Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. august 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

so syndugt at Er tað veruliga »dansa brúðar- visuna« í kirkjuni »Vit eiga ikki at kvøda í kirkjuni…« >Brúðarvísulagið hóskar ikki til ein so álvarsligan sálm (Hvar Gud vil, glaður fari eg)«. Ja, so siga tey. Men ikki slepst uttanum, at sj sálmin júst til brúðarvísulagið ! Mundi hann ikki vita, hvat hann gjordi ? Tað vísir seg, at hverja ferð, sálmurin >Hvar Gud vil, glaður fari eg< kemur fyri í kirkjum okkara, er sami tvídráttur, um vit skulu brúka tað feroyska lagið til sálmin — ein variant av Brúðarvísuni. Sunnudagin var hetta ser- liga aktuelt, av tí at sálm- urin varð sungin í flestu kirkjunum kring landið. Summir organistar spæla tað feroyska lagið Gomul Feroysk Sálma- løg nr. 7), og kunnu tå vænta sær åbreidslur frå kirkjuliðnum. Aðrir gera sum hann gjørdi í Útvarp inum — taka okkurt út- lendskt. Og aðrir organ- istar hava tað uppaftur lættari í so máta — teir kenna ikki tað feroyska lagið! Ymisk argument eru fyri ikki at brúka brúðar- vísulagið í kirkjuni. Frá tí beinleiðis barnsliga og út- jabbaða „at eingin dugir tad« til, at eitt kvæðalag hóskar ikki í kirkjuni. Nú er ikki eitt og hvert orð, tú skalt svara til, og organistar munnu hoyra eitt sindur av lummafilo- sofi millum ár og dag. Men av tí, at vit ikki hava ov nógv av føroyskum sálmalegum, og av tí, at andstaðan móti teim fer- oysku legunum av eini legnari grund er so sterk — og av tí, at serliga brúðarvísulagið stendur fyri skotum — so haldi eg neyðugt vera at gera eina viðmerking. Kemur úr dansk- ari sálmabók Sum sagt, dámar ikki øll- um »kvædaløg« í kirkjuni — ov verðsligt, halda tey. Beinleiðis syndugt, halda onnur. Og tað er jú í ein ávísan mun rætt. Neyvan kundi nakar hugsað sær at sungið sálmar til Sjúrðarkvæðið t.d. Men vit kunnu ikki koyra øll kvæði, tættir og visur i sama bås. Munur- in millum eitt nú Sjúrðar- kvæðið og Fruntatátt er sum kunnugt rættiliga stórur. Hvussu verðslig er Brúðarvísan? (I ærlige Brudefolk...) So verdslig, at hon stavar frå teirri kendu Túsundtalssálma- bókini! Við eðrum orðum ein óspiltur sálmur. Og einki er at ivast í, at hon hevur verið sungin í kirki- uni — við brúðarvísulag- num — áðrenn føroyingar fóru upp á gólv við henni. At føroyingar brúka hana í føroyskum dansi, kann yrkjarin so ikki gera við! Vísan sjálv verður ikki heidnari av tí. Tað er bara at kanna inni- haldið. Reint bíbilskt frá byrjan til enda. Hesin yrkingarhátturin — fráseguhátturin — er ikki ókendur, um hann ikki er so »sålmaligur«. Mikkjal á Ryggi nýtir sama fråsøguhått í sínum sálmum, og nógvir nýggir andaligir sangir eru yrkt- ir á sama hátt. (Demi: Brúdleypið í Kána v. Bill) Og um onkur skuldi verið ímóti feroyskum dansi: tað kemur meir enn so fyri, at sálmar og andaligir sangir verða misbrúktir — umyrktir til skemtitættir ella brúktir beinleiðis til blasfemiskt endamál. Skuldu vit farið at banna øllum hesum sálmum so hvert? Dansaðu Guði til heiðurs Tað skemtiliga ella blas- femiska mundi liggja fer- oyingum sera, sera fjart, tá ið teir av fyrstan tíð fóru upp á gólv við hesum sálminum. Brúðardans- urin var framhald av sjálvari brúðarvígsluni, og dansað varð Várharra til heiðurs — tað prógvar presturin, ið var fastur dansari — og menn dans- aðu Brúðarvísuna hatt- leysir. So fastgrógvin var dansurin í feroysku ment- anini, at feroyingar lov- aðu Guði við dansi. Hetta gjørdi Dåvid kongur mær vitandi eisini, og enn tann dag í dag dansa bæði afri- kanskir og ameriskir nek- arar Guði til heiðurs. So kunnu vit kanna lag- ið til Brúðarvísuna! Suðr- ingar brúka sítt egna lag, ið einki samband hevur við tað, vit brúka norðan- fjørds. Sambært Mari- anne og Karl Clausen er hetta lagid variantur av ti kenda kirkjuliga lagnum »Guds søn kom ned fra Himmerig« (DDK 143). Hetta er gamalt tyskt lag úr 15. eld. Tó hevur tað ikki verið sungið í tí stranga 4-taktforminum í DDK. Sangurin fyrr var fríari og meira lagaður til tann skiftandi versafótin og ikki so læst í metrisk mynstur. Kanna vit ta donsku upprunatýðingina til »Guds Søn er kommen af Himmelen ned«, siggja vit, at versafóturin gong- ur sera væl til tann før- oyska variantin (royn sjálv/ur!). Tá hevur sálmasangurin also havt meira vísudám yvir sær men framvegis Guði til heiðurs! Skyldskapurin við tað týska lagið hoyrist betur í ødrum hevuðsvariantin- um. Í tí variantinum, álvur Jákup Dahl týddi henda Waagstein brúkar í GFS, hoyrist hetta ikki líka væl (tað er hesin variantur, ið brúktur verður í kirkj- uni). Her er tað vorðið eitt serligt feroyskt sálmalag. Gjerdist feroyskt fólkalag „Hví so ikki bara brúka tað týska lagið í DDK?« Ti tað ber til at brúka bæði — meir líkjast tey ikki. Eingin gáar um, at tey einaferð vóru sama lag. Varianturin í DDK er heldur ikki heilt uppruna- ligur. Tað er einaferð so, at hvert landið fær sínar serligu variantar, og mangan verður miðvíst arbeiði gjert fyri at varð- veita teir. Í DDK kemur mangan fyri, at teir hava hildið seg at tí danska variant- inum heldur enn at taka tað upprunaliga lagið. Sama er galdandi fyri sviar. Í Dalarna verður nógv gjert burtur úr teim variantum, sum hver bygd hevur til ymisk leg! Og hví skuldu vit ikki gjert tað sama? Øll lond stríðast fyri at varðveita síni eyðkenni og sína mentan. Vit hava fingið eitt frálíkt sálmalag burt- urúr, eitt sum í mangar mátar er hábærsligari enn tað týska og sum er alt ov gott at goyma burt- ur. Vit kunnu bert fegnast um, at lagið er komið aft- ur til rettu móðir sína — kirkjuna. Drykkjuvísur inn í kirkjuna Tí hvussu er tað nú statt við okkara »kirkjuligu« legum? Hvaðani stava tey? Nr. 68 8. august 1987 Tað er ein veruleiki, at Jákup Dahl týddi sálmin >Hvar Guð vil, glaður fari eg« júst til brúðarvísulagið (GFS nr. 7). Mundi hann hava gjert tað, um hann ikki helt, at lag- ið hóskaði í kirkjuni ? Tá ið Luther setti sína kirkju á stovn, varð hon- um greitt, at hann noydd- ist eisini at endurnýggja sálmasangin. Hann var fyrstur at yrkja eftir ein- um regluligum, metrisk- um mynstri. Fyrr hevði kirkjan bara havt teir longu latínsku sålmarnar, id ikki gingu eftir nøkrum ávísum versafóti, og sálmar, sum vit hava í dag, vóru óhugsandi tá á døgum — tað reina blasfemi. Men tað legði Luther ikki so nógv i. Legg til merkis, at vit brúka orðið »sålm« skeivt. »Sålmar« finnur tå bara i Bibliuni — teir sonevndu »Saltarsålmar- nar«, og teir vórðu brúkt- ir Í gudstænastuni, sum teir vóru. Hesar nýyrk- ingarnar nevna týskarar enn tann dag í dag >Kir- chenlied« — »kirkjuvis- ur« — tað vit nevna »sålmar«. Ta katólsku messuna kundi hann ikki brúka til allar hesar nýggju sálm- arnar — her mátti hann hava nýggjh leg — leg, id ikki høvdu verið at hoyrt í kirkjunum áður. Nøkur gjerdi hann sjálvur — og sum tann fyrsti í seguni fór hann at brúka verðslig leg í kirkj- uni! Tók leg til drykkju- vísur og kærleiksyrking- ar, tí hetta vóru leg, sum fólk dugdu. Á henda hátt bar til at fáa sálmasangin góðan og »félkaligari«. Tað sama gjerdi stovnari Frelsunnarhersins, Willi- am Booth, 3-400 ár seinni. Hver hugsar um, at tá ið vit syngja >Rita navn títt mær í hjarta« — so syngja vit lagið til eina gamla franska drykkju- vísu! Í kirkjuni! Vár Guð er fest og haldgóð borg« — lagið er til eina týska kærleiksyrking. Sama er við „Lít allar tinar leidir« (Mein Hertz hat mich verlassen) — og hana varð enntá dansað til! »Innsbruch Ich muss dich lassen« var ein væl- umtéktur slagari. Varð umyrktur og gjerðist sálmurin »O Welt, Ich muss dich lassen< (Gud, eftir tær mær leingist — Nú hvílist hver ein teig- ur). Sama uppruna hevur >Wie schøn leuchtet die Morgenstern« (Algóði Guð, tú fyrstu ferð). Sungið í kirkjuni Tá William Booth stovn aði Frelsunnarherin, fór hann inn á drykkjustovur og aðrastaðni eftir leg- um, hann skuldi brúka til sálmar — tí hetta vóru log, fólk kendi, og sum hann segði: »Hvi skal hin versti hava øll tey góðu legini?< Og mong av teimum popp-legum, ið brúkt verða til andaligar sangir í dag — hvaðani stava tey? Brúðarvísulagið hevur ikki henda verðsliga upp- runa, men er komið bein- leiðis úr kirkjuni. So tað átti at havt sterri heima- rætt har enn mong av teim, ið nevnd eru oman- fyri. Og hver sigur, at feroy- ingar ikki eisini hava brúkt lagið í kirkjuni? Demi um hetta er t.d. lag- id til >Í Gøtu ein dag< (Velkommen igen). Sjálvt lagið er variantur av sálmalagnum »Far ver- den, farvel«, id stendur onkustaðni í DDK — og er also væl eldri enn yrking- in hjá Tróndi Olsen. Í onkrari bygd hevur sálmurin verið sungin við >Í Getu...cvariantinum — sum eitt sálmalag! Eg