Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 93 — 20. august 1987 Góð hjálp til teirra sum byggja — men tað kann ikki vera rætt, at lógin skal nýtast at drena pening úr landskass- anum í fikkurnar hjá åvis- um spekulantum, skrivar Jørgen Thomsen, løgtings- maður. Eingin ivi kann vera um, at tungt er hjá ungum fólki at setast í búgv. Tí fáa fólk, sum taka lán, loyvi at draga 42% av rentuni beinleiðis frá skattinum, hetta verður gjørt fyri at lætta um hjá teimum, sum í flestu forum hava toygt seg í hverja lykkju fyri at fáa egin hús. Ætlanin við hesi lógini var framúr góð. Ung fólk, sum setast í búgv, hava í flestu ferum fyri neyðini at fáa ein styrk. Men tað kemur alsamt meira fram, at hesar frálíku reglur verða brúktar sum skatta- spekulatión. Men' so sanni- liga ikki av teimum, sum koma til kaldar steinar og royna mikið meiri enn tey eru ment, at fáa sær tak yvir hevdið. Her eru tað onnur, ið royna at gera sær dælt av lógini. Peningur verður læntur og settur inn ímóti hegari rentu. Er lánið stórt, eru eisini renturnar nógvur peningur, og 42% av rentunum kunnu sambært lógini dragast frá sjálvum skattinum. Á henda hátt ber til at læna pening og seta hann inn við vinningi. Men tað er føroyski skattgjaldarin ella landskassin, ið ber byrðarnar, og ikki minst tey, ið terv hava fyri at læna peningin til at byggja fyri. Onkur má gjalda skatt og onkur má gjalda fyri tey, ið sleppa undan, tí tey spekulera á avskrivingar- lógini, sum annars var ætlað fyri tey, ið knossast við at fáa sær tak yvir hevdið. Á síðu 3 i løg- mansreðuni verður sagt frá, at her er ein álvar- samur skeivleiki við okk- ara búskaparviðurskift- um. Her verður endur- givið eitt brot. Ein álvarsamur skeiv- leiki í okkara búskaparviðurskiftum er, at tað so væl lønar seg at læna pening til spekula- tion í skattaskipanini. Tað var væl ongantíð mein- ingin, at tað skuldi verða ein góð »forrætning« at læna pening til uppspar- ing. Tað hevur verið tor- ført at viðgjert hetta mál politiskt sakliga, tí so nógvir rópa um brand- skatting av rentum og uppsparing. Tað hevur tað Jørgen Thomsen, løgtings- maður: skulu avgjørt Ungfólk, sum búgu, hava stuðul neyðini. Tað er bert harmi ikki seta ein fyri ligt, at onnur, sum hava stuðulin fyri neyðini, dælt at hesi gera sær sosialu log ongantid verid talan um Men allir partar høvdu havt fyrimun av eini regu- lering her, ikki minst sam- felagid og tey, sum hava bruk fyri at byggja. Síðani vísir løgmadur á í reðu síni, hvussu hann metir, at hesin skeivleikin kann fáast av vegnum, uttan at tey, ið byggja skulu, verða við sviðið soð. Um tað júst er hin rætta uppskriftin, kunnu fólk sjálvandi tjakast um, men her er uttan iva eitt vandamál, sum sam- felagið og tey, ið byggja skulu, líða undir. Tað kann aldri vera rætt, at lógin, ið ætlað var at hjálpa teimum, ið set- aSt í búgv, skal kunna nýtast til at drena pening úr landskassanum, og í fikkurnar hjá ávísum spekulantum. Úrslitið kenna vit, tað er at fara aftur til »Palleba«, aftur til hann, ið við neyð og strev fekk tak yvir hevdið , eftir skatt, til aftur at gjalda í spekulantfikkur- nar. Er tað ikki fyri neyðini at broyta hesa lógina, so er ilt at vita hvat, ið er rangt ella rætt, tí staðið verður máað undan einari sosialari lóg, ið er ætlað teimum, ið byggja skulu. Eingin er úti eftir teimum, ið royna at spara saman pening, tað skulu tey sjálvandi hava løn fyri, tað er til stórt gagn fyri samfelagið. Men hetta sum legmaður vísir á, er ikki at spara, men at draga pening til sín sjálvs uppá annara kostnað, á ein lógligan hátt. Tað er júst tí at onkur lóg eigur at broytast, sum bøtir hetta. Ivasamt er kortini, um tað verður so einfalt at fáa broytt hesa lógina, tí hverja ferð, ið nomið verður við hasi viðurskifti, so er alt á gosi. Andsteðu- bleðini á tremur við ill gitingum og her er tað málgagn Fólkafloksins, ið ber av øllum í so máta, sum vant. Í Dagblaðnum nr. 88 frá 3. august í ár verður rætti- liga nógv gjer burtur úr tí, sum legmaður vísir á í reðu síni um skatta- spekulatiónir. Har verður beinleiðis roynt at ímynda fyri fólki, at vit eru úti eftir vanliga spararanum í hesum samfelag. Men tað er so einki uttan vanligt fólkafloksmesn. Hví Fólkaflokkurin er so ágangandi, og verjir slíkt, sum her er talan um, er nok ikki torfert at gita. Tað er tí at vóna, at samgongan ikki letur seg tøla av einkisigandi møsni fólkafloksins, men harafturímóti semist um at gera nakað við hasar lógirnar, sum eru við til at týna teir fyrimunir, sum tey eiga, ið setast skulu í búgv. Tá ið lógir ikki virka eftir ætlan, megu tær broytast. Jergen Thomsen tilfar til alihyljar. Heil- og småsøla Vit geva fegnir tilboð. P/F North Atlantic Plast PLASTRORVIRKIÐ Vit framleiða og selja vatnleiðingar og kloakrør Kloak frá ø 40 mm til ø 500 mm. Vatnleidingar frå 9 25 mm til 9 500 mm í trýstklassa TN6—TN10. Septictangar og reinsibrunnar ø 200 — 250 —315 mm, um ynskist gera vit reinsibrunnar eftir måti. Vit hava allar tilhoyrandi rørdeildir å goymslu, eisini framleida vit NNNNRNRNNRNONKRNRNERNNANRNONERNDRERNENONNNNRNRNNRNNONENRNNRENNNNNRNRRNRNNRNRNORNRNEDNRNENNRNENERNRNERNRNERRHNENURNNNENANNENNNNNNRNNNNNNAENRNNRNENNRETAN P/F North Atlantic Plast Plastrørvirkid å Heygnum Mikla TIf. 12151 ST — * ferðir um vikuna. i f i í Hi | | 1 Eg gerist haldari av Tíðindablað- num Sosialinum og fái blaðið 3 Haldaragjaldið fyri ársfjórðingin er kr. 130,- Haldarar uttanlands gjalda kr. 150,-/ársfj. Goldið verður ongantíð fyri fleiri blød enn tey, ið eftir eru at koma í einum ársfjórðingi. Navn: Bústaður: Kannað posthusinum Í Í Oponstað SOSTALURIN nndar post2aid:8