leygardagur 8. august 1987síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
t har var heitt alt árið
Men tað gekk
— ØIl spyrja, hvussu tað
var at búgva í Tunesiu, og
hvat vit fingu burtur úr.
Torfert er at svara, tí tað
kann ikki gerast upp.
Upplivingarnar eru innan
í okkum sjálvum. Vit
síggja ymist eðrvísi nú,
hugsa eðrvísi, tí vit hava
verið millum fólk í eini
fremmandari verð við
aðrari mentan og aðrari
trúgv, siga Elin og Kristi-
anna.
Tað var ikki tilætlað, at
tær báðar fóru til Tune-
síu. Hver í sínum lagi
høvdu tær sekt gjøgnum
felagsskapin AFS um at
koma burtur í okkurt
fremmant land. Báðar
hevdu skrivað fleiri lond
á umsóknarblaðið, vildu
bara sleppa burtur.
21. august í fjer fóru tær
avstað við flogfari. Elin
var 16 ár, og Kristianna
17. 21 ungfólk úr Norður-
londum, Canada og USA
vóru hetta árið í Tunesiu.
Kristianna kom at
búgva hjá eini familju í
La Soukra, ein forstaður
til hevuðsstaðin Tunis. Í
húsunum vóru maður,
kona og fýra bern. Pápin
hevði hýruvognskoyring,
hann koyrdi ofta útlendsk
ferðafólk. Tey vóru ikki
rík fólk, men kláraðu seg
væl.
- Inni hjá okkum var
ikki fåtæksligt. Vit høvdu
sjónvarp video, og øll
børnini høvdu hvør sitt
kamar, eisini eg. Tað vóru
betonghús,teppi var á
gólvinum, sigur Kristi-
anna.
So væl fyri eru tey bara
har norðuri í landinum, í
býnum, sum liva av ferða-
fólkavinnu. Inni í landin-
um stendur verri til. Tað
veit Elin at siga frá, tí hon
kom at búgva hjá eini
familju í býnum Kasse-
rine inni í landinum, seks
tímar at koyra við vána-
ligum bussi úr Tunis.
KEYPTU UPP Á BORG
Tað var ikki nekur vanlig
familja. Mamman og
pápin vóru bæði lærarar.
At konan hevur lent ar-
beiði, er ikki heilt vanligt
í Tunis, men hesi vóru so
ung, og nakrar av teim-
um ungu kvinnunum
hava lent arbeiði. Tey
áttu bara eitt barn, men
har vóru tvey hús saman,
og í hinum húsinum búðu
omman og abbin, systkin
hjá mammuni og fleiri
onnur fólk, m.a. ein for-
eldraleysur drongur. Øll
livdu tey av inntøkunum
hjá mammuni og påpan-
um.
— Rik vóru tey avgjørt
ikki. Tå månadurin var
hålvur, véru eingir peng-
ar eftir, og so máttu vit út
at keypa upp á borg.
Fyrstu ferð eg varð send
út at keypa upp á borg,
hevði eg tað ringt, men
skjótt vandi eg meg við
tað, sigur Elin.
Húsið var rátt betong,
ikki sv nógv innbúgv,
einki á vegginum. Í sein-
astuni hevði Elin heldur
onga song tí ein gomul
kona skuldi hava hava. Tí
svav hon á gólvinum, men
tað var alt í lagi, sigur
hon.
Elin og Kristianna
halda ikki, at tað var tor-
fert at flyta til eitt annað
land, sum er so nógv eðr-
vísi enn Feroyar. Har var
so nógv annað nýtt, at tær
Lært at síggja
verðina við
Nr. 88 — 8. august 1987
vørum eygum
— Vit kundu hugsað okkum at farið austað aftur í morgin,
um tað skuldi verið, siga Elin Holm og Kristianna Winther
Poulsen, sum ínæstan eitt ár hava búð í Tunesiu
teir fyrstu mánaðirnar
vóru heilt erkymlaðar,
høvdu ilt við at fata, hvar
tær vóru. Kristianna sig-
ur tó, at ta fyrstu tíðina
kundi hon ikki lata vera
við at geva biddarum
pengar. Henni tókti so
synd í teimum. Sum frá
leið vandist hon tó eisini
við tað. Neyðin er stór, og
nógv brekað fólk at
síggja, sum onga hjálp
fingu.
— Tunesia er eitt menn-
ingarland, men vil ikki
verða roknað við tað.
Sammett við Etiopio er
tað ríkt. Tað kann vera,
at landið er ríkt, men
rikidømid er sera ójavnt
býtt. Nekur fá eru heilt
rík, og tey flestu fátæk.
LÆRDU ARABISKT
Lítið og einki vistu tær
um Tunesiu framman-
undan, og tær hildu báð-
ar, at fólkið tosaði
franskt. Men so var ikki.
Arabiskt er fyrsta málið,
og franskt annað. Franskt
duga tey tó betur, enn fer-
oyingar duga danskt,
halda tær. Tá tær komu til
Tunesiu fingu tær eitt lít-
ið skeið í arabiskum.
Hvørgin dugdi heldur
franskt. Kristianna lærdi
nógv franskt í La Soukra,
tí franskt varð tosað har.
Nakað av arabiskum
lærdi hon eisini. Men í
Kasserine varð mest tos-
að arabiskt.
— I fyrstuni skilti eg
einki. Men lítlibeiggi
skuldi eisini læra at tosa.
Hann peikaði á ymist og
segði orð, og so kundi eg
rokna út, hvat orðini
merktu. Mamman dugði
væl enskt, og hon greiddi
frá, eins og øll vinfólkini,
sum vóru í húsunum.
Knappliga eftir nýggjár
dugdi eg at tosa arabiskt.
Gramatikk dugði eg ikki,
men eg dugði so væl, at eg
skilti næstan alt og fekk
diskuterað, sigur Elin.
Elin og Kristianna
gingu báðar í skúla. Tær
høvdu ikki fyri sum hini
næmingarnir og skuldu
ikki upp til próvteku, men
endamálið var at kunna
seg um skúlaskipanina og
hitta ungdómin.
VÁNALIGUR SKÚLI
Skúlan dámdi teimum
lítið. Ein strangur skúli
og sera vánaligur. Undir-
vísingin í landalæru. Kor-
anini og nekrum ødrum
var á arabiskum, annars
var alt á fronskum. Und-
irvísingaramboðini vóru
syndarlig, e'tt nú í fysikk
hevdu tey bara bekur.
Tey, sum hevdu bekur. Alt
var serliga fátæksligt,
har Elin gek í skúla. 43
vóru í flokkinum, og av
teimu høvdu í mesta lagi
sjey bekur. Hini hevdu
ikki ráð at keypa bekur,
sjálvt um tær kostaðu
undir eina krónu.
Skúlin hjá Elin var eis-
ini allur í sori. Rútarnir
vóru knústir, ongar hurð-
ar, og talvurnar vóru eis-
ini brotnar. Borð og stólar
At A
Sa
SS
a
%
á
á
Í
Í
+
F
k
|
i
*
í
%
á
5