leygardagur 8. august 1987síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 88 — 8.
august 1987
Seinnapartin hósdagin kom Ólavur Halgi á Havnina við Royndini Fríðu, sum fekk maskinskaða á Sandovarbanka-
num
Nógv ht um hjálp
Ólavur Halgi hevur havt
úr at gera seinastu tíðina.
Nógv skip og bátar hava
havt brúk fyri hjálp.
Hósdagin sleipaði Ólav-
ur Halgi Royndina Fríðu
til lands. Hon fekk
maskinskaða á Sandoyar-
banka. Beint áðrenn
hjálpti = Ólavur Halgi
tveimum eðrum skipum.
Hann hjálpti Varðborg at
x 1
fáa trolið inn, iad hekk i
ødrum veirinum. Hetta
var á Suðuroy art:
num. Og vestan fyri
uroynna hjålpti hann
Spógvin hevur tikið fleiri
gørn í Sundalagnum nú í
vikuni og Vaktar- og
bjargingartænastan
hevur nú millum tíggju og
tjúgu gern, upplýsir Jó-
han Ziskason. leiðari á
V&B. Hann heldur, at eru
hetta sildagern, so eru tey
ikki vanlig. Meskavíddin
er millum 100 og 160 mm í
teimum gernum, Spógvin
hevur tikið. ið.
— Sterstu sildagern, vit
vita um, hava meskavídd-
ina 63 mm, sigur Jóhan
Ziskason og leggur aft-
urat:
báturin Varðin um hjálp
beinanvegin. Maskinan
var steðgað og báturin var
farin at leka. Hetta var
norðan fyri Fugloynna.
Jens Chr. Svabo fór til
hjálpar, men tað gjørdist
Jens Chr. Svabo fylgdi
Varðanum inn.
Tjaldrið hevur ligið í
Fuglafirði í ein mánað,
meðan maskinurnar eru
yvirhálaðar. Tjaldrið
skuldi fara út aftur í gjár-
Goyma laksin
Í teimum gernum, Spógv-
in tók í síðstu viku, var
laksur og bara laksur. Og
tað er ikki loyvt at fiska
laks við gernum. Tí hevur
V&B tikið gørnini og boð-
að fútanum frá. Laksurin,
sum var í gernunum, er
frystur. Jóhan Ziskason
vil ikki upplýsa, hvussu
nógvan laks, teir hava.
Men hann sigur, teir vita,
Sildagørn
O 3 a 5 6
0“
um gernum, sum Spógvin
tók í hesi vikuni. Tey
blivu tikin so skjótt eftir,
tey vórðu sett.
Ikki er loyvt at seta
gern nærri landi enn 30
metrar á lægstu fjøru og
100 metrar úr áarósa.
Flestu gernini, Spógvin
hevur tikið í Sundalag-
num, stóðu uttan fyri hesi
merk. Í so máta vóru tey
lóglig. Men tey eru tikin
kortini, tí V&B heldur
ikki, talan er um silda-
vel, sum hevði fingið um ikki neyðugt at sleipa. kveldið.
skrúvuna. Teir á Varðanum fingu hd
Hósmorgunin bað trol- maskinuna í gongd aftur.
— Vit meta ikki, hesi hver laksur hoyrir gern.
gernini eru ætlað at fiska hvert garn. Flestu laksarnir, sum
sild við. Ongin laksur var í teim- vóru í gernunum, vóru
laksar, Fiskaaling hevur
sett út. Teir vóru merktir.
Málið er latið fútanum
og í gjár hevði Jóhan
Ziskason ikki frætt hað-
ani, so hann dugdi ikki at
siga, hvussu málið verður
avgreitt. Hann sigur, teir
vita, hver eigur nekur
gern, tí eigararnir hava
sjálvir sagt frá.
hd
Gernini, Spógvin tók í Sundalagnum
Loyvt er at seta sildagørn i Sundalagnum og har eru eisini nógu sildagørn.
Men gørn, sum hava meskar millum 100 og 160 mm, eru ikki ætlað sild, heldur Vaktar- og bjargingartænastan
Stongt vegna feriu
frá 10.—24. august
S.U.F.-felagið
Tórshavn
LIN RENT anno enaon
7 8 Ss 10 1 12 13 14 15 146
Síða 5
Sjónarmið um
egna skuld
vann ikki frama
— Ferðsluvanlukka var óviljað mann-
dráp avgjørdi Foroya rættur
Feroya rættur góðtók
ikki sjónarmiðið hjá
verjanum um egna
skuld og tí heldur ikki
kravið um frídeming
fyri óviljað manndráp,
tá sakarmálið móti
einum manni av Tver-
oyri var til viðgerðar
hósdagin.
Maðurin var ákærd
ur fyri brot á ferðslu-
lógina og revsilógina í
sambandi við eina
ferðsluvanlukku á
Tveroyri 5. desember í
fjør. Madurin koyrdi á
tríggjar dreingir aftan-
ífrá. Ein teirra doyði
nakrar dagar seinni, 16
ára gamal
Maðurin var ákærd-
ur fyri rúsdrekkakoyr-
ing, fyri at hava koyrt
lastbil uttan at hava
stóra koyrikortið, fyri
óansni og fyri óviljað
manndráp. Bremsur-
nar hjá bilinum vóru
ikki í lagi
A rættarfundinum
hósdagin játtaði mað-
urin seg sekan í ollum
ákærunum uttan
himpr. Men verjin hjá
honum royndi kortini
at fáa hann fríkendan
fyri óviljað manndráp.
Hann brúkti sjónar
miðið um egna skuld.
Hann vísti á, at teir
tríggir dreingirnir
gingu lið um lið, so-
leiðis at tann innasti
var næstan úti á hálv-
um vegnum. Hevdu
teir gingið hver aftan
fyri annan, var van-
lukkan ikki hend, segði
verjin, sum eisini vísti
á, at dreingirnir bóru
ikki endurskin.
Verjin kravdi í fyrsta
lagi frídeming og í eðr-
um lagi linastu revsing
fyri óviljað manndráp.
Fyri brotini á ferðslu-
lógina kravdi verjin
eisini linastu revsing.
Ákærin kravdi hin-
vegin ta vanligu revs-
ingina: seks mánaða
fongsul og at missa
koyrikortið í fimm ár.
Sorinskrivarin
demdi fýra mánaða
fongsul og koyrikorts-
miss í fimm ár. Maður-
in tók við dóminum.
Endurgjaldskrøv
Å rættarfundinum
bleiv upplyst, at endur-
gjaldskrøv eru frá
teimum báðum
dreingjunum, sum
sluppu undan vanlukk-
uni uttan álvarslig
mein. Krevini umfata
ur og klæði.
Eisini var boðað frá
kravi frá pápa
drongsins, sum doyði.
Her gjerdi rætturin
vart við, at talan bert
kann blíva um útreiðsl-
urnar í sambandi við
jarðarferðina, tí drong-
urin var ikki uppihald-
ari (forsyrgjari).
Akærdi jåttadi at
gjalda.
Getuljós i ólagi
Vanlukkan hendi við |
Dimons bakarí klokk- |
tíggju |
an knappliga
um kveldið.
Maðurin greiddi frá,
at hann eftir arbeiðstíð |
hevði drukkið fýra—-
fimm gullei Hann
kendi seg ikki ávirkað-
an, tá hann koyrdi til
hús í tí lítla lastbili-
num. Ongin ferðsla
var. Hann koyrdi við
nærljósunum og lyktir-
nar vóru í lagi. Tá hann
nærkaðist Dimons bak-
arí, sá hann onkran
ganga á vegnum, í
hegru síðu, einar hálvt-
hundrað metrar
framman fyri bilin.
Hann helt somu ferð,
50—60 km/t, og visti
ikki av nøkrum, fyrr
enn tað brast og hann
fekk forrútin í andlitið.
Hann traðkaði á
bremsuna, men hon
skuldi pumpast, so
hann dugdi ikki at
siga, um bremsurnar
virkaðu beinanvegin.
Tað var sera myrkt
hetta kveldið, regn og
tám. Og á sjálvum van-
lukkustaðnum hevði
eitt getuljós verið í
ólagi leingi. Eina tíð
eftir vanlukkuna lýsti
tað aftur.
Blóðroynd varð tikin
av øllum fýra pørtu-
num i vanlukkuni. Teir
triggir dreingirnir
høvdu promilluna 0,0.
Maðurin, sum koyrdi
bilin, hevði 1,80.
hd