týsdagur 18. august 1987síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SS
TS Em kf
ou
Nr. 92 * tysdagur 18. august 1987
Heimsins sterkasti
maður til Eiðis
Um alt gongur eftir ætlan, kemur íslend-
ingurin Jón Páll Sigmarson, ið er sterkasti
maður í heiminum, til Foroya næsta viku-
skiftið
Tað er Eiðis Bóltfelag, við
góðari hjálp frá íslend-
inginum Lárus Gretar-
son, id er fótbóltsvenjari
har, sum hava fingið hesa
sjáldsomu vitjan í lag.
Jón Páll Sigmarson
kemur leygarðagin 22/8
og fer avstaðaftur týsdag-
in 25/8. 26/8 skal hann til
London at luttaka í eini
kapping har.
Í Skotlandi
Jón Páll hevur nýliga ver-
ið í Skotlandi, har hann
var við í eini kapping,
sum hann eisini vann. Í
hesi kapping luttóku eis-
ini bretin Jeff Keyps og
Bill Kasmar úr USA, sum
báðir hava vunnið heitið
»Heimsins sterkasti mað-
ur« tríggjar ferðir hver.
Harafturat hevur Bill
Kasmar rekord i vektlyft-
ing
Hesir menn kunnu nokk
sigast fyri at verda nøkur
rættulig bunti. Jeff Keyps
vigar 170 kg. Bill Kasmar
vigar 150 kg. og Jón Páll
Sigmarson, sum hevur
vunnið á hesum báðum,
vigar »bert« 130 kg.
Sterkasti madur
i Føroyum
Edvard Pauli Eidesgaard
og Lårus Gretarson, sum
vit hava verid i samband
vid, siga, at ætlanin er at
Jón Páll skal verða vid í
eini almennari kapping
sunnudagin tann 23/8 á
Eiði. Soleiðis at skilja at
ein og hver feroyingur,
sum hevur hug at royna
seg ímóti honum og geðr-
um feéroyingum, ella
kanska samanlíkna sína
styrki vid „sterkasta
mann í heiminum,< skal
hava meguleika til hetta.
Í hesi kapping er so ætl-
anin at finna „sterkasta
mann í Føroyum,« og
væntandi fær hesin eitt-
hvert í vinning.
Kappingin
Hvar kappingin verður er
enn ikki heilt fastlagt,
men tað verður antin á
fótbóltsvellinum niðri á
mølini, ella i skúlagarðin-
um.
Tað verða 6 ymiskar
greinir at gjegnumfera,
og tann sum gjøgnumfør-
ir hetta skjótast vinnur
kappingina.
Greinarnar eru hesar:
1. Tú skalt renna 25 m. so
koppa einum bili uttan
motor og so aftur
renna 25 m.
2. Tú skalt verða fast-
spentur soleiðis at tú
bert við ermunum
skalt toga ein bil til tín
(meguliga verður
hetta í mótbrekku).
3. Tú skalt toga ein bil
aftaná tær eini 20 m.
4. Tú skalt standa stillur,
halda ermunum vatn-
rætt útfrá framman-
fyri tær, og her verða
so ca. 25 kg. at lyfta, og
spurningurin er so,
hvussu leingi tú klárar
at halda hesum kg
vatnrætt útfrá.
. Tú skalt flyta 5 ferðir
60770 kg. úr einum stað
í eitt annað. Hetta er
0.u. 20 m.
R TAn Þálihaumrhamar:
6. Jón Påll hevur hamara
en
sum kallast Tórs Ham-
ari við sær úr Íslandi,
og kappast skal so um
hver klárar at kasta
hendan hamara
longst.
Hetta sær ógvuliga
spennandi út, og tann,
sum hevur hug at royna,
kann seta seg í samband
vid Edvard Paula Eides-
gaard å tlf. 23435, og vén-
andi verða tað nógvir,
sum melda seg, so vit
kunnu fáa eina spennandi
kapping.
Jón Páll Sigmarson
skal verða við í hesi kapp-
ing, og harafturat skal
hann toga ein bil, sum
vigar 5-7 tons, aftaná sær.
Ætlanin var, at hesin
skuldi viga 20-25 tons,
men orsaka av einum
skaða í beininum, kann
hann ikki toga meir enn
5-7 tons.
Verður eisini
í dansitelti
I samband vid at árliga
bygdastevnan á Eiði
verður vikuskiftid 27.-29.
aug. hava teir eisini leig-
að tað stóra dansiteltid til
vikuskiftid frammanund-
an, soleiðis at Jón Páll
kann vera við har. Ætlan-
in er so at hann skal vísa
teimum sum vera í dansi
leygarkvøldio 22/8 og
sunnukveldið 23/8 okkurt
óvanligt, men hvat hetta
verður er ikki heilt vist
enn.
Edvard Pauli segði at
enda, at um tað var onk-
ur, sum kanska hevði hug
at fáa fatur á manninum,
so kundu tey seta seg í
samband við seg og fáa
nærri at vita
BM