hósdagur 20. august 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Térshavn
Grov
undirmeting
FYRSTU ÅRINI eftir at
fólkaflokkurin sá dagsins
ljós fekk flokkurin undir-
tóku til at fremja loysing
millum Danmark og
Føroyar. Hetta lyfti gav
flokkurin føroysku veljaru-
num. Men tá meiriluti var
fyri hesum stakk féólka-
flokkurin halan millum bein-
ini.
NÆSTA LYFTI fólkafloks-
ins var at reka sambands-
menn úr gllum álitissessum
her á landi. Hetta lyfti varð
givið til løgtingsvalid í 1950.
Men aftur her svikti flokk-
urin givin lyftir. Tå valid var
av valdu teir ein sambands-
mann til løgmann. Teir
valdu ein sambandsmann i
landsins fremsta ålitissess.
TEY NÆSTU lyftini frá
fólkaflokkinum komu í
sekstiárunum. Tá fekk
flokkurin undirtøku fyri ein-
um politikki har mikil
herðsla var løgd á at stríð-
ast ímóti NATO, ímóti hern-
aðarskyldu og ímóti deyða-
revsing. Í dag sigur sami
flokkur at Feroyar skulu
gerast virkin limur í NATO.
Um hetta so eisini merkir at
vit skulu hava hernaðar-
skyldu og deyðarevsing er
ikki gott at vita.
Í MONG ÁR hevur fólka-
flokkurin stillað upp til
fólkatingsval við tí politikki
at avtaka fólkatingsumboð-
ini. Tá flokkurin so av og á
fekk annað fólkatingsum-
boðið hoyrdist onki aftur
um hesa avtøku. Fólka-
flokkurin møtti so at siga
ikki í fólkatinginum. Aftur
eitt dómi um at fólkaflokk-
urin hevur svíkt tey lyftir
hann hevur givið veljarum
sínum.
P/f Sosialurin í
Jan Miilier
Krisjan Dahi
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Kalmar Lindenskov
Pif Sosialurin
P/f Pressan 1981
Utgevari:
Ábyrgdarblaðstjóri:
Fyritaksstjóri:
Blaðfótk:
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
TIL SEINASTA fólkatings-
val hevði flokkurin aftur
lyfti. Nú var ikki talan um at
avtaka fólkatingsumboðini.
Nei, nú skuldi fólkaflokkur-
in hava annað umboðið fyri
harvið at forða fyri at javn-
adarflokkurin og sam-
bandsflokkurin tóku lut i
donskum partapolitikki.
Fólkaflokkurin fekk annað
umboðið og hvat hendi? Jú,
ongatíð hevur nakað før-
oyskt umboð verið so virkið
í donskum partapolitikki og
lagt seg so nógv út í spurn-
ingar, ið bert høvdu áhuga í
Danmark og millum danir,
sum fólkatingsumboðið hjá
fólkaflokkinum.
FYRSTU TÍÐINA eftir at
fólkafloksumboðið legði
seg út í danskan innlendis-
politikk, tók formaður
fólkafloksins støðu ímóti
hesi kúvending. Nú hava so
bæði fólkatingsmaðurin og
floksformaðurin boðað frá
at flokkurin áhaldandi ætlar
sær at luttaka í donskum
politikki. T.v.s. at fyri 10, 15
og 20 árum síðani skuldu
fólkatingsumboðini avtak-
ast. Fyri fýra árum síðani
skuldu tey bert taka sær av
serligum føroyskum áhuga-
málum. Í dag skulu tey nýt-
ast til luttøku í donskum
innlendispolitikki.
HETTA ER ein grov undir-
meting av føroysku veljaru-
num. Tryr fólkaflokkurin at
føroyski veljarin er so lítið
at sær komin, at hann letur
seg draga úr øðrum borði-
num út í hitt borðið tá tað
passar fólkaflokkinum at
saðla um?
VIT HALDA at fólkaflokkur-
in undirmetir føroysku velj-
ararnar og vit vóna at veljar-
in ger vart við hetta á val-
degnum. Tað gera tit við at
greiða atkvødu fyri javnad-
arflokkinum.
Nr. 93 — 20. august 1987
+ joke s: 5 OB MES
Høgraekstremistur
Ein sera óhelvað og víð-
gongd kona hevur javnan
ódámligar hegra-
ekstremistiskar greinir í
Dagblaðnum. Sjálv er hon
ikki svar verd, men onkur
góðtrúgvin sál kundi
kanska trúð henni, og tað
er jú spell.
Fyrst hví hon er óhelv-
að: Jú, konan sker allan
vinstravongin yvir ein
kamb, sigur okkum rætta
Kreml eina hjálpandi
hond. Tað er hennara
lyndi at vera óhelvað.
Stutt áðrenn Erlendur
Patursson doyði, eyk-
nevndi hon hann national-
sosialist. Hon kann ikki
skjóta seg undir, at heitið
er tað sama sum tjóðveld-
ismaður. Nei, hon
insinuerar ónt, nakað sum
eyðkennir myrkursins
kreftir og serliga Dagblað-
ið. Og so at kalla Erlend
fyri nationalsosialist,
hann sum meir enn nakar
annar feroyskur politikari
varð virdur av sínum norð-
urlendskum starvsbreðr-
um. Men soleiðis er henda
kona, sum óivað er borin á
lógvum øll síni ár í Før-
oyum og eisini av vinstra-
vonginum.
At hon torir at nevna
Grikkaland og Nato sam-
an er ótrúligt. Fólkafloks-
fólk ynda at kalla Nato
verja av demokratinum.
Men hvat gjørdi Nato, tá
ið høgrajuntain tók valdið
í Grikkalandið? Hvat
gjørdi Nato, tá ið høgra-
fanarnir pindu, plágaðu,
drupu og fongslaðu
100.000-tals grikkar?
Hvat hevur Papandreou
at takka Nato fyri? 10 ár í
fangahúsi meðan hegra-
fanarnir garteraðu landið
uttan lóg og rætt og nær-
um koyrdu tað á húsa-
gang. Hvat hevur Nato
Ein rópar —
hinir fylgja eftir
Harra blaðstjóri, hýs mær
hesum reglum.
Fólkafloksumboð hava
nú seinastu tíðina sent
eina bylgju av haturssint-
um greinastubbum út í
Dagblaðið, sum eina mest
er vend móti Sosialinum,
14. September, Fóiki Fyri
Friði og tí meiniga mann-
inum (húgvusegan).
Eg skal ikki her fara út í
nakra blaðskriving, men
bert vísa á missionerin og
býráðsformannin í Klaks-
vík, sum við síni hatur-
skriving og rakkan niður á
annaðleiðishugsandi,
kemur sum ketta úr
høvdatrog við rættingum
til tað russiska sam-
felagið. Eg havi nú í ein
mansaldur verið sosialist,
men havi ongantíð borið
borgarligum nakað hatur,
hóast hesi hava verið
borgarlig.
Men missionerinum beri
eg yvir við, tú sum var ein
hampamaður, hevur lagt á
Ólasa bógv. Gud hjálpi
tær til rættvísi, á Ólasa
leið hevur hann ikki leitt
teg. Hóast eg ikki tími at
rætta Jógvan við Kledu,
so má eg hóast alt tríva í
nakað. Tú sigur at hevði
Bretland gjørt mótsteðu
móti Hitler, tá hann byrj-
aði at útrudda milliónavís
av jedum, so hevði tað
óhugnaliga styrið hjá
Hitler verðið kevt beinan-
vegin og heimsbardagin
ikki verðið so álvarsligur,
sum hann bleiv.
Er Óli Breckmann farin
í hernað móti nekrum,
sum til demis málið um
USS McCloy — Halgir W.
Poulsen — Ingeborg
Vinther — Frændum —
Sjónvarp Feroya —
Útvarp Føroya — Sonna
Smith — Tróndi Djurhuus
— Øssi Vinthereig — og
mongum annaðleiðishugs-
andi enn honum sjálvum,
ja, so eru tit beinanvegin
við penninum klárir at
hjálpa Óla við at reka
hansara politikk móti við-
komandi.
Fólk undir Hitler høvdu
heilt bestemt ikki somu
meining sum Hitler, men
teir vórðu noyddir. Við
mínum besta vilja kann eg
ikki síggja, at tit, undir-
sersjantar hjá Óla, hava
vilja, men tit verða
noyddir (ikki av Óla, men
av hetzuni, hann ferir, tit
tora ikki at gera mótsteðu
móti Óla, hann hevur
tykkum í síni hulu hond)1
Álvaratos, Jógvan við
Keldu, tú hevur altíð verið
ein hampamaður. Sum so
mangan eru einaræðis-
harrar komnir til valdið
við at fera þpersóns-
jagstran, hatursinnaðar
orðingar í blødunum, væl-
signaður halt teg burtur.
Hatta arbeiðið uppi í Lítla
Týsklandi á Traðarveg-
num kann Óli taka sær av,
er tað ikki nokk, so tekur
ein av undirsersjantunum
gjørt fyri at vart Grikka-
land móti turkiskum á-
gangi? Hvat hevur Nato
gjørt fyri demokratiið hesi
árini, Turkaland hevur
verið stýrt av einum
hegradiktaturi? Svartasta
einki. Hvussu leingi var
tað fascistiska einaræðið
Portugal ikki límur í
Nato? Men er talan um
fasismu og annan hegra-
diktatur, er alt í fínasta
lagi hjá Dagblaðnum.
Besta dømid um hetta var,
at Óli Breckmann háðandi
kallaði tað »nelliku kup«
ella okkurt líknandi, tá ið
demokratiið = vann á
fasismuni í Portugal.
At Nato als ikki er
nekur verja av fólkastýri
eru Turkaland, Grikka-
land og Portugal bestu
demi um.
javnaðarmaður
við, sum til dømis admiral-
innan Lydia Arge ella her-
ovastin Svend Aage Ellef-
sen, ella Óla Jákup
Rólantsson (med páholden
pen).
Sosialist
TRYGGINGAR
UMBOÐS
STOVA
HOYDALSVEGUR 6
TLF 1 5222
HEIMA TLF 1 2940
Undir Gladsheyggi
Box 1321 - tlf. 11990
Opid: Månad friggjad
frå kl. 15.00 - 17.00.