Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. august 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SO A UR Nr. 91 — 15. august 1987 TRS FO em I trý år hava tey nu bud um borð á ti 29 føtur langa båtinum. Og tey hava als onga ætlan um at flyta í land. Næsta summar fara tey til Onglands at leita sær eftir einum storri báti. Í fjor summar sigldu tey eftir Gøtaveitini gjøgnum Suðursvoríki. Tá brúktu tey tann lítla motorin, sum bara er 2 HK. Á sjónum nyttar hann onki. Men Cirkeline Jen- sen kemur fram kortini. Tað longsta tey hava siglt eitt samdogur, er 143 fjórðingar eftir til Vesturindisku oyggjarnar og haðani, við oynna Antigua, fóru tey aftur út á havið. 25 dagar og 1700 fjórðingar seinni kom Cirkeline Jensen til Azorurnar. Og haðani brúktu tey 16 dagar til Onglands. Alla ferðina hevdu tey gott veður, uttan í fimm tímar við Bermuda. Tá var hvassur vindur. Tey ætlaðu inn í Ber- muda. Men um morgun- in, tá tey skuldu sigla hagar, var oyggin horvin og tey sóu hana ongantíð aftur. Hetta undrar tey enn í dag. Tey vilja tó ikki treytaleyst seta hetta í samband við Bermuda- tríhyrningin, sum tey eis- ini vóru í. Summarið 1986 gjerdu tey ikki so nógv av. Tá vóru tey í Gotlandi og sigldu eftir Getaveitini. Uttan sjókort . . millum riv Diana og Peter hava ong- antíð upplivað nakað so 6gvusligt á ferðum teirra, at tey hava havt hug at fara í land. Tey halda ikki, tey nakrantíð hava verið í beinleiðis lívs- vanda. Men tað er ikki sert, tey hava verið sera heppin onkuntíð. Til demis kundi Brasiliuferðin endað, áðr- enn hon rættiliga var byrjað á einum rivi uttan fyri Brest í Fraklandi. Meðan tey lógu har uttan- fyri kom ávaring um nógvan vind. Tey ivaðust, hvat tey skuldu gera: skuldu tey halda til havs ella fara inn? Men stilli var og tey sturdu fyri, tey ikki vóru komin nóg langt út, tá óveðrið brast á. Tey kundu tí verða slongd móti landi. Hin meguleikin var heldur ikki góður. Tí tey hevdu onki sjókort yvir júst hesa leiðina, tí ætlan- in var ikki at fara inn. Men tey vistu, at nógv riv vóru millum tey og land. Tey avgjerdu at fara inn. Hetta var um kveldið, so myrkt var. Og tað gjørdi sjålvandi ikki støduna Sida 9 (Mynd: Kalmar) betri. Tó var fullur máni, so nakað sóu tey. Men tað eydnaðist at sigla millum rivini og tey vróru inni, áðrenn illveðrið brast á. — Eg haldi, vit vóru bangin tá, enda tey frá- segnina um ta ferðina. Men nakað tað sama var teimum fyri, tá tey vóru komin til Brasilia. Hetta var sjálvan jólaaft- an og tey skuldu inn at halda jól. Tey so gjørdu og kastaðu akker. Men so kom ein fiskimaður og órógvaði jólafriðin: tey kundu ikki liggja har, ti har skuldi hann fiska. Hann bjóðaði sær til at loðsa tey longur inn og tey tóku av. Tá tey komu upp jólamorgun, sóu tey, at farvatnið, tey høvdu siglt gjegnum ta myrku jóla- náttina, var fult av riv- um! Tey vóru tá inni í ein- ari á. Tey fingu tó góðar stundir at gloyma hendan hvekkin, tí tey steðgaðu nú hálvanannan mánað í býnum Natal, sum tey vóru komin til jólanátt. Hverki radara ella motor Cirkeline Jensen er lítil bátur, minni enn flestu slíku stuttleikafør sum sigla, ímillum londini. Mátini hjá Cirkeline Jen- sen eru: longd 8,8 metrar og breidd 2,35 og hon stingur háivanannan metur. Hon hevur níggju ym- isk segl, men brúkar bara tvey í senn, oftast tvey 15 fermetra stór segl. Á ferðini til Brasilia hevdu tey hvørki radara ella motor. Nú hava tey ein lítlan tveir hesta Mar- iner. Men hann verður bara brúktur, tá tey sigla í veitum. Á sjónum nyttar hann onki. Radara hava tey fram- vegis ongan. Og heldur onga ætlan um at keypa ein. — Vit kunna liva eitt heilt ár fyri tað, sum ein radari kostar, siga tey. Og tey klára seg væl bara við kumpass, ekko- loddi, loggi og ikki minst sekstanti. Harafturat hevur Cirkeline Jensen VHF og beint nú hevur hon fingið radiopeilara. Ovanlig streym- veiting Streym hava tey umborð, hóast ongin ljósmotorur er. Tey hava ein vind- myllu har afturi. Hana hava tey keypt í Onglandi. Og hon roynist sera væl. Tá tey liggja inni í havn- um, melur hon tó ikki so væl, tí har lívur ofta, sum til demis í Vágsbotni. Men tey klára 14 dagar í stilli, áðrenn tey noyðast at leggja leidning í land. Hetta er næstan bara um veturin, tá tað er myrkt so leingi. Men tað er sjálvdan, tey taka streym úr landi, eina ella tvær ferðir um árið Tey hava innrættað seg sera væl í teirri bara 6 fer- metra stóru kahúttini Har eru »stova, køkur og sovikamar.« Sjálvandi er trongligt, men bædi siga, at tað gongur fínt og tey semjast væl, eisini eftir nakrar vikur á sjónum Tey hava vatntangar, sum taka 150 litrar. Og hetta er ivaleyst til tveir mánaðir. Tey brúka bara vatnið til matgerd og brúka sjógv til at vaska sær við. Tá tey eru inni, vaska tey sær í landi. Feroyar eru eiasta stað, tey higar- til hava verið, har tú kanst fáa eitt bað, uttan at skula gjalda tyri tað. Í Árhus eru tey lími í einum båtafelag og kunnu brúka felagshølini, sum hava allar umsteður, limirnir hava brúk fyri. . Á Ikki í land . . fyribils Tú vilt fegin vita, um tey ikki onkuntíð hava hug til at fara í land og royna, hvussu tað er at búgva í einari íbúð ella einum húsum. — Tað hava vit íkki hugsað um enn. Men tú kanst ikki vita nú, hvat fer at henda í framtíðini. Tað er ikki endiliga bí- ligari at búgva, sum vit gera, tí tað kostar rætti- liga nógv at halda bátin viðlíka. Og umroknað til fermetrar er >húsleigan< hjá okkum heg. »Den måge ser længst som flyver højest« stend- ur málað á stýriborðs- bógvnum hjá Cirkeline Jensen. Orðini eru úr bók- ini um Másan Jonathan Livingston. Og hesi beinraknu orð- ini kunnu væl brúkast um manningina á Cirkeline Jensen, Dianu Boholm og Peter Lassen Schmidt, hugsar tú, tá tú snarar niðan í ferðsluhelvitið í miðbýnum. Haðani sæst ikki langt.