Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. august 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn Skúli og uppfostran NÚ EIN dagin visti útvarpið at siga, at enn rgkist ikki nakað fyri einum mýggjum lønar- og arbeiðssáttmála millum Føroya Lærarafelag og Føroya Landsstýri. Tveir mánaðir eru síðan seinasta fundin millum partarnar og eingin nýggjur sam- ráðingarfundur var avtalað- ur tá. Í EINI vælgrundadari við- merking í útvarpinum segði formaðurin í Lærarafelag- num, at stødan í fólkasúla- num er ikki góð. Ein hópur av lærarum hevur leitað sær annað starv á privata ar- beiðsmarknaðinum. har eru lønirnar helvtar- og tvifalt so høgar sum hjá lærar- unum. Aðrir lærara hava sekt um farloyvi og upp- aftur aðrir »hanga bara viða. Ikki ti at teir eru nøgd- ir, men hesir hava kanska nakrar vónir um betri lønar- og arbeiðsviðurskifti, sum heldur ikki eru ov góð nógvastaðni. SOSIALURIN skal ikki gera seg til talsmann fyri, at lær- aralønirnar ella aðrar al- mennar lønir sum heild skulu upp á tað stødid, sum nógvar lønir á privata ar- beiðsmarknaðinum eru. Hesar eru kunstuga høgar og eru partvíst hildnar uppi | av einu høgum iløgu-og for- | bråksstødid, sum aftur sæst i øktari uttanlands- skuld. HINVEGIN fer málgagn Javnaðarfloksins at átala tað, at almennir lønarb6lkar ikki sleppa at samráða seg | lidnar — kanska tí teir ikki | hava verkfalsrætt — og Útgevari: P/Æ Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Mútler Fyritaksstjóri: Krisjan Daht Blaðfótk: Ljósmyndari: Uppseting: Prent: heitir å landsins myndug- leikar um at geva hesum bélkum sømdir åjavnt vid aðrar bólkar. SKÚLIN ER ein hornastein- ur i ti framkomna samfelagnum. Og grundar- lagið undir allari útbúgving er fólkaskúlin. Javnaðar- flokkurin hevur sum ein arbeiðaraflokkur altíð havt til endamál, at øll børn og ung skulu fáa ein góðan barnalærdóm og eina útbúgving. Tí má flokkurin gera sær greitt, hvørji eru tey fyrstu sum eru við sviðið soð í einum skúla sum er í afturgongd. SITANDI landsstýrið rekur ein heildarpolitikk á nógv- um gkjum mótvegis undan- farna landsstýri. Eisini á skúlagkinum. Har verður av øllum alvi arbeitt við fleiri vinnuskúlum og landsstýr- —ið hevur fingið nýggj tilmæli frá Landsskúlafyri- sitingini. Um ikki so langa tíð kann farast undir fleiri vinnuligar útbúgvingar fyri tey 16—19 ára gomlu. Men lítil dugur verður í slíkum, um fólkaskúlanum verður bakkast fyri. LOYSN MÁ tí sum skjótast fáast á lønarvidurskiftini hjá Lærarafelagnum, eins og aðrir skúlatrupulleikar, sum spøkja á ávísum skúlum mugu fåast av vegnum, tí teir eru hvørki føroyska skålaverkinum til æru ella føroyskari mentan til heið- ur. Dånial Í tínum aftursvari til mín kveður tú ...Eg ynski ei meir... Hví tekur tú ikki til >Or- min< ella »Å Tvøroyri búgva hevdingar tveir — Dánjal og Páll so eita teir!a Ja, Dánjal, kveð tú bara — niðurlagið kemur eisini. Tó ynski eg tað, at unt verði mær at liva tann dag, har slóðaraandin aft- ur kemur í hásetri á Tver- oyri — har samanhaldið er 100% — tá »Fylking« af- | tur verður felagið, har ar- beiðarar fylkjast um stjórn sína, so hon í ellum forum kann stíga fram sterk — frí og fræls — tí hon hevur limirnar í rygg- in. Nú er Fylking at kalla tómt at vera — limirnir haldast óvitandi um fram- ferð stjórnarinnar ella og formans. Eg vaks upp millum teir sokallaðu slóðarar okkara, og nógv eru nevn teirra, ið glitra á hesi grund — teir dugdu at vera ósamdir og teir dugdu eisini at semj- ast, tí settu hesir menn síni djúpu spor í Feroya arbeidarasøgu. Í dag eigur Fylking onki umboð í Feroya Arbeið- arafelag, og tín er skuldin — tú vil ikki fylkjast við teim tú valdur er at stríð- ast saman við, men letur ÓB leggja tær orð í munn- in, sigur tað ikki tvera- monnum alt! Fylking og Fiskepiger- nes Fagforening hava al- tíð kunnað staðið saman, tá á stóð, og henda megi teirra úteftir er kend um heila Feroya land, men 7 meiriluti tin allastaðni er ikki myndaður so, heldur við ÓB's og Nautilus. Skomm er ikki skapt í tær, tá tú torir at nevna verkfallið í vár — har Fylking sjálvandi stóð manniliga sum aðrir — meðan tú royndi at gera okkum og felag okkara til verkfalsbrótarar, slíkt er ikki í seguni hent. At tú í hesum blað kunn- ger navn mítt burtur úr verkfallsstuðulsskjalinum sýnir bert, hvussu skitin tú ert innast í sálini — tú bjóðaði mær sjálvur — mín rætt sum eðrum lim- um — hví kunnger tú ikki allan listan, havi eg ikki sama rætt sum aðrir — hví kunnger tú ikki gávu- listan — sum er nakað speciellur og ikki fyri all- ar!!! Øll kenna teg og skriv- ing tína — so sig tú bara tað var ikki eg men ÓB. Viðurskiftini millum Feroya Fiskaselu og Tver- oyrar Flakavirki greitt frá í nr. 64 í hesum blað — eru tað orð eftir tær? Eru tað ikki orð fiskaselustjórans tú her endurtekur? Áhugi mín á fundinum var ikki minni enn tín — men rósandi var tað ikki — tá tú byrjaði at gremja teg um tað ringa rokn- skaparúrslitið, sum Tver- oyrar Flakavirkið hevði. Ætlanin var nokk at biðja um hjálp og verju teirra — men hetta hevði ikki áhu- ga teirra — ístaðin greid- du teir frá, hvussu væl Fiskaselan var fyri (ikki flakavirkini) — teir seldu jú til síni egnu feleg í Ong- landi og Danamrk — og Nr. 88 — 8. august 1987 i Z 2 hverja ávirkan hetta hev- ur havt yvirhoyrir tú. Eisini gekk tað týðiliga fram, hverja ávirkan Heri Mortensen stjóri okkara hevur havt á selupolitikk- in innan Fiskasøluna, ein verulig veking var farin fram og teir fumlaðu seg fram enn — og nýttu enn vitan hansara — men tað hugaði ikki tær at fáa at vita, so tín vitan um Fer- oya Fiskaselu selupolitikk og teirra puljur er stjóra- katekismus og kemur ikki okkara virki til góða. At hesin selustovnur er væl mergjaður í dag — er ikki logið — væl errist. Tú segðist vera bangin um arvin eftir Feroya Fiskaselu — sum vit ong- an lut fingu í, um vit fóru út — óiva einasta grund ja stersta grund til at vera ímóti útmeldan — kanska hevur tú skaffað okkum sersteðu í testamentinum. Men tað var eisini ein sildasela, ið hvarv, og vir- ki á Tveroyri áttu eisini lutvísan arv har — hvar bleiv tann arvurin lagdur — ikki á Tveroyri. Feroya fremstu vinnu- livsmenn og vælvildar- menn Tvøroyrar — sótu í stjørn sildasølunnar — og ganga nú aftur innan Fiskaseluna ella umboð teirra. Ynskir tú meir — meira løn kanska — sig til, tú av- ger tað sjálvur við verandi meiriluta. Karl Jespersen HA—TA TD — 7 Ja ferðir um vikuna. 10.0; sf; + Eg gerist haldari av Tíðindablað- num Sosialinum og fái blaðið 3 Haldaragjaldið fyri ársfjórðingin er kr. 130, Haldarar uttanlands gjalda kr. 150 Goldið verður ongantíð fyri fleiri blød enn tey, ið eftir eru at koma í Navn Bústaður Kannað posthusinum 19, LR ársfj. einum ársfjórðingi a a | Fi 1 UA 1888 H.N