Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 1987síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 — Fyribils havi eg fingið innivist hjá familju í Havn, men hetta er ikki nekur varandi loysn. Eg vil helst búgva fyri meg sjálvan og vera óheftur av eðrum. Hetta sigur tann 21 ára gamli Eyðfinn Magnussen úr Fuglafirði, sum eftir ætlan skal byrja at lesa biologi á Steðisútbúgv- ingini í Havn. Tað er 1 ár síðani Eyð- finnur tók studentsprógv á Studentaskúlanum við Getugjógv. Hesa tíðina hevur hann verið til skips, umframt at arbeitt í ein- u. 2 handli í Fuglafirði. — Eg eri greiður yvir at tað kostar pengar at lesa. Men eg havi forvunnið mær so mikið niðurfyri, at eg ivaleyst man fara at klára tað. Men tað at fáa nakað at búgva í er ein nógv sterri trupulleiki enn eg hevði roknað við. Sum so nógv onnur, sum koma til Havnar fyri at ganga í skúla, hevur Eyðfinn leitað dúgliga eftir einum staði at búgva í. Hann hevur bæði svarað lýsingum og spurt seg fyri millum fólk. Men enn hava allar royndir verið til fá- nýtis. Nú skúlagongdin nærk- ast er hann greiður yvir at tað fer ikki at verða lætt at finna sær tak yvir hevdið. Men hann veit eisini, at tað er nógv onnur, sum eru í somu steðu. Gravgangurin eftir íbúðum og kemrum er ongantíð so stórur júst tá aftur. sum skularnir byrja Men sjålvt um stødan er døpur, so tykjast tey flestu kortini at finna tíðindablaðið Næmingur søkir kamar fram til onkra loysn. Sum t.d. vinmaður hjá Eyð- finni, sum hevur staðið á bíðilista á Handilsskúl- anum, sum fekk at vita at hann var sloppin inn, dagin fyri sum skúlin skuldi byrja. Hann hevði onki at búgva í, men keypti sær ein soviposa og legði seg á gólvið hjá ein- um vinmanni. Soleiðis kann tað eisini gerast. — Tað man tó ikki vera stuttligt at búgva tveir mans á einum lítlum kam- ari, serliga ikki tá ein skal gera skúlating og helst ikki má órógvast. Tað heldur eingin út, og tað kann bert verða ein fyri- bilsloysn at búgva hjá familju ella vinum. Hálvan annan tíma við bussi Eyðfinn sigur, at fær hann Gravgangurin eftir íbúð- um og kemrum er ongan- tið so stórur, sum júst tá skúlarnir byrja aftur einki at búgva í áðrenn alt ov long tíð er fráliðin, noyðist hann at flyta aftur til Fuglafjarðar. Um so verður, noyðist hann at koyra ímillum og tað merkir, at hann skal sita í bussi í tilsamans 3 tímar dagliga. Og tá verður ikki nógv tíð til yvirs til skúlan. Spurningurin er so hvussu leingi hann klárar at liva eitt slíkt lív. Undir øllum umsteðum væntar hann at tað fer at verða torført at klára lesturin, um so verður. Politiskur spurningur Gravgangurin eftir íbúð- um og kømrum í Havn hevur verid alsamt vaks- andi tey seinastu árini. Meginparturin av fyritøk- unum og skulunum liggja her, og er tad ti ein sjålv- fylgja at nógv ung av bygd leita sær hagar. Sjålvt um hetta er stødan i dag, er lítið hent á íbúðarekinum. Eyðfinnur heldur, at tað mátti verið uppgávan hjá politikar- unum at greitt hetta mál úr hondum og syrgt fyri at fólk hevdu nakað at búgva í tá tey flyta til Havnar. — Eg ivist ikki í, at tað Nr. 95 — 25. august 1987 eru nógv fólk, sum hava kemur og íbúðir standandi tóm. Men sum tey sjálvi siga, so loysir tað seg mangan ikki at leiga út. Tey fáa rætt og slætt ov lítið burturúr, tí skatturin fer við meginpartinum av pengunum. Hevdu tey verið lagaligari skattað, hevði tað loyst seg fyri allar partar. Hann heldur, at tað er ikki lætt at vita hvar ein skal byrja at leita, tá hugsað verður um at finna sær ein bústað. Tí er íbúðarávísingin hjá LFÚ eitt sera heppið tiltak. Í letuni stendur hann sum nummar 32 á bíðilistanum yvir næmingar, sum ynskja at leiga. — Tað gongur heldur seint fyri seg, men haldi eg fram við at leita sjálvur. Bjartskygdur Eyðfinnur situr stillførur við borðið við kaffikoppin- um millum hendurnar, og sjálvt um steðan kann tykjast = vónleys, letur hann seg ikki so lættliga taka fótum. Hann sær fram til at byrja lesturin og tær nýggja avbjóðing- arnar í Havn. Fleiri av vin- y