Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. august 1987síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 eo Í Hitt ljós a gøtu mini v/ P. J. Sigvardsen Jesus — syndaberi okkara Tá ið presturin í forðum legði hond sína á hevdið á offurlambinum, so var ell synd fólksins á henda hátt løgd á hetta offurlamb- ið. — Ein hugvekjandi fyrimynd! Langafríggjadag legði tann heiagi Gud og faðir okkara hond sína á tað tornakrýnda hevdið á lýtaleysa offurlambi súum, Jesusi Kristi. Á hetta offurlambið var eina ferð med alla led øll synd heimsins, og á henda hátt hevur Gud gjørt heimin såttan við seg. Hetta lýtaleysa offurlambið var bæði bót og fullkomið gjald fyri alla syndaskuld okk- ara. Her restaði einki í. Frelsuverkið á Golgata er fullgjørt, og Jesus hevur við sínum egna dýrabara blóði strikað út skulda- bræv okkara, ja, »hann beindi fyri ti, við tað at hann negldi tað á krossin« (Kol. 2,14). Hetta er krossins gáta, ið einki menniskja er ført fyri at ráða; men hetta er eisini kross- ins dýra náði, at Jesus hevur við krossdeyða sínum neglt skuldabræv mítt og títt á kross- in og strikað alla synd og skuld okkara út við sínum egna offurblóði. Vit menniskju mega ásaanna, at synda- skuld okkara er ovurmikil, og at vit einki eiga at gjalda hesa skuld við: Um: vit royndu allan mátt, um vit grótu dag og nátt, øll vár iðrarí; bøn og bót, øll vár sorg 1 hjartarót, ei tað betir misbrot vár, bótin er bert tíni sár. (Hms. 450) Vit menniskju eru stedd eins og tann skulda- bundni tænarin, ið skyldaði kongi sínum »tiggju túsund talentir«, og sum einki hevdi at gjalda hesa ovurstóru skuld við. Her er bert ein leið at ganga, um sleppast skal undan len syndarinnar, ið er deyði, og tað er at ganga í seg sjálvan og játta synd og skuld sína fyri tí livandi Gudi við ben um fyrigeving. Tá ið tann skuldabundni tænarin fall harra sínum til kníggja, tókti harranum hjartaliga synd í hesum tænara, »og hann gav hann leysan og gav honum skuldin a aftur« (Matt. 18,27). Soleiðis er Guds náði og miskunn og fyrigevandi hjartalag vent móti teimum menniskjum, ið leita til Guds við bøn um fyrigeving fyri synd og skuld sína. Orðið um fyrigeving og frelsu verður rætt ellum hes- um menniskjum. Og tað skuldabundna menniskjað, ið framman fyri Guds náðitrónu kann festa síni trúareygu á tað Guds lambið, ið eisini hevur borið tess syndir, tað menniskja eigur eisini í hesi trúgv >náðigávu Guds, id er ævigt liv í Kristi Jesusi, harra okkara< (Róm 6,23). Gudstænastur 10. sunnudag eftir trinitatis Havnar kirkja: Axel Tórgarð Vesturkirkjan: Kjartan Mørkøre, altargongd Argir: Høgni Poulsen Nólsoy: Hans J. Joensen, altargongd Kirkjubeur: Sonja Klein, cand. theol. Kollafjørdur: Marjun Bæk, barnagudstænasta kl. 15.00 Kvivik: Marjun Bæk kl. 12.00 Vestmanna: Gerhard Hansen kl. 11.00 Hvalvik: Martin R. Jacobsen kl. 12.00, barna- og familjugudstænasta. Talvan gongur fyri sunnudags- skulan. Eidi: Emil Olsen kl. 17.00, barna- og familjugudstæn- asta Gjogv: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd Gøta: Torkil Beder, altargongd. Talvan gongur fyri nyggju kirkjuna. Rituvik: Jåkup Kass kl. 11.00, altargongd Lambi: Jåkup Kass kl. 17.00 Klaksvik: Elsa Funding, altargongd. Talvan gongur fyri sunnudagsskúlan hjá Heimamissiónini. Haraldssund: Elsa Funding kl. 19.00 Hvannasund: Jógvan Johansen kl. 19.00 Hattarvík: Jógvan Johansen kl. 12.00 Skopun: Jákup Reinert Hansen kl. 12.00, altargongd Sørvågur: David Johannesen kl. 11.00 Hvalba: Birgitte Johannesen kl. 11.00 Leiti: Bjarni Bæk kl. 11.00, altargongd Sumba: Bjarni Bæk kl. 18.00, altargongd I øllum kirkjum i Nes prestagjaldi og i Gjåar kirkju gongur talvan til frama fyri Guds orðs útbreiðslu. 13. august fingu Oluffa Nr. 94 — 22. august 1987 Til minnis um Claus M. Olsen Tað kom okkum ógvu- liga dátt við, tá vit fingu boðini, at Claus var farin, bert 26 ára gamal. Sum sjómenn hava vit vant okkum við, at lívstráðurin er bæði tunnur og skirvisligur. men tá ið vit fingu deyðsboðini av hesum lívsglaða og bragdliga floksfelaga okkara, høvdu vit ilt við at skilja henda beiska veruleika. Claus var sera útvendur og hevði lætt við at koma í samband við onnur og fáa vinir. Hann var sera skemtingarsamur og dugdi ógvuliga væl at fáa tað stuttliga burtur úr tilveruni, uttan at tað gekk út yvir nakran annan. Hann plagdi altíð at koma við onkrari stuttligari viðmerking til tað, ið fyrifórst í skúlanum, og var ógvuliga stutt- ligur at vera saman við. Hann var sera hjálp- og Niels Klaksvík, eina dóttur. 14. august Esther dóttur. 14. august fingu Bryn- gerð og Ingi Andrea- sen, Kambsdalur, ein son. 16. august fingu Sigrid og Símun Pauli úr Kon- Klaksvík, eina Blóma min Aðrar blómur følna men væna blóma min allar ársins tíðir, klodd í summarlín. Einaferð kemur dagur, at hon til viðar fer. Tá fari eg inn í staðin, har ið blóma mín hon er. J. J. í Gerði Andresen, fingu og Arnbjern Durhuus, Hoyvík, eina 17. august fingu Mirj- am og Victor Carlsen, Havn, ein son. samur og helt seg altíð framat, um okkurt var, ið skuldi gerast. Eisini var hann óvanliga ær- ligur. Hann smæddist aldri at siga tað, hann meinti uttan uttanum- tos. Heldur ikki royndi hann at skeva útyvir tað skeiva, ið hann sjálvur gjerdi. Hann hevði góðar gávur og fekk eisini virðislon nú í summar, tá vit tóku stýrimansprógv. Nú eru vit so byrjað- ir aftur til skipsførara. Sjálvur ætlaði Claus eisini at byrja aftur til skipsferara, men so- leiðis skuldi tað ikki blíva. Tað kennist tóm- ligt ikki at hava Claus við í flokkinum meira. Vit vilja altíð koma at minnast Claus og eru glaðir yvir at hava verið hansara vinir. Við hesum fáu orðum ynskja vit at lýsa frið yvir minnið um Claus M. Olsen. Floksfelagarnir á Sjómansskúlanum. Læknavaktirnar 18. august fingu Kirst- en og Tom Danielsen, Trongisvágur, eina dóttur. 20. august fingu Una Magnussen og Hans Andrias Havn, eina dóttur. Tórshavn: Kristianna Nordendal, tlf. 12979, leygardag og Andor Ellefsen, tlf. 12233, sunnudag. Eysturoy: Pól Johs. í Horni, tlf. 44038, leygardag og Magnus á Stongum, tlf. 23006, sunnudag. Højgaard, Norduroyggjar: Olavur Gaard, tlf. 56900 Vágar: Tlf. 32413 Suduroy (nordur): Tlf. 71560 Suduroy (sudur): Tlf. 73030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst í dag og í morgin kl. 13.00-14.00. Tlf. — | — litun i Um nøvn Fødingar- dagur Sunnudagin 23. august verdur Turid Abraham- sen, Fuglafirði, 75 ár. endamál Besta lakk- og glansverja ímóti øllum hugsandi árini BECKERS MALING Tel 13657 Torshavn ER