Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. august 1987síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 91 — 15. august 1987 Alt er á gosið í R.C. Effersøesgøtu í hesum degum — bilferarar vita ikki síni livandi ráð — men mugu bara vísa tol. Hesar seinastu dagarnar hevur verið totalt ferðslu- kaos í R.C. Effersøesgøtu — uttanfyri SMS og apotekið. Bilreðini hava ongan enda fingið uttan mun til hverja tíð á degnum tað hevur verið talan um — bilarnir eru hverki slopnir til ella frá. Orsekirnar eru helst fleiri. Ein teirra er, at stór um- og útbygging fer fram á Trapputreðni. Henda ger, at talið av parkerings- plássum er munandi minkað. Síðani er tað at siga, at Miklagardur i SMS hevur latið upp í nýggjum helum og er gravgangurin at sleppa at síggja henda nútímans supermarknað stórur — allastaðni frá koma fólk at hyggja og keypa. Hetta er so við til at ekja um trýstið í økinum, og aftrat hesum eru ferðsluviður- skiftini á sjálvari R.C. Effersøesgøtu út av lagi vánalig, nú býráðið hevur lagt >miðrabatt< í vegin. Henda miðrabatt, sum enn ikki er liðug, er so mikið breið, at pláss er bert til eina bilreð hverju megin, og tað ger, at skal bilur inn á Trapputreðna, so megu allir bilarnir aftanfyri bíða. Og hetta saman við nógvum eðrum skapar rætt og slætt kaos. At bilferarar so eisini seta bilar sínar frá sær í sjálv- um vegjaðaranum í R.C. Effersøesgøtu ger, at kaosið verður so mikið meira ógvusligt og hepisleyst. Sosialurin hevur tosað við politiið. Teir siga, at tað er avmarkað, hvat teir kunnu gera, tí tað eru »Midrabattin« liggur hálv- liðug — er hon ein orsekin til ferðsluruðuleikan! einans tríggir politiskar á vakt í senn, og ein teirra má vera á steðini. Hinir báðir skulu so klára alt, sum fyriferst í býnum. Politiið hevur fingið fleiri klagur frá fólki, og hava politistarnir so eisini roynt at beta um steðuna. M.a. hava bilar, sum koma út frá Trapputreðni, ikki loyvi at koyra niðaneftir R.C. Effersøesgøtu. Har- aftrat er vegjaðarin fram- við vegnum byrgdur av, soleiðis at bilar ikki kunnu parkera har. Men hetta er langtfrá nokk til at sleppa undan kaos í økinum. Tad eydnadist okkum ikki at fáa tal á fólk hjá kommununi, sum hava við ferðsluna at gera. Gissur Patursson, stjóri í SMS, sigur, at tey fáa lítið gjørt fyri at beta um steðuna. Arbeiðið uppá nýggju parkeringsplássini verður ikki liðugt fyrr enn í november ella seinni, og ímeðan er ein noyddur at liva við teimum fáu park- eringsplássunum, sum eru tek. Uppá fyrispurnking, um tað ikki er tervur á sam- skipan millum handlarnar á Trapputreðni og so kommununa fyri at fáa ferðsluna at ganga mest lagaliga, sigur hann, at tað er tað. Hann sigur seg ikki skilja, hví kommunan skuldi fara undir at gera miðrabattina, sum enn ikki er liðug, áðrenn veg- urin varð breiðkaður, so- leiðis at fleiri kunna vera har. Uppá fyrispurning, um teir ikki kundu havt bíðað við at latið nýggja Mikla- garð upp, til ferðsluviður- skiftini eru komin í betri legu, sigur hann, at tað er ógjerligt at lata handilin standa afturlatnan í longri tíð. — Tað er so ikki bert ein seluspurningur, men hvat skulu tá tey mongu fólkini, sum hava arbeiði her, gera, spyr stjórin í SMS. bilreðir jan Framhald av forsíðuni einum: tað verður ikki fyri fólkaflokkin. Og hann hevur heldur onga ætlan um at stovna nýggjan flokk. — Eg haldi tað er nóg mikið við teimum fýra stóru flokkunum í Feroy- um. Um vit so útiloka fólka- flokkin og teir lítlu flokk- arnar, so verður tað antin javnaðarflokkurin, tjóð- veldisflokkurin ella sam- bandsflokkurin, sum fyri legtingsvalið í november 1988 kunnu vænta um- sókn um limaskan frá Inga Mohr. Men hetta er tó bara ein giting. Ingi Mohr legði dent á, tá vit tosaðu við hann í gjár, at hann ikki hevur avgjert, hvenn flokk, hann meguliga fer uppí. — Eg eri í ferð við at lesa stevnuskráirnar hjá flokkunum. Eg fari har, sum eg kann gera fjeldini sterst gagn. Kommunala sjálvstýrið í vanda Ingi Mohr sigur, at hann kundi hugsað sær at verið landspolitikari. Hann sigur, at í dag eru Síða 3 kalmar foto kommunalpolitikkur og landspolitikkur ofta samantvinnaðir. Landið skal góðtaka nógvar av- gerðir hjá kommununum, m.a. lántekur. Og vit kunnu vænta, at kommunala sjálvstýrið verður skert, tá vit fáa blokkstuðulin, heldur Ingi Mohr. — Eg eri komin til ta niðursteðu, at skalt tú arbeiða fyri Havnina, so mást tú vera umboðaður á Tingi. Ingi Mohr hevur verið býráðslimur í Havn síðani 1. januar 1977, valdur á Uttanflokkalistanum. he