Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

rn «HU WT: AN 3 f . Kynsmismunur — Vina og kenningapolitikkur — Tjóðveldispolitikkur í dag — Um ein tosar við mannin ella kvinn- una á gotuni um hesa samgongu, so er tað næstan bert javnaðarflokkurin ella Atli Dam, ið verður umroddur. Hetta er heldur ikki so logið, tí um- boðini hjá hinum flokkunum eru heldur tannleys. Men í einum hevur tjóðveldisflokkur- in dominerað — stuðlaður av Lassa og fyrrverandi tjóðveldismanninum, Niels Paula — og tað er í starvssetan- um. Hesar hava verið ikki sort vina- og kenningakendar. Síðsta bragdið hjá tjóðveldisflokki- num á hesum eki er setanin av leið- aranum av miðstoðini fyri undirvis- ingaramboð. Her hevur hann verið so grovur, at fleiri tjóðveldisfólk hava fingið so beiskan smakk í munnin, at tey hava folt seg noydd at tala at. Ein týðilig broyting av tjóðveldis- floksins politikki er farin fram síðan maktstríð innanfloks, um hver ið skuldi hava leiðsluna, byrjaði. Hollir stuðlar hjá flokkinum hava skýrt politikarar floksins >breyðpolitikar- are, og einasti politikkur flokkurin í dag førir, er vina- og kenningapoli- tikkur. Bæði umboð teirra í landsstýrinum hava bert seinkað arbeiðinum hjá hesi samgonguni, tí tey alt ov ofta ikki eru for fyri at taka stoðu í teim- um ymisku málunum. Men tá starvssetanir hava verið fyri, sum hesa ferð, tá ivaðust tey ikki, men atkvøddu fyri manninum hjá Signari Hansen, ið sum formaður í skúlaráðnum og formaður í ting- manning floksins hevur havt avger- andi orðið í hesum máli. Fýra atkvød- ur fyri manninum hjá Signari, meðan 2 javnadaratkvødur vóru fyri kvinn- uni, ið vegna útbúgving og royndir heuði verið tann rætta. Tað er hugstoytt, at strembanin hjá Signari Hansen eftir stjórastarvi- num við Fuglafjarðar skúla, skal fáa ein so stóran flokk sum tjóðveldis- flokkin, at arbeiða á einum so lágum staði. Eyðólv Dimon Nr. 93 — 20. august 1987 SU-arar á altjóða legu: Tað fyrsta meti hjá okkum við leguna var er- kymlandi, og gjørdi tað okkum spent eftir at fáa at vita um alt fór at fara líka tilvildarliga fram, sum tá vit seint á kveldi, komu til leguna. Stevnan var sett í ein- um stórum konsertsali, sum lá í sama býarparti sum sjálv legan. Á leiðini til konserthellina, sóu vit hvussu stórt og saman- sett hetta liðið av ung- sosialistum var, sum var komið úr ellum heiminum, so at vit kundu hittast og koma at kenna hvønnann- an. Konserthøllin, har stevnan var sett, lå einsa- møll å einum opnum torgi, sum umframt konserthøll- ina bert hýsir tjúkkum pálmum og ødrum vøkstri. Eina góða løtu aftaná at vit vóru komin til konsert- høllina sessaðust vit á áskoðaraplássunum í tí hellini, har IUSY stevnan '87 fór at vera sett um eina letu. Fyrsti reðarin var borg- arstjórin í Valencia, sum beyð okkum at vera væl- komin til býin. Aðrir reð- arar vóru forsetin í IUSY, skrivarin i IUSY og Ung- dóms- og mentamålaråd- harrin i Spania. Rødurnar snúðu seg um felagsskapin IUSY, sosialismu, fakfeløg, ar- beidaraflokkar og teir trupulleikar arbeidara- flokkarnir skulu loysa i vidurskiftunum vid veljar- arnar. Fyri at lysa hvussu neyðugt tað er vid soli- dariteti, var sagt at soli- daritetur er júst eitt av eyðkennunum við arbeið- ararersluni og sosialism- uni. Samanhaldið millum sosialistar kom til sjóndar fyri 50 árum síðani, í spanska borgarakrígnum. Tá hendi tað at herurin gjørdi uppreistur móti demokratiskt valdi stjórn- ini, sum var skipað av sosialistum og framburs- hugaðum borgarligum politikarum. Sosialistar komu tá frá nógvum londum at berj- MÁLGAGN HJÁ SOSIALISTISKUM UNGMANNAFELAGI Setanin av leguni ast saman við sponsku stjórnini og spanska fólki- num, í eini roynd at bjarga demokratinum og fram- stigunum, hevdu vunnið. Borgarstjórin í Valencia segði hvussu takksamir spaniólar eru fyri ta hjálp og tann solidaritet systir- felagsskapirnir sýndu teimum fyri 50 árum síð- ani. Vit mugu á sama hátt sýna solidaritet við tim- um, sum í dag eru kúgað ella hótt av ódemokratisk- um máttum eins og í spaniólar Spaniu fyri 50 árum síð- ani. Fólkið i El Salvador, Nicaragua, Chile og ødr- um londum hava brúk fyri ollum stuðli tey kunnu fáa. Teirra framstig eru okkara framstig, einsvæl og vit tapa um tey tapa. Ráðharrin fyri ungdóm og mentan tosaði í síni reðu um ungfólk. Ungfólk fáa ov lítlan ans. Sum for- brúkarar eru tey góð at hava. Framleiðararnir leggja óivað ráð um hvat teir skulu royna at selja ungfólki næstu ferð, og hvussu teir skulu fáa ung- fólk at keypa so nógv sum gjørligt. Alt ov lítið verð- ur hugsað um hvat er gagnligt fyri ungfólk. Reðararnir segdu hvat teir hildu um trupulleikar- nar arbeiðaraflokkarnir hava havt tey seinastu ár- ini. Arbeiðaraflokkarnir eru í eini kreppu. Ar- beiðaraflokkarnir hava av ymsum grundum gjert ov nógvar neyðloysnir og ilt er at síggja nakra kós í politikkinum sum hevur verið førdur. Loysnin á trupulleiku- num er at fara aftureftir fyri at finna tráin. Neyð- ugt er á einhvenn hátt at vinna identitetin aftur, eitt nú við at leggja dent á tær hugsjónir vit altíð hava havt sum fólkaræði, frælsi og vælferðarsam- felagið. Tá reðararnir hevdu sagt sítt, var setanin end- að við at øll sungu Inter- nationala, hver á sínum móðurmáli. Síðani reistu vit okkum og spákaðu út í sólina aftur. Clæminst