Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. august 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 t TTT ER Tey eru altid heima … tå tey ferðast Cirkeline Jensen í Vágsbotni. Tey bíða eftir góðum byri heim aftur til Arhus. Men fyrst skulu tey til Hetlands og Noregs. Og hóast tey hvorki hava radara ella Loran C ella aðra nútíðar útgerð, so ivast tey ikki at »raka« Hetland. Sæst sólin ikki á middegi, tá positiónin skal takast, so er altíð okkurt skip at spyrja. Skipsmanningar eru altíð sera beina- samar at hjálpa við upplýsingum og oðr- um siga Diana og Peter á Cirkeline Jen- sen (Mynd: Hogni) Tá tú hittir fólk sum manningina á lítla segl- bátinum Cirkeline Jen- sen, hevur tú meira við tær í land aftur enn óles- andi krutlið á blokkinum í lummmanum. Tú ert hugtikin og tú hevur virðing fyri hesum báðum ungu fólkuunum, sum hava valt ein livi- hátt, fá onnur tora ella hava hugflog til. Meðan tú gongur inn eftir undir Bryggjubakka, hugsar tú um tína egnu tilveru, hon kennist alt í einum so fá- tæk. Tú noyðist at viður- kenna, at tú hevur ikki dirvið at taka stigið, ger- ast vallari, antin á sjógvi ella landi. Men nekur eru, sum vilja liva ødrvisi enn tey flestu og gera dreymar sínar til veruleika. Arbeitt í Havn Diana Boholm, 24 ár, og Petur Lassen Schmidt, 25 ár, búgva um borð á segl- bátinum Cirkeline Jen- sen. Um veturin liggja tey i Århus og arbeiða í landi. Men so skjótt summarið nærkast, loysa tey endarnar og halda til havs. Í summar Feroyar valdu tey Diana var ar Havn fyri fýra árum síðani. Petur hevði ongantíð verið her fyrr i. mai fóru tey úr Thy- borøn yvir um Norðsjógv- in til Skotlands, gjøgnum Kaledonisku veitina ng so norður eftir fram við skotsku vesturstrondini. Fyrst í juli setti Cirkeline Jensen kós móti Feroy- um. Vaktaskiftini á At- lantshavinum gjerdust ikki nógv, tí bara 36 tímar eftir, at tey hevdu veittrað farvæl til Skotland, vóru tey á Tvøroyri. Tey høvdu besta sólskinsveður til tey sóu Feroyar. Striltið til Havnar Tey komu á Tveroyri 7. juli og lógu har tvær vik- ur, áðrenn tey hildu fram til Havnar. Og nú gekst ikki so væl sum úr Skot- landi. Tey brúktu 11 tím- ar, tí mótvindur var. Men veðrið var gott, klárt og heitt, og tey høvdu ongan skund, so tey nutu ferðina millum oyggjarnar. beiðsgenta í Nr. 91 — 15. august 1987 Tvey ung fólk úr Dan- mark hava valt at liva á sjónum. Tey arbeiða um veturin og ferðast um | summarið. Tey hava ver- ið heilt yviri í Brasilia. Eydnan er við teimum. Tvær ferðir sluppu tey snikkaleys á náttartíð farvatn, rivini vóru tøtt. Og eina ferð mundu tey siglt á ein sovandi gjøgnum avgust. Nu hava fimm vikur i Føroyum og bida eftir byri heimaftur. Cirkeline barni. litil båtur, men hann hev- | ur verið nóg stórur hjá | Dianu og Peter, | hava búð umborð síðani | 1984. Báturin er 29 fótur. | Men siga tey bæði, á | — Azorunum hittu tey eitt svenskt par við einum Teirra bátur var har tey verið Jensen er sum | bara 21 fótur. Og tey høvdu búð har umborð í 12 ár! Nú bíða tey eftir byri heimaftur. Tey ætla fyrst til Hetlands og haðani til Bergen. Síðani sigla tey innanskers suðureftir til Danmarkar, hagar tey vænta at koma eina ferð í oktober. Og tá fara tey aftur at arbeiða, so tey hava pening til eina nýggja ferð næsta summ- ar. — Næsta ár haldi eg, vit fara til Onglands at leita eftir einum báti, sigur Peter. Tey ætla sær nevni- liga at keypa ein sterri bát, ein bát, sum allur er úr viði. Cirkeline Jensen hevur skrokk úr trevja- plasti. Góður bátur Men orsøkin er ikki tann, at teimum ikki dámar Cirkeline Jensen. Tey eru góð við hendan lítla bát, sum hevur verið heim teirra í nekur ár og sum Orð: Høgni hevur fert tey so víða. Peter keypti bátin í 1982 fyri 70.000 kr. Tá hevði hann navnið Cirkeline (eftir teknimyndarødini, nú eitur annar hver bátur Carfield, sigur Peter og lær.) Peter gav honum so »eftirnavnid« Jensen, tí bátaslagið eitur Jensen. Ein timburmaður í Keypmannahavn bygdði Cirkeline í 1968-70. Í 1983 var Peter saman við ein- um vinmanni í Irlandi. Men í 1984 skuldi tann stóra ferðin gerast. . . Sekti eftir z = fólki Men Peter ætlaði sær ikki einsamallur avstað. Hann setti tí eina lýsing í Infor- matión, hann sekti eftir einum fólki til ferðina. Seks umsekjarar vóru. Millum teirra var Diana Boholm, og hon fekk tjansin. Hon hevur verið umborð síðani Peter sigur, at hann vildi ikki hava nakran við, sum var ov royndur á sjó- num, tí so bleiv hann bara tikin av ræði umborð, leggur hann skemtandi afturat. Sjálvur hevði Peter ongar royndir sum sjó- maður aðrar enn tær, ein fær á einum kappsigling- arbáti, tá hann keypti Cir- keline.Nú hevur hann dugnarskaparroynd og annars er hann sjålvlærd- ur navigaterur. Og Diana visti onki um sjólívið, tá hon valdi tað í 1984, júst heimkomin úr Feroyum. Vóru burtur eitt ár Í august 1984 byrjaði ferð- in og hon vardi eitt ár. Tey vóru aftur í Danmark í august 1985. Tá hevdu tey siglt 14.000 fjordingar! Fyrst fóru tey til Ong- lands og síðani til Frak- lands. Ætlanin var ikki at fara inn har, men óveður noyddi tey inn at kroka. Úr Fraklandi fóru tey til Lissabon og haðani høvdu tey sjey dagar til Kanar- isku oyggjarnar og hað- ani aftur níggju dagar til Cap Verde oyggjarnar. Haðani varð kósin sett yv- ir um Atlantshavið og 15 dagar seinni vóru tey í Brasilia. Tá tey hildu, tey høvdu verið nóg leingi í Brasilia, fóru tey norður- | SE