Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 1987síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SES eee, ; > Á Nr. 92 — 18. august 1987 Próstagarðurin i Sandagerði setast í stand — Landsstýrið fer seinni at taka stoðu til, hvat garðurin skal brúkast til, sigur Lasse Klein, landsstýrismaður Landsstýrið hevur ikki tikið endaliga steðu til, hvat próstagarðurin í Sandagerði skal brúkast til í framtíðini, men hevur kortini avgjert, at tað seinni fer at taka steðu til tann spurningin. Hetta sigur Lasse Klein, landsstýrismaður. Hann vísir á, at garðurin í Sandagerði er í sera ring- um standi, og hevur lands- stýrið avgjert at seta garðin í nýtiligan stand. Landsstýrið roynir nú at gera sær eina meting av, hvat slíkt arbeiði fer at kosta. Lasse Klein sigur, at garðurin í Sandagerði hevur stórt seguligt virði, og hann má fyri einhvønn prís varðveitast. Húsini eru skjótt 200 ára gomul, og herfyri gjørdi Jarðar- ráðið av at skeyta garðin til landsstýrið. Ein hevuðsorsekin til tað er, at garðurin er undir friðingarlóggávuni, og harvið er tað uppgávan hjá Fornminnissavninum at taka sær av málinum. Lasse Klein sigur, at landsstýrið ætlar, at gamli tankin um, at jerðin og húsini verða varðveitt sum fornminni undir Fornminnissavninum skal vera galdandi. Uppá fyrispurning, hvussu tað ber til, at landsstýrið ikki hevur viljað gingið ynskinum hjá eftirkomarunum hjá Jákupi Dahl um at blíva búgvandi á garðinum á meti, leggur landsstýris- maðurin herðslu á, at landsstýrið hevur enn ikki tikið endaliga steðu til, hvat garðurin skal brúkast til. Turið Dahl hevur ynskt at fáa eina avgerð nú beinanvegin, um hon kann búgva har ella ikki. Men ta avgerðina hava vit ikki viljað tikið nú, og vit hava sagt, at vit fara at taka ta avgerðina seinni. Fyrst skal garðurin setast í hóskandi stand. Lasse Klein vísir annars á, at Turið Dahl hevur skotið upp, at hon sum eftirkomari eftir Jákup Dahl skal vera umsitari á garðinum og umsitingar- raðfylgjan skuldi so vera sambart loggåvu fyri fest- ara av landsjerð, t.v.s. at tey og allir eftirkomarar teirra skuldu hava rætt at búgva í húsunum. — Landsstýrið hevur ikki ynskt at taka steðu til heila spurningin nú. Vit hava enn bert avgjert, at vit vilja varðveita garðin og minnið um Próst Dahl, sigur hann. Uppá fyrispurning um Studeriverilsið hjá próst Dahl er framvegis í sínu uppruna standi. Ætlanin er at varðveita tað sum savi vandi ikki er fyri, at garð- urin fer at fella í órekt, um eingin verður búgvandi har, sigur Lasse Klein, at so kann væl vera, men garðurin er, sum er, í so ringum standi, at neyðugt er við týðandi ábótum, og hetta hevur landsstýrið so mett sum tað týdningar- mesta í letuni. Ætlanin er so, at fólk skulu hava umsjón við húsunum og verður okkurt eisini gjert fyri, at urtagarðurin ikki fellur í órekt. — Men landsstýrið vil so hava tíð at umhugsa, hvat garðurin skal brúk- ast til, meðan hann verður settur í stand, sigur lands- stýrismaðurin at enda. jan Lasse Klein, landsstýris- maður: — Vit fara at varð- veita garðin í Sandagerði sum eitt seguligt minni um Jákup Dahl, sála og arbeiði hansara Soleiðis sá garðurin út á eini tekning, sum varð gjørd i farnu eld