hósdagur 20. august 1987síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 93 — 20. august 1987
SR cgsialurin
Sildarok á
Skála-
fjørdinum
Væl av sild hevur verið at
fingið seinastu vikuna á
firðunum norðanfyri.
Bakkafrost á Glyvrum
hevur tikið ímóti 40-50
tonsum, men nú fer sildin
at minka, halda teir.
Sildin hevur verið at
fingið á ellum Skálafjorð-
inum, og daglig sjón
hevur verið bátar, sum
sekkladnir eru komnir inn
við fullum gernum.
Sild hevur eisini verið at
ingið á Funningsfirði og í
Sundalagnum. Norður
móti Hósvík er sildin
komin. Óivað eru tað ali-
ringarnir, ið forða sildini í
at fara longur norður.
Meginpartin av sildini
hevur Bakkafrost fryst til
agn. Nakað ætla teir at
krydda. Sildin er góð, og
prísurin er 2,75 kr. fyri
kilo. Tað er eitt sindur
meira enn í fjør.
Summir bátar hava fing-
ið væl burtur úr hesar dag-
arnar. Við fleiri gørnum
eru teir komnir upp á 2500
pund upp á dagin.
Nógv ár eru síðan, at so
nógv sild hevur verið. Teir
yngru minnast ikki slíkan
fiskiskap, men nú hava
teir hevi til at royna seg.
randi
Kalmar tók myndirnar á
Kvinnutíðindi eru komin
út fyri aðru ferð í ár.
Fyrsta greinin er um
harðskap móti kvinnum.
Tað er ein samreða við
Lisbeth Petersen, for-
kvinnu í sosialu nevnd í
Havn. Lisbeth sigur, at
fleiri konur koma til henn-
ara og biðja um hjálp, men
Lisbeth heldur seg ikki
kunna gera nakað uttan at
práta. Kvinnutíðindi ætla
sær í komandi bleðum at
lýsa evnið nærri.
Ein grein er um heiman-
fylgjumorðini, ein ódám-
ligan sið í Indiu. Royn
hevur verið við lóg at
koma hesum >-ósiði< til
lívs, men illa gongst.
Greitt verður annars frá
altjóða kvinnudegnum,
sum í ár varð hildin í
Klaksvík, frá fundum í
Kvinnufelagnum í Havn
og frá ársfundinum hjá
Kvinnufelagssamskipan
Feroya.
Bergtóra Hanusardóttir
ummælir > bókina hjá
Kirsten Didriksen, Fære-
erne: Sprog og Ken, og
Kirsten Brix ummælir
Onglalag eftir Marionnu
Debes Dahl.
Av ødrum kann nevnast
ein grein hjå felagnum
Barnakona um at eiga,
Hanna Joensen skrivar
um javnsteðisnevndina.
Edith i Jákupsstovu
hevur eisini eina uppskrift
til ein bundnan kjóla við
stúkuni sum fyrimynd.
Kvinnutíðindi kosta 30
krónur.
randi
Tað nýggja, føroyska vegg-til-vegg teppið,
100% føroysk 400
TORSHAVN 18.-23. AUGUST 1987 me 8;
o
o
Ar øting arvirkið í Badmintonhøllini