Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. november 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Nr. 231 - 30. november 2002 DRAMADOKUMENTAR Eirikur Lindenskov » - »Sauternes« - Skansin. »Sauternes« - Skanisn. Er Fugl- oyarfjørður góður at ankra upp í…?« Soleiðis byrjar Grækaris Djur- huus Magnussen nýggju bók sína, Jólaskipið, sum er um hendingar kring skipið »Sauter- nes«, sum fórst í Fugloyarfirði 6. desember í 1941 - og har vit eisini hitta avvarðandi hjá onkr- um teirra, ið fórst við skipinum. Vit hava so mangan hoyrt um hetta skipið, ið kom at forsýna bretsku hermenninar, sum vóru í Føroyum undir krígnum, men sum ikki náddi vegin fram, tí at vakthavandi á Skansanum í Havn misskilti boðini. Hann helt, at skipið var á Fuglafirði, og helt tí ongan vanda vera á ferð. Ikki minst leitingin og kavingin niður á hetta skipið í Fugloyarfirði seinastu árini, hevur sett fokus á skipið. Tað var eisini hetta, sum kveikti áhugan hjá tíðindamann- inum, Grækaris Djurhuus Magn- ussen. Hann var við, tá Heri Andreassen gjørdi fyrstu roynd- ina at finna skipið. Hetta var við Tjaldrinum á sumri í 1999 - og Grækaris var við sum sjónvarps- maður. Serlig siðsøga Siðsøguligar bókmentir eru rættuliga vanligar í Føroyum. Men Grækaris Magnussen hevur lagt seg á annan bógv. Hann hevur valt at taka eitt ávíst mál - og fer rættuliga í djúpdina. Soleiðis kenna vit tað bæði í fyrstu bók hansara, »SOS Knúkur«, sum kom út í 2000 og »Horvin Føroyingur«, sum kom í 2001. Tann fyrra bókin er um flogvanlukkuna í Mykinesi 26. september í 1970, har Grækaris fylgir ferðafólkunum og mann- ingini bæði dagarnar undan van- lukkuni, í flogfarinum til Føroya, og eftir vanlukkuna. Eisini fylgir hann bjargingarfólkum, læknum og avvarðandi. Tann seinna bókin er um Oyrarmannin, Sofus Severin Strømsten, sum í 1947 rýmdi úr Føroyum. Hann flýddi undan harða og syrgiliga uppvøkstri sínum. - rýmdi undan pápanum og hvarv út í stóru verð. Hann kom ongantíð aftur til Føroya, og læt heldur ikki frætta frá sær. 54 ár seinni hevur Grækaris funnið hann í Brasilska stórbýnum, Rio de Janeiro. Í bókini lýsir hann uppvøksturin og dramatiska lívið hjá oyrarmanninum. Umstrídd skriving At Grækaris Djurhuus Magnus- sen er útbúgvin og royndur tíð- indamaður, bæði í blað- og sjón- varpsarbeiði, hevur sjálvsagt giv- ið honum førleikar, sum hann nýtir í arbeiði sínum. - Mær dámar væl at taka upp eitt serligt evni - og at fara djúpt inn í tað, sigur Grækaris Magn- ussen. Hann dylur heldur ikki fyri, at tað ger tað bara enn meira spennandi, at talan er um eitt kontroversielt evni, so sum hann hevur gjørt bæði í bókini um flogvanlukkuna og um oyrar- mannin, sum rýmdi heiman. - Eg minnist væl flogvanlukk- una. Eg var tá átta ára gamal, og eg minnist væl, hvussu tey vaksnu tosaðu. At Hjalgrím Magnussen, sum var giftur við mostur míni, var sýslumaður í Vágum, gav mær sum smá- dreingi sjálvsagt ein annan vink- ul upp á málið - og eg festi meg serliga væl við tað, sigur hann. Bókin um flogvanlukkuna gjørdist ein brakandi sukse - og neyðugt var at prenta bókina uppaftur. Tað var tá Grækaris við familju síni flutti til Danmarkar í 1999, har konan var í lestrar- ørindum, at hann gjørdi av at royna seg sum rithøvund. Fyrsta bókin eydnaðist so mikið væl, at hann síðani hevur roynt skriving- ina sum vinnuveg - hevur roynt at liva av tí. Nú Grækaris kemur við triðju bók síni, so er hann eisini væl á veg við fjórðu bókini - hon kem- ur tó ikki út fyrr enn um eitt ár ella so, og hon er um eitt ógvu- liga viðbrekið - og ikki minst kontorversielt evni. Heitið er »Dreingirnir í Waffen SS« og er um føroyingar, sum bardust við nazistunum undir krígnum. Nakrir av hesum monnum greiða frá, og Grækaris fer í teirri bók- ini at lýsa hetta - at berjast á »skeivu síðuni…« Lagnur heima í Bretlandi - Vit hava ongantíð hoyrt søguna um, hvat veruliga hendi viðvíkj- andi Jólaskipinum, sigur Grækaris, sum hevur roynt at savna tilfar, bæði tað, sum hevur verið á prenti, eins og hann hevur leitað á Landsskjalasavn- inum. - Eg havi funnið nógv áhuga- vert í frásagnum, sum tó ikki stóðu á prenti í bløðunum undir krígnum, tí tá var sensurur, sigur hann. Grækaris vísir á, at áhugin fyri vanlukkuni ikki var tann sami, tá eingin føroyingur var við. Talan var um 25 bretar, sum lótu lív - og tað var so tað. - Men hvat var tað, sum veru- liga hendi? Hvussu og hvønn ávirkaði hetta heima í Bretlandi? Grækaris hevur funnið avvarð- andi í Bretlandi, men sambandið fekk hann rættuliga tilvildarliga: - Í Onglandi var ein maður, sum leitaði eftir ætt síni, sum hann ikki hevði samband við. Hann visti, at ein farbróðir, Henry Koven, var deyður undir krígnum, men ikki reiðiliga hvussu. Sera trupult er at leita eftir horvnum fólki í bretsku skipanini, men maðurin hevði uppsporað, at farbróðirin var við »Sauternes«, sum var farið úr Skotlandi, men ongantíð komið vegin fram. Sum eina allar, allar síðstu roynd ringdi maðurin til Ferðaráð Føroya og spurdi, um nakar har hevði hoyrt um skipið »Sauternes«. - Jú, tað hava vit. Teir eru júst í hesi løtu í ferð við at kava niður á skipið, kundu tey svara honum av Ferðaráðnum. Dámar at koma í kjarnuna Endin á hesum var, at bretin kom til Føroya, og soleiðis kom Grækaris í samband við familj- una hjá Henry Koven, sum var ein av manningini. Í bókini síggja vit, hvussu hendan hend- ingin, og samstarvið við Græka- ris, førir familjuna Koven saman aftur, og systkinabørn, ið ongantíð hava sæð hvønn annan, hittast á fyrsta sinni. Henry Koven hevði konu, sum var við barn, tá hann fórst við Jólaskipinum. Hann fekk eins son, men konan og familjan annars vistu ikki, hvussu Henry Koven varð deyður. - Tað er júst hetta, mær dámar so væl, at tú kanst koma so tætt upp á kelduna, sigur Grækaris. - Tað at hesi systkinabørn hittast á fyrsta sinni, tað er at koma í fleskið á søguni - ella í kjarnuna í málinum. Á slíkan hátt fært tú loyst ein part av gátuni um Jólaskipið! Aðrar gátur loysir hann eisini. Eitt nú, at eingin kvinna var við skipinum. Søgur gingu um, at ein kvinna var við. Eisini hevur Grækaris funnið fram til, at skipið hevði havt trupulleikar við róðrinum fleiri ferðir, áðrenn skipið kom til Føroya, og at nógv bendir á, at skipið hevði trupul- leikar, tá tað fórst. Stórur partur av bókini, Jóla- skipið, er skrivaður úti í Svínoy. Eftir at hava savnað alt tilfarið, fór Grækaris út til Svínoyar, har hann settist at skriva - og skrivaði hann har alla bókina, sum snýr seg um alt tað, vit ikki hava hoyrt um Jólaskipið.... – Eg vil sleppa nær søguni Triðja árið á rað letur Grækaris Djurhuus Magnussen bók úr hendi, ið fer aftur um eina serliga søguliga hending - hesaferð eru tað lagnur kring Jólaskipið Fakta um Grækaris • Grækaris Djurhuus Magnussen er føddur í Hvalvík í 1962. • Avlærdur bankamaður í Føroya Banka. Er seinni útbúgvin journalistur frá fjølmiðlaskúla í Noreg. Síðani 1987 hevur hann starvast sum tíðindamaður á Sosialinum, Dimmalætting og í Sjónvarpi Føroya. • Grækaris hevur seinastu tíðina roynt at liva sum høvudnar burturav, men hevur partvís eisini starvast í Sjónvarpi Føroya. • Bókmentaverk: SOS Knúkur 2000 Horvin Føroyingur 2001 Jólaskipið 2002 – Mær dámar væl at taka eitt ávíst evni, sum eg kann lýsa út í æsir, sigur Grækaris D. Magnussen, sum í bókini »Jólaskipið« lýsir tað, vit ikki hava hoyrt um Jólaskipið. Hetta er triðja dramadokumentarverkið hjá Grækarisi. Tað næsta verður um føroyingar, sum gjørdu hertænastu í nazistaherinum hjá Hitler undir krígnum Mynd: Jens Kristian Vang Sosialurin Nr. 231 - 30. november 2002 9 FAMILJULÍV Orð: Ingrid Bjarnastein Myndir: Álvur Haraldsen Eini svørt hús á Signabø. Uttan fyri standa nakrir bilar, og tað er helst langt síðani ferðslan hevur verið so nógv til Signabøar ein sunnumorgun. Uttanfyri er vindur og kalt, og ikki ein sál er at síggja úti. Oman fyri húsini er inngongdin. Og so skjótt hurðin fer upp hoyrist barnaprát, vaksnamannaprát, klirr av koppum og tallerkum og mandarin-roykurin kennist sterkur. Her luktar av jólum! Fleiri børn standa í gongini. Onkur spælir, og onkur annar situr inni í køkinum og fær sær ein bita. Her er ongin ivi, -vit eru komin í rætta húsið. Ein heldur øðrvísi familju- samankomstur er á Signabø í dag. Átta pør av tvíburum hittast nevniliga. Annað av foreldrunum hjá øllum pørunum er úr Kolla- firði, og øll pørini eru í familju á ein ella annan hátt. Alt í senn Talan er, sum sagt, um átta tvíburapør. Fimm av teimum eru pør, - genta og drongur, meðan tvey pør eru bara gentur og eitt par er tveir dreingir. Tey eru øll frá 1 til 11 ár. Tvey pør eru eitt ár, fýra pør eru trý ár, eitt par er sjey og tað elsta er 11 ár. – Vit hava ofta tosað um at koma saman, eftirsum vit eru so nógv, sigur Unn Petersen, sum er ein av mammunum. – Men øll búgva ikki í Føroy- um, og eftirsum øll nú vóru heima, valdu vit at møtast. Fleiri av tvíburapørunum búgva uttanlands, og nøkur av teimum fara eisini at flyta aftur. – Um tú nakrantíð fært tví- burar, so skalt tú ikki gerast bangin, sigur ein av mamm- unum. – Tað kann tykjast ringt, men tað er tað als ikki. Um tú eigur børn áðrenn, so hjálpir tað sjálvandi nógv, verður greitt víðari frá, og onkur mamma undirstrikar, at tað er ógvuliga hart at fáa tvíburar fyrstu ferð, ein fær børn. Tosið fer víðari inn á tað at eiga børn, og at so við og við lærir ein at gera tingini skjótari og lættari. – Tú lærir skjótt at gera tað lættari fyri teg sjálva. Børnini fáa at eta í senn, í bað í senn, í song í senn og tað ger, at alt arbeiðið verður skjótari gjørt, greiða mammurnar frá. – Míni, sigur ein mamma. - Míni børn fáa bæði at eta av sama tallerki, brúka sama kopp og sama gaffil. Tað ger alt nógv lættari. – Eisini mugu tey í song í senn, og sovna nøkulunda í senn. Annars er ongantíð friður. – Um tú fært tvíburar, so verð- ur tú meira disiplinerað sum mamma. Tú kanst ikki bara renna avstað her og har. Mammurnar siga, at sjálvt um tú hevur dupult so nógv børn, sum tú kanska ætlaði, so merkir tað als ikki dupult so nógv stríð. Tað merkir dupult so nógvar blæur. Alt tað praktiska verður dupult, men tað merkir ikki dupult so nógv stríð, tí tú lærir skjótt at gera alt lætt fyri teg sjálva. Meðan prátað verður ganga øll børnini og mala aftur og fram. Onkur hevur hug at fáa sær ein bita, meðan onkur annar situr á gólvinum og spælir. Tað er ikki heilt frítt, at nøkur av teimum líkjast - heilt nógv. Tey eldru taka sær av teimum yngru, meðan mammurnar sleppa at práta saman eina løtu. – Vit fara helst at hittast aftur onkuntíð, men júst nær tað Dupult so nógvar blæur Á Signabø var ein heldur óvanlig samkoma fyri stuttum. Har hittust nevniliga heili átta tvíburapør Her eru teir so. Tey átta tvíbura-pørini: Lisa og Karis, 11 ár, Bára og Búgvi, 7 ár, Karina og Joshua, 3 ár, Niels og Emil, 3 ár, Silja og Lærke, 3 ár, Birita og Heðin, 3 ár, Geir og Vár, 1 ár og Zoe og Richard, 1 ár Lisa og Karis saman við Silju og Lærke Framhald á síðu 10 C M Y K 29 28