Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. august 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 88 — 8. august 1987 navi »yrt onkran annan sálm verið sungnan so- leiðis í onkrari sending í Útvarpinum — eg skal ikki sige fyri vist, at Su- sanna Samueisen i Husa- vik syngur? Men eg haldi, at 1 morgunlestrinum verdur »Far verøld, far- væl« sungin vid lagnum til >Í Gøtu…« Mangun hevur helst krept tærnar, hevði hann hoyrt heita lag í kirkjuni. Men lagið er sum sagt sálmalag — annars hevði eingin kingosangari brúkt tað. Og her er tað at siga, at munur er á innihaldinum í Brúðarvísuni og »I Gøtu ein dag«. Visti Jákup Dahl ikki, hvat hann gjerdi Jógvan Waagstein fekst nógv við at taka kingoleg upp á fonograf og harmo- nisera tey til kór og kirkjubrúks. Úrslitið gjerdist nótaheftið >Gom- ul Føroysk Sålmaløg«. Ætlanin hjå honum var sjålvsagt, at hesi løg skuldu verða brúkt i guds- tænastuni til felagssang — hetta eru gomul, fer- oysk kirkjuleg og eiga tí sín sjálvsagda rætt í fer- oysku kirkjuni. Her finna vit »Hvar Guð vil, glaður fari eg« (GFS nr. 7) við brúðar- vísulagnum (sí nótadem- ið) — fyri fyrstu ferð har- moniserað. Einki er at iv- ast i, at hann, id sungið hevur »Hvor Gud mig fø- rer, glad jeg gaar< fyri Waagstein, hevur brúkt hetta lagið — og at tað hevur verið brúkt í kirkj- uni. »Gomul Føroysk Sålmaløg« komu ut i 1931. Tå åtti kirkjan ikki før- oyska sálmabók, og Upprunalagið til Brúðar- vísuna er eitt kent, týskt kirkjulag úr 15. old. So her er ikki hent annað enn tað, at tað er komið aftur til rottu móður sína kirkjuna (Nótarnir eru úr Gomlum Foroyskum sálmalogum) jr mangir føroyskir sålmar — uppruna- og tyddir — vórðu almannakunn- gjerdir fyri fyrstu ferð í hesum heftinum. Demi: Av Himni kom ein eingla- herur, Eg vil mínum Harra prísa, Harra Guð títt dýra navn og æra o.a. Kanna vit eftir, síggja vit, at Jákup Dahl hevur umsett allar teir fyrstu 15 sálmarnar (bert fyrru helvt av GFS kom út í 1931). V.e.o. báðir hava lagt heftið til rættis. Tað vil siga, at sjálvur Jákup Dahl — okkara fremsti kirkjumaður — ætlaði sálmin til Brúðarvísulag- ið! Mundi hann ikki vita, hvat hann gjerdi? Hevði hann umsett sálmin júst til hetta lagið, um hann hevði hildið tað verið skeivt at brúkt í kirkjuni? Neyvan. Onkur skal hava sagt, at brúðarvísulagið hósk- ar ikki til ein so álvar- saman sálm. Men hvussu fegin vit kanska vilja, sleppa vit ikki uttanum, at Jákup Dahl ætlaði tað soleiðis. Vx) i : … . LI “ lg ha Er tað feroyskt, so er tað ikki gott Annars eru nógv leg at finna í DDK, sum upp- runaliga eru reint verðs- lig vísuleg — donsk og svensk. Onkur sarabanda kemur tyri — sarabanda er sum kunnugt ein dans- ur! Hann, ið lagt hevur hesi leg til rættis til kirkju- brúks, er sjálvur Thomas Laub — fremsti kirkju- tónleikari, danir hava átt. Helst mundi hann vita, hvat hann gjerdi. Einki siapp ósensurerað ígjegn- um nálareygað hjá hon- um. Bert tað, ið var ekta kirkjuligt, góðtók hann — sjálvt hesi verðligu vísu- løg. Og sum sagt er brudar- visulagid ikki nær nåm- ind so verdsligt. Hin umberingin, at fólk Skal ikki duga lagið, er heilt burturvið. Hevur tað verið á prenti síðani 1931, eru allir kjansir fyri at duga tað. Vit duga ein fitt- an part av DDK, hóast hon kom ikki út fyrr enn í 1954. Sama er við flestu Hvar Guð vil glaður íari eg a z Få iP z - > r * 4“. sis - |» Í Í - 3 is ; på a :. : 5 > . * dá s ig Sí as is på av føroysku løgunum til Songbék Føroya Fólks. Vit læra tey løg, vit vilja læra. Men onkurs- vegna er ein øgilig and- støda ímóti ti sindri av føroyskum sålmaløgum, vit eiga — tey eru tung, keðilig, ring at syngja, ókend og-eg-veit-ikki- hvat. Har verður bara samtykt, at hasi duga vit ikki. Punktum. Er tað foroyskt, er tað ikki gott. Samstundis sum stríðst verður fyri at halda tí før- oyska úti — tí tú mást ikki koma og broyta nakað, pilka við fólkaognir hjá fólki, tað sum tey duga so væl o.s.fr. — so verður stríðst fyri at troðka eitt av okkara fáu vælkendu føroysku legum út og fáa eitt norskt ístaðin! Jú, vælsignað — >Harra Guð, títt dýra navn og æra«! Tá vit endiliga hava okkurt feroyskt — so út við tí. Og nú ber væl til — eingin kærir sína neyð, øll duga at syngja við. Logikkurin? Man tað vera tann út- lendska lúsin? Síða 9 i .. .. - . Okkara sangtraditión Veit eisini, at onkur hevur at sálmalegunum hjá Hans J. Højgaard — tey skulu vera ov kvæðakend. Jú, men hvat tá? Tað er okkara sangtradition, og hana skulu vit íkki skammast yvir. Tað er gott, at fólk fylg- ir við í tí, ið hendir innan kirkjugått, ti apati — likasæla — er tad ring- asta fyri Kristindémin. Eg skilji væl, at onkur kennir seg undarliga við at »kvøda« í kirkjuni — og Fruntatáttur og Flóvin Bænadiktsson eru ikki at mæla til innan kirkjugátt. Men eg havi roynt at vísa á, at her er ein mun- ur. Og eg vóni, at fólk her- eftir kunnu syngja brúð- arvísulagið við betri sam- vitsku. Heri Eysturlíð P.S. Tann eyðkenda 5-taktin í Brúðarvísuni er í kórsatsinum hjá K. Clausen javnað út til tveir punkteradar hálvnótar, og soleiðis verður lagið sungið í kirkjuni í dag. Her er also eingin kvæða- rytma eftir — men vanlig sálmarytma. h.