Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. november 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 231 - 30. november 2002 Sosialurin Nr. 231 - 30. november 2002 7 Bókadeild Føroya Lærara- felags hevur givið út barnabókina Poppkorn og frísur - alt um kærleika. Ulf Nilsson hevur skrivað, Lilian Brøgger teknað og Ebba Hentze týtt ÚTGÁVA Poppkorn og Frísur - alt um kærleika er lættlisin bók við nógvum humor og hita, ið er væl egnað til tey 7-9 ára gomlu. Søgan snýr seg um kaninirnar, Poppkorn og Frís. Um, hvussu ringt tað kann vera at fáa hin partin at skilja tínar kenslur. Hvussu ússaligur tú kanst gerast av at vera for- elskaður. Og hvussu undurfult tað kann vera… Bókin er 60 bls. í litum, innbundin. Hon kostar kr. 90 í bókabúðunum. Bókadeild Før- oya Lærara felags hevur givið út barna- bókina Drong- urin við silvur- hjálminum eftir Hanne Kvist. Bergur Rasmus- sen hevur týtt ÚTGÁVA Jón hevur eina serliga lítlasystur: Hon hevði veingir, tá ið hon var fødd. Pápin og serliga mamman eru vón- brotin og vilja ikki kennast við hana, so tey vísa hana frá sær, og Jón fær ábyrgdina av henni. Hann verður góður við hana, men ein dagin, hann kemur úr skúla, er systirin horvin. Foreldrini hava latið hana frá sær, og frá sær sjálvum heldur Jón avstað at leita eftir systrini. Óvæntað fær hann ein løgnan hjálparmann, Mitchum, ið ikki fírir fyri nøkrum. Drongurin við silvurhjálmin- um, sum er væl egnað til tey 10-12 ára gomlu, var danska vinnarabókin í norðurlendsku barnabókakappingini hjá forlagnum Forum í 1999. Bókin er 128 bls., heft og kostar kr. 125 í bókabúðunum. ÚTGÁVA Lucy Cousins hevur skrivað og teknað bøkurnar Malja alt árið og Hvat er klokkan, Malja. Dámar tær Malju, so fer tær eisini at dáma hesa litføgru bókina, Malja alt árið. Kom við og kanna eftir, hvat tey gera. Nú kanst tú vera saman við Malju alt árið! Bókin er 12 bls. í litum, innbundin og prentað á haldgott papp. Hon kostar kr. 90 í bókabúðunum. Hvat er klokkan, Malja. Er tíð at fara upp? Tíð at fara til handils? Tíð at spæla? Øll, ið dáma væl Malju, fara eisini at verða púra burtur í hesari tjúkku, litføgru bókini við stuttligari klokku. Snara pinn- unum og lær klokkuna saman við Malju! Bókin er 16 bls. í litum, inn- bundin og prentað á haldgott papp. Hon kostar kr. 110 í bókabúðunum. Meiri frá Malju Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út smábarnabókina Malja alt árið og myndabókina Hvat er klokkan, Malja Drongurin við silvurhjálminum Poppkorn og Frísur HUGLEIÐINGAR Ása undir Kletti Vit hava fingið eitt nýtt tól í húsið. Tað er ikki serliga ógvis- ligt, fyllir lítið, men onkursvegna fær hetta magiska apparatið meg at hugsa um øll møgulig onnur tól, vit eru komin dragsandi við millum ár og dag. Eg meini við eitt klænki- apparat. AB Energizer ella Gym Fitness, sum tað eisini nevnist. Ja. Fínt skal tað vera. Hetta tólið er so einastandandi, at tú skalt bara binda tað um búkin, áðrenn tú fert til arbeiðis, tendra tað, og so klænkar tú. Á arbeiðspláss- inum. Tú kanst reinskera ella sita framman fyri telduna. Allar møguligar løgnar vibratiónir fara frá gandatólinum og lúkst inn í búkin. Hvat tær gera har, er ikki gott at vita. Feittið bara bræðir av, meðan tú arbeiðir, og tá ein tíð er farin, ert tú kløn sum ein Barbie-dukka. Herligt. Hví hugsa um at broyta kostvanar ella nakað so burturvið sum at røra teg? Ikki neyðugt. Bind um búkin, og tú broytir skap og gerst føst og kløn. Tankarnir sveima aftur í ung- dómsárini. Tá funnust so sanni- liga eisini ymisk sløg av klænki- tólum og øðrum stuttligum. Á, at vevja seg inn í Slumber Slim. Tað var dagur í viku. At fara til songar innballað í hetta ganda- klæðið, sum gjørdi, at tú fekst eitt heilt annað lív! Tað lovaðu sølufólkini eisini tá. Hugsa tær at vakna og síggja út sum Marilyn Monroe! Á ja. Sweet dreams! Inntil tú svøvnpískut skinklaði inn í baðirúmið og við bivandi rødd spurdi: "Lítli spegil á vegg- inum har..........." Deyðatøgn. Hevði eina vinkonu, sum trúði fult og fast uppá, at vit kundu sova okkum klænar. Hon royndi gandaklæðið nakrar ferðir. Veit ikki ordiliga, um pundini lógu á gólvinum, tá hon vaknaði um morgnarnar. Loyvi mær at ivast. Veit harafturímóti við vissu, at nógv bretsk pund vórðu flutt millum lond ta tíðina. Fyri Slumber Slim. Haldi, at Slumber Slim eftir nakrar vikur bleiv lagt til hvíldar í onkrari kommodu- skuffu, og har svav sín æviga blund, til vinkonan stillisliga og við sóma bar klæðið út í rusk- ílatið. Minnist, at vit heima høvdu eitt ordans spiralkent beist — eina bjarnafjøður - sum skuldi geva teir mest fantastisku vødd- ar. Ursus (hann var nógv frammi tá) kundi gott fara heim og leggja seg. Tú spenti spiralarnar aftan fyri nakkan og setti so á, tað tú orkaði. Hann náði tann, sum ikki orkaði at halda ímóti. Vart tú ikki varin, brustu spiral- arnir inn í nakkan og løgdu seg sum eitt ógvusligt hálsprýði kring hálsin, so tú minti mest um ein afrikanskan høvding. Okkurt nakkaspik er óivað eisini komið illa fyri av hesum ræðsluamboð- num. Havi keypt okkurt tól, sum skuldi eitast at gera alt gott fyri meg. Eg skuldi bara leggja meg á gólvið, taka í handtøkini og so vippa upp og niður upp og niður. Minnist meg rætt, so kundi hetta beistið eisini vendast, so tú kundi gera onkra aðra løgna rørslu. Og sjálvandi fært tú at vita, at tú kanst leggja teg niður at vippa allar tíðir á degnum. Áðrenn tú fert til arbeiðis, aftaná arbeiðstíð og ikki minst framman fyri sjón- varpinum. Hatta við sjónvarp- inum riggaði ikki ordiliga. Dagur og Vika gjørdist Dagur og. Eg sá bara helvtina av sendingunum. Hina helvtina sá eg brettini í loftinum. Væntaði næstan, at eg, tá eg reistist aftur, hevði útsjónd sum ein Baywatch Babe. Har fór eg so dyggiliga skeiv. Gott tað sama. Haldi ikki, at eg hevði riggað ordiliga saman við Pamelu Anderson og Co. Eg havi eisini lig- ið á gólvinum og súkklað í nøkrum bondum, sum eg alla tíðina fløktist í. Minnist ikki ordi- liga, hvat hetta hurlivasið av hand- tøkum og bondum skuldi gagna mær. Sum eg lá har, minti eg mest um eina hálvdeyða skinn- flugu, sum er koppað á ryggin og liggur og flákrar og spjálkar út í tóman heim fyri at sleppa aftur á bein(t). Mín fantastiska vippi- madamma, sum eg so trúliga lá og fjeppaðist uppií bæði tíðliga og síðla, er, uttan nakran serligan háva, borin oman í kjallaran. Orkaði ikki at liggja sum eitt steinbýtt dag og dagliga, tá úrslitið ikki var nakað at skriva heim um heldur. Eg læri tað aldri. Lati meg lumpa ferð eftir ferð. Einki er nýtt undir sólini. Fáfongdin er eins gomul og heimurin. Kleopatra er eitt gott dømi um hetta. Hon brúkti ikki Radox baðisalt sum vit aðrar konur. Nei. hon brúkti mjólk, so húðin kundi varðveita tað mjúka sum hjá nýføðingi. Ímyndið tykkum allar kýrnar, sum skuldu mjólkast, so hon kundi fáa sítt dagliga mjólkarbað. Her hevði MBM fingið sína sak fyri. Sama er í dag. Eingin er nøgd- ur. Vit fáa dag og dagliga í bløð- um og í sjónvarpi at vita, at okk- urt má gerast. Vit eru ikki nóg føst, nóg long, nóg vøkur. Vit eru rætt og slætt ikki nóg presen- tabul. Vit mugu hava longri bein, størri bringu, smalri miðju, minni nøs, størri nøs, størri varrar. Alt er til keyps. Á ja. Og beinini. "Endless legs" ella "Legs up to your armpits," sum bretar taka til. Vit lágbeintu føroysku konur kunnu um skamma stund fáa bein, sum røkka heilt upp á akslarnar. Tað gera tey longu royndir við á telduni. Er tað ikki stórt? So er tað eg spyrji: "Hvat skulu vit við beinum heilt upp á akslarnar? Er tað ikki nóg gott, at vit røkka niður á gólvið hvør í sínum lagi?" Vit eru ov feit. Vit eta ov nógv feitt. Vit brúka nógvan pening og eta okkum tjúkk, og brúka so aftur nógvan pening og eta okkum kløn. Vit røra okkum alt ov lítið. Vit koyra okkara børn í skúla, vit koyra til arbeiðis aftaná, vit koyra aftur eftir børn- unum, vit koyra heimaftur, vit koyra til handils, vit koyra børnini til fimleik, vit koyra aftur eftir teimum, vit koyra fram við pylsuvognum, vit koyra til lúkuna í Burger King og eta burgaran í bilinum. Og vit koyra eisini til Vektansarafundir. Hoyrdi, at Argjafólk sluppu hvørki aftur ella fram, tí allar Vektansarakonurnar koyrdu út at viga seg. Á, dett paradoks! Í Danmark er støðan heilt burturvið vánalig. Hugsi, at vit í hesum føri róliga kunnu sammeta okkum við danir. Her er brot úr greinum í Jyllandsposten 3. oktober í ár um framtíðarútlitini hjá ungdóm- inum: "Det er blandt de unge, man ser den største stigning i fedmen, og det er derfor også overfor børnene, man burde sætte massivt ind, mener Dr. med. Ole Lander Svendsen, der er fedmeforsker og formand for Dansk Selskab for Adipositasforskning (fedme- forskning). Vi får flere og flere overvægt- ige børn. Om fem-ti år begynder vi at se gammel- mandssukkersyge blandt teenagere, og følgesyg- dommene til sukkersyge - blod- propper og nyre- svigt - vil også komme tidligere". "De første dage af afvænningen var værst. Kroppen skreg på at få det sædvanlige hurtige energikick. På dag to ved morgenbordet fik Jakob rysteture. Han kunne til sin egen forbløffelse ikke helt styre hænderne. Den 16-årige Jakob Refer Thygesen har gennem præcis en måned sat sig selv og sin krop på prøve. Han har taget en såkaldt kold tyrker. Han er hverken af- hængig af sprut, røg eller stoffer. Det er de brusende brune dråber, der sammen med søde sliksager gennem årevis har fået så godt et tag i ham, at den første halve liters cola som regel røg ned lige før første skole- time". Ræðandi framtíð hjá tannáringum okkara. Ella er hon nú so ræðandi? Tá sjálvur borgarstjórin borgar fyri burgaragóðsku hjá biks í bý- lingi í Havn man vera hampuliga væl statt!? Hvat er til ráða at taka? Jú, vit keypa tól. Stór tól. Smá tól. Tól við nógv- um knøppum og tól við fáum knøppum. Digital tól og manuell tól. (Sum eg keypi t.d.). Tól, sum vit standa uppi á og tól, vit leggja okkum niður á. Tól, sum kunnu leggjast saman og trillast undir songina júst sum í TV-shop og so hava vit tól, sum vit ikki vita, hvar vit skulu goyma. Tól, sum vit keyptu í fjør ella fyrraárið. Lumpast? Vit? Onkur hevur fingið sær eitt "Hvar skal eg goyma øll tólini, sum eg ikki brúki, skáp". Tað er langt síðani fult, havi eg frætt. Veit um eitt slag av mame- lukkum, sum gera undurverk, fert tú í tær. Tær eru trivaligar, røkka langt oman á lørini og ordiliga langt upp um miðjuna. Og so eru tær ljósagrønar! Vónar-innar litur. Sum tað stendur á pakkan- um frá TV-Shop: "Lat teg í meg og tódna, meðan tú svevur. Tú gerst kløn, og búkurin gerst flatur eftir bert 30 nætur." Hvør hevur hoyrt so skapt. Eitt er í hvussu er heilt vist. Tær eru heilt einastandandi, tá kuldin ordiliga bítur. Veit ikki ordiliga við feitt- tódningini. Hinvegin, so kundu vit keypt okkum einar deiligar ullintar yvirtreksbuksur fyri minni enn helvtina, um tørvur var á tí. Keypti einaferð ein bókling "Flad mave på 30 dage." Minn- ist, at vinkonan fekk sær ein bíligan látur, tá hon sá mín seinasta "fong" á bókaøkinum. Eg tími øgiliga væl at lesa. Veit ikki, hví eg helt, at eg fór at tíma at lesa um búkar. Ja. Ja. Eg veit. Eg vil lumpast. Hoyrdi um 84 ára gamla før- oyska konu í Íslandi. Hon gjørdist illa sjúk, varð innløgd, men læknarnir kundu ikki siga hvat henni bagdi. Har komu serfrøðingar og alskyns hvítt- klæddir og spurdu, skrivaðu og kannaðu, men alt tað sama gjørdi. Konan rak sum tongul í brimi. So var onkur, sum gekk ordiliga á hana, og tá bar til. Hon var rættiliga foy, tá hon smoykin greiddi frá, at hon hevði keypt sær eitt ristiband, tit vita. Eitt sovorðið, sum tú leggur um búkin, tendrar og so verður tú so rist til. Henda ólukku kona, sum sanniliga ikki vildi fara í mutur og skutur, sjálvt um hon var farin langt upp um dustsins ár, hevði staðið so leingi í hesum vælsignaða bandi, at hon, um- framt at síggja stjørnur og mánar undur ristiseansuni, næstan hevði rist nýru og annað innvortis leyst. Tíbetur endaði hetta klænkiátakið í øllum góðum. Á mínum arbeiðsplássi verður øgiliga nógv tosað um kurar. Klænkikurar. Serliga í døgurða- steðginum. Vit hoyra um protein- kurar, suppukurar, kolhydrat- kurar, fruktkurar, svøltikurar, vatnkurar, vit eru uppá skrump, vit eru uppá A og B og hvat veit eg. Tað er einki evni, sum verður so væl og virðiliga viðgjørt sum júst kurar. Mitt í øllum klænki- tosinum, millum bananir, kiwi og appelsinir, fara mínir tankar at sveima. Hugsi um løgmann, sum letur fíggjarlóg vera fíggjarlóg og fer á fjall, denn jassur, sum so nógvir aðrir góðir menn í hesum døgum. Fari at munga nakað so øgiligt eftir blóðpylsu, sum er mín yndisdøgurði. Eg elski blóðpylsu við nógvum tálga- bitum. Tað er tað besta eg veit. Skuldi eg valt millum ein ordans Angus búff og eitt indur, er eingin ivi. Kann saktans liva við, bara hesa einu ferðina, at tálgin kínir seg kelin sum ein kiska upp at hjartaæðrunum. Puff! Eri aftur í kantinuni millum klænkitosið og síggi kiwifruktina liggja so forfjónaða á tallerkinum. Kanska var tað hon, sum fekk meg at droyma eitt sindur um indur. Á skræðuni eru tær ikki heilt ólíkar, kiwifruktin og blóðpylsan. Marilyn Monroe og eg C M Y K 27 26