Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. august 1987síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? Vit eru til reiðar! TORSHAVN = pe JAZZ FOLKA OG BLUES Øm: FESTIVAL nm Postludium á middegi Onkur vónaði, tað fór at regna Hof og Svart gull, tá tann ófori Street Parade headmaðurin dansaði regndans við Carls- bergreklamuni Foroyskur sjónleikari viðurkenning í Danmark Annika Johannessen úr Havn fekk eina góða byrjan sum yrkissjónleikari í Árhus Hon hevur fingið 10.000 kr. úr »Købmand Michael Jensens Teaterfond til unge og lovende skuespillere«. Annika er útbugvin á leikaraskúlanum hjá År- hus Teater, hon varð liðug í summar, og nú hevur hon fingið starv á Árhus Teater. Leikhúsið setti átta nýggjar leikarar, tá leikárið 1987/88 byrjaði. Milum teirra var eisini beiggi Anniku, Olaf Jo- hannessen. hd Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Nummar eitt! Konserthøllin í Norðurlandahúsinum var stúgvandi full hóskvoldið, tå Mikael Wiehe sang, spældi og undirhelt. Hann var toppurin å festivalinum i år, eru nogv samd um. Lesið ummælið á síðu 8. Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lysaran. Í dag endar Tórshavnar Jazz-, Fólka- og BluesFestival við, at Music Bandið hjá Tórshavnar Kommunuskúla spælir í Gongugetuni kl. 12.00 og á Tivoli pallinum í Gundadali kl. 13.00. Venjari hjá hesum orkestrinum er Brandur Øssurson og tónleikararnir eru næmingar í Kommunuskúlanum, tey allarflestu í 8. flokki. Í summar vóru tey í Hetlandi, har tey hevdu tvær konsertir. Tey spæla rytmiskan tónleik: rokk, swing, salsa og latín. Næsta ár kann festivalurin halda sítt fyrsta jubileum, 5 ár. Tá er ætlanin at gera eitt sindur meira burturúr. Seinnapartin hósdagin var Street Parade niðan gjogn um miðbýin. Tónleikarar úr Danmark, Noregi og Føroyum gingu spælandi av Kongabrúnni. Ein dani, sum ikki hevur hoyrt um forboðið móti at reklamera fyri rúsandi legi, gekk, dansaði og tvætlaði á odda við einum Carlsberg Beer regn- ella sólskjóli. hd