Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 HB—VB 1. deild, 8—0 (3—0): | HB vann storsta sigurin í 1. deild í langa tíð Vágbingar fingu íkki mjúka viðfer í Gundadali sunnudagin. HB, sum liggur fremst í 1. deild vísti rættiliga, bæði VB og áskoðarunum, hvar skápið skal standa við at vinna við ikki færri enn 8 málum. So at siga allur dysturin varð stýrdur av HB, og bert nakrar fáar ferðir eydnaðist tað vágbingum at koma so nær málinum, at vandi kundi sigast at vera á ferð. Tá ið fyrri hálvleikur var av, var steðan 3—0 til HB. Jan Dam skeyt fyrsta málið tá 5 minuttir vóru leiktir av dystinum, og í 37. minutti kom 2. málið, ið var avviklað av Bjarna Jakobsen, ið sum ikki einaferð var í hopla. 3. málið kom í seinasta minutti av fyrra hálvleiki. Hetta heilfluktaði Rói Ár- ting í netið. Sjálvt um HB var á odda við trimum málum legdust teir s avgjørt ikki á ta latu síð- una. Einar 10 minuttir inn í seinna hálvleik eydnað- ist tað Jan Dam at skora við einum langskoti. Síð- ani gingu einir 20 minuttir til HB aftur fekk mál. Hetta málið skeyt Kári Reynheim úr visntru síðu við einum sera góðum og kneppum langskoti, og sjálvt um málmaðurin kastaði seg í fullari longd, eydnaðist honum ikki at bjarga. Nú fullu VB-arar- nir í fátt og tað sindrið av spælið, ið verið hevði frá teirra síðu fór fullkomiliga í upploysing. 6. málið lyfti Kári Reyn- heim upp um málmannin til 6—0, Regin Nolsøe økti sidani vid einum langskoti til 7—0, og til seinast headadi Kári Nielsen bólt- in í málið til endaligu stød- una 8—0. Aftanå henda dystin hevur ein ikki lætt vid at trúgva, at VB kann verða verandi í 1. deild komandi ár. Men nú verður bíðað í spenningi ti dystin kom- andi vikuskiftið millum HB og GÍ. Hetta verður óivað ein dystur, ið kemur at avgera hver verður fer- oyameistari 1987. Gdm- Nr. 92 — 18. august 1987 Seinastu tveir dystirnar hevur KÍ ikki megna at gjørt vart við seg. Fyrst leiktu teir javnt móti NSÍ í Klaksvík, og sunnudagin leiktu teir aftur javnt 2—2 móti LÍF, og kundu tað sama tapt dystin. Vit frætta úr Klaksvík, at hes- ar báðar dystirnar hava tríggir fastir leikarar væntað á liðnum. Hetta eru so góðir leikarar sum fyrrverandi liðformaðurin Oddbjørn Joensen, Jón Kári-(Greiða) og Petur Hans. Vit hava roynt at fingið fatur á leiðsluni hjá KÍ fyri at fingið at vita um nekur serlig orsek er til hetta, men eydnaðist hetta okkum ikki áðrenn blaðið fior ti lprentingar. Gdm- Handverkaraútbúgving fyri VEIKSTREYMS- MEKANIKARAR Digital-teknikkur Um nóg nógv tena seg verður skeið á skúlanum innan DIGITAL-TEKNIKK í døgunum 28. september til 2. oktober 1987 (vika 40). Luttakaratal: Hægst 12. Luttakaragjald: kr. 600. Telefon 11957 mánadag — friggjadag klokkan 8—12 og 14—16. TEKNISKI SKÚLIN Térsgøta 21 FR-110 Tórshavn