Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Íbúðarneyð og skattalógin VITHAVA seinastu tíðina hoyrt ein hóp um teir stóru trupulleikar- nar, sum eru av at fáa innivist í Tórshavn. Serliga er henda støda akutt, nú allir skúlar byrja aftur, og tað tí knappliga verður ein stó- rur eykatørvur á kømrum og íbúð- um. SPURNINGURIN er so, hvat ið kann verða gjørt við hetta. Sjálv- sagt er tað ein loysn at byggja meira, men hetta er dýrt og tekur tíð. Og hóast væl verður bygt av húsum og íbúðum í Havn, tykist hetta ikki at minka um tørvin. . EIN SENDING í útvarpinum í seinastu viku greiddi rættiliga væl frá problematikkinum. Ein av luttakarunum í hesi sending var ein privatur útleigari. Hann hevði leigað út í fleiri ár, men hevði nú sagt leigararnar upp. Orsøkin var tann, at tað ikki loysti seg at leiga út, tí so stórur partur av leiguinn- tøkuni fór í skatt. Hon varð jú legd oman á hansara egnu inn- tøku og fekk tí marginalskattin, sum í hvussu er var 50%. SPURNINGURIN er um tað ikki er júst her, at ein partur av hundi- num liggur grivin. Í 70-unum setti Suðurstreymoya Javnaðarfelag eina nevnd, sum m.a. vidgjørdi júst henda spurning. Hon ásann- aði, at í Havn vóru nógv komur og nógvar íbúðir, sum eigararnir als ikki tímdu at leiga út orsakað av skattingini. Og skotið varð upp, at fáa skattaskipanina broytta so- leiðis, at tað kundi loysa seg at le- iga út. Einmáti kundi verið at ásett, at leiguinntøka varð skatt- ad sum ein serstøk eind, ella sum serstakur skattaborgari, soleidis at ein leiguinntøka upp å t.d. kr. 24.000 um árið, varð skattad sum um talan var um ein persón, sum hevði somu inntøku. Ein slík skip- an vildi uttan iva ført til, at fólk fingu áhuga fyri at leiga út, og sjálvt um talan kanska í fyrsta umfari varð um eina lægri skatta- inntøku fyri samfelagið, hevði tað uttan iva loyst seg. Og tað vildi verið ein lítil prísur at goldið um Ábyrgdarblaðstjóri: Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Ljósmyndari: Uppseting: Prent: Nr. 89 — 11. august 1987 tað kund hjálpt til at fleiri fingu tak yvir hevdið. HETTA uppskot, sum Suður- streymoyar Javnadarfelag tók undir, kom ikki víðari og einki frættist frá tí aftur. Eitt av teimum skilagóðu uppskotunum hjá Ad- olfi Hansen nú eitt árið bar tó á sama borð. Tað gekk út uppá, at helvtin av leiguinntøkuni skuldi vera skattafrí. Sjálvt um tað ikki ber til at fritaka inntøku fyri skatt kundi hetta uppskot lættliga ver- ið tillagað áðurnevnda uppskoti hjá Suðurstreymoyar Javnaðar- felag. og kundi gjørt somu nyttu. Men »sjålvsagt« varð uppskotið felt, helst tí uppskotsstillarin var »skeivur«. VIT VILJA mæla til, at hetta mål verður tikið uppaftur. Áður eru skattaspurningar loystir á sama hátt, sum her verður mælt til. T.d. verða børn nú skattað sum sjálv- stødug eind, fyri at sleppa undan, at inntøka hjá børnum skal leggj- ast oman å inntøkuna hjå for- eldrunum. VIT FARA at mæla landsstyrinum til at seta eina lítla skjóttarbeið- andi nevnd, sum skal fáa til upp- gávu at kanna um hetta er ein gongd leið fyri at bøta um íbúðar- trupulleikarnar. Um tað veruliga er so, at komur og íbúðir eru tek, og sum ikki verða leigað út tí tað ikki loysir seg, er tað ein sjálv- søgd uppgáva hjá landsstýrinum at gera tað so, at tað fer at loysa seg. Og henda nevndin skal fáa ti luppgávu at koma við nærri upp- skotum. EINGIN møguleiki at beta um íbúðarneyðina eigur at verða ó- royndur, og her er ein sera góður møguleiki hjá landsstýrinum at vísa ein góðan vilja og at ganga nýggjar leiðir fyri at loysa henda afturvendandi trupulleika, sum vit ikki kunnu loyva okkum at bjóða okkara ungfólki. +. . N > NU á På Á > ET piLEETTETTETTT TTT NU UR Tórshavn — Bergen og aftur 17.—19. august Kostnaður úr einans kr. 735,- Farast kann ikki i land i Lerwick. Skrivstovan er eisini opin sunnudag frå kl. 19.00—21.00. Vit hava fingið tær vælumtóktu N PIOLET skúla- taskurnar i nýggjum, vekrum sniðum og ymsum mótalitum. Kom inn og síggj : úrvalið! [MARIA Poulsen £3Co Tórsgeta 10. Tlf. 12001-16001