Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. november 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 30. november 2002 31 10 Sosialurin Nr. 231 - 30. november 2002 Hvørjir eru vit, og hvat vita onnur um okkum, vit sum kalla okkum føroyingar. Vit hava fyri vana at kalla grann- arnar fyri eystan, vestan og sunnan fyri brøðratjóðir. Van- liga vita brøður nógv um hvønn annan - í øllum førum tað mest neyðuga. Men so er ikki, tá vit tosa um brøðra- tjóðir. Ein og hvør, sum hevur búleikast í Danmark í styttri ella longri tíð veit, at tey vita sera lítið um veruleikarnar í øllum pørtum av kongaríkin- um. Her í Noregi er støðan als ikki betri. Norðmenn sigast at vita nógv um føroyingar, og teir brúka eitthvørt høvi til at siga okkum føroyingum at vit eru teirra nærmastu frændir og vinir. Hvat sum er orsøkin til hesa vinsælu er ikki gott at siga - tí hetta ynski um at hava ein felags samleika byggir sjáldan á kunnleika og sann- leika. Tað sær ein bæði tá ein tosar við norðmenn og tá ein lesur tað, teir skriva um brøðratjóðina. Ein norðmaður, sum er so glaður fyri ferð sína til Føroy- ar, bjóðar seg fram á alnótini til at halda fyrilestrar og vísa myndir av hesum spennandi oyggjalandi. Hann vil gjarna fortelja um t.d. "Risin og kenningin". Í limablaðnum hjá Norrøna felagnum, Norden Nytt, ið eisini verður sent limunum í føroyska Norrøna felagnum kundu vit í heyst lesa um eina ferð hjá einum bólki úr Tróndheimi, m.a. í vinarbýnum Klaksvík. Megin- parturin var á góðari leið, men tá tey komu til høvuðsstaðin so mistu tey staðkensluna. Í øllum førum høvdu tey eina mynd, sum sýndu nøkur av teim ferðandi á bonkinum niðri í Vágsbotni, ella Undirhúsið sum tað eisini kallast. Í myndatekstinum stendur at myndin er tikin niðanfyri "Tingvellir". At vanlig ferðandi ikki altíð fáa alt við sær hvar tey eru og hvat alt eitur, er kanska ikki so løgið. Men ein skuldi trúð, at tey sum arbeiða neyvari saman við føroyingum og siga seg hava umfatandi kunnleika um hetta oyggjalandið, vóru meir neyv, tá tey sendu fólk av stað. Islandia Travel, ið sendir fólk til Føroyar og Ísland skuldi verið ein fyritøka, har vitanin um Føroyar var á góðari leið. Men tá ein lesur á heimasíðu teirra, so fær ein mistanka um, at hetta er eitt annað land teir skriva um: "Dugvugardur, det gamle gårdshuset på Saskun" "Om ettermiddagen anbe- faler vi en tur til de nord- ligeste øyene for å besøke Klasvik og Vidareidi. Velg mellom innkvartering på Hotel Nord i Vidareidi eller Klasvik gjestehus." "Vi anbefaler en seiltur med en av postbåtene, fra Klasvik til Husar og Sydradalur på Kalsoy og en tur til Trøllnes" Í gerandisdegnum upplivir ein eisini at fáa søgur sum ein skuldi trúð ikki eru sannar. Kannaði nýliga um ein før- oyskur tónleikabólkur kundi sleppa at spæla á einum jazz- klubba her í Oslo. Svarið var nei. Tá eg so spurdi um orsøk- ina, var svarið, at bólkurin saktans kundi spælt hjá teim- um - tí góðskan var sera góð. Men hví kundu tey so ikki bjóða føroysku tónleikarunum at spæla, jú tí tað var so dýrt. Eingin hevði tosað um nakran prís. Tey vóru vís í, at Føroyar var so langt burturi, at tað vildi kostað ov nógv at fáa bólkin hendanvegin. At hesin jazzklubburin so í staðin fann sær ein bólk úr Tromsø at spæla hetta kvøldið var líka- mikið. Tað er hóast alt í Noregi - sjálvt um tað kostar umleið tað sama at flúgva úr Tromsø til Oslo sum úr Føroyum til Oslo. Men tann besta er álíkavæl um spurningin sum konan fekk nakað herfyri. Hon sat og tos- aði við ein dámu sum tyktist at vera hampuliga vælvitandi um tað mesta. Tá hon so hoyrdi, at eg var úr Føroyum segði hon, at tað var eitt spennandi land. Men so kom ivin og dáman spurdi um, hvussu leingi hesin føroying- urin hevði verið í Noregi. Konan svaraði, at hann hevur verið her í skjótt tólv ár. Nú skilti dáman einki, og mátti spyrja: - Hvussu hevur hann fingið uppihalds- og arbeiðsloyvi í Noregi í so nógv ár? Tá hugsaði eg, ja hvat skuldu vit gjørt uttan bróðurandan í tí norðurlendska samstarvinum. Har øll eru vinir, øll kunnu vitja hvønn annan og øll kunnu arbeiða hjá hvør øðrum. Bara synd at so fá vita um tað! Sannleikin um samleikan TELDUBRÆVIÐ Frá: Jógvan Hugo Gardar, Oslo, hugoga@online.no – jogvan.gardar@c2i.net Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti verður vita vit ikki, siga tær. Og nú er stríðið komið til at taka eina felagsmynd. Og at fáa 16 børn at sita í frið er ikki bara sum at siga tað. Onkur fær okkurt stungið í hondina, og so er friður. Men so er tað onkur heilt annar, sum als ikki klárar at sita í frið til fotografurin hevur tikið bíløt. Alt møguligt verður roynt, men har hjálpir ongin góða mamma. Loksins eru øll so nøkunlunda sitandi, og nú er ikki nógv annað enn at klikka, og so eru myndirnar endiliga komnar til høldar. Nú er skjótt døgurða- tíð og tey yngstu byrja so smátt at troyttast, og mammurnar byrja at tosa um at sleppa sær heim aftur. Vit takka fyri okkum og fara útaftur í kalda vetrarvindin á Signabø. Í dag hava vit sæð 16 tvíburar í senn. Meira enn tey flestu kunnu reypa av. Framhald av síðu 9 Hesi trý eru eitt ára gomul. F.v. Richard og so Geir og Vár Lars og Emil eru trý ára gamlir. Teir hava funnið sær okkurt at spæla við, og teir sita í øllum rokinum á køksgólvinum Tey eru bæði tvíburar, men ikki systkin. Vár er eitt ára gomul, meðan Heðin er trý Brúkt, men góð arbeiðsamboð Til sølu í løtuni: Volvo A20 6x6 dumpari,seriu nr.A20V2445 – 20,5x25 dæk 10%, 16000 arb. tímar, £ 15500,00 CAT 938G Wheel Loader seriu nr. 6Ws00931, 1998, 11500 arb. tímar – 17,5x25 dæk 30% góð £ 39500,00 CAT 963 Track Type Loader seriu nr.21z3868 – 1990 – 16500 arb. tímar – Beltir 50% góð fleirnýtslu skovl – oljuskiftir fylgd frá nýggjum, £ 21500,00 JBC 3 Cx Sitemaster (ikki turbo) 1995 – dæk miðal 50% – 2500 tímar ? (ur virkar) £ 13000,00 Bíligur Ford A62 Wheel Loader. Koyrir ok,men ongar bremsur, lift armur lekur, osfrv., £ 3500,00 Somuleiðis mongd av smáum kompressarum og Benford blandimaskinum. Prísir við fyrispurning. Ian Dickie (Plant Sales) Ltd. 23 Wyvis Drive Nairn IV12 4TP Scotland Tlf. 0044 1667 456001 Fax 0044 1667 451144 Gravsteinar, kantsteinar og blómubeð Nú eisini úr Føroyskum gróti GSM telefonir Tráðleysar Til skip og bátar Nokia - Siemens - Motorola Ericsson - Panasonic Siemens Dect. Kunnu ikki avlurtast NMT 450 - VHF telefonir v.m. SØLA & TÆNASTA Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460 Bæði til vinnuligt og privat Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf Gott jólabingo Glæman • Verður í Glæmuni í Kvívík leygardagin kl 16 • 6. og 12. spæl full pláta - heilt krov • 12 plátur 100 kr. • 15 vinningar á lutaseðli • Høvuðsvinningur - balja full av mati og heilt krov • Drigi verður millum spølini • Ókeyðis kaffi og rís a la mande í steðginum Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3080, P/F O. C. Holding, 450 Oyri. Nevnd: Farin frá sum formaður: Ólav Sune Marius Fløtt, 470 Eiði. Innkomin sum formaður: Hans Oliver Joensen, 450 Oyri. Farin úr nevndini: Edmund Esbern Johannes Joensen, 450 Oyri. Innkomin í nevndina: Edfríð Joensen, 450 Oyri. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Edmund Esbern Johannes Joensen, 450 Oyri. Innkomin sum stjóri: Ólav Sune Marius Fløtt, 470 Eiði. Skráseting Føroya tann 28. november 2002. Kristin Balle _______________________ www.sosialurin.fo C M Y K 31 30