Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 90 — 13. august 1987 Faroes.« Ole Tendal sigur, at tad nå verdur spennandi at kanna somu økini og so samanbera vid úrslitið frá tí kanningini. Hann vísir annars á, at av tí at meguleikarnir at gera slíkar kanningar eru so nógv betri, so er greitt, at teir fara at fáa nógv meira at vita, eitt nú ætla teir at fara nógv longur út á djúpri vatn enn gjert er higartil. A stórum dýpi Rannsóknirnar í summar við Magnus Heinason vóru so eisini gjerdar heilt úti á 1000 metra dýpi. Skipið sigldi eina rutu kring alt Feroyar og vóru prevar tiknir upp av havbotninum á ellum dýpum. Ymiskur reið- skapur varð royndur, so- leiðis at tað er heilt greitt, hvenn reiðskap og tól teir skulu brúka, tá farið verður í gongd av álvara næsta ár. Men hóast her bert hev- ur verið talan um fyri- reikandi kanningar, so heldur Ole Tendal, at teir hava longu fingið nógv burtur úr og eisini okkurt nýtt at vita. Sum serfreð- ingur í svampum fegnast Ole Tendal um at kunna siga frá, at teir á hesi rannsóknarferðini hava tvífaldað talið av svampa- slegum, sum kend eru frá undanfarnum kanningum undir Føroyum. — Eg havi sjálvur verið sera áhugaður í at koma fram á tað, sum fiski- menn kalla ostabotn. Hetta er botnur, sum er ringur at trola á, ti svampar koma upp í fiskireiðskapin. Tað er m.a. slíkan botn, sum vit fegnir vilja sleppa at kanna sigur Ole Tendal. Endurskoða uppfatan Forkanningarnar við Magnus Heinason i summar góvu eisini onn- ur áhugaverd úrslit. Ole Tendal sigur, at vit m.a. verða noydd til at endur- skoða vitan og fatan okk- ara av tí partinum av havbotninum, sum á gomlum sjókortum verð- ur sagður at vera móru- botnur. Tað vísir seg nú, at talan er ikki um móru- botn men heldur um fín- sandsbotn og er hetta so serliga úti á djúpum vatni. At talan er um fín- sandsbotn og ikki móru- botn ger, at djórasaman- setingin verður ein heilt onnur. Samanumtikið so held- ur Ole Tendal, at projekt- ið er sera áhugavert og kanska júst tí, at talan er um hetta ekið, har Føroy- ar liggja. Feroyar liggja nevniliga á markinum har heitur og kaldur sjógvur metast. Hetta ger, at meguleiki verður at finna djór, sum eru komin antin norðan- ella tiðindablaðið sunnanífrá og sum bert liva í stutta tíð í hesum nýggja umhvervinum. Men økid vid Føroyar er eisini åhugavert ut frå teirri sanroynd, at her fer fram vatnutskifting mill- um Norskahavið og At- lantshavid, sum er sera tydningarmikid fyri alt livid i Norduratlantshavi og harvid fyri fiskiriki- demið, sum vit liva av. Ole Tendal leggur í tí sambandinum stóra herðslu á tann týdning kanningarnar kunnu hava fyri feroysku fiski- freðingarnar, ið vilja vita meira um uppvakstrar- umsteðurnar hjá fiski og harvið betri kunnu gera stovnmetingar o.a. Norsk skip í mai Nú hesar forkanningar eru gjørdar skulu so hald- ast fleiri fundir í skipan- arbólkinum, ið skal til- rættleggja projektið. Tal- an er m.a. um at sam- skipa uppgávurnar, at seta út í kortið, hverji eki tey ymsu rannsóknar- skipini skulu kanna 0.s.fr. Ætlanin er at eitt norskt rannsóknarskip skal leggja fyri í mai mánað komandi ár. Ole Tendal sigur: — Eg eri fegin um, at vit kunnu vera við í hesum projekt- Síða 9 Ole Tendal, biologur saman við Arna Nerre- vang, sum skal hava dagligu leiðsluna av projektinum inum, og eg vóni, at vit fara at rekka á mál. Vón- andi verður tað ikki so sum hent er fyrr við slík- um stórum projektum, at stigtakararnir eru deyðir, áðrenn eitt endaligt úrslit fyriliggur. Hann heldur tó, at góðir meguleikar eru fyri at rekka til eitt úrslit eftir 6 árum. Jan Magnus Heinason skal saman við fleiri út- lendskum rannsóknar- skipum standa fyri kanningunum av djóra lívinum undir Feroyum