leygardagur 22. august 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Útgevari:
Ábyrgdarblaðstjóri:
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Torshavn
Sakin hjå
Fiskasøluni
SEINASTU DAGARNAR hevur
nógv verið at hoyra um sakina
millum blaðstjóran á Oyggjatíð-
indum og Albert Mortensen.
MEN Í UNDANFARNU viku var
ein onnur kanska enn meira
áhugaverd sak fyri í Føroya
Rætti. Tað var eitt flakavirki, sum
hevði stevnt Føroya Fiskasølu.
Forsøgan er hon, at å heysti 1982
lå flakavirkið inni við eini nøgd av
brosmufløkum. Eftir boðum frá
Fiskasøluni vóru fløkini pakkað
og skuldu tey avskipast tá fyrsta
dagin, tí veran var seld og tað
enntá til góðan prís.
MEN BRØKUR kemur í, virkið
sleppur ikki at avskipa fløkini fyrr
enn fyrst í 1983, og teir fáa ikki
avrokning og pening fyri veruna
fyrr enn á heysti 1983, og tá var
avrokningin umleið 4 av tí prísi,
sum var galdandi tå vøran var
pakkað eitt ár frammanundan.
HETTA VILDI virkið ikki finna seg
í. Teir høvdu fingið at vita frå
keyparanum hjá Fiskasøluni, at
marknaðurin var góður, tá vøran
varð framleidd, og teir vistu eisini
frå konkurentunum hjá Fiskasøl-
uni i Føroyum, at prisurin var góð-
ur.
TÍ METTI VIRKID, at hevði Fiska-
sølan ikki kunnað selt hesa teirra
framleiðslu fyri brúkiligan prís, so
mátti hetta vera ein ella annar
kleyvarskapur hjá Fiskasøluni,
sum bert Fiskasølan mátti svíða
fyri og ikki virkið sjálvt.
AFTANÁ DRÚGVA viðgerð í
rættinum fekk virkið at vita frá
dómaranum, at teir skuldu ikki
rokna við at fáa viðhald. Virkið
var limur í Fiskasøluni, og tí
máttu teir finna seg í, at fáa av-
roknað eftir ti sum Fiskasølan
kundi fáa burturúr, um tað so gav
lítið ella nógv.
OG SJÁLVT UM leiðslan í Fiska-
søluni hálvavegna hevði vidging-
ið at illa var arbeitt við at bjóða
eina samju, sum virkið tók við,
men sum seinni varð vrakað av
nevndini í Fiskasøluni, og sjålvt
um virkið bert hevdi fingið '4 av
dagsprisi, helt dómarin tað ikki
vera prógvað, at Fiskasølan hevði
Fyritaksstjóri:
Blaðfólk:
borið seg so at, at hon kundi
koma undir endurgjaldsskyldu.
HENDA RÆTTARGONGD hevur
enn einaferð víst á ein av teimum
veikleikum, sum eru við okkara
fiskasøluskipan. Limirnir eru
bundnir til at selja 100% av teirra
framleiðslu gjøgnum Fiskasgl-
una. Hetta ger, at framleiðararnir
eru avskornir frá, ella hava sjálvir
avskorið seg frá, at hava nakað
við sølu at gera, sum má roknast
fyri at vera ein sera natúrligur
partur av arbeiðinum hjá eini
virkisleiðslu. Úrslitið er, at sølan
verður latin upp í hendurnar á
stovni og monnum, sum sjålv-
sagt royna sítt besta. Men teirra
egna fíggjarliga úrslit er ikki tryt-
að av, um teir fáa mest møguligt
fyri vøruna.
SJÁLVSAGT SKULU vit hava
eina skipaða fiskasglu. Men her
hava vit aftur eitt dómi um, at tað
fæst ikki mest møguligt burturúr
við galdandi skipan. Um t.d. í hes-
um førinum virkið hevði verið
limur undir teirri treyt, »at kann
Fiskasglan ikki tryggjað okkum
nóg høgan pris, so skulu vit sjålv-
ir sleppa at royna okkum«, so
hevði tað bert í hesum førinum
givið hesum virkinum eina meir-
inntøku, sum hevði merkt fleiri
oyru pr. kg upp á ta nøgd av
ráfiski, sum virkið keypir inn ár-
liga. Men henda møguleika hevði
virkið ikki.
SO KANN ONKUR kanska
spyrja, hvat tað rakar okkum,
hvussu Fiskasølan skipar síni við-
urskifti. Ja, sanniliga kemur tað |
okkum øllum við. Alt okkara sam
felag hongur í, um Fiskasølan fær
nóg mikið burturúr. Í enn størri
mun viðkemur tað fiskimonnum
og teimum sum dríva skipini.
Men meðan tað eru fleiri hundrað
skip og bátar við meira enn 1.000
monnum, sum avreiða til flaka-
virkini, og hvers úrtgka beinleiðis
er treytað av, hvussu sølulidid
virkar, so eru tað bert flakavirkini,
sum stórt sæð fáa tað sama burt-
urúr, hvussu enn prísurin er, sum
avgera sølupolitikkin gjøgnum
limaskapin í Fiskasøluni.
MEN VONANDI kann hesin sein-
asti rættargangurin sannføra lim-
irnar i Fiskasøluni um, at skipanin
er ov Óliðilig, og at tað eisini er i
teirra áhuga at fáa hana broytta.
Nr. 94 — 22. august 1987
Flogfeløg í luftini —
Tey stóru tíðindini í Ír-
landi í summar innan flog-
ferðslu, er prískappingin
millum nýtt írskt flog-
felag (tað varð stovnað í
juni 1985) og stóru, gomlu
feløgini, sum til dømis
British Airways, ið hevur
tvingað hesi at lækka prís-
irnar 25 til 40%, sam-
stundis er ferðafólkatalið
hækkað 39%. Dublin-
Paris, aftur og fram,
kostar sum er um 2100
kr., men Ryan Air sigur
seg vilja gera tað fyri um
1100 kr. við dagligari flog-
ferðslu.
Einvegis kostnaðurin
Dublin-Luton, nærhendis
Londin, við Ryan Air
kostar um 650 kr., aftur
og fram um 900 kr. Aftur
og fram Dublin-Amster-
dam ella Bruxelles via
London kostar við hesum
írska felag um 2000 kr.,
meðan tað kostar um tað
dupulta við teimum gomlu
stóru feløgunum sum t.d.
British Airways.
Virgin Air — eitt annað
flogfelag, flýgur millum
Dublin og London fyri um
350 kr. og tað sama fyri
ferðina millum Gatwick og
Maastricht í Hollandi.
Sovorðið fyritakssemi
er til fyrimun fyri tey ferð-
andi, og tað mátti havt
áhuga í Feroyum at fingið
flogfeløg, ið kunna flyta
ferðafólk trygt og bíliga.
Í mong ár hava føroy-
ingar verið stórliga ónegd-
ir við prísir og viðgerð
Danairs — ikki einans før-
oyingar, men ferðafólk
yvirhevur.
Tað sigst, at myndug-
leikar samráðast við
annað danskt felag,
Cimber Air, um
konsessiónina. Tað kundi
verið áhugavert at fingið
upplýst, hverjir ánarar
Danairs eru og hverjir
ánarar Cimber Airs eru.
Sagt verður, at tað eru
SAS, Maersk Air og
Danair.
Um so er, er ikki stør
broyting at vænta, burtur-
sæd frá at frámerkini
verða broytt eitt sindur.
Fremsta áhugamál fer-
oyinga innan flogferðslu
er at ferðast trygt til
lægsta prís, uttan mun til
uppruna og heimstað flog-
felagsins.
Hesum málsetningi
kann røkkast, um flog-
ferðslan verður alment út-
boðin til altjóða kapping
fyri at finna tað felag, ið
kann átaka sær at flyta
vanlig fólk trygt og bílig-
ast.
18.8.87
Karl Nolsøe
Málbrúk
Ein feroysk kona, búsit-
andi í Íslandi, segði fyri
nakað síðani í útvarpi-
num, at tað var harmuligt
at vit feroyingar hevdu
avbronglað okkara mál,
við at hava kastað góð fer-
oysk orð burtur, og vórðu
komin dragandi við ís-
lendskum ístaðin.
Hesi orð hennara eru so
syndarliga sonn. — Dem-
ini eru nógv um hetta. Nú
ein dagin segði ein 12 ára
gomul genta mær, ovur-
fegin, at nú var hon farin
at læra enskt í skúlanum.
Soleiðis hevdu tey gomlu
ikki sagt.
Her í bakkanum, mill-
um bygdina og Hvalnes
eru rekur ið eita eingilsku-
rekur — navnið skal stava
frá, at her hava fólk roynt
at vart seg móti eingilsk-
um sjórænarum. Nær
hetta hevur verið veit
eingin, men tað er so langt
síðani, at tá fóru tey
hverki til Íslands ella
Danmarkar fyri at duga at
orðbera seg.
Skeitur tú í eina orða-
bók yvir tað gamla nor-
rena málið, vilt tú síggja
at báðir formarnir vóru
nýttir fyri 1000 árum síð-
ani.
Tað verður so ofta talað
háðandi um setursmál,
men hetta ólagið við at
skriva íslendska enskt,
fyri = tað rótferoyska
eingilskt er somikið
gamalt at tå var ikki nak-
að Fróðskaparsetur til.
Men teir skuldu haft
takk fyri um teir kundu
hjálpt til at vit funnu aft-
ur á brík okkara egnu.
Skálavík, 20.8.87
Viggo Dalsgárd
—
ferdir um vikuna.
f, ! Eg gerist haldari av Tidindablad
(| á! num Sosialinum og fái blaðið 3
Haldaragjaldið fyri ársfjórðingin er kr. 130, -
Haldarar uttanlands gjalda kr. 150,
Goldið verður ongantíð fyri fleiri blød enn
ársfj.
tey, ið eftir eru at koma í einum ársfjórðingi.
Navn:
Bústaður:
Kannað posthusinum
í, tf IV
*#) Ve
0 TUB RE BAERÆKTYSST
1 hy Vz
Box 76 -
3800 Torshavn
!
i ;
(stúf: {|