1977, tá Klaksvíkar Sjón- leikarafelag varð stovnað. Fyrsti leikurin var Magnus. Síðani hevur hon spælt út í eitt, men ikki bara í Klaksvík og ikki bara sjónleik. Hon hevur eisini spælt í Havn og á Oyrarbakka. - Men hjartað vil altíð verða har, sum ein hoyrir heima tó, sigur Adelborg og leggur afturat, at tað hevur verið bæði spenn- andi, læruríkt og mennandi at leika við øðrum feløgum í landinum. Eisini hevur hon spælt við í filmi, til dømis Barbaru og Mað- urin, sum slapp at fara. Adelborg er mest kend fyri at standa á palli og verða leikstjórnað av øðrum, men hon hevur eisini roynt seg sum leikstjóra sjálv. Hon leikstjórnaði Fjalla Eivind, Mio mín Mio, Fá mær ein tenor og Tvíburðar, har hon eisini leikti við sjálv. Tá hon byrjaði at venja í Havn til leikin Vit eiga ikki eitt oyra, spældi hon eisini sjónleik í Klaksvík samstundis. Tað minn- ist hon aftur sum eina avbera strævna tíð. Tá fór hon til Havn- ar at venja um morgunin og norður til Klaksvíkar um kvøldið at framføra Ongar blómur á grøvina takk! Hon greiðir frá, at tað er ein himmalvíður munur á at spæla leik og film. - Tá tú tekur upp til ein film, so kanst tú til dømis taka tað sama brotið umaftur og umaftur. Og tú sært ongantíð heildina fyrr enn filmurin er liðugur. Tá tað so hinvegin ræður um sjónleik, er tað vanligt, at leikurin verður tikin ígjøgnum fleiri ferðir áðrenn frumframførsluna, og tú sært úrslitið áðrenn. Tað er eisini ein viss sjarma í sjónleiki, at tá tú gert ein feil, so mást tú rætta hann á pallinum. Tú kanst ikki annað, meðan í filmi tekur tú bara tað brotið uppaftur einaferð afturat. - Eg havi verið við í so mong ár og havi spælt saman við so mongum ymiskum menniskjum, men tað vísir seg, at óansæð hvussu so long tíð gongur í millum, at man spælir saman, so kennist tað líka gott at síggjast aftur og arbeiða saman. Ein verður so sera góður við tey, sum ein spælir saman við, tí tað er nakað heilt serligt samanhald í sjónleiki, heldur Adelborg og undirstrikar, at í sjónleiki er ongin betri enn nakar annar. - Tað nyttar lítið, at ein hevur ein stóran leiklut, um ikki tann eini lítli leikluturin, sum tú skalt spæla saman við, ikki er til staðar. Tá fært tú ikki gjørt nógv. Tí eru øll líka týdningarmikil í einum leiki, og tað ger tað sera bundisligt at vera við, tí onnur fáa ikki gjørt sítt, um tú ikki ert til staðar eitt kvøld, sigur Adelborg Linklett at enda. Nú fara leiklutirnir ikki at hanga á trøunum Adelborg Linklett hevur spælt sjónleik í 25 ár. Hon er ein av teimum kendastu áhugaleikarunum í landinum. Beint nú spælir hon leiklutin sum skapningurin hjá Frankenstein í leiki, sum felag hennara Klaksvíkar Sjónleikarafelag framførir - Tann dagin tað svipsar við at minnast tekstin, tá er tíð at gevast, sigur 67 ára gamla Adelborg Linklett, sum hevur spælt sjónleik í 25 ár Mynd: Álvur Haraldsen 2 Sosialurin Nr. 231 - 30. november 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro Sosialurin Nr. 231 - 30. november 2002 3 MENTAN Rúnar Reistrup Tað er altíð nakað serligt at vera til ein fótbóltsdyst saman við yvir 80.000 øðrum. Men tað er nakað heilt serligt tá hini 80.000 eru fótbóltsetandisvakir italien- arar. Leygardagin fyri tveimum vikum síðan var eg ein túr í æviga staðnum Rom, sum liggur einar tríggjar tímar frá núverandi bústaði mínum í toskanska smørholinum Siena. Italienski høvuðsstaðurin er á tremur við støðum, sum "skulu síggjast". Ovast á listanum hjá teim flestu er Colosseum, har rómverjar fyri tveytúsund árum síðan savnaðust fyri at heiðra rómverska stórleik- an og síggja fólk og djór stríðast fyri lívinum. Men heldur enn at síggja staðið, har alt hetta fór fram fyri tveytúsund árum síðan, fór eg til staðið, har rómverjar í dag savn- ast um rómverska stoltleikan. Staðið er Stadio Olimpico har fórbóltsliðið AS Roma hetta leygarkvøld í novembur hittir Inter Milan, sum undan dystin- um er fremst í italiensku Seriu A. Sær svart út Í tættpakkaða bussinum til stadion tosi eg eitt sindur við 26 ára gamla Patrizio, sum stendur trýstur upp í ryggin á mær. Hann hevur eitt árskort til allar heima- dystirnar hjá Roma sum hann stolur vísir mær, tá eg á grulv- andi italienskum spyrji hvussu hann hevur fingið atgongumerki til dystin. Øll atgongumerki eru nevniliga útseld fyri langari tíð síðan, men eg havi eina vón um at kunna keypa eitt atgongu- merki svart uttan fyri stadion. Vónin minkar tó munandi, tá Patrizio sigur, at um eg eri heppin, kann eg kanska keypa eitt fyri beint undir hundrað evrur. — Hetta er ein sera um- ráðandi dystur fyri okkum, grundgevur hann spentur. So ríkur eri eg heldur ikki. Ólík atgongumerki Hálvan tíma undan dystarbyrjan eri eg uttan fyri inngongdirnar til stórsligna Stadio Olimpico og byrji leitanina eftir mínum svarta atgongumerki. Men eg fái tað ikki fyri undir 80 evrur. Tað sýnist tó sum at rættiliga nógvir seljarar eru, so eg velji at bíða við at keypa. Tíggju minuttir undan dystarbyrjan kosta at- gongumerkini bara 50 evrur, og fimm minuttir seinni er panikkur í sølumonnunum. Teir eru nú komnir út undan skuggandi trøunum og koma streymandi fyri at selja. Ein bjóðar mær atgongumerki fyri 25 evrur, og eg taki fegin av. Funnin fressur. Hann fær peningin, og tekur atgongumerkini fram. Hann hevur tvey eftir. Synd at siga at tey líkjast, so eitt teirra er í øllum førum heimagjørt, um ikki bæði. Eg velji tað, sum eftir mínum tykki sær meira ektað út og fari ímóti inngongini, men verði steðgaður í tí eg skal fara inn. Vakturin biður meg fara til inngongina hinumegin stadion og eftir hondini skilji eg eisini hví. Eg havi keypt eitt atgongumerki til Inter-tribununa! Ikki løgið at tað var so bíligt. Hjálmar og skjøldur Nú eru góð ráð dýr. Partvís tí Inter eftir mínum tykki ikki júst er guðs gáva til italienskan fót- bólt, men ikki minst tí tað eru alt annað enn hjartaligar kenslur millum viðhaldsfólkini hjá Inter og Roma, og eftirsum at við- haldsfólkini hjá Roma eru nakað væl fleiri í tali, liva Inter við- haldsfólkini eitt vandamikið lív á og uttan fyri stadion í kvøld. Tá eg komi nærhendis Inter inn- gongini og síggi hana varda av einum manngarði av hálvthundr- að stríðsklæddum monnum frá hernaðarløgregluni við skjøldr- um, hjálmum og svørtum pinn- um, velji eg at royna ta tættastu Roma inngongina, og við einum stórum sindri av bønan, eydnast tað mær at koma inn, beint áðrenn dysturin byrjar. Komin inn síggi eg tvær ferðir so nógvar løgreglumenn av sama slag, onnur helvtin á Inter tribun- uni, og hin helvtin hinumegin glasmúrarnar, her eg havi fingið mær eitt standipláss á trappuni. Øll setur eru full og ein riðil av fólki stendur, so eg man neyvan vera tann einasti við følskum atgongumerki og á skeivari tribunu. Tyfus Her eg standi er ein øgilig málageipan. Viðhaldsfólkini hjá Roma, fyri tað mesta av kall- kynsslagnum, rópa ymisk óum- setilig ókvæmisorð eftir teimum á hinari síðuni av tjúkka glas- múrinum og milanesararnir svara aftur á nøkunlunda sama hátt. Á italienskum verður fótbólts- fanatisma nevnd "tifo", sum beinleiðis umsett eisini merkir tyfus, og fótbóltsviðhaldsfólk verða kallað "tifosi". Uttan at vita um hetta orðasamanfallið er av tilvild ella ei, sýnist tað sum at summi av hesum italiensku viðhaldsfólkunum eru rakt av onkrari løgnari sjúku. Mestsum allur vanligur fornuftur er farin út, og eftir eru bara kenslur, sum lætt koma upp á kók. Dystur í hálvleikinum Fyrri hálvleikur gongur væl fyri Roma og hóast støðan er 0-0 er lagið rættiliga gott á stadion, tá dómarin sendir leikararnar til hálvleikssteðg. Men tá steðgurin byrjar á vøllinum, byrjar dysturin á áskoðaraplássunum. Eitt av Roma viðhaldsfólkunum blakar eina fløsku í høvdið á einum Inter-viðhaldsfólki, og so er galið. Frá hinari síðuni verður svarað aftur við einari salvu av fløskum, sum koma regnandi niður á Roma síðuna. Eg velji at taka meg nakað væl yvir í bak- borðssíðu burtur frá stríðsvøllin- um, har neyðbluss og annað fýrverk nú eisini verður blakað millum áskoðaraplássini. Ein øgiligur rómur stendst á Roma síðuni, tá ein av løgreglumonn- unum á Inter síðuni er blivin firtin og brúkar sín svarta sláipinn ímóti nøkrum av Inter- viðhaldsfólkunum, sum eru skjót at renna undan, væl vitandi at teir stríðsklæddu her í Italia ikki eru bangnir fyri at seta seg í respekt. Norðuritalia ímóti Miðitalia Dysturin byrjar aftur, og eitt slag av friði kemur á áskoðararnar aftur. Men so skorar Morfeo fyri Inter, og so er aftur galið. Fløsk- ur og fýrverk og ein einsamallur lítil kinesari verða kastað oman yvir fróu Inter-viðhaldsfólkini. Lagið gerst tó skjótt betur, tá Mondela at kalla beinanvegin betrar um støðuna, og tá Batistuta fær Roma framum eru Inter-viðhaldsfólkini gloymd og "Bati" dagsins hetja. Hetta er eins og dystirnir í Colloseum í síni tíð ein ímynd av stríðnum á vígvøllinum, og í dag stríðist Norðuritalia ímóti Mið- italia. Tá eg fyri einum góðum mánað síðan sá EM-kvalifika- tiónsdystin millum Italia og Jugoslavia á stadio San Paolo í Napoli var ógvuliga friðarligt á stadion. Tann dysturin fekk ikki blóðið hjá napolitanarunum í kók, hóast júst viðhaldsfólkini í hesum býnum eru kend fyri ikki at smæðast burtur. At italiensku fótbóltskenslur- nar soleiðis hava heilt aðrar dimensiónir tá ligafótbóltur er á skránni enn tá landsliðið er á vøllinum kemst helst partvís av at Italia sum savnað land er so nýtt, at nógvir italienarar enn kenna seg eins nógv sum romar, milanesarar ella napolitanar sum teir kenna seg at vera italienarar. Og í fótbóltshøpi er enn møgu- ligt at uppfata Italia sum ein hóp av innanhýsis stríðandi veldum. Men hvat við dystinum? Okan javnaði fyri Inter í síðstu løtu til 2-2, og tað vóru romararnir als ikki glaðir fyri. Syndabukkurin bleiv dómarin, sum tá rætt skal vera rætt dømdi óvanliga illa. Hann var húðflongdur í fjølmiðl- unum aftaná, venjarin hjá Roma, Fabio Capello, hótti við at rýma úr italienskum fótbólti, tí dóm- arin sambært honum hevði oyðilagt fótbólt í hesum landi fyri altíð, og mikudagin eftir gingu 1.500 viðhaldsfólk hjá Roma kravgongu uttan fyri høvuðsskrivstovuna hjá italienska fótbóltssambandinum. Sterku kenslurnar aftanfyri italiensku fótbóltsmentanina vístu seg enn einaferð sum ein kókandi grýta. Ein feril av italienskari fótbóltsmentan Tá fótbóltsliðið Roma í 2001 vann italienska meistaraheitið skrivaðu viðhaldsfólk orðini "Tit kunnu ongantíð skilja hvat tit hava mist" á størsta kirkjugarðinum í Rom, meðan tey sjálvi feiraðu sigurin langt inn í næsta kappingarár. Í Italia er fótbóltur ikki bara fótbóltur, men ein partur av sjálvum lívinum. Rúnar Reistrup royndi at fanga eitt sindur av italiensku fótbóltsmentanini eitt leygarkvøld á Stadio Olimpico í Rom. Einki kann fáa kenslurnar hjá italienarunum meira í kók enn ein uppgerð millum tvey italiensk topplið. Tá landsdystur er á skránni nær stemningurin als ikki somu hæddum C M Y K 23 22