Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

! Nr. 90 — 13. august 1987 Tað var neyðugt at klippa hurdarnar á persónbilinum, einum spildurnyggjum Mazda 323 — Drongurin, sum månanåttina koyrdi fullur i einum stoln- um lastbili i Havnar- gøtum og elvdi til harðliga ferðslu- óhappið í hospitals- brekkuni, er av- hoyrdur. Men uttan stórvegis úrslit. Tí hann minnist onki, sigur hann Ein 16 ára gamal drongur er skuldsettur fyri at hava stolið ein lastbil, fyri at koyra ávirkaður og fyri at koyra uttan at hava koyri- kort. Og ein 17 ára gamal drongur er skuldsettur fyri at hava tikið lut í lóg- arbrotunum. Hann liggur framvegis á Landssjúkra- húsinum við brotnari øksl og skaða í knænum. Harafturat er ikki úti- lokað, teir fáa eitt endur- gjaldskrav frá Trygging- arsambandinum. Urslitid av skilaleysu gerð teirra er m.a. tvey bilvrak. Ann- að var ein Scania lastbilur frá 1974. Hitt ein spildur- nýggjur Mazda 323, fyrstu ferð skrásettur 19. juni í ár. Fýra fólk vóru í honum. Startaðu við seymi Legreglan hevur avhoyrt teir báðar dreingirnar, sum tóku lastbilin á P- plássinum eystan fyri rektardeildina hjá Lands- sjúkrahúsinum. Tann 16 ára gamli sigur seg onki minnast annað enn at hann koyrdi fram við Shell-steðini á Frælsi- num. lann segði, tá hann bleiv avhoyrdur mánadag- in, at hann hevði verið fullur. Tann 17 ára gamli hevur hinvegin ikki mist minnið. Frá honum hevur løgregl- an fingið nekulunda hesa frágreiðing: teir hevdu verið úti á Argjum og ball- ast og hevdu báðir kenn- ing. Á veg til Havnar royndu teir at taka nakrar bilar, men uttan úrslit. skki fyrr enn teir komu heim í Hornabø bar til. iastbilurin var ólæstur og teir startaðu hann við ein- um seymi. Hetta var um eitt;tíðina. Teir koyrdu so heim í býin, settu bilin við Meinigheitshúsið og fóru so í býin. Seinni ætlaðu teir so at seta bilin aftur og teir vóru næstan komn- ir fram, tá óhappið hendi. Ov nógva ferð Tann 17 ára gamli hevur greitt frá, at hann heldur ferðin var umleið 60 km/t, tá teir komu oman eftir Frælsinum. Tann óroyndi bilførarin hevur so, heldur løgreglan, mist tamar- haldið á tí tunga bilinum, sum helst er farin við gronini i grótgarðin framman fyri Sjúkra- systraskúlan. Hann er síð- ani koppaður og farin eftir vinstru síðu omaneftir, har kranin hevur tikið í vinstra forskerm á persón- bilinum, sum stóð ant- invið ella nakað innan fyri hávatenninar á vegamóti- num Eirargarður/Frælsið. Síðani skumpaði lastbilur- in hin bilin undan sær heilt oman móti lækna- búðstaðarhúsinum niðan fyri vegin. Lastbilurin lá við hjólunum uppi, tá hann endiliga steðgaði. Løgreglan fekk fráboð- an um óhappið kl. 02.30 og tá hon kom á staðið, vóru teir báðir dreingirnir komnir úr lastbilinum. Hinvegin fingust hurðar- nar á persónbilinum ikki upp, so tey fýra fólkini, tíggir menn av Eiði og ein kvinna úr Streymnesi, máttu klippast leys. ann eini átti bilin, men teir hevdu fingið gentuna at koyra fyri seg og vóru á veg norðureftir. Tveir aðr- ir menn skuldu havt verið við, men blivu verandi eft- ir. Teir vóru millum tey fyrstu, sum komu á staðið eftir óhappið. Tikin fyrr Lastbilurin vigar 22 tons við fullari last,men hesa náttina var lastin ikki heilt full. Grót var í last- ini. løgreglan heldur, at tað er óhugsandi, at tað hevði eydnast at steðga lastbilinum við teirri ferð- ini, hann hevði. Var hann ikki koppadur, endaði hann helst inni í rektar- deildini. Har býr tó ong- injúst í hesum døgum. Tann 16 ára gamli drongurin hevur sagt løg- regluni, at hann býr á Sandi. Hann er fyrr tikin í sambandi við bilstuldur, tað var fyri umleið einum ári síðani. Hin drongurin er úr Havn. hd BLACK OUT Bremsurnar * - ” - ikki i lagi Bileftirlitid er í ferð við at kanna vrakið av lastbili- num og fyribils er úrslitið, at bremsurnar vóru ikki í lagi. Bremsan á vinstra bakhjóli = virkaði íkki. Hetta saman við ov nógv- ari ferð, leysum gróti í lastini og ókunnleika hjá tí, sum koyrdi, hevur alt saman verið orsekin til óhappið, heldur Atli Jen- sen á Bileftirlitinum. Hann heldur, at bilurin minst hevur koyrt 60 km/t, meguliga skjótari, tá hann fór á glið í bugi- num í brekkuni. Sam- stundis hevur ferarin traðkað á bremsuna, sum ikki virkaði 100% og grót- ið í lastini er farið út í ann- að borðið. Atli Jensen sigur, at vanliga eru Scania lastbil- arnir so stabilir, at teir eiga at kunna klára eina slíka steðu. Men hetta krevur sjálvandi íikki minst, at tann, sum koyr- ir, dugir at koyra. Atli Jensen heldur eisini, at tað hevði kunnað borið til at steðga bilinum, áðrenn hann var komin oman til rektardeildina. So vána- ligar vóru bremsurnar heldur ikki sambært teim- um kanningum, sum hig- artil eru gjerdar. hd Síða 5 Vikararnir eru eru nú settir Landsskúlastjórin hevur nú í samráð við Lands- stýrið sett níggju ársvik- arar og ein sjúkravikar við Vágs skúla, so nú eru øll tey 32 stervini mannað. Tað er annars arbeiðið hjá skúlanevndini at seta vikarar. Men meirilutin í nevndini noktaði at gera hetta, tí hann helt ikki, næmingarnir fáa eina for- » ø Síðsta tutl í í Mettustovu Leygarkveldið verður seinasta tiltaki hjá Tutli í Mettustovu á hesum sinni. Tá fara Kristian Blak og svenski saxofon- spælarin Anders Hagberg at spæla jazz. Teir spæla millum kl. 20.00 og 22.00, men húsið er opið frá kl. 19.30 til 22.30. Sharon Weiss sigur, at tiltøkini í Mettustovu i summar hava eydnast væl og tað hevur ikki staðið á at fylla húsið. Tá jazzur hevur verið á skránni, eru serliga føroyingar komnir inn á gólvið. Hinvegin ha- va nógvir útlendingar sýnt spælimannatónleiki- num áhuga. — svarliga undirvísing við so nógvum vikarum Landsstýrið bað tí í síðstu viku Landsskúla- stjóran, Hensar Ellings- gaard, seta vikararnar Heimild er fyri hesum í lógini um skúlafuyrisit- ing. Men sum tað skilst kann skulanevndin kæra Lands hesa avgerð til skúlaráðið hd A Anders Hagberg er við á plátum hjá Kristian Blak og hann var eisini við á konsertini í Líða- gjógv á Sandoynni. Leygarkveldið spæla Anders og Kristian í Mettustovu. Og Anders er eisini við í orkestri- num, sum hoskvøldid í næstu viku skal frum- framføra Antifonale, verk í átta stykkjum hjá Kristian Blak Kveldini í Mettustovu hava eisini sýnt, at tað ber til, hóast alt, at lokka fer- oyingar út fyri midnátt vikuskiftiskveld. Og tann góða undirtek- an prógvar, at tervur er á einari slíkari musikkcafé í Havn, heldur Sharon We- iss. hd