leygardagur 30. november 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 231 - 30. november 2002
FØÐINGARDAGUR
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Álvur Haraldsen
Frítíðarheimið. Eini blá hús við
endan á Skrivaragøtu. Tey síggja
út sum eini púra vanlig sethús.
Tað eru tey eisini, men innanfyri
hesar veggirnar er nógv meira
enn tað er í einum vanligum
sethúsum. Kalt er úti, og tá vit
koma innar er kaffiroykur langt
út í gongina. Og inni í stovuni
standa karamellur, mandarinir og
góðgæti á borðinum, og ein fær
veruliga kensluna av, at jólini
nærkast í stórum.
Kring borðið sita fýra kvinnur
og bíða. Tvey starvsfólk, og tvær
mammur. Og eru tær ógvuliga
prátingarsamar, tá prátið fer í
gongd um Frítíðarheimið, virk-
semi tess og ætlanirnar fyri í
morgin dagin.
Tí í morgin er fyrsti sunnudag-
ur í advent, og tá fyllir Frítíðar-
heimið í Skrivaragøtu 25 ár.
Frítíðarheimið er ein samdøgur-
stovnur, har fólk, sum eru menn-
ingartarnað, kunnu koma til um-
lætting. Hetta er annað heimið av
hesum slagi í Føroyum. Hitt er
Dáin í Klaksvík.
– Heimið er ætlað, sum um-
lætting fyri foreldur, sum hava
menningartarnað børn, sum
búgva heima. Vit hava eini 50
brúkarar millum níggju og 80 ár,
sigur Ingun Mohr Jacobsen, sum
er leiðari á Frítíðarheiminum.
Av tí, at frítíðarheimið hevur
so nógvar ymiskar brúkarar og
bert fimm búpláss, er neyðugt at
skipa brúkararnar í bólkar. Hetta
verið seg eftir aldri, tí tað hóskar
seg ikki, at hava brúkarar við alt
ov stórum aldursmuni búgvandi
saman.
– Vit býta tað upp soleiðis, at
brúkararnir hóska saman. Tí tað
ber ikki til at gera tað sama við
børnunum, sum tú gert við teim-
um ungu ella við teimum
vaksnu, greiðir Ingun frá.
– Brúkararnir hava eisini so
nógv ymisk áhugamál, so vit
royna at býta tað upp, sum tað
passar best.
Krevja skipan
Tað er ymiskt, hvussu leingi teir
ymsu brúkaranir eru á heiminum
í senn. Nøkur eru bara ein dag,
nøkur eru fastar dagar um vikuna
og uppaftur onnur eru upp í fleiri
mánaðar. Hetta kemst ofta av, at
tað er okkurt serligt á vási, men
tað mest vanliga er eitt tíðarskeið
upp á eina viku ella eitt
vikuskifti.
– Tá tannáringar eru á heimin-
um gera teir tað sama, sum aðrir
tannáringar. Teir fara út at bowla,
í biograf, út at eta ella hava vit
diskotek í kjallaranum. Teimum
dámar best at hava so fríar
karmar sum møguligt, sigur
Ingun, sum vísir á, at hetta er
beint tað mótsatta av børnunum.
Børnini skulu nevniliga hava
skipaðar karmar. Tey eru á heim-
inum fjórða hvørt vikuskifti, og
tá verður tað sama gjørt hvørja
ferð. Svomið verður í Kollafirði,
tey fáa at eta, spæla úti í garðin-
um ella inni, út at ganga túr og
so framvegis. Tí ógvuliga týdn-
ingarmikið er, at tey kenna seg
trygg, og tað er lættast við fastari
skipan.
Bólkarnir við vaksnum og
eldri hava so uppaftur øðrvísi
tørv. Teimum dámar best at verða
í húsinum og gera okkurt handa-
ligt ella spæla onkur spøl.
Eisini verður skipað fyri leg-
um úti á bygd. Og um summarið
er ein longri summarlega.
– Í fyrstuni vóru vit bara runt í
Føroyum, men so byrjaðu vit so
smátt at fara uttanlands. Fyrst
var tað bara í londunum rundan-
um okkum, men so spakuliga, so
hava vit førkað okkum longur og
longur burtur. Seinasta ár vóru
vit nevniliga á Malta,
Tey, sum fara við á summar-
legu, skulu helst verða fylt eini
15 ár, og vera før fyri at klára
seg so nøkunlunda sjálvi.
– Tað er alt eftir, hvørjum
menningarstøði viðkomandi er á.
Um hann als onki skilir, so nyttar
ikki nógv hjá honum at fara
uttanlands at ferðast.
Fyrr vóru foreldur og avvarð-
andi við, men nú er túrurin bert
fyri brúkarar og starvsfólk.
– Tá vit eru uttanlands, so eru
vit og keypa, útferðir, í tivoli,
sommerland, sóla okkum og so
framvegis. Júst sum øll onnur,
sum ferðast.
Friðarligt er inni í dag. Tí í
dag eru øll, sum búgva á Frítíð-
arheiminum á Verkstaðnum Vón
ella í skúla. Frítíðarheimið hevur
eitt fast pláss á Verkstaðnum Vón
til brúkararnar. Tá tey búgvandi
ikki ganga í skúla ella eru á
Verkstaðnum Vón, verður skipað
fyri ymiskum á og uttanfyri
heimið.
Tørvurin stórur
Sum er nú, megnar Frítíðar-
heimið als ikki at nøkta tann
50 brúkarar – 50 loysnir
Í morgin, 1. desember, fyllir Frítíðarheimið í Skrivaragøtu í
Havn 25 ár. Hetta er annað av tveimum heimum av sínum slag
í Føroyum, og verður dagurin eisini rættiliga hátíðarhildin
Anfinn Jacobsen er ein av teimum 50 brúkarunum av Frítíðarheiminum í Skrivaragøtu. Her situr hann saman við leiðaranum, Ingun Mohr Jacobsen, í hugnaligu stovuni á heiminum
Sosialurin Nr. 231 - 30. november 2002
5
stóra tørvin, sum er á umlætting.
Grundirnar eru nógvar. Ein av
teimum er, at plássini eru so fá,
og brúkararnir nógvir.
– Foreldrini kunnu ikki fáa
umlætting, tá tey vilja. Fyri at
brúkararnir skulu fáa kvalitetstíð
tá teir eru her, so mugu vit skipa
arbeiðið, tí annars ber als ikki til.
Vit eru her fyri foreldrini, men
tað er torført at samskipa, tá vit
bara hava fimm pláss, sigur
Ingum Mohr Jacobsen.
Viðhvørt verða tey eisini
noydd at hava dupult so nógvar
brúkarar sum vanligt. Tá verður
bussurin brúktur og nøkur eru á
legu, meðan hini eru á heimin-
um.
– Tað besta hevði verið at
fingið eitt umlættingarheim fyri
børn og ung og eitt annað fyri
vaksin og eldri ella ein stovn við
fleiri deildum. Men rættast av
øllum hevði verið, at ongin
skuldi búð heima eftir, at tey
vóru fylt 20 ár. Tá skuldu tey
duga at klára seg sjálvi.
Ynskið er at fáa ein stovn til
smærri børn. Børn við breki eru
trupul at ansa, og serligar um-
støður krevjast til teirra. Og fyri
at nøkta tann akutta tørvin hava
tey á frítíðarheiminum eisini eitt
uppskot:
– Ein dadduskipan hevði verið
eitt gott boð. Soleiðis, at fólk frá
heiminum her fara út og ansa
eftir børnum, um tørvur er á tí.
Á henda hátt fáa børnini onkran,
sum hevur útbúgving at ansa
eftir teimum, og eisini eru tað
fólk, tey longu kenna, heldur
Ingun.
Tilsamans starvast 11 fólk á
Frítíðarheiminum, og øll hava
útbúgving, umframt fýra avloys-
arar. So Frítíðarheimið er sum so
í eini hepnari støðu, tí tað eru
fáir stovnar í landinum, sum bara
hava útbúgvið fólk.
Slitnan buss
Í løtuni hevur Frítíðarheimið ein
buss. Men hann er gamal og
slitin, og tørvurin á einum
nýggjum er ógvuliga stórur.
– Av tí, at man ikki fær játtan
á fíggjarlógini til ein buss, so
mugu vit sjálvi savna pening
saman til ein. Vit liva í einum so
nýmótans samfelag, og tað
krevur, at tú hevur egið akfar.
Harafturat, so hava summi brek,
har tað ikki ber til hjá teimum at
fara í ein vanligan buss, og
summi eru ikki egnað til at ferð-
ast við almennum flutnings-
førum, greiðir Ingun Mohr
Jacobsen.
Men hóast arbeiðsumstøð-
urnar at tað kanska kann tykjast
tungt á einum tílíkum heimi, so
dámar starvsfólkunum væl.
– Okkum dámar væl, men tað
krevur tilrættisleggjan. Tað eru
so nógvir ymiskir brúkarar og
ymiskir tørvir, og tað krevur av
tær sum starvsfólk, at tú dugir at
finna upp á. Tað eru 50 ymiskar
loysnir til alt, ein til hvønn brúk-
ara – og tað er hetta, sum er ein
avbjóðing, sigur Ingun.
– Tá tú hevur tilrættislagt tær
arbeiðið, so gerst tað ikki stræv-
ið. Arbeiðið er áhugavert, tí tað
er skiftandi. Tað eru so nógv
ymiskt, og tað er júst tað, sum
ger tað spennandi.
Ein kann siga, at útskiftingin á
heiminum ikki er stór, men hóast
tað, so verða starvsfólk skift út
av og á. Tey »nýggjastu« hava
arbeitt í heiminum í eitt ár, men
av tí, at arbeiðið er spreitt mill-
um so nógvar aldursbólkar, so
tekur okkurt um ár til at veruliga
seta teg inn í arbeiðið.
– Vit hava eisini fingið eitt
nýtt ættarlið av foreldrum. Og
tey krevja nakað heilt annað enn
tey, sum hava havt barn sítt her í
25 ár, og tað ger eisini mun.
Hátíðarhald
Men í morgin rundar Frítíðar-
heimið so tey 25.
– Vit fara at hava nøkur tiltøk,
har peningurin, sum kemur inn,
fer til ein nýggjan buss til heim-
ið, greiðir Ingun Mohr Jacobsen
frá, sum leggur afturat, at tað eru
foreldrini, sum hava lagt eitt
megnar arbeiði í tiltøkini.
Byrjað verður í morgin á
Verkstaðnum Vón. Tá verður tað
Ælabogin, sum er eitt hornor-
kestur við menningartarnaðum,
sum fer at leggja út. Tey fara at
spæla tvey løg. Síðani verður
kaffisøla við heimabakaðum
køkum, uppboðssøla av máln-
ingum, sum menningartarnað
hava málað, tombola, fiskibrunn-
ur, lutaseðlasøla, hoppiborg og
framsýning av fotomyndum frá
frítíðarheiminum. Harumframt
verður eisini ein sølubúð, sum
verður kallað fyri »Rok-kjallar-
in«.
– Vit hava fingið allar vinn-
ingarnar til tombola og fiski-
brunn. Harumframt hava vit
fingið 40 stórar vinningar frá
stovnum og fyritøkum til luta-
seðlarnar, og fólk hava verið
ótrúliga gávumild, sigur Jórun
Dánjalsdóttir, sum er samskipari
av tiltakinum.
Hetta er fyrsta tiltakið, skipað
verður fyri, fyri at fáa pening til
bussin, og fyrireikararnir vóna,
at nógv fólk koma at stuðla
teimum.
– Um kvøldið verður veitsla
fyri brúkarunum og avvarðandi,
har M´as Blues Band fer at
spæla til dans. Harumframt fara
vit at kvøða og hugna okkum,
greiðir Jórun frá.
Fyrireikararnir hava veruliga
lagt eitt stórt arbeiði í at savna
vinningar saman og fáa hetta
tiltakið stáplað upp á beinini. Og
nú eru tey klár. Nú bíða tey bara
til fólk koma at stuðla.
Uttanfyri er bítandi kalt, og
vindurin fer ígjøgnum mønu og
merg. Men inni á Frítíðarheim-
inum er altíð heitt.
F.v. Ingun Mohr Jacobsen, Jórun Dánjalsdóttir, Jóna Dahl og Jóna Johansen. Her avmyndaðar í rúminum, sum
verður nýtt sum sansarúm til tey yngstu og sum diskotek til tannáringar
Her sita tvær mammur, Jórun Dánjalsdóttir og Jóna Dahl, og hyggja at myndum
Foreldrini hava lagt eitt megnararbeiði í at gera klárt til stóra dagin tann 1. desember
C
M
Y
K
25
24