týsdagur 25. august 1987síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 95 — 25. august 1987
fólkum hansara búgva
eisini í Havn, so tað verða
neyvan stundir at keða
seg. Hann hevur eisini
frætt, at lesturin á Steðis-
útbúgvingini er rættiliga
strævin, so hann man
uttan iva fara at hava iva-
leyst um oyruni tey
komandi 3 árini.
55 EØS
— Eg noydist bara at
loypa ut i tad. Sjålvandi
hevði alt verið nógv lætt-
ari, um eg hevði nakað at
búgva í, men sum nú er
noyðist eg at halda fram
við at leita og vóna tað
besta, sigur Eyðfinnur at
enda.
Hann hevur einki at búgva í
Íbúðar-faldari
í hvort hús í Havn
LFÚ fer nú undir eina
nýggja roynd at geva
skúlanæmingum innivist í
Havn.
Í einum av teimum
komandi degunum fáa øll
húski í Havn ein lítlan
faldara á dyrnar, har heitt
verður á fólk um at leiga
tóm kemur og íbúðir út til
næmingar, sum koma til
býin fyri at ganga í skúla.
Hetta verður gjert í
samband við íbúðartil-
takið >Tak yvir høvdid«,
sum Landsfelag Fer-
oyinga í Útbúgving skipar
fyri henda mánaðin. Síð-
ani 1. august hava skúla-
næmingar havt hevi til at
seta seg í samband við
LFÚ, og í letuni hevur
íbúðarávísingin nærum 50
fólk skrivað á lista. 5 hava
longu fingið kamar.
Hetta er kortini alt ov
lítið, og hevur ávísingin tí
avgjert at heita beinleiðis
á havnarfólk um hjálp. -
Á skrivstovuni hjá LFÚ
rokna tey við at í minsta
lagi 50 næmingar eru
uttan bústað, nú skúlarnir
eru byrjaðir aftur. Hesi
fólk mugu hava hjálp sum
skjótast, verður sagt.
Á faldaranum, sum
verður sendur í húsini, er
ein lepi, sum fólk kunnu
fylla út og síðani senda til
LFÚ. Talan er um 5000
faldarar og LFÚ hevur
góðar vónir um at fáa á-
víst í minsta lagi 50 tóm
kemur og íbúðir í Havn.
Dans-Færøsk Kulturfond
»Dansk-Færøsk Samfunds Studierejse-legat« på
5.000 kr. til en studie-rejse til Færøerne er af
Dansk-Færøsk Kulturfond tildelt billedhugger
Frans Jacobi.
Det tilsvarende legat til en studierejse til Dan-
mark er ikke uddelt i år, da fondet ikke har mod-
Laget nogen ansøgninger.
P.f.v.
Inger Skydsgaard
Síða 5
jonvarps-
… felagið
kundi valt
sendingar
— Fyrst mugu vit samrådast vid Tele-
' fonverkid um at seta upp felags parabol-
antennu fyri Havnina, sigur Ronald Poul-
sen, formaður i teknisku nevnd Tórs-
havnar byråds
Tørshavnar byråd um-
hugsar at keypa mót-
takara- og sendiútgerð og
parabolantennu, soleiðis
at øll i Havn skulu kunna
síggja útlendskt sjónvarp
yvir fylgisvein. Men enn
er hetta bara ein ætlan.
Teir teknisku spurningar-
nir eru ikki greiðir, og bý-
ráðið veit ikki, um tað er
gjørligt at fáa tey neyð-
ugu loyvini.
Býráðið metir, at tað fer
at kosta kommununi mill-
um tvær og tríggjar milli-
ónir krónur at keypa ta
neyðugu útgerðina.
Eingin meting er gjerd
fyri, hvussu stórur rakst-
urin verður. Heldur ikki
veit býráðið, um gjaldast
skal fyri at taka sjónvarp
niður frá fylgisveinunum.
Um allan býin eru
parabolantennur at
síggja, og hetta prýðir
ikki júst, heldur býráðið.
Tó vil Tórshavnar komm-
una ikki gera sum summar
aðrar kommunur, at
krevja loyvi frá fólki ella
seta forboð fyri at seta
antennu upp.
Fleiri
samráðingar
Eitt er eitt hugskot, annað
hvat ber til. Tórshavnar
býráð kann ikki uttan
nakað seta upp antennu
og senda víðari til øll
húsini í býnum. — Fyrst
mugu vit samráðast við
Telefonverkið um loyvi at
senda, sigur Ronald Poul-
sen, formaður í teknisku
nevnd Tórshavnar býráðs.
Dansk Post á Telegraf-
væsenet og Landsstýrið
skulu eisini geva loyvi.
á
Video er ikki einasta loysnin hjá fólki, sum vilja síggja
meira enn tær sendingar, ið Sjónvarp Feroya sendir.
Nógu hava fingið sær parabolantennu, og alt samdegrið
er okkurt at síggja. Sum er, verður einki sáldað frá.
Ronald Poulsen veit ikki,
hvussu útlitini eru fyri at
fáa loyvini.
Spurningurin er eisini,
um tær útlendsku sjón-
varpssendisteðirnar fara
at krevja, at gjaldast skal
fyri tær sjónvarpsræsur,
ið tiknar verða niður.
Í Havn eru privatper-
sónar, sum hava útvegað
sær mótteku- og sendiút-
gerð og selja sjónvarps-
sendingar til onnur. Tað
verður gjørt vid at leggja
kaðal til húsini. Hesi
gjalda ikki fyri sending-
arnar.
Oðrvísi er, tå sent
verður tráðleyst. Tá skal
gjaldast. Í teimum nyggj-
aru býarpertunum eru
kaðalar lagdir, men at
leggja kaðal í vegirnar til
ell húsini kostar stórar
upphæddir. Allar teir
spurningarnar má býráðið
tosa við Telefonverkið um,
sigur Ronald Poulsen.
Framhald á síðu 6
KDN uuu us Á.