Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 B68-GÍ, 1. deild, 2-2 (1-1): Fyrsti dysturin graslikisvøllinum å Toftum leiktur tíðindablaðið Nógvir áskoðarar høvdu leitað sær niðan á Svanga- skarð á Toftum at síggja fyrsta fyrsta dystin leikt- an á nýggja graslíkis- vellinum týskveldið. Veðurgudarnir vóru til vildar. Tað var av vakr- asta summarveðri, stilt og lytt, og sólin hevði til tíðir hug at síggja undan skýggjunum. Aksel Højgaard, B68: Hetta er besti vøllur eg havi leikt å higartil. Hann brennur ikki serliga nógu og er lættari at leika á enn vøllurin í Vági. Nú var tað rættiliga turt í veðrinum í kvold, men hann er betri tá ið nakað at honum. vætu er á a Fyrsti partur av fyrra hálvleiki var merktur av spenningi. Lidini høvdu týðuliga virðing fyri hverjum eðrum, og var spælið merkt av hesum. Tað var B68, ið byrjaði betur. Longu tá ið fáir minuttir vóru leiktir av dystinum, høvdu teir ein upplagdan målmøguleika, ið kundi lagt teir á odda. Hetta eydnaðist tó ikki í fyrstu syftu, men tá ið umleið 21 minuttir vóru farnir, eydnaðist teimum kortini at fáa bóltin í netið. Aftaná trunkaspæl frammanfyri málinum, var Petur Hans Hansen so heppin at fáa tánna á bóltin, sum endaði beint innanfyri mállinjuna, áðrenn GÍ-leikari fekk tíð at sparka hann burtur. Hetta gav teimum rætti- liga vind í seglini, og Poul Enok Hansen, GI — Hesin vøllurin er tyngri at leika á enn vøllurin í Havn, eisini og hann nakað. Annars dámdi mær væl at leika á honum. brennur Dánjal Jarnskor, GI: — Vøllurin var góður at leika á, tykist meira sum veru- ligur grasvellur enn vøllurin í Havn. Bólturin ferðast skjótari, men er tað nakað ein kann venja seg við.