Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AR AA TN ÞORA Fe EN JE Nr. 89 — 11. august 1987 Unit tit Sverre Midjord, logtingsmaður skrivar: Pauli Ellefsen villeiddi alt Foroya fólk við sínum grannskoðaratilmæli um farmaskipini — og prís urin var, at tey kunstiga skaptu arbeiðsplássini hjá borgar- ligu samgonguni vóru bert ein sápubloðra, sum bert skuldi tæna einum endamálið: at vinna seinasta løgtingsval! Tað er rætt, at okkara flokkur tók undir við skipapakkanum hjá Paula Ellefsen. Tilráðingin frá løgmanni Pauli Ellefsen bleiv góðkend, eftir at tað fíggjarliga grundarlagið var tilmælt av statsviður- kenda grannskoðaranum Paula Ellefsen. Men okkara góðkenning var fyrst og fremst framd aftaná,at okkara uppskot um rentustudning var felt. Nú vísir tað seg, sum vit longu tá vóru greiðir yvir, at okkara uppskot var tað beina. Men sjálv- andi eitt rentutilskot vildi ikki givið tað sama í vinn- ingi til ráðgevaran sum beinleiðis stuðul úr lands- kassanum. Pauli Ellefsen kann snúgva sær sum hann vil. Tað skerst ikki burtur, at tilmæli hansara kom at kosta tí føroyska sam- felagnum milliónir í tapi. Tað krystalklára til- mæli hansara villleiddi ikki bara okkara flokk, men alt tað føroyska sam- felagið, og prísurin var so, at tey kunstiga skaptu ar- eiðsplássini hjá borgarligu samgonguni bert vóru ein sápubleðra, sum bert skuldi tæna einum enda- máli: at vinna seinasta løgtingsval. Prisurin var so millióna- tap fyri tad føroyska sam- felagid, og tad kunnu vit takka Paula Ellefsen, fyrr- verandi legmanni fyri. Hann má fegin mæla sum hundur um heitan greyt. Sannleikanum slepst ikki frá. Men arrogantur sum Pauli nú einaferð er, so sigur hann framvegis „Okkara tilmæli vildi bara kosta 80 milliónir um ár- iða. Hver var tað sum segði tað borgarliga alternativ Pauli Ellefsen kann snúgva sær sum hann vil. Tað skerst ikk iburtur, at tilmæli hansara kom at kosta tí føroyska samfelagnum milliónir í tapi, sigur Sverre Midjord ið., eitt tiltak sum kostar tí almenna 80 milliónir um árið, tað er í lagi, hetta sigur leiðarin Pauli Ellef- sen. Her er aftur eitt dømi um tað sokallaða privata fyritaksemi. So leingi tað gongur væl, so skal tað al- menna halda seg langt vekk, men beinan vegin tað gongur hin vegin >So skal tað almenna gjalda« bert 80 milliónir um árið, < sigur Pauli. Veruleikin er tann, at um hetta ævintýrið hjá Paula Ellefsen ikki varð íspunnið, so hevði staðan num verið 800 milliónir betri, og fyri tær milliónir- nar kundu verið skapt sunn og góð og haldbar ar- beiðspláss. Nú er steðan tann, at ístaðin fyri varð samfelagið noytt at gjalda undir skotið av teimum tiltøkunum, sum vóru framd av tí sokallaða borgarliga alternativinum hjá Paula Ellefsen. Jú, sanniliga, tað eru nógvir syndabukkar. Tann stersti er tað før- oyska samfelagið, og tann vanligi feroyski skatt- gjaldarin, hann sum ong- an statsviðurkendan innskoðara hevur at Sverre Midjord: Síða 7 Pauli Ellefsen hevur ábyrgdina av miilióna tapi Eitt gott domi um tað pri- vata fyritakssemi. So leingi tað gongur væl, so skal tað almenna halda seg langt vekk — men beinanvegin tað gongur hin vegin, >so skal tað al- menna gjalda< — >og bara 80 mill. kr. um årid«, sigur Pauli Ellefsen hjálpa sær at sleppa so bí- liga sum gjerligt. Enn einaferð er prógv- að. at spurningurin er »HVØR ER TU«! Ti, um Pauli Ellefsen bædi sum statsvidurkend- ur grannskoðari og sum leidari av borgarligu sam- gonguni, um hann hevði verið lika åhaldandi og at- finningarsamur i skipa- pakka sinum, sum hann å sinni var i skrokkamåli- num í Vági, so hevði úr- slitið verið nakað heilt annað. Ti í báðum ferum tók Pauli Ellefsen feil. Skjelini og eginpening- urin hjá skrokkinum i Vági vóru krystalklár, men ágangurin frá politikaranum Paula Ellefsen gjerdi tað, at hesi fyritøku ikki bleiv lív lag- að, her fóru fleiri verulig arbeiðspláss fyri skeyti. Hvussu greið og krystalklár vóru skjelini hjá Paula Ellefsen og skipapakka hansara? Tað privata alternativið hjá borgarligu samgong- uni vildi sambært Paula Ellefsen bert kosta 80 miliónir um árið! Sverre Midjord RAÐIÐ FYRI FERÐSLUTRÝGT Æ