hósdagur 13. august 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Áb
Løgnar
samgongur
TANN SEINASTA månadin
er ein verulig herferð rikin
móti javnaðarflokkinum i
føroysku pressuni. Luttak-
ararnir i hesi herferð eru
Dagblaðið, Fjúrtandi og
Dimmalætting.
HETTA ER ein margháttlig
»samgonga« og skrivingin
hevur ikki verið minni
marghftlig. Eini tvey dømi
kunnu lýsa hesa skriving.
Í FJÚRTANDA og Dimma-
lætting verða Jóannes
Dalsgaard og Óli Breck-
mann gjørdir til at vera eitt
og tað sama. Fjúrtandi kall-
ar Jóannes Kollaboratør,
eitt heiti, sum í dag bert
merkir eitt og tað er ein
sum samstarvar við nazism-
una. — Dimmalætting javn-
metir sama tingmann við
Adolf Hitler. — Dagblaðið
kvødur sama lagið.
HETTA ER margháttligt og
vit hava hug at spyrja, hvat
endamálið er við hesari her-
ferð, um hon er samskipað
ella umlíkheitir eru millum
teir flokkar, hvers blød
kalla okkara tingmenn fyri
ræðuskítar, kollaboratørar
og landasvíkjarar.
SERSTAKLIGA undrar
skrivingin í Fjúrtanda okk-
Útgevari: P/Æ Sosialurin (O
yrgdarblaðstjóri: Jan Múler
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi
Blaðfólk: Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Torfinn Smith
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Prent: P/f Pressan 1981
um — hon ber ikki boð um
nakran serstakan sam-
starvshug,men kanska er
tað hetta, at tjóðveldis-
flokkurin er farin undir at
leita sær eftir øðrum og
meira javnlíkum samstavs-
partnarum.
JAVNAÐARFLOKKURIN
ætlar sær ikki út í nakað
blaðstríð við sínar sam-
gonguflokkar — vit fara
framvegis at vera líka loyal,
sum vit hava verið alla tíð-
ina, men vit halda satt at
siga ikki, at tjóðveldismenn
hava nakað at brigsla javn-
aðarfólki — og tað slættis
ikki í McCloy-málinum.
ÚTI Á MOLANUM var dast-
ið av Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag og SU, með-
an tjóðveldisfólkini kundu
teljast á tveimum fingrum
— i hvussu so er tann fyrsta
og avgerandi tíman.
MEN, LAT FARA, haldi teir
bert á við brigsli og eyk-
nevnum, teir verða neyvan
meira trúverdigir í eygum
veljaranna av at nýta sama
málburð um javnaðarfólk,
sum Óli Breckmann og
Ellefsen.
-{ ”
Íbúðarne
.Dagurin er
týsdagur
11/8-87. Seti meg sum so
ofta fyrr væl til rættis, og
taki eg »Sosialin« fyri
sum vera man at lesa
oddagreinina — ikki fyri
at vita, hvat eg skal
meina um dagsins evni —
men heldur ti oddafólk
floksins her vid millum-
bili seta fram hugsan
floksins i tydandi samfe-
lagsspurningum.
Fyrsti partur av yvir-
skriftini — >Íbúðarneyð<
freistar, ti hetta er jú
átrokandi spurningur í
dagsins samfelagi og hev-
ur verið tað í áravís — tó
tað er sum við veðrinum
(øll tosa um tað, men....).
Stúrsi tó eitt sindur við,
tá id eg verði varugur við,
at skattalógin er tengd
uppí. Ná — men hugurin
verður ikki minni, og eg
síggi, at oddagreinskriv-
arin er persónur við
merkinum -i. Hetta er
nevniliga maður/kvinna,
sum ikki sjáldan skrivar
skilaoddagreinir, eitt nú
um fiskivinnu, men eisini
um aðrar samfelags-
spurningar. Oddagreinir,
sum væl tola at verða
ferðar fram sum floksins
politikkur í ávísum mál-
um.
Men — gakk! Mundi
fingið kaffið í rangastrúp-
an. Ikki tí »-i« visti til
Adolf Hansen — tí rætt er,
at eitt gott hugskot eigur
ikki at verða skúgvað til
viks av persónsávum —
men álvaratos! — er tað
javnaðarfloksins politikk-
ur, at íbúðarspurningur-
in/neyðin skal og kann
loysast við at einstakling-
ar fyri dýrar pengar
Skulu leiga út kjallara-
íbúðir og kemur til ung og
ómúgvandi (peninga-
liga), sum t.d. einligar
mammur og pápar og
fólka- og avlamispension-
istar.
Nei —! heldur er íbúð-
arneyðin komin av hesum
— at aðalmálið hevur ver-
ið at ein og hver (um tey
orka/tíma ella ei) skuldu
stremba ímóti síni borg.
Ein politikkur (ella
mangul uppá sama), ið
hevur trýst upp grund-
stykkjaprís okkara upp
um alt rímuligt mark, og
sum oyðir nógv gott lendi
burtur. Lendi, sum kundi
verið spart, um politikkur
okkara (og vit, sum teir
velja) høvdu hugsað um
t,d. íbúðarblokkar bæði
til leigu og til keyps. Íbúð-
ir, sum við lagaligum al-
mennum og privatum
lánum kundu trýst niður
húsa- og grundstykkja-
prísin yvirhevur ellum at
gagni — uttan jørdarving-
unum. Íbúðir, sum kundu
skapt karmin um eitt
minni avbyrgt heimalív
hjá nógvum og ikki minst
íbúðir, sum eisini teir
peningaliga veiku í hes-
um samfelag kundu fing-
Nr N 19
yð og skattá.
ið sær í staðin fyri at
verða henvíst til eina
ótrygga leigutilveru í
dýrum og mangan vána-
ligum íbúðum hjá teim-
um, id enn ikki hava ráð
til at sita í teimum húsun-
um, ið tey hava bygt, og
hjá teimum, ið vegna
vánaliga íbúðar- og
skattapolitikk okkara
hava ov góð ráð.
Kemur ikki vend í sam-
felagspolitikkin á íbúðar-
økinum, sum gongur aðr-
ar leiðir, enn tann hjá »-
i«, so sær svart út nú og í
framtíðini hjá ungum,
einligum foreldrum og
pensionistum hvat viðvík-
ir grundliggjandi rættindi
— at hava sámuliga íbúð
til góðsku og prís.
Og tað sum í dag verður
mett sum ein trupulleiki
hjá einstaklingum — tað
verður samfelagsins van-
lagna í skapilsi av mis-
trivna sálarliga og likam-
liga ikki minst hjá tí upp-
vaksandi ættarliðnum.
Hvar eru okkara leið-
andi politikkarar í hes-
um? Íbúðarmálaráðharr-
in Vilhelm Johannesen,
íbúðarlógarforsprákarin
Jóannis Dalsgaard og
legmaður okkara?
McCloy er farin í al-
tjóða sjógv — dagsins og
framtíðarinnar mál
stendur fyri durum —
íbúðarspurningurin!!
Pete
Lutaseðlar
Tórshavnar Ítróttarráð
selur hverja olavsøku eina
skrá, sum hevur eitt
nummar prentað á aftastu
síðu, og har stendur eisini
at drigið verður um ein
vinning tann 6. august
(árstalið er helst við vilja
gloymt), og kunngjert
verður í blødunum.
Nú eru fleiri blød komin
út síðan 6. august 1987,
men einki vinnaranr. er
kunngjert enn.
Stuttligt hevði eisini
verið at fingið at vita, í
hverjum blaði nummarið
frá í fjør er kunngjørt.
Men Tórshavnar Ítrótt-
arráð er ikki einsamalt um
at >slesa< við dráttinum.
A „minnistalvuni hjá
mær hongur einlutaseðil
frå St.I.F., har á stendur,
at hann verður drig in
3.17.-1987 og lýst í
Dimmalætting 4./7.-1987,
men hverki tá ella síðan
havi eg sæð nakað vinn-
ara-nr. lýst.
Gambler
Hvolvus
og ikki
Hvorvus
Tann norski royndarbil-
urin, Veltepetter, sum
kemur til Feroya síðst í
hesum mánaðinum eitur
ikki Hvervus, sum vit
segdu frá í seinasta blað,
men rætta navnið er
sjálvandi HVØLVUS.
Bilurin verður vístur
fram í Havn og í Norða-
getu í degunum 26. til 28.
august. Endamálið við
bilinum er at lata fólk
vita, hvussu tað kennist
at sita í bili í trygdarbelti
og koppa. Bilurin koppar
nevniliga um eina aksul
og skal hetta og skulu tey,
sum sita í honum so eisini
royna.
Eldslokkingar-
útgerð
Brandskáp, brandslangur,
ymisk sløg av strålirørum,
neydbrandpumpur v/ die
selmotori,
Ææ roykkavaraút
S gerð DRAGER, handils
sløkkjarar — egið góðkent
serviceverkstað.
A Carl á Lag
>
YW Tif. 14922
Yviri vid Strond