hósdagur 20. august 1987síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 93 — 20. august 1987
Yvirtíð í Dómhúsinum:
Til hús
Hon vardi i stivar 11
tímar og hevði varað i
nakrar afturat, tók ikki
landsrættarformaðurin
harðliga í teymarnar. Fyri
ikki at tala um, vóru ell
vitnini komin.
Klokkan var farin av
hålvgum tólv mána-
kveldið, tá formaðurin
boðaði frá, teir tóku málið
1pp til dóms.
Saksekjari og saksekti,
sakførarar og tíðinda-
menn, viðhaldsfólk og
onnur áhugað fóru vón-
svikin út í C. Pløyensgøtu.
Tey hevdu væntað eitt-
hvert úrslit.
Í staðin vóru nógvar git-
ingar um úrslitið. Men
ongin bjóðaði tó av at
vedda.
Staðfesting, gitti onkur
Harðari dómur, gitti
onkur annar. Linari
dómur, vónaðu summi.
Nógv skjøl og tøl
Dan Klein og sakferari
hansara, Jørgen P. Olsen,
hevdu gjert eitt stórt fyri-
reikingararbeið. Og úr-
slitini blivu løgd fram á
landsrættarfundinum.
Tey avgerandi prógvini
um eitt nú returkommisi-
ón komu tó ikki á borðið.
Jergen P. Olsen brúkti
tó lánið/gávuna frá skipa-
smidjuni í Búsum til
partaeigararnar í PYf
Global Chemical Tankers
sum prógv. Skattamálið
móti tveimum monnum,
sum undirskrivadu skjøl-
ini, progvar, at har ruggar
alt ikki rætt. At tær 10
mill. kr. vóru retur-
kommissión.
Annars vísti sakferarin
á, at orðið returkommisión
bara er brúkt í lesarabræv-
inum, sum stóð í Oyggja-
tíðindum 9. apríl 1986. Og
Dan Klein visti onki um
hetta brævið, áðrenn tað
fór í blaðið. Hann hevði
ikki lisið tað.
Endamálið við øllum
skjølum og telum var at
prógva, at Dan Klein við
rettum hevur hildið, at
skuldsetingarnar í lesara-
brævinum vóru beinar.
Tað er skylda hjá pressuni
at vísa á skeivleikar.
Uttan eina vakna pressu,
sovnar samfelagið, segði
Jergen P. Olsen. Hann
uttan
úrslit
vísti á, at tað var danska
pressan, sum ruddaði í
trussureiðaravasanum í
Danmark.
Jergen P. Olsen helt, tað
mátti verið samfelags-
gagnligt at vísa á, skip
gerast ov dýr, tí tey eru
yvirfíggjað.
Pornokongur og
bobburnar
hjá Sanne
Jógvan P. Lassen, sakfer-
ari hjá Alberti Mortensen,
segði, at Oyggjatíðindi í
langa tíð hava ført eina
sanna herferð móti
berti. Eisini eftir, at Fer-
oya rættur reinsaði hann
undan skuldsetingunum.
Framferðin hjá Dan
Klein er so grov, at hon er
eindemi ikki bara í Fer-
oyum, men í grannalond-
um okkara við, helt
Jógvan Páll Lassen.
Uttan nekur prógv
verður Albert Mortensen
ferð eftir ferð skuldsettur
fyri returkommissión,
skattasvik, valutasvik og
svik. 30 daga hefti er alt
ov lin revsing, helt Jógvan
Páll. Hann tók fram
nakrar danskar dómar,
sum hann helt Landsrætt-
urin kundi skeita í. I tí
eina dóminum var revs-
ingin 8 mánaða fongsul.
Jógvan Páll Lassen tók
eisini fram dómarnar í
sakarmálinum millum
pornokongin Thevis og
Ekstra Bladet og millum
Sanne Salomonsen, sum
stevndi Ugens Rapport, ti
blaðið hevði prentað
myndir av henni »topp-
leysari«.
Ein fyrrverandi trygd-
arvørdur hjå Idi Amin
bleiv eisini nevndur.
So tað var eitt av sonn-
um eitt útvalt lið, Jógvan
Páll setti Dan á.
hd
Al- *
Líkt var til, at sakforarin hjá Dan Klein onki heuði ímóti,
at málsviðgerðin ikki bleiv gjørd liðug mánadagin, men
bleiv útsett til at halda fram í Danmark. Tí so fekk hann
betri stundir at útvega uppaftur meira tilfar at brúka
sum sannleikaprógv.
Sakførarin hjá Alberti Mortensen vildi ikki hoyra
talan um at útseta málið.
Og endin gjørdist tann, at landsrættarformaðurin
(myndin) gjørdi av, at málið skuldi gerast liðugt mána-
dagin. Hann setti so og so nógva tid av. Hóast sak-
førararnir høvdu boðað frå, at teir skuldu brúka 'vika-
vist ein tíma og ein hálvan, fingu teir at vita, at teir áttu
hvert sítt korter til proseduruna. Foro: Kalmar
HONDA
lakærust
garanti
+
-findes ikke bedre.
Oyði-
leggjandi
skriving
Ein kynisk, óndsinnað
og systematisk herferð
móti mær.
Soleiðis kallaði Al-
bert Mortensen skriv-
ingina í Oyggjatíðind-
um, sum, sambært hon-
um, hevur skatt fyri-
teku hansara í Feroy-
um so nógv, at hann
hevur flutt stóran part
av virkseminum av
landinum.
Men eisini uttan-
lands merkist >herferð-
in«.
— Menn, sum eg havi
vidskifti vid, ringja til
min og spyrja, um tað
er satt, eg eri ákærdur
fyri svik í Feroyum.
Albert Mortensen
segði, at hann hevur
verið noyddur at siga
upp fólki á skrivstov-
uni á Argjum. Í staðin
verður nú arbeitt í
Danmark og Sveits.
Albert Mortensen
segði eisini, at hann
var ikki í iva um, skriv-
ingin hjá Oyggjatíð-
indum var óbeinleiðis
orsøkin til, at Lands-
stýrið vildi ikki bjarga
Globalskipunum.
— Har mistu vit fýra
modernað og væl út-
gjørd skip og 100 ar-
beiðspláss.
Sakførarin
råddi frå
Øll vitnini, Jørgen P.
Olsen ætladi at av-
hoyra, vóru ikki i Dóm-
húsinum mánadagin.
Pauli Ellefsen hevði
ikki fingið boðini um at
meta. Signar Dam er
burturstaddur og
Marius Garðshorn kom
ikki, tí sakferari hans-
ara hevði rátt honum
frá. Tað kundi skaða
skattamálið hjá hon-
um, varð upplýst. Eigil
Fagraberg hevði játtað
at koma eina ávísa tíð.
Men av tí viðgerðin var
seinkað so nógv, slapp
hann ikki framat tá. Og
ongin nýggj tíð bleiv
avtalað við hann.
Ikki
grundarlag
fyri politi-
kanning
Fútin hevur lisið frá-
greiðingina um Global
1 Síða 5
og onnur farmaskip,
sum skipanevndin hjá
Landsstýrinum skriv-
aði.
Landsstýrið bað fút-
an lesa hesa frágreið-
ing. Nú hevur fútin
boðað frá, at skal
legreglan kanna málið,
so må Landsstýrið
melda.
Verandi grundarlag,
tad er frågreidingin hjå
skipanevndini, er ikki
nóg mikið at byrja løg-
reglukanning á.
Hetta upplýsti Atli
Dam, legmaður, á
rættarfundinum mána-
dagin. Hann segði, at
Landsstýrið hevur ikki
enn avgjert, um tað
skal melda nakran.
Kanska fer Landsstýr-
ið at bíða, til skatta-
málið er avgreitt fyri at
fáa upplýsingar hað-
ani.
— Tað er tó ikki vist,
vit fara at bíða so leingi
við at taka steðu.
Atli Dam segði, at
hann hevði varhugan
av, at Global skipini
vóru ov dýr.
Hann segði, at hetta
er hansara persónliga
meting. Hann hevur
onki ítekiligt at hava
hana í.
Legmaður segði, at
hann veit onki um, at
Albert Mortensen skal
hava tikið móti retur-
kommissión.
Vildi ikki
hoyra
greinina
Jógvan Páll Lassen
leyp úr stólinum og
mótmælti harðliga, tá
Jergen P. Olsen byrj-
aði at lesa úr einari
grein, Albert Morten-
sen skrivaði í Framan í
1968.
— Eg veit onki um
hasa greinina, eg kenni
hana ikki og mótmæli,
hon verður brúkt her,
segði Jógvan Páll.
Hann segði seg vera til
reiðar at krevja úr-
skurð frá rættinum.
Landsrætturin hevði
hverki hug ella stundir
at fáast við slíkt, so
mótmælið hjá Jógvan
Páll vann frama.
Viðmerkingin hjá
Jergen P. Olsen var
beinrakin:
— Tað man vera tí
hann kennir hana og
ikki tí, hann ikki kennir
hana, at mótparturin
ikki vil hava hesa
greinina lisna.
hd
Meira um sakarmálið
leygardagin