leygardagur 22. august 1987síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 94 -— 22. august 1987
jaðarin
skrædnaði
— Var jaðarin ikki
farin undan hjólun-
um á tí 10 tons
tunga bussinum,
var vanlukkan undir
Valaknúkum íkki
hend.
Bussurin fór ikki
beinanvegin oman
av vegnum. Hann
stóð so mikið
leingi, at førarin og
ferðafólk fingu
tosað saman um
støduna. Og førarin
hevdi avgjørt at lata
fólkið fara ut, áð-
renn hann koyrdi
inn aftur á vegin.
Men so var
knappliga eitt sett í
bussinum og bak-
hjólini fóru fyrst
oman av.
Møguliga hevur
hin bussurin rakt
hann har afturi. Ein
skøva er, sum kann
benda å hetta.
Tað var ikki samanstoyt-
urin sjálvur, sum sendi
bussin oman av vegnum.
Bussurin steðgaði og
stóð eina letu, áðrenn
hann fór. Hvussu long
hendan letan var, veit
helst ongin nágreiniliga.
Men hon var í hvussu so
er nóg long til at bussfer-
arin og ferðafólk fingu
tosað um steðuna. Og
bussferarin fekk eisini
stundir til at avgera, at
hann ætlaði at biðja fólkið
fara úr bussinum, áðrenn
hann koyrdi inn aftur á
vegin.
Tann 51 ára gamli mað-
urin, sum koyrdi bussin,
hevur greitt frá í Feroya
rætti, at eftir samanstoyt-
in fór hin bussurin spaku-
liga afturvið. Tvey ferða-
fólk í hansara egna bussi
komu fram og segdu, at
bussurin stóð ytst á jaðar-
anum. Bussferarin svar-
aði, at hevði hin nú skund-
að sær framvið, so hann
kundi koyra niðan aftur á
vegin.
— Eg sá nú at bussurin
hjá mær var í frígiri. Ég
hugsaði, at eg skuldi halda
bremsuni og loyva fólkin-
um út, áðrenn eg koblaði í
aftur. So við eitt var eitt
sett í bussinum har afturi
og hann fór eftir enda út
av. Eg hugsaði, at hin
bussurin hevði tikið í har
afturi.
Sá hann ikki
fara útav
Ongin í hinum bussinum
sá bussin fara út av veg-
num. Bussferarin, sum
kom úr Leirvík hevur
greitt frá, at bussur hans-
ara fór beinanvegin eftir
samanstoytin út av og
legðist á liðini. Hann fór
upp gjøgnum eitt vind-
eyga og byrjaði at hjálpa
ferðafólkinum úr bussin-
um tann vegin. Hann sá
ikki hin bussin og helt tí,
hann hevði hildið fram og
var steðgaður longur
frammi á vegnum.
Ikki fyrr enn hann hevði
hjálpt trimum ella fýra
fólkum út og ein persón-
bilur kom á staðið, gjerd-
For út av ti
ist hann varugur við, at
hin bussurin lá niðri í fjor-
uni.
Vóru á staðnum
Feroya rættur viðger í let-
uni bussvanlukkuna undir
Valaknúkum 21. desemb-
er í fjør.
Mikudagin vóru sorin-
skrivarin og partarnir í
sakarmálinum á staðnum,
har vanlukkan hendi. Teir
vóru í bussi fyri at síggja,
hvussu sýnið er hjá einum
bussferara á hesum teinin-
um.
Ein týðandi spurningur
er, sum tað skilst, nær teir
báðir bussferararnir sóu
hin bussin, hvar teir vóru
staddir júst tá.
Samanstoyturin hendi á
einum fimm metra breið-
um teini millum tvey víki-
pláss. Hesin smali teinur
er 43 metrar langur.
Málið var fyri aftur hós-
dagin, men stundir vóru
ikki til at gera viðgerðina
lidna tá.
Proseduran er eftir og
onkur avhoyring eisini.
hd
Leitar eftir
ráðgeva
i ferðamálum
Landsstýrið leitar nú eftir
einum fólki, tað kann seta
sum ráðgeva í spurningin-
um um framtíðina hjá
ferðamannavinnuni í Fer-
oyum.
Hildið = varð, hesin
spurningur bleiv svaraður
fyribils nakað inn í fram-
tíðina, tá lógin um ferða-
mannamiðsteð kom fyri
fáum árum síðani.
Men so var ikki. Sam-
starvsptrupulleikar
stungu seg upp millum
ferðamannaráðið og stjór-
an á Ferðamannamiðsteð-
ini. Teir vóru so álvars-
ligir, at Landsstýrið bleiv
biðið um at loysa stjóran
úr starvi.
Vilhelm Johannesen,
sum umsitur hesi mál í
Landsstýrinum, mælti
tíðliga í ár til at taka av
aftur lógina um ferða-
mannamiðsteð. Men
semja um hetta fekst ikki
í samgonguni.
Hinvegin er semja um
at seta ráðgeva í av-
markaða tíð at gera
tilmæli um, hvussu bygn-
aðurin hjá Ferðamanna-
miðsteðini kann broytast.
Hesin ráðgevi er ikki
funnin enn.
hd
Vegjaðarin skrædnaði og tá fór bussurin oman av. Helt jaðarin, fór bussurin ongan
veg, sigur Atli Jensen.
Ongin autoverja var á vanlukkustaðnum og er heldur ikki enn. Møguliga hevur hin
bussurin tikið í har afturi í tí hann fór útav. Svenski serfrødingurin frá Volvo, sum var
í Føroyum og kannaði bussarnar, fann eina skevu har afturi í vinstru síðu á bussinum,
sum fór oman av vegnum. Á Bileftirlitinum høvdu teir ikki ansað eftir hesi skøvuni
Ferðskivan kannað
í mikroskopi
Hevdu bussferararnir
ongan meguleika at forða
fyri, vanlukkan hendi?
Ella brutu teir ferðslu-
lógina og revsilógina
hendan sunnudagin undir
Valaknúkum?
Hetta skal Feroya rætt-
ur avgera í næstum.
Báðir bussferarar eru
ákærdir fyri at hava brotið
ferðslulógina og revsilóg-
ina.
Báðir nokta seg sekar.
Teir hava greitt rættinum
frá, hvussu teir upplivdu
letuna, áðrenn bussarnir
stoyttu saman og fóru út
av hver sínu megin.
Frágreiðingarnar sam-
svara ikki heilt.
Ferðin
Nógv tíð er brúkt til at fáa
greiðu á, hvussu skjótt
bussurin úr Havn koyrdi.
Ferarin sigur, hann koyrdi
í mesta lagi 30 km/t, tå
hann kom til víkiplássið í
uttara borði. Tá sá hann
hin bussin og bremsaði, tí
hann ætlaði sær inn á víki-
plássið. Men hjólini
blokeraðu og bussurin helt
fram við somu ferð. Ikki
fyrr enn hann varisliga
slepti bremsuni, minkaði
ferðin skjótt. Men tá var
víkiplássið farið afturum.
Móti hesi frágreiðingini
standa ferðskivan og frá-
greiðingin hjá hinum
føraranum, sum heldur, at
ferðin var umleið 50 km/t.
Var hon 30 ella 35, so
skuldi hann havt kunnað
steðgað, áðrenn tað brast.
Sjálvur koyrdi hann 35-
40 km/t. og hann var einar
tíggju metrar frá innara
enda á tí 73 metrar langa
víkiplássinum í innara
borði, tá hann sá hin
bussin. Hann helt fram, ti
hann væntaði hin før inn á
víkiplássið hinu megin
smala teinin.
Skivan
Bussurin, sum kom úr
Havn, hevði ferðskivu.
Hon hevði verið í í eina
viku, so sera torfert var at
lesa hana. Bileftirlitið
sendið hana saman við
speedometrinum til Vest-
urtýsklands at kanna.
Ein mikroskopisk kann-
ing vísti, at seinastu 60
metrarnar fyri saman-
stoytin fór ferðin úr 83
niður í 66 km/t. — tá
byrjaði hann at bremsa.
Og tá tað stoytti, var
ferðin 27 km/t.
Lagt verður afturat, at
nálin, sum teknar á skiv-
una, var skeivt stillað.
Hon byrjaði á 3 km/t og
ikki á 0. Harafturat hevur
bussferarin greitt frá, at
feråmåtarin sýndi ov
Arne Poulsen, skrivari hjá Feroya arbeiðsgevara-
felag og Føroya : eiðarafelag er nú eisini ídnaðar-
ráðgevi hjá Feroya ídnaðarfelag.
Limirnir í felagnum avgjerdu á fundi 3. juni at
seta Arna í hetta starvið.
Ídnaðarfelagið hevur fingið avtalu í lag við
Arbeiðsgevarafelagið um innivist á skrivstovuni í
R. C. Effersøesgøtu.
Skrivstovan hjå arbeidsgevarunum skal eisini
avgreida øll mål hjå idnadarmonnunum.
Nýggjur idnadarrådgevi
nogv.
Bileftirlitid kannadi
ongantíð, um ferðmátarin
og ferðskivan vóru í lagi.
Og í brævinum frá vestur-
týska kanningarstovn-
inum stendur onki um
hetta. Atli Jensen, leiðari
á Bileftirlitinum, segði í
rættinum hósdagin, at
hann hevði onga orsek at
halda, kanningarstovn-
urin ikki hevur kannað út-
gerðina. Og vóru brek
funnin í henni, stóð hetta
ivaleyst í niðursteðuni.
Koyrilíkindini vóru ikki
ring, men tað var nakað
hált. Atli Jensen greiddi
rættinum frá, at friktiónin
var 0,3. Tað vil siga helvt-
ina av tí, hon er undir
vanligum umsteðum. Og
tað vil aftur siga, at
bremsulongdin var umleið
dupult so long sum
vanligt.
hd
hd