hósdagur 20. august 1987síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 93 — 20. august 1987 tíðindablaðið
Síða 9
hevdu eftir hetta fleiri
vandamikil álop, tó uttan
at hetta gav teimum fleiri
mál.
Sum hálvleikurin leið út,
kom GÍ meira og meira
við í spælinum, og í 40.
minutti gav hetta eisini
Per Daiheim, yngsti úrslit. Bólturin verður
leikari á GÍ-liðnum,
skeyt bæði málini
móti B68
spældur út í hegru síðu,
har ein Gl-leikari síðani
NN
i
"ku. Si
So,
SO:
KONER
skeyt hann innanfyri til
Per Dalheim, ið stóð væl
fyri og kundi seta bóltin í
netið til 1-1. Eftir hetta
fekk GÍ yvirtakið restina
av tíðini, ið eftir var av
hålvleikinum, men tó
uttan veruligar málmegu-
leikar.
Seinni hálvleikur
byrjaði við stórum trýsti
frá GÍ, men tó eydnaðist
tað B68 í 5. minutti at
leggja seg á odda. Aftur
var tað Petur Hans, ið var
á blettinum, og headaði
bóltin trygt í netið til 2-1.
Men hetta fekk ikki GÍ at
falla í fátt, tverturímóti.
Teir hildu á við trýstinum
á B68-málið. Úrslit spurd-
ist eisini burtur úr hesum,
tá ið einir 17 minuttir vóru
leiktir. Aftur var tað Per
Dalheim, ið fekk ein bólt
frá Paula úr hegru síðu, og
kundi javna út fyri GI til
2-2. GÍ helt eisini á við
yvirvág síni, til einir 15
minuttir vóru eftir av
dystinum. Tá kom B68
meiri við aftur, men
megnaði ikki at leggja seg
á odda aftur. Tískil endaði
dysturin við javnleiki,
einum úrsliti, ið bæði liðini
tóktust at vera nøgd við.
Gdm/kmi