týsdagur 25. august 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76. 3800 Tórshavn
—
Farmaskip
og onnur skip
SEMJA ER millum manna um, at
»farmaskipaævintyrid« hevur
verið dyrt fyri samfelagið. Men
meðan okkara politkarar sum
smádreingir keglast um, hver, ið
»hevur skuldina« av, at tað gekk,
sum tað gekk, kunnu vit onnur
bert vóna, at okkara leiðandi
menn hava lært, hvússu teir ikki
skulu bera seg at í framtíðini.
ÍÐAN HVAT var tað sum í veru-
leikanum hendi? Jú meðan
farmaskipaflotin í llum okkara
parti av heiminum er í kreppu og
minkar dag um dag, eru menn í
Føroyum, sum fáa tað hugskot, at
har aðrir ikki hava meguleika at
klára seg. skulu vit aðrir framat.
Og hvat verður so gjørt. Sakførar-
ar og grannskioðarar gera eina út-
rokning. sum vísir, at hetta ber til
upp á stás. Síðan verður farið í
landsstýrið, sum hyggur at fasitti-
num í útrokningunum og sum
koma fram til, at „hetta sær bara
gott úta. Síðan verður farið i figgj-
arnevndina, har samgongumeiri-
lutin er av somu åskodan sum
landsstyrid, og hvør er tann and-
støa, sum vil vera so negativ at
forða fyri, at vit fáa skip til land-
ið? Úrslitið er, at landið gevur
vedhald og studningslån.
ÚRSLITIÐ kenna vit. húsið varð
bygt á sand, og frá Halgubók vita
vit, hvat, ið hendir tí húsinum, tá
stormarnir koma! Skattaborgarin
situr eftir við svartaperi, men tað
eru nakrir, sum einki hava mist.
Nevniliga teir, sum hava gjørt tað
fyrireikandi arbeiði. Áðrenn nakar
veit, hvat hald er í hesum, hevur
grannskoðarin fingið sína sam-
sýning og rådgevarin/sakførarin
sína. Hjá hesum seinna er tað
enntá ein fyrimunur, at skipið
verður so dýrt sum gjørligt, tá
hann jú fær sína samsýning sum
prosentir av byggikostnaðinum.
BANKIN, SUM fíggjar skipið,
missir heldur einki. Tað er jú tað
almenna, sum fyrst missir síni
veðhald og stuðulslán. So figg-
ingarstovnurin vágar lítið og einki
sjálvur, um tað vísir seg, at veru-
liga virðið á skipinum er munandi
lægri enn byggikostnaðurin.
OG MANNAGONGDIN er so
vissuliga tann sama við teimum
Utgevari: PÆ Sosialurin O
Åbyrgdarbladstjåri: Jan Miller
Fyritaksstjóri: Krisjan Daht
Blaðfólk: Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
oddagrein
fiskiskipum, sum koma ti landið,
og har talan er um eins stórar
upphæddir.
EINHVØR kann síggja, at hetta er
ein skipan, sum er heilt galin.
Skulu vit útbyggja okkara flota
ella skulu vit finna nýggjar møgu
leikar fyri einum nýggjum flota,
so má hetta gerast av monnum
og stovnum, sum trúgva so mikið
upp á tað, og har grundarlagið er
so mikið gott, at óneyðugt skal
vera við almennum veðhaldum
og stuðli á tann hátt, sum vit hava
sæð tað her.
HER ER EITTHVØRT landsstýri
og fíggjarnevnd ókvalifiserað at
taka støðu. besta dømid um tað
er telexið úr London, sum lovaði
gul og grónar skógir hvat farma-
gjøldum viðvíkti, men har sera
lítið hald var í.
VIT MUGU sleppa burtur úr hurli-
vasanum við veðhaldum og
stuðulslánum á henda hátt. Hava
framburðshugaðir menn í fram-
tíðini eina ætlan, sum teir halda
kann skapa nýggjar vinnumøgu-
leikar, eigur hetta at verða ein
spurningur millum teir, sum
standa aftanfyri ætlanina og teir,
sum skulu fíggja hana. Og spurn-
ingurin um eginpening, reellan
ella ikki, skal eisini vera ein
spurningur millum hesar báðar
partar.
SJÁLVSAGT skal tað almenna
stuðla, um heta er neyðugt. Men
skal t.d. veitast stuðulslán, so
skal hetta hava sama veðhald í
skipinum sum høvudslångevarin.
Gongur ikki, skal hesin ti hava
somu risiko, sum landsstýrið.
Høvdu fíggingarstovnarnir skula
lænt upp á skipini undir hesum
treytum, er tað ivasamt um vit
høvdu verið í núverandi støduni
við teimum veldigu effektivu veð-
haldunum.
Í STAÐIN FYRI fáfongt kegl um
viðgerðina, tá farmaskipini komu
ti landið, skuldu vit heldur fingið
eina sakliga viðgerð um, hvussu
sleppast kann undan at koma í
hesa stødu í framtidini, og vilja vit
lata hetta uppskot sum okkara
bidrag til orðaskiftið.
i.
INr. 99 — ZI. AUGUST 1965 /
27
Okkara viðmerking: |
Fjúrtandi og Dagblaðið
hond í hond?
Er tað veruliga so, at 14.
September, málgagn
tjóðveldisfloksins er við
at detta í somu grøv sum
fólkafloksmálgagnið,
Dagblaðið?
Tað kundi skrivingin í
seinastuni verið ein
ábending um.
Seinasta leygardag er
14. September av álvara
farin í hernað móti ein
um navngivnum út
varpsmanni og brúkar
tær allarfúlastu útspill-
ingarmetodurnar, sum
vit annars bert kenna frá
Dagblaðnum.
Undir sokallaða
skemtiteiginum á bak-
síðuni á sama stað, sum
Dagblaðið ber ein part
av útspilling síni fram,
har verður so í 14. Sep-
tember nú lagt eftir
Johan Mortensen. Gjeld-
ur og grov undirmetan
verður gjørd av arbeiði
hansara í útvarpinum.
Og orsekin til hesa út-
spilling!
Jú, hon er tann, at
sami Johan Mortensen
við navngivnum lesara-
brævi í Sosialinum her-
fyri hevur sagt sína per-
sónligu hugsan um nógv
umreddu starvssetanina
á miðsteðini fyri undir-
vísingaramboð.
Vit skulu ikki her taka
dagar ímillum hvat er
rætt ella ikki í tí, sum
Johan ferir fram. Tað er
so sín persónligu hugs-
an, ið han er fram, og tað
skal hann hava rætt til.
Kennir so onkur seg
traðkaðan ov dygt á
tærnar, so kundi við-
komandi svarað Johan
aftur. Men tað tykist alt-
so at vera betri at brúka
metodurnar hjá Dag-
blaðnum, nevniliga hana
at koma við personlgari
itspilling undir dul
evn SOK l
blað
i ið i. Deptembder
;Man Johan Mortenser
duga lika væl at lesa um-
soknir sum at lesa í ut-
varpinum< og citat:
„Fyri at beta um upp-
lesturin í útvarpinum
verður minstakravið
framyvir, at umsekjarar
klára 1. part av lesibók
fyri 3. flokk«, so er øll or-
sek til at vísa sterstu
vanvirðing fyri mál-
gagni tjóðveidisfloksins
og kunnu vit bert her
ávara ímóti slíkari skriv-
ing.
Johan Mortensen og ali-
loyvini hjá vinum, kenn.
ingum og bernum leg-
mans.
.
Man Johan Mortensen
duga líka væl at lesa um.
sóknir, sum at lesa í út- þ
varpinum.
+
Fyri at bøta um upplest-
minstakravig framyvir, at
umsøkjarar klåra 1. part
av lesíbók fyri 3. fl. mar
z
So må antin javnsteðis.
nevndin ella nunnuskúlin
bjarga jomo.
hansara um starvssetan-
armálið.
Tað er speli at slík
skriving skal raka 14.
September aftur sum ein
boomerang, tí tað eru
nógvar góðar kreftir á
blaðnum, sum uttan iva
eru ósekar í hesi skriv-
ing.
Uttan un til hverja
áskoðan Johan Morten-
sen hevur til eitt ávíst
mál, so kann tað ikki
vera rætt at rakka hann
og arbeiði hansara niður.
tað skuldi so einki havt
at gera við hesa áskoðan
Framhald av síðu 5
Mugu stýra
so emur 5p
ik bæði likt og ólíkt. Ein
avls styring ma Vera,
heldur Ronald Poulsen.
Nevnt verður, at sjón-
varpsfelagið í Havn kann
koma upp í arbeiðið.
- Til dømis kundi sjón-
varpsfelagið valt ræsur,
sigur Ronald Poulsen. — Í
hvussu er mugu tær send-
ingar, sum tiknar verða
niður, samsvara við gald-
andi lógir i Føroyum.
Býráðið hevur tó ikki
tosað við nevndina í sjón-
varpsfelagnum um hetta
samstarv.
So ti ltykkum á 14.
September og annars
tjóðveldisfólk, ið halda
seg framat í málgagni-
num. Latið vera við at
koma niður á hatta plan-
ið, sum Óli Breckmann
higartil hevur havt eink-
arrætt og patent uppá.
Vit átala slíkt og vóna,
at 14. September tekur
hetta til eftirtektar.
Sosialurin
Ætlanin hjá býráðnum
um parabolantennu skal
nú viðgerast í mentamála-
nevndini, i figgjar-
nevndini og i teknisku
nevnd.
Pórshavnar byråd ætlar
at greiða samráðingarnar
eftir stuttari tíð. Tað
tekur ikki langa tíð at seta
útgerðina upp, og
kommunan miðar ímóti at
fáa antennuskipanina at
virka longu til jóla, um
loyvini fáast beinanvegin.
randi