týsdagur 11. august 1987síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — ivamål?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Jorunn Marie Bratlie hevur konsert í Havn
hósdagin og í Klaksvík sunnudagin
Norskur tónleikur er
sjáldan at hoyra á klaveri í
Feroyum, men hevi verð-
ur nú at hoyra tónleik eftir
Edvard Grieg, Agathe
Backr Grendahl og
Harald Sæverud á kon-
sertum, sum hildnar verða
í Havn og í Klaksvík.
Norski klaverspæiarin
Jorunn Marie Brattlie
hevur konsert í Norður-
landahúsinum hósdagin
13. august kl. 20 og í Bý-
ráðshellini i Klaksvík
sunnudagin 16. august xl.
15.
Yngsti solistur
Hóast hon ikki er meira
enn 30 ára gomul er Jo-
runn Marie Bratlie milum
fremstu klaverspælarar
Noregs. Nevnast kann, at
hon longu 20 ára gomul,
sum yngsti solistur nakr-
antíð, spældi A-moll kon-
sertina hjá Edvard Grieg í
samband við Festspelini í
Bergen í 1977.
— Tónleikurin hjá Ed-
vard Grieg stendur hjarta
mínum nær, sigur Jorunn
Marie Bratlie. Og hetta
hevur hon fingið hevi at
prógva, ikki minst tær
ferðir, hon hevur spælt
tónleik hansara í húsum
Edvards og Ninu Grieg á
Troldhaugen uttanfyri
Bergen í samband við
Festspelini, sum hildin
verða í Bergen á hverjum
ári. Í vár hevur hon fyri
triðju ferð spælt Balladu
op. 24 eftir Edvard Grieg
á Troldhaugen. Balladan,
sum er variatiónsverk yv-
ir eitt norskt fólkalag, er
eisini á skránni á Feroya-
ferðini.
Jorunn Marie Bratlie
spælir eisini nekur av
teimum kendastu lyrisku
stykkjunum hjá Grieg og
Sonatu op. 7, sum Grieg
fullur av hugflogi skrivaði
saman við tveimum eðr-
um verkum uppá 11 dagar
í juni 1865.
Torførar etudur
Tónleikur eftir Agathu
Backer Grendahl er eisini
á skránni. Hon er einasta
kvinnuliga norska tóna-
skald av týdningi og livdi
um somu tíð sum Edvard
Grieg — í seinnu helvt av
seinastu eld. Klavertón-
leikur hennara hevur ein
fjølbroyttan dám frá
skaldsligum og droym-
andi lytriskum smá-
stykkjum til stór dramat-
isk verk. Henni líkaði best
teir høgu tónarnar á kla-
verinum við teimum lettu,
ljósu litunum. Hon skriv-
aði m.a. 19 etudur sum
krevja ngv av spælinum.
Tá hon gjørdist gomul iðr-
aði Agathe Backer Gren-
dahl seg um, at hon hevði
gjert hesar etudur so tor-
førar at spæla. Jorunn
Marie Bratlie spælir eina
av hesum etudum.
Hóast tónaskaldið Har-
ald Sæverud eisini er fødd-
ur i seinastu øld, so livir
hann framvegis og fyri
stuttum fylti hann 90 år.
Harald Sæverud hevur
skrivað fleiri orkestur-
verk, men ein stórur part-
ur av tónleiki hansara er
klavertónleikur við rót í
norskum fólkatónleiki. Jo-
runn Marie Bratlie spælir
Kjempeviseslåten sum
Harald Sæverud skrivadi
undir seinna heims-
bardaga og sum hann ogn-
aði »Heimfrontens store
og smá kjempere«.
Róst klaverspæl
Jorunn Marie Bratlie er
fodd í Bærum í 1957. Sína
fyrstu framferslu hevði
hon longu 15 ára gomul.
Tvey ár seinni hevði hon
eina klaverkonsert í Uni-
versitetshellini í Oslo,
sum hon fekk nógv rós-
andi orð fyri í norsku fjøl-
miðlunum.
Í trý ár var Jorunn
Marie Bratlie næmingur
hjá Jens Harald Bratlie og
Robert Riefling, profess-
ara á Norska Tónlista-
skúlanum, haðani hon tók
prógv í 1977. Síðani var
hon í tvey ar næmingur
hjá Karl Engel, professara
á Staatlicher Hochschule
fúr Musik und Theater í
Hannover í Vesturtýsk-
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
landi, har hon tók prógv
við sera góðum úrsliti.
Fleiri ferðir hevur Jo-
runn marie Bratlie verið
solistur hjá symfonior-
kestrum í oslo, Bergen,
Tróndheimi og Stavanger.
Hon var í Spania saman
við Stavanger Symfonior-
kester í 1977 og í Sveríki í
1979 saman við Oslo Fil-
harmoniske Orkester. har-
umframt hevur hon verið
klaversolistur saman við
Orchester Norddeutsche
Rundfunk i 1979 og Or-
chestra Radioteleviziona i
Bukarest i Rumenia i
1983.
Jorunn Marie Bratlie
hevur eisini arbeitt fyri
norska útvarpið bæði sum
solistur og í kamaror-
kestri, og hon hevur ferð-
ast um alt Noreg og hildið
konsertir. Allastaðni er
klaverspæl hennara nógv
rost.
Konsertin i Norður-
landahúsinum verður hós-
kveldið 13. august kl. 20.
Atgongumerki eru at fáa í
Norðurlandahúsinum tlf.
17900 og í
stovuni.
Kunningar-
Konsertin i Klaksvik
verður i > Byrådshøllini
sunnudagin 16. august kl.
15. Atgongumerki eru at
fåa i KF-stovuni tlf.
56939. Kostnadurin er 30
krónur.